leygardagur 13. desember 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 238 - 13. desember 2003
Nr. 238 - 13. desember 2003
29
Sambært Una Gull-
foss, kokki á Hotel
Føroyum, er dunna
ein lættur og ein-
faldur døgurði at
gera. Ikki ov nógv
kryddaríir, og hon má
endiliga ikki steikja
ov longi, so verður
hon góð. Sosialurin
hevur verið á vitjan í
køkinum á Hotel
Føroyum, har ikki
færri enn 180 dunnur
verða stoktar hvørt
vikuskiftið í jóla-
mánaðinum
JÓL
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Uni Gullfoss er ein av
kokkunum á Hotel Før-
oyum, og hann hevur
játtað at greiða frá,
hvussu ein dunna skal
verða gjørd fyri at vera
heilt góð. Og ikki kann
annað sigast enn, at kokk-
arnir á Hotel Føroyum
munnu vita, hvat teir gera.
Tað er nevniliga so, at einar
180 dunnur verða steiktar
um vikuskiftið í køkinum á
hotellinum hendan mánað-
in.
Hóast tað, so verður Uni
ikki ov troyttur av dunnu,
og hann ger dunnu til
døgurða jólaaftan heima
við hús.
Eitt tað fyrsta hann sigur,
er, at onki er so ringt sum
ein turr dunna. Tá er hon
oyðiløgd, sigur fryntiligi
kokkurin, meðan hann ger
eina dunnu til.
Men hann er skjótur at
leggja afturat, at einum
nýtist ikki at vera bangin
fyri at oyðileggja eina
dunnu. Um hon verður
gjørd á rættan hátt og ikki
steikt ov longi, so er onki at
stúra fyri.
Binda upp
Hann byrjar við at binda
dunnuna upp.
Tað ger
hann við
at draga ein tráð
gjøgnum lørini og undir
vengurnar á dunnuni. Síð-
ani bindur hann hana fast
saman á síðuni. Hetta ger
hann fyri, at bringan skal
fara upp og kjøtið so trekkir
seg saman. Eisini ger hetta,
at hálsurin lukkar fyri og
harvið varðveitir ein betur
saftina í dunnuni.
Síðani verður dunnan
kókað í ein tíma ella so.
– Hetta gera vit fyri, at
vit skulu vera heilt vís í, at
dunna ikki verður ov turr,
sigur Uni. Hetta hevði hann
ikki gjørt heima, sigur
hann. Har hevði hann bara
steikt hana. Men tað er
øðrvísi í einum hotelkøki.
Tá dunnan er kókað, fyllir
hann hana og kryddar hana
við salt og pipar. Hann
sigur, at tað er ikki neyðugt
at nýta so nógv kryddaríir
til dunnu, tí tað er so
nógvur smakkur í henni.
Síðani verður hon sett í
ovnin at steikja í ein tíma
ella so.
Fyri at dunnan ikki skal
gerast turr, hevur tað nógv
at siga, hvussu hon verður
steikt. Uni sigur, at ein utt-
an nakað kann steikja hana
á millum 160 og 180 stig-
um í tríggjar tímar. Dunnan
skal leggjast á eina skuffu
ella í eina steikigrýtu við
bringuni niður eftir ta fyrru
helvtina av tíðini. Hetta ger,
at øll saftin rennur frá lør-
unum niður í bringuna og
ger, at hon ikki verður ov
turr. So verður hon vend
við, tá hálvurannar tími ella
so er farin.
– Dunna er ein sera ein-
faldur døgurði at gera. Fólk
eru ofta stúrin fyri at fara í
holt við at steikja dunnuna,
men tað er í veruleikanum
sera einfalt. Ein má bara
hava eyguni eftir henni,
sigur Uni.
Ikki bara dunna
Men jóladøgurðin er ikki
bara dunna. Har skulu epli,
brúnkað epli og sós til
eisini. Tá tað kemur til
brúnkað epli, munnu flest
øll kenna til, at alt sukurið
bara endar við at gerast til
ein harðan klump, sum ikki
Uni Gullfoss sigur, at tað
ikki er lætt at anrætta
eina dunnu, tí tað er so
litleyst, men munnu
eyguni ikki fáa sítt her
kortini
kann brúkast til nakað.
