Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 1998síða 8

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið SC Norðurlendsk rá stevna um javnstødu i Føroyum Í døgunum 18. - 19. september verður skipað fyri stórari ráðsteynu í Norður- landahúsinum um javnstóðu. Endamálið er at skapa stórri tilvitan um javn- stóðu, siga Maria á Dul og Súsanna Nolsøe, sum skipa fyri stevnunik EIRIKUR LINDENSKOV Í døgunum 18. og 19. sep- tember verður norðurlenskt rådstevna um javnstødu i Føroyum. Tað er norður- lendska ráðharraráðið, sum skipar fyri ráðstevnuni, sum verður almenn. Tað eru tær báðar, Sús- anna Nolsøe og Maria á Dul í Heilsumálastýrinum, ið fyrireika stevnuna. Tær siga, at tað er komin ein áheitan frá ráðharraráð- num um at ein slík ráð- stevna verður í Føroyum, og eru tað tær báðar, sum hava givið rådstevnuni heitið >Smátjóðir - kyn á visi6n- ir< — Vit kunnu vit tað sama slåa fast, at tá tað um javn- stóðu ræður, so eru vit langt aftan fyri tey stóru norður- londini. Kortini eru vit framman fyri bæði Gren- land og Áland, men vit hava langt á mál, áðrenn vit kunnu meta okkum at verða á jøvnum føti við størru norðurlondini, siga tær. Súsanna Nolsge situr í einum embætisbólki undir Norðurlendska Ráðharra- ráðnum, og er hon á tann hátt komin inn í fyrireiking- arnar. Maria á Dul er nýliga komin í starv í Heilsumála- stýrinum og situr eisini í einum norðurlendskum ar- beiðsbólki, sum arbeiðir við at skapa stórri fatan millum ungdómin fyri javnstødu. — I hesum arbeiði havi eg verið saman við fólkum úr Grønlandi og Álandi, og har havi eg merkt mær, at tey eru aftan fyri okkum, hóast vit ikki halda okkum vera komin serliga langt á hesum øki, sigur Maria á Dul. Hon hevur serliga lagt til merkis, at grønlendingar og álendingar framvegis leggja stóran dent á at fáa politik- ararnar at skilja, at tað er neyðugt við javnstóðulóg og skipanum, sum skapa betri javnvág millum kyn- ini. Búmerkið hjá rådstevnuni Ráðharraráðið stuðlar tiltakin um við 180.000 Maria á Dul og Súsanna Nolsge leggja stóran dent á, at ráðstevnan er almenn og at øll eru vælkomin - bæði kvinnur og menn. Stevnan er kortini ikki bert fyri føroyingar, tí eini hálvthundrað fólk úr Grønl- andi og Alandi koma eisini á stevnuna. — Tað er soleiðis, at Ráð- harraráðið stuðlar tiltakin- um við 180.000 krónum, og er tað fyri at stuðla fólki úr hinum báðum smátjóðu- num, Grønlandi og Alandi, eisini skulu kunna vera við, siga tær báðar. Nógvir lestrahaldarar ið á ráðstevnuni eru fleiri fyrilestrarhaldarar úr øðrum norðurlondum. Ur Svøriki kemur Mona Danielson, år Danmark Drude Dallerup. Ur Finlandi kemur Susanne Jungerstam, sum er í ferð vid at skriva eina doktara- ritgerð um javnstødu i Før- oyum, Álandi og Grønlandi. U Grønlandi kemur Jessie Kleeman, sum fer at tosa um mentanarliga broytingar og hvussu tær åvirka javn- stødu millum kynini. Okkara Kirsten Brix fer at tosa um kynið og málið og Hans Pauli Strøm ter at Nr. 150 — 13. AUGUST 1998 tosa um tað siðbundna sam- felagið í broyting. Birgitta Áseskog úr Svør- iki fer at tosa um javnstød- ustrategiir og hætti og um- boð úr gllum norðurlondum fara at greiða frá hvat hendir í teirra tjóðum á hesum gki. Stevnan verður í Norður- landahúsinum, luttøkupris- urin er 400 krónur og meld- ast skal til hjá Mariu á Dul, postboks 2234, 165 Argir. Um fólk vilja hava meira at vita um tiltakið, kunnu tey venda sær til Mariu á Dul, 316027-281 ella Sús- onnu Nolsge, tlf 311080. Nevndin í Javna fullmannað Javni, sum er felagið hjá menningartarnaðum og familjum teirra, hevur fing- ið nýggja nevnd A eykaaðalfundi 29. juni varð nevndin fullmannað. Á myndini síggja vit nýggju nevndin samlaða í samband við fyrsta nevndarfundin Tað eru bert avvarðandi hjá menningartarnaðum, sum kunnu gerast nevndarlimir í Javna Á myndini síggjast frá vinstru: Leivur Michelsen, kassameistari saman við soninum Jåkupi, Jóna Dahl, formadur, saman vid son- Torkili, Jéan Pauli inum Poulsen, næstformaður, saman við dóttrini Esther Mariu, Ann Elisabeth Strøm, nevndarlimur,. dótt- urin Durita var burturstødd og Jónhard Haraldsen, sum umbodadi mammu sina Gunnvå Haraldsen, nevnd- arlim, ið var burturstødd Ur nevndini fóru Krist- janna Mortensen, sum var formadur, og nevndarlimir- nir Samly Reinert og Jórunn Dánjalsdóttur. Endamálið hjá Javna hev- ur frá byrjan verið at stuðla menningartrnadum og fam- iljum teirra, og fer nývalda nevndin eisini til verka við sama høvudssetningi, sigur Jóna Dahl, formaður í Javna A myndini síggjast frá vinstru: Leivur Michelsen, kassameistari saman við soninum Jákupi, Jóna Dahl, formaður, saman við soninum Torkili, Jóan Pauli Poulsen, næstfor- maður, saman við dóttrini Esther Mariu, Ann Elisa- beth Strøm, nevndarlimur,. dótturin Durita var burt- urstødd og Jónhard Har- aldsen, sum umboðaði mammu sina Gunnvå Har- aldsen, nevndar.im, ið var burturstødd F Føroyskt orða- bokastarv i 200 ár Framsyningin, sum Føroya Landsbókasavn setti upp í Norðurlandahúsinum í sam- bandi við útgávuna av Móð- urmálsorðabókini, er nú sett upp á landsbékasavninum og til ber at síggja hana har fram til 11. september Framsyningin bet heitid »Føroyskt orðabókastary í 200 ár - frå Jens Christiani til Jóan Hendrik<, og við henni verður roynt at lýsa føroyskt orðabókaarbeiði frá Svabo til í dag. Annars verður eisini sagt av Landsbókasavninum, at hesa vikuna afturat er bóka- savnið opið frá klokkan 13- 17. Frá 17. august er aftur op- ið soleiðis Mánadag, týsdag og mik- udag kl 10-20, hósdag og friggjadag frå kl 10-17. Jóan Hendrik Winther Poulsen, sum her sæst við nýggju móðurmálsorða- bókini, hevur nýtt nær um alla ævi sina førsoyka málinum at frama