Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. desember 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 238 - 13. desember 2003 C M Y K 22 Nr. 238 - 13. desember 2003 23 Tað besta vit hava Tað er ikki altíð lætt at taka dagar ímillum, tá tað besta skal velj- ast burturúr rúgvuni. Men tá tað besta inn- an nútíðar føroyskan tónleik skuldi brúkast til at sýna fram før- oyska mentan á Norð- urbryggjuni, hevur valið neyvan verið so torført. Tað besta vit hava eru Eivør og Teitur. BRYGGJAN Rúnar Reistrup runar@sosialurin.fo Eg minnist meg bara eina- ferð fyrr hava upplivað tey bæði framført á sama tón- leikatiltaki. Tað var í Norð- urlandahúsinum summarið 2001 tá tey bæði fremstu nøvnini í nýggjari føroysk- um tónleiki høvdu konsert í felag. Og tó at talan var um eina Eivørkonsert og eina Teiturkonsert hvør í sínum lagi, góvu tey bæði eisini áhoyrarunum ta frægd at syngja tvær duettir undir Teiturkonsertini. Løgini vóru føroyski klassikarin "Mær leingist" og lagið hjá Teitur "We still drink the same water", sum manglar á fløgu hansara. Síðan 2001 eru bæði Teitur og Eivør komin nógv longri eftir hvør sínari tón- leikaleið, men herfyri møtt- ust hesar báðar leiðir aftur til somu konsert á føroysku framstøðuni í Keypmanna- havn, Norðurbryggjuni. Bæði kundu upplivast á upplatingarfestivalinum saman við nøkrum av fræg- astu føroyingunum innan myndlist og konseptlist, so- leiðis at Føroyar kundu vísa seg frá sínari bestu síðu. Sá gott út Og besta síðan sá bara gott út hetta vikuskiftið á Bryggjuni. Teitur yvirtók pallin eftir sangaran Simon Lynge, grønlendska Teitur, kundi man freistast til at sagt, tó at evnaríki grøn- lendingurin ikki er nóg royndur til at nøkur saman- bering er rættvísandi. Eg hoyrdi Teitur á keyp- mannahavnska spælistaðn- um Rust fáar dagar frammanundan. Tá var hann í sínum rætta um- hvørvi á einum lítlum palli í einum myrkum rúmi, sit- andi við kertuljósum rund- an um seg. Tað kvøldið spældi hann seg inn undir húðina á áhoyrarunum. Í stóra ljósa salinum á Norðurbryggjuni, har fólk gjøgnum alla framførsluna gingu út og inn úr salinum sum var tað ein jarnbreytar- støð, hevði Teitur tíverri ikki tann frið og tað fokus, sum krevst fyri at fáa kynstrið at rigga. Hann var góður, men fekk ikki gandað. Ein smakkiroynd Eivør og hennara íslendski bólkur, sum hevur valt at taka navn eftir nýggju fløg- uni og nú kallar seg Krák- an, liðu ikki so eins undir umstøðunum. Eivør dró fleiri fólk inn í salin enn Teitur, og tað tipti tíbetur fyri fólkastreyminum inn og út ígjøgnum hurðina. Harafturat er tónleikurin hjá Eivør og bólki hennara meira ágangandi og harður og krevur soleiðis ans frá áhoyrarunum á ein heilt annan hátt enn tónleikurin hjá Teiti, sum verður noyddur at dúva uppá, at áhoyrararnir velja at geva honum ans. Eivør og Krákan server- aðu nakrar perlur av pallin- um, og so var liðugt, langt áðrenn áhoyrararnir vóru klárir at fara heim. Fólk fingu eina smakki- roynd av Teiti og Eivør og ikki meira enn tað, meðan tey bæði framfarandi tón- leikafyribrigdini fingu víst nakað av sær sjálvum fram sum umboð fyri Føroyar á hesum norðuraltantiska framsýningarstaðnum mitt í Keypmannahavn. Í morgin, sunnudagin kl 20, verður jólakon- sert í Fríðrikskirkjuni á Toftum KONSERT Nú sunnukvøldið klokkan 20:00 verður konsert í Fríðrikskirkjuni undir leiðslu av Jóhan Mort- ensen. Blandað kór við einum 35 sangarum fer at leggja fyri. Í ár er einki nýtt kórverk á skránni. Í staðin sleppa Hans Jacob Høj- gaard, Jim Reeves og Elvis Presley framat. Kórleiðarin hevur tikið nøkur løg, sum Jim Reeves og Elvis Presley plagdu at syngja og sett tey út fyri kór. Næmingar úr skúlanum á Glyvrum fara eisini at syngja. Saman við bland- aða kórinum og tónleikar- unum fara teir at framføra tvey løg. Eftir stutta andakt og luciagongd fer eitt gentu- kór at syngja. Framhalds- deildin í Runavík hevur nú í fleiri ár verið umboðað á jólakonsertunum í Fríðr- ikskirkjuni. Hesa ferð fer eitt gentukór, mannað við einum 40 gentum úr fram- heildsdeildini og 7. flokki, at hugna um við trimum løgum. Yndis- liga lagið hjá Mozart »Ave verum« hevur verið á skránni á hvørjari konsert - og soleiðis er eisini í ár. Inn ímillum sangfram- førslurnar fara næmingar úr Nes Sóknar Musikkskúla at spæla nøkur løg. Blandaða kórið fer so at enda konsertina við nøkr- um løgum. Eins og í fjør eru sera góðir tónleikarar við í til- takinum. Konsertin verður sum sagt sunnukvøldið 14. des. klokkan 20:00. Jim Reeves, Hans Jacob Højgaard og Elvis í Fríðrikskirkjuni 23