Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-13, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. august 1998síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 150 — 13. AUGUST 1998 tíðindablaðið SOS Hava fingið meiri lunda í ár enn teir hava fingið leingi Tað er langt síð- ani, at skúvoy- ingar hava fingið so frægt av lunda, sum teir hava fingið í ár. Eisini í Nólsoy er meiri fleygað í ár enn vanligt hesi seinastu árini. Men i tiltikna lundaplåssinum, Mykinesi, hevur verid heldur lak- ari Aki BERTHOLDSEN --Hetta man vera tað fræg- asta árið higartil í nítiárun- um Skúvoyingurin, Ólavur Skipagøta er ein íðin fleyg- ingarmaður. Hóast hann nú býr og ar- beiðir í Havn, er vanligt, at hann leitar sær suður til Skúvoyar hesa árstíðina at taka lut í bygdarlívinum har. Og hesa tíðina snýr ein fittur partur av bygdarlív- inum seg um lundafleygið. Og Ólavur Skipagøta let- ur væl at fleygingini í ár. Í góðveðrinum týs- dagin var Olavur Skipagøta í Havn og seldi lunda í Vágs- botni - og tað stendur ikki at sleppa av við hann. Hann hevði næstan 700 lundar at selja og har var fólk allan dagin. Ólavur býr í Havn, men er - Hetta man vera tað føddur og uppvaksin í besta árið higartil í nitiår- unum, sigur hann. Fáa staðni eru tey so væl fyri sum í Skúvoy, tí teir hava sessir upp á allar ættir so tað er altíð onkustaðni at fara við stongini, sama hvgr ættin er. — Men tað er kortini ikki tað stóra at fáa á høgættini. — Okkum dámar betri vesturættirnar, útnyrðing, útsynning og iutsynning- sunnan. Vestan er ikki so góð, tí tá legst hann ofta við mjørka. Olavur sigur, at í år hava skúvoyingar ligid um 200 lundar f midal uppå dagin og tað er heldur meiri, enn Skúvoy og hevur tí rætt at fleyga. Hann sigur, at í Skúvoy er hetta besta árið í níti- árunum til fleyg. Mynd: Álvur Harald- sen vanligt hesi seinastu árini. — Eg haldi ikki, at nakar í Skúvoy klagar um fleyg- ingina í ár, leggur hann aft- urat — Sjálvur fekk hann stív- liga 650 lundar tann besta dagin og og tað var eisini besti dagur í oynni í ár. Tilsamans heldur Ólavur Skipagøta, at skúvoyingar hava fleygad eina 7.000 - 8.000 lundar í år. — Tað er meiri enn tvær ferðir so nógv sum í fjør, sigur hann — Lundin er í góðum standi, men unglundin er heldur rak. Men tað er onki nýtt, tí soleiðis hevur altíð verið. Hann sigur, at pisurnar eru komnar væl undan í ár og at onki er at síggja deytt. Sjálvboðin stovnsrekt Tað er ikki sørt, at tað er kampur um sessirnar úti í Skúvoy. Men tað merkir ikki, at tað tað bara er tann sterkasti sum vinnur og at bara teir, sum fara fyrst frá húsum, sum fáa teir bestu sessirnar --Fleygingin í Skúvoy er nokk so væl skipað. Vit hava sett ymsar fyriskipanir í gildi fyri fleygingina. Hetta er fyri at sleppa undan ótálmaðari fleyging — Men forskriftirnar eru eisini settar í gildi sum eitt slag av sjálvbodnari stovns- rgkt, tí lundin var sera illa fyri seinnapartin í áttatiár- unum og fyrst í nitiårunum — Alt, sum kom undan, fór fyri skeyti og vit sóu ongar * sildberar. Annars var gamalt at byrja at fleyga á syftunsøku 2. juli. — Men tað er bara blivið fyrr og fyrr, at menn eru farnir at fleyga og seinastu árini hevur ikki verið 6vanl- igt, at byrja at fleyga á jóan- søku — Tad hildu vit var nakad tíðliga. Tí hava vit avtalad, at 7. juli skal vera fyrsti dag- ur, sum loyvt er at fara at fleyga. --Vit settu 7. juli til fyrsta fleygadag, tí lundin hevur verið so seinur á veg og vit hildu at tað gjørdi onki at fleygingin dró út, tí nú er tað ikki vinnuvegur hjá nøkrum longur. — Teir flestu fleyga bara til húsbrúks og so mikið, at teir fáa latið skyldfólki og teimum nærmastu burturav, og onkur selur eitt sindur, um nakað leypur av. Olavur sigur, at skúvoy- ingar hava harafturat av- markað fleygingina soleið- is, at tað avtalað er, at ongin maður skal fara frá húsum fyrrenn klokkan seks á morgni. — So er loyvt at fleyga til klokkan seks á kveldið, men tá skal so stongin leggjast inn. — Hetta er ein sjálvboðin stovnsrøkt, sum vit eru fegnir fyri og sum allir taka undir við tað er ongin, sum tosar um at: taka fyriskipanirnar av. Og hóast tað er eitt sindur av kapping um sessirnar, er hetta ikki nakað, sum „,oyði- leggur“ dagin fyri nakran. — Allir menn duga sær hógv. Tað verður