Men í køkinum á Hotel
Føroyum hendir tað ongan-
tíð.
Uni smeltar sukur í eini
grýtu, síðani koyrir hann
nakað av donskum róma í.
Og so koyrir hann eplini í
og letur tað kóka eina løtu.
Hvussu longi ein letur
eplini verða í karamell-
sósini, veldst um, hvussu
søt og myrk ein sjálvur vil
hava eplini.
– Jú, longur tey verða
liggjandi í sósini, jú myrk-
ari verða tey. Men her skal
líka leggjast afturat, at um
tey liggja nóg longi, so
verða tey brún allan vegin
ígjøgnum, men tá haldi eg,
at tey kunnu vera nakað
vamlislig. Men tað er so ein
smaksak, sigur Uni.
Sósina ger Uni av soð-
num, sum hann kókaði
dunnuna í. Har hevur hann
eisini havt nakrar skivur av
mandarin í. Tað er gott fyri
smakk, sigur hann.
Uni tosar um feittið, sum
rennur av dunnuni, meðan
hon verður kókað ella
steikt.
Eg havi onkuntíð vigað
dunnuna áðrenn hon fer í
grýtuna og aftaná.
– Hon tapir eitt kilo, so
feitar eru tær, sigur Uni. Og
tá sósin skal gerast av
soðnum, so er onki at ivast
í, at her er talan um eina
rættuliga feita sós.
Men tá kann ein, um ein
ynskir tað, skúma fitan
oman av, áðrenn ein fer í
holt við at baka sósina upp.
Ein máti at gera eina
soltna sós er, at taka soðið,
sum ein skal nýta og sikta
mjøl í. Alt mjølið legst om-
an á soðnum, men søkkur
spakuliga. Tá mjølið er
farið á botn, tekur ein
feittið omanav, og so kann
ein halda fram við at gera
sósina. Og tá verður hon
ikki so feit.
Anrætting
Meðan Uni hevur stákast
við brúnum eplum, hvítum
eplum og sós, hevur dunn-
an staðið inni í ovninum.
Nú hevur hon staðið nóg
longi, og Uni tekur hana út.
Hann fer so í holt við at
anrætta. Hann sker dunn-
una sundur og koyrir hana á
fatið saman við eplunum og
reyðkáli.
– Tað er ikki so lætt at fáa
dunnu at síggja út av
nøkrum, tí tað er so litleyst,
sigur hann. Men fyri tey
flestu man tað ikki bila, tí
dunna er góður matur. Og
tá Uni er liðugur at anrætta,
kann ikki annað sigast enn,
at eyguni fáa sítt kortini. So
kann tað væl vera, at tað er
litleyst. Men leskiligt sær
tað í øllum førum út.
Uppskrift til eina
dunnu á 2.400 g
Fylla:
Mandarin
Sviskur
Súrepli
Afturvið:
Brúnkað epli
Epli
Sós
Reinsa dunnuna og bind hana upp, áðrenn tú
kókar hana í 1 tíma.
Krydda hana við grovum salti, pipari og
saftini frá eini appelsin og koyr fylluna í.
Steik hana síðani á 160 – 180 stigum í umleið
1 tíma. (Bringan niðureftir fyrsta hálva tíman)
Um dunnan ikki verður kókað fyrst, so skal
hon steikjast í umleið tríggjar tímar
Soðið verður nýtt til sósina
Brúnkað epli:
Smelta sukur í eini grýtu. Tá tað er smeltað,
koyr róma í. Lat hetta kóka væl saman, og
koyr síðani eplini í. Tey skulu kóka saman við
sósini í umleið 20 min. ella longri alt eftir,
hvussu myrk ein vil hava tey.
Gott at hava afturvið eisini er reyðkál, heitt
