leygardagur 13. desember 2003síða 13
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 238 - 13. desember 2003
FLØGUÚTGÁVA
Tann fyri nøkrum árum
síðani so kendi skiparin,
ið nærmast sat fangi á
oynni Reuninon, Sig-
mund Andreasen, er í hes-
um døgum fløguaktuellur
við »Himlinum mót«
Tað
er
Sigmundur
Andreasen sjálvur, ið
hevur skrivað allar sangir-
nar á fløguni, ið eru trett-
an í tali. Allir hava anda-
ligt innihald, og tónleikur-
in er country. Lagt til
rættis hevur Torkil Mørk-
øre, og fløgan er upptikin
í Tmusic.
Sigmund
Andreasen
á fløgu
BÓKAÚTGÁVA
Almenn framløga av Ring-
anna Harra í Bókasøluni í
SMS týsdagin tann 16. des-
ember kl. 10.
Nú
kemur
Ringanna
Harri, besta bók, sum
komin er út í 20. øld, eisini
út á føroyskum.
Henda bók er í veruleik-
anum eitt framhald av
Hobbanum, sum John Ron-
ald Reul Tolkien skrivaði í
1937. Ringanna Harri kom
út í trimum bindum, tað
fyrsta kom í1954 og hini
bæði í 1955. Bókin fekk
beinanvegin góð ummæli.
Hon varð lisin um allan
heim, og er týdd til nógv
tungumál.
Tann sum hevur týtt bók-
ina til føroyskt er Axel Tór-
garð. Meðan hann var
prestur í Kvívík kom ein
dagin ein amerikumaður og
bað hann lesa Hobban, og
hann týddi hana beina veg-
in til føroyskt og las hana
upp í útvarpinum. Í 1990
kom bókin út á føroyskum,
men leingi himpraðist Axel
fyri at fara undir ta avbjóð-
ing at týða eina so stóra bók
sum Ringanna Harra til
føroyskt. 1500 blaðsíður er
ikki sum at siga tað.
Men í fjør fór hann alíka-
væl undir hetta verk, og hó-
ast allar vansar hevur hann
nú týtt tann fyrsta partin
eins og allan annan part og
tað mesta av triðja parti.
Hetta hendir samstundis
sum triði partur av filmin-
um hevur frumsýning um
allan heim, eisini í Havnar
Bio.
Bókin er myndskrýdd av
Tróndi Paturssyni, og hevur
hann valt eina kápumynd
sum bindur verkið saman
við fornsøgum okkara.
Hetta er ikki av tilvild, tí
Tolkien var kønur í okkara
gamla máli, og nógv av
nøvnunum í bókini eru
fornføroysk. Við at fáa
bóokina út á føroyskum er
hon tí í veruleikanum kom-
in út á móðurmáli sínum!
Bókin er innbundin, 460
blaðsíður og kostar 350 kr.
Í sambandi við útgávuna
verður eitt serligt jólatil-
boð, soleiðis at henda bók-
in bert kostar 300 kr og
Hobbin 200 kr. Forlagið er
Stiðin.
Ringanna Harri á føroyskum
FØROYA NÁTTÚRU-
OG UMHVØRVIS-
VERNDARFELAG
Seinast í november kom
fram at SEV fór at hava
umboðsnevndarfund
12.
desember 2003 um fram-
hald av vatnorkuútbygging-
ini í Eysturoy.
Ein so stórtøkin verkætl-
an má umhugsast væl og
virðiliga og ikki hurlast
ígjøgnum.
Eiði 2 ætlanin er at taka
alt vatn av vestursíðuni á
sunnaru helvt á Eystur-
oynni í ca. 200 m. hædd
norður til Eiuðisverkið.
Hetta er mett at geva 17
mill. K.W.T. um árið, og
kostnaðurin mettur til ca.
150 mill. kr. Vit meta at
Føroya Náttúru- og Um-
hvørvisverndarfelag (FNU)
hevur skyltu at mæla til at
henda ætlan ikki verður
gjørd í skundi.
Er bráðneyðugt at økja
el-framleiðsluna, klára 6
vindmyllur í Vestmanna at
framleiða líka nógv, og
íløgan er ca. 30 mill. kr.
Verður Eiði 2 útbygt,
verður farið víðari við Eiði
4 og vatnið á vestursíðuni á
Skálafjørðinum í 200 m.
hædd endar eisini í Eiðis-
flógva.
