leygardagur 13. desember 2003síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 238 - 13. desember 2003
Nr. 238 - 13. desember 2003
27
Í bítandi kuldanum
hósdagin savnaðust
nógv fólk til hugna-
løtu uttan fyri Norð-
oya Sparikassa.
Klaksvíkar Horn-
orkestur, gospelkórið
Gleði, Brandur Enni
og Kristel Lisberg
stóðu fyri tónleik-
inum
JÓL
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Á øðrum sinni skipar Norð-
oya Sparikassi fyri hugna-
løtu uttanfyri stovnin. Ein
pallur er settur upp sunnaru
megin bygningin, og har
fara tónleikarar á pallin og
framføra jólaløg hvønn
hósdag í jólamánaðinum
fram til jóla.
Ætlanin hjá sparikassan-
um við hesum tiltakinum er
at taka aktivt lut í at skapa
jólahýr í býnum. Og tað
má sigast at eydnast teim-
um til fulnar.
Hósdagin vóru nógv fólk
savnað við sparikassan, tá
tiltakið
byrjaði.
Fyrst
spældi Klaksvíkar Horn-
orkestur nøkur jólaløg, og
síðani kom gospelkórið
Gleði. Hetta er eitt nýtt kór,
sum einans hevur eitt ár á
baki. Tey framførdu tríggjar
jólasangir, og tað ljóðaði
avbera væl.
Síðani kom Brandur Enni
og aftaná hann Kristel
Lisberg.
Silvi var eisini og vitjaði
eina løtu, og frøin var stór á
børnunum.
Pallur
Í fjør vórðu løturnar hildnar
beint uttan fyri stovnin,
men í ár hava tey sum sagt
sett ein pall upp á parker-
ingsøkinum, sum er sunnan
fyri bygningin. Hetta ger
samstundis, at fólk betur
kunnu savnast, tí plássið er
nógv størri.
Gunnar Nolsøe, markn-
aðarleiðari
í
Norðoya
Sparikassa sigur, at tiltøkini
lata til at koma betur til sín
rætt á parkeringsøkinum.
Meðan
tónleikurin
streymaði frá pallinum,
kundi fólk verma seg við
einum heitum munni, sum
starvsfólk í sparikassanum
bjóðaðu.
Hetta
mundi
koma væl við hjá teimum
flestu, tí tað var sera kalt
hendan dagin. Eisini fingu
tey køkur afturvið, og børn-
ini fingu sunkist.
Onkur helt tó fyri, at tað
kundi valla blíva meiri
jólaligt við føgrum jólatón-
um og tjúkkum kavaflykr-
um, sum dalaðu niður.
Hesar hugnaløtur eru av
sonnum eitt gott og jólaligt
íkast til býin. Og fólk taka
væl undir við tiltakinum.
Tað er gott at kunna steðga
á eina løtu og fáa ein heitan
munn og eitt sindur av
jólatónum afturvið.
Avgjørt eitt gott og
hugnaligt tiltak, sum ikki
krevur tær heilt stóru fyri-
reikingarnar,
men
sum
hevur nógv at siga fyri jóla-
hýrin millum fólk.
Jólahugni í kavaflykrum
Jólatónar, jólakøkur og dalandi kavaflykrur. Sannur jólahýrur uttan fyri Norðoya Sparikassa seinasta hósdagin
C
M
Y
K
27
26