tosað seg til rættis um sessirnar. Og hóast onkur altíð kann ganga onkran annan av, fara menn ikki við spreingis- gongu avstað fyri at fáa teir frægastu sessirnar. Sessirnir eru nógvir og menninir fáir so tað er ikki neyðugt at leika so í fyri at sleppa framat einum góðum sessi Ólavur sigur, at tað hava sjálvdan verið meiri enn fýra-fimm mans í bjørgun- um ísenn. — Og er vesturætt, hava vit einar fimm-seks sessir, sum allir eru líka góðir, at velja ímillum Onki deytt í ár Olavur Skipagøta sigur, at tað er eisini, at tað er nógv ur lomvigi at síggja — Lomvigin er komin væl undan. Hann fór áðrenn 6- lavsøku og pisan var var væli fyri Uj Yvirhøvur heldur hann, at lomvigin hevur stabiliserað Eg vil ikki siga, at lom vigin er øktur so nógv, men hann er ikki so kritiskur, sum hann kanska var eina- ferð Men Rytan er sera illa fyri — Tað var nógv ryta í vár, men allar pisurnar doyði í hungri. Eg haldi ikki, at eg havi sæð meiri ann tríggjar rytupisur í ár. Sama skilið var í fjør. gl rætt at fleyga Í Skúvoy hava øll rætt at fleyga. Tvs øll, sum antin eru skúvovingar, ella eiga jørð í Skúvoy hava rætt at fleyga. Hendan avmarkingin er ásett fyri at sleppa undan teirri Ógvusligu innrásini av fremmandafólki, sum kundi tikið seg upp. — Men Olavur Skipagøta sigur at afturfyri leggja skúvoyingar landpart av. — Landparturin er triding- urin av veiðini. — Hetta er ein góð skipan, tí hon ger, at fleygasessirnir verða ikki býttir út uppá jørdina. — Tann, sum onga jørd eigur, hevur sama rætt at fleyga sum tann, ið eigur nógva jørð, bara triðingurin av veiðini verður lagdur av til landpart. Tað er eitt gott frælsi at hava hjá tí, sum onga jørð eigur. Tað gongur soleiðis fyri seg, at tå ið hvør maður kemur aftur úr bakkanum, leggur hann tridingin av veiðini á eitt åvist stað í bygdini. — Tá ið so allir eru aftur- komnir, koma teir, sum eiga jørðina og býta landpartin imillum sín eftir eini ná- greiniligari skipan sum í stórum ber í sær, at tann, sum eigur nógva jørð fær meiri í landpart enn tann, sum eigur lítið av jørð Ólavur Skipaggta heldur. at tann, sum fær mest í land- part, mundi fáa einar 300 lundar í ár. Tann sum fekk minst, fekk fimm Væl at fáa í Nólsoy Eisini nólsoyingar lata væl at fleyðingini í ár Leo Poulsen heldur, at nólsoyingar hava fleygað einar 8-9000 lundar í ár og tað er heldur meir enn í fjør, tá ið tað viðraði stak illa Í ár hevur viðrað hamp- iliga væl dámar best, tá ið hann rullar rundanum norðan og sunn- an og tað hava verið rætti- liga nógvir, góðir dagar Í Nólsoy er tað jørðin, sum eigur rætt til fleyga- sessirnar, men landpartur verður ikki latin longur Teir hava bara Urðina at fara í. Har eru 12 sessir og vanliga eru teir seks átta mans, sum fleyga dag Í Nósloy hava teir skipað fleygingina soleiðis, at fyrra Nólsoyingum nvønn partin fleygingartíðini hittast allir menn suður! Dølum, kl. 6.30 hvgnn morgun, har teir kasta lut um sessirnar. Seinna partin ja ter IKKI y Minni at fáa í Mykinesi Hinvegin er fleygingin ikki eydnast so væl í Mykinesi í ár, sum vanligt Búi Brattaberg sigur, at tað hur verið verri enn mið- al — Ein ørsøk er, at tað hev- ur viðrað so illa Tað hevur verið I vesturætt og nógv høgæt og tá eru fáir sessir, sum tað er farandi i. Landsynningur og sunnan eru tær bestu ætt irnar, men tað hevur lítið verið av I Mykinesi eru tað tey sum eiga jørðina, sum sess- irnir eru í, hava rættin at fleyga Í Mykinesi hava teir neyvan fingið meiri enn gott 100 lundar í miðal uppá dagin. Og tað er lítið av miklum. Búi heldur ikki, at tann besti dagurin hevur givið meiri enn 300 lundar hjá onkrum. Handanfyri, í Borgardali og Kålvadali eru neyvan meiri enn einir 450 lundar fleygaðir í ár og tað er sjáld- sama vánaligt. Alt í alt heldur hann ikki, at Mykinesmenn hava fing- ið meiri enn einar 30.000 lundar í ár, og tað er væl undir miðal. Búi Brattaberg sigur, at pisan er ikki væl undan- komin í ár og nógv var at síggja deytt í ár. Hetta er, hóast tað er væl av sildbera at síggja. Men hann hevur nógv annað í nevinum enn sild. Møguliga er fóðurvirð- ið í tí so vánaligt, at tað fødir ikki pisuna. — Kanska hevur tann nógva høgættin eisini gjørt, at ong- in sild er inni við land og at sildberin tí noyðist ov langt úr landi eftir fødi, heldur Búi Brattaberg