Neyðugt er at endur-
skoða ætlanina og hyggja at
útrokningunum frá felagn-
um Berdal. Tær vísa klárt
at útbygging í ca. 300 m.
hædd gevur nógv meiri og
bíligri orku enn útbygg-
ingin í 150 m. hædd.
Nýggjari regnmátingar
vísa eisini at tað regnar
nógv meira í erva, enn áður
mett.
Eiðisætlanin kundi givið
nærum dupult so nógva
orku, um lurtað varð eftir
serfrøðini.
Útbyggingin í 300 m.
hædd krevur eina eyka
turbinu onkustaðni.
Verður
turbinan
við
Skálafjørðin, kann vatntrup-
ulleikin við Skálafjørðin
verða loystur og munandi
meira vatn kemur í fjørðin,
ið vistfrøðiliga er illa fyri.
FNU roynir at verja
umhvørvið.
Útbyggingin í 300 m.
hædd er umhvørvisliga
nógv tann frægara loysnin
og samsvarar eisini betri
við
Rio-sáttmálan
um
burðardygga menning.
Sum brúkarar mega vit
krevja at fáa sum mest fyri
íløgurnar og at verkætlanin
er so umhvørvisvinarlig
sum gjørligt.
Nýggj fløga við Eben-
ezerkórinum er kom-
in í handlarnar.
Á fløguni, sum ber
heitið "Gud og eina
Gud" eru 17 sangir.
Ebenezerkórið syngur
9, meðan Triple Trio,
Tey á Váli og Dupult-
kvartettin syngja tveir
hvør og Dupultkvar-
tettin saman við
Triple Trio syngja
tveir. Allir sangirnir
eru á føroyskum
FLØGUÚTGÁVA
Á fløguhúsanum stendur at
lesa um kórið:
"Síðani Ebenezerkórið
byrjaði í 1937, hevur aðal-
málið verið: At bera gleði-
boðskapin um Jesus Krist-
us fram í sangi og tónleiki.
Kórið hevur sítt heim í
samkomuni í Ebenezer í
Tórshavn, har tað regluliga
luttekur. Men kórið hevur
givið mongum øðrum -
bæði her á landi og uttan-
lands - gleðina av at hoyra
teirra vakra sang. Men nú
vil Ebenezerkórið fegið
røkka inn í hvørt heim við
sama endamáli: At bera
gleðiboðskapin um Jesus
Kristus fram í kórsangi og
tónleiki. Fleiri aðrir virknir
bólkar eru sprotnir úr kór-
inum, og vit fáa ta fragd at
hoyra Dupultkvartettina,
Triple Trio og tey á Váli."
Kórið syngur eisini við
mong ymisk høvi og ferð-
ast eisini við sangi sínum
kring oyggjarnar og hevur
eisini verið fleiri ferðir
uttanlands.
Nevnast kann at kórið
hevur verið nakrar ferðir í
Onglandi og Skotlandi hesi
seinnu árini, har føroyski
kórsangurin er sera væl um-
tóktur. Tey hava eisini fleiri
enskar sangir á skránni.
Ebenezerkórið,
sum
annars er sera virkið, hevur
kortini ikki gjørt nógv við
útgávu-virksemi. Tað eru
meira enn 40 ár síðan síðstu
útgávu við Ebenezerkór-
inum.
Í 1960 var tað plátuforlag-
ið Hørputónar hjá Radio El í
Havn sum gav út eina single
plátu,
nevnd:
Sangkór
Ebenezers - Vit syngja kór.
Sangupptøkurnar
á
nýggju fløguni eru gjørdar í
Útvarpi Føroya, meðan
tónleikur og ljóðbland er
gjørt í EvR Studio. Evang-
eliska Røddin er útgevari.
Saman við nýggju fløg-
uni liggur teksthefti, har
sangirnir eisini eru týddir
til enskt, við nágreiniligari
frágreiðing um innihaldið
og við einum boðskapi á
føroyskum og enskum.
Nýggja fløgan er sera
fjølbroytt. Kórið syngur
bæði við og uttan fylgi-
spæli. Inn í millum eru so
sangirnir hjá Triple Trio,
Dupultkvartettini og teim-
um á Váli. Tey sum syngja
einrødd eru: Brita á Váli
Smith, Anna D. Háberg,
Charlotta á Váli Olsen,
Gunnrið Simonsen, Jens
Andreassen og Jóhannes
Poulsen. Jóannes á Váli og
Ólavur á Váli syngja ein-
rødd og eisini tvírødd.
