hósdagur 13. august 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 150 — 13. AUGUST 1998
avgjøldini sum eru á euro-
peisku motorvegunum.
Samanlagt hevur ferðin
kostað einar 7-8.000 krónur
fyri hvønn, tá ið lummapen-
ingur ikki er íroknaður.
Fyrireikað túrin
síðani á jólum
Teir fóru at spæla við tankan
um túrin, tá ið summir av
teimum eitt kveldið stutt
fyri jól í fjór sótu í góðum
veitslulag.
Nakrir av teimum høvdu
verið fleiri slíkar túrar áður,
so teir høvdu hollan kunn-
leika til, hvussu man skuldi
fyrireika ein túr av hesum
slag.
Motorsúkklur
- eitt dýrt ítriv
Tað er fáur maður í Føroy-
um, sum hevur eina motor-
súkklu til dagliga nýtslu. So
at siga øll, sum hava eina
motorsúkklu, hava hana
bert til stuttleika, og tað eru
fáar motorsúkklur í Føroy-
um, sum koyra meira enn
10.000 kilometrar um árið.
Teir átta menninir, sum vóru
við á ferðini, koyra mangan
túrin saman, tá ið veðrið er
til vildar, og tað er tað næst-
an bert í summarmánaðu-
num. At tað ikki viðrar so
ofta at koyra motorsúkklu í
Føroyum ger eisini, at tað
verður bara enn stuttligari
at koyra, tá ið tað viðrar.
Agnar Dahl, sum eisini hev-
ur fyritøkuna A. D. Import,
ið innflytir og selur motor-
súkklur, skootarar og eyka-
lutir, sigur, at seinast, tá ið
motorsúkklur vóru kallaðar
inn til sýn, vóru tað 145
skrásettar motorsúkklur í
Ein vøkur sjón, tá ið fýra
motorsúkklur fylgjast...
Her eru teir uttan fyri ein
motorsúkkluhandil í Dijon
í Fraklandi
Føroyum, men tað eru bert
heilt fáar av hesum, ið koyra
reglugliga.
Sjáldan meiri
enn seks saman
Tå id teir koyra túrar saman,
eru teir sjáldan meiri enn
einir seks, sum koyra sam-
an. Onkuntíð hava teir verið
uppi á 10, men tað var bert
tí einu ferðina.
Teir koyra fyri tað mesta
á Streymoynni og í Eystur-
oynni, men onkur hevur eis-
ini verið onkran tårn í Vág-
um.
Teir eru allir á einum máli
um, at tað, sum ger tað so
stuttligt at koyra á mot-
orsúkklu, er spenningurin.
At liggja næstan niðri á veg-
num í einum svingi og
kenna kraftina frá motori-
num undir tær er ein kensla,
sum als ikki kann greiðast
er
tíðindablaðið SOS!aUT
n
frá í orðum. Tað má uppliv-
ast, siga teir allir.
Teir fýra, sum Sosialurin
hitti týsdagin, Agnar, Kaj
Heri, Niels Kári, Torkil og
Sofus eru tó eitt sindur í iva,
GG Kr
Ferðalagið hevði tvinni tjøld vid sær, sum teir gistu i - her sæst lega teirra i Fraklandi
tá ið teir verða spurdir, um
teir fara ein slíkan túr kom-
andi ár. Tó so, allir rokna
teir við at fara ein slíkan túr
aftur, men neyvan komandi
summar.
Kaj Heri við nýggju súkkluni
Skjótasta
motorsúkkla
i Føroyum
TERII NIELSEN
Fyri tveimum vikum síð-
ani fekk oyndfirðingurin,
Kaj Heri Joensen, eina
nýggja motorsúkklu.
Motorsúkklan, sum er av
slagnum Suzuki
TLI000R, er tann skjót-
asta, sum er í Føroyum.
Súkklan hevur ein tvey-
sylindraðan motor við
1.000 kubikkum og 135
hestakreftum. Hetta
maskinaríið gevur eina
mestuferð, id er heilt uppi
á 280 kilometrum um
tíman sambært pappíru-
num. Kaj Heri sigur, at
hann ætlar sær ikki at
royna, um hetta er satt!
Kaj Heri var tann einasti
í ferðalagnum, sum fór
gjøgnum Europa á
motorsåkklu, sum ikki
hevåi súkklu við sjálvur.
Hann hevði bilagt súkk!-
una, men hon er av so
mikið nýggjum merki, at
hann noyddist at bíða, til
hon var gjørd.
Sjålvur vónaði Kaj
Heri, at tað fór at eydnast
honum at fáa súkkluna til
landið, áðrenn teir fóru
avstað, men so var ikki.
Súkklan kom til Føroya
sama dag, sum teir fóru
av landinum.