Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 TerI NIELSEN ÁLVUR HARALDSEN Tann 25. juní í ár fór teir átta ungu menninir: Agnar Dahl, Torkil Hansen, Niels Kári Nielsen, Sofus Jacob- sen, Torkil Hansen, Tor- bjørn Hansen, Sjúrður Elde- vig og Kaj Heri Joensen å motorsúkklu år Danmark á ferð til alskyns stød í Europa. Ferðin gekk gjøgnum heili sjey lond. Tey vóru: Danmark, Týskland, Lux- embourg, Frakland, Sveis, Italia og Eysturriki. I Lux- embourg og Eysturriki var ikki steðgað, uttan tå ið neyðugt var at keypa brenn- ævni. Við sær á motorsúkklu- num høvdu teir tvinni tjøld, sum vóru til fýra fólk hver. Hesi settu teir so upp á tjaldplássum, har teir komu fram Formel 1 [| Leiðin gekk sjálvsagt at byrja við gjøgnum Týsk- land, men við kós ímóti Fraklandi, ella rættari sagt Magny-Cours í mið-Frak- landi, har ungu føroyingar- nir høvdu ognað sær at- gongumerki til Formel-1 kappkoyringina, sum var har sunnudagin tann 29 juni Ferðalagið kom tl Magny-Cours dagin fyri, at sjálv kappkoyringin skuldi verða. Komnir til ekið, har teir skuldu gista, fingu teir ein hvgkk. Har vóru í tús- undatali av Formel-1 áhug- aðum, og tey høvdu eina rúgvu av øllum møguligum við sær Har var bæði rullandi diskotek, pylsuvognar, og so høvdu fanklubbarnir hjá teimum ymisku Formel-! koyrarunum eisini alt møg- uligt við sær. Ferðalagið greiðir frá, nú vit hitta teir ein týsdag í august, at alt var ein stór veitsla kring sjálvt koyrigkið Sunnudagin var sjálv kappkoyringin, og teir eru teir allir samdir um, at tað var ein uppliving fyri lívið Tóku sær av løttum í Dijon Eftir at hava verið til For- mel-1 í Magny-Cours koyrdu teir eitt stutt strekki til byin Dijon, sum liggur stutt hagani og nærheindis markið til Sveis Í Dijon tóku teir sær av løttum í einar tríggjar dagar. tíðindablaðið SLE/ÐUM Agnar Dahl í stórum stíli yviri við Strond í Havn... Á motorsúkklu sjógnum Europa Nr. 150 — 13. AUGUST 1998 Seinast í juni mánaða fór átta ungir fóroyingar á sjey motorsúkklum á ferð áðrenn teir løgdu leiðina inn í alpulandið Sveis. gjógnum Europa heilt suður til Venezia Koyrdu galið í Sveis Tá teir nærkaðust Zirich, koyrdu teir galið, so at teir i Byurin, ið er bygdur á vatni, Venezia, var eitt stórt upplivilsi endaðu inni á sjálvari gong- ugøtuni í stórbýnum, har teir eisini mistu hvønn ann- an burtur. Hitin var tá um tey 35 hitastigini, og tað var nógv fólk, sum hugdu eitt sindur skeivt at teimum, tá teir gingu har í tjúkku leð- urdraktunum, sum koyrt verður í á motorsúkklu. Um so var, at teir mistu hvønn annan burtur, so høvdu fleiri av teimum far- telefon við. Áðrenn teir fóru úr Føroyum, høvdu teir av- talað, at áðrenn ein koyrdi burtur frá høvudsvegnum, so skuldi hann koyra inn til síðuna og bíða eftir hinum við tendraðari fartelefon. Á henda hátt funnu teir altíð hvønn annan aftur. Gardasjógvurin eitt skuffilsi Áðrenn teir átta fóru til Ven- ezia í Italia, løgdu teir leið- ina til Gardasjógvin. Hetta var eitt stórt skuffilsi, siga teir allir. Fyri tað fyrsta, so vóru tjaldplássini har um leiðir á einum rættiliga lágum stødi, og haraftrat var umhvørvi ikki heilt tað rætta til átta ungar mans, men heldur betur egnað til barnafam- iljur og pensionistar. Steðgaðu leingi í Venezia Heimskendi býurin Venezia í nordur-Italia var sunnasti staðið, sum ferðalagið koyrdi til á túrinum. Her valdu teir so at steðga á leingi, áðrenn kósin aftur var sett norður ímóti Dan- mark. Onkur steðgaði í fimm dagar í Venezia, meðan aðr- ir steðgaðu í heila viku. Teir fylgdust ikki allir heim aftur til Danmarkar. Onkur fór fyrr avstað. Nakr- ir steðgaðu á í Týsklandi á veg til Danmarkar, meðan aðrir koyrdu beinleiðis úr Venezia til Danmarkar. Tann 14. juli vóru teir sein- astu motorsúkklurnar aftur í Danmark, men tá høvdu tær eisini verið á ferð í knappar tríggjar vikur. Koyrdu oman fyri 8.000 kilometrar Á ferðini koyrdu tær átta motorsúkklurnar oman fyri 8.000 kilometrar. Í meðal hava tær sjey súkklurnar brúkt umleið 450 litrar av brennievni, sum teir hava keypt fyri einar 3.000 krón- ur. Tá ið teir koyrdu, koyrdu teir í meðal einar 10 tímar um dagin við einari ferð, sum lá um teir 80 - 100 kil- ometrarnar um tíman. Haraftrat skal so leggjast ferðin við Norrønu úr Før- oyum, umframt tey mongu Torkil Hansen, Sofus Jacobsen og Kaj Heri Joensen á Oyggjarvegnum týsdagin REESE