Jens Kristian Guttesen er
kórleiðari hjá Ebenezer-
kórinum.
Nýggja
fløgan,
sum
kostar 169 kr., er komin í
handlarnar.
SEV-ætlanin
ov lág
Sangkórið í Ebenezer á
nýggjari fløgu
Jólaprýði kann vera
so nógv. Nissur, perur
og lutir av ymsum
slagi. Men ikki kann
komast rundan um
blómur, gran og
kertuljós, sum so
avgjørt seta sín dám á
hugnaligu tíðina í
desember. Og serliga
litirnir reytt og grønt
verða nógv nýttir til
prýðis
JÓL
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Blómuhandlarnir eins og
aðrir handlar kring landið
hava úr at gera hesa ársins
tíð. Fólk keypa nógv til
prýðis – eins og fyritøkur,
virki og stovnar somuleiðis
bíleggja jólaprýði. Øll vilja
hava tað jólaligt hjá sær
sjálvum. Og fleiri nýta
blómur sum eina jólaheils-
an til familju ella vinir. Eitt
nú ístaðin fyri jólakort.
– Tað eru rættiliga mong,
sum nýta høvi til at senda
einum kærum eitthvørt
vakurt
blómutyssi
ella
samanplantning við eini
heilsu um gleðilig jól, sigur
Anna Vang, sum er eitt av
teimum seks starvsfólkun-
um
í
blómuhandlinum
Árstíðirnar.
Hon greiðir frá, at tey
byrja at merkja jólaresið í
endanum av november, og
so heldur tað áfram líka til
jólaaftan.
Men hon sigur, at hetta er
ein sjarmerandi tíð, har øll
vilja fríðka um hjá sær
sjálvum, og tað tí kann vera
spennandi hjá teimum at
menna teirra egnu skapandi
evni.
Litir
Litir hava nógv at siga fyri
árstíðir. Um onkur hongdi
gult upp á jólum, so hevði
tað helst vakt undran
millum fólk. Ann sigur, at
tað eru teir somu litirnir,
sum ganga aftur hvørt ár.
– Reytt og grønt, tað er
altíð. Men so er tað krem
eisini. Og gull og silvur
sjálvandi. Summi vilja hava
alt at passa saman, so tey
keypa alt í somu litum,
meðan onnur eru meira til
eitt sindur av hvørjum,
sigur hon.
Grann verður altíð nógv
nýtt til jóla. Nógvar jóla-
dekoratiónir verða gjørdar í
blómuhandlum
gjøgnum
jólamánaðin. Og so eru tað
sjálvandi eisini tey, sum
keypa tilfarið úr handlin-
um, men gera tær sjálvi.
Fáir kransar
Ein siður, sum var nógv
nýttur fyri nøkrum árum
síðani, er adventskransurin.
Men Ann sigur, at teir
verða ikki nógv nýttir long-
ur.
– Stjórin hjá mær sigur,
at tað vóru rættuliga nógvir
adventskransar,
áðrenn
kreppuna í níti árunum,
men so kom hon, og fólk
høvdu ikki ráð. Og tað letur
ikki til, at kransarnir vinda
upp á seg aftur, sigur hon.
Men tað er so nógv annað
prýði at fáa í dag, at tað ikki
er so løgið, at kransarnir
ikki verða so nógv umbidn-
ir longur.
Men grannið er sum sagt
har kortini – bæði í jólatræ-
num og í dekoratiónunum.
Aðrar blómur og plantur,
sum eru væl umtóktar um
jólini eru jólastjørnan, jóla-
rósan, hyacintir, tulipanir
og eitt sum eitur amaryllis.
Tað er ein avbera vøkur
jólaplanta
við
flottum,
reyðum blómum.
Ann sigur, at handilin
sjálvur ikki er so nógv
prýddur enn, men nú fara
tær at byrja av álvara. Fyri
gestsins eyga sær tað bara
heilt jólaligt út í hugnaliga
handlinum við øllum teim-
um vøkru blómunum í al-
skyns litum, perum og
grankoglum í gløsum.
– Nú eru vit við at koma
í rættlag við øllum, so nú
fara vit at royna at vera eitt
sindur kreativar og finna
upp á okkurt sjálvar, sum
kann prýða handilin meira
til høgtíðina, sigur hon at
enda.
Reytt og grønt eru litirnir
Jóladekoratiónirnar verða framvegis gjørdar, hóast komið er út ímóti hálvum desember
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
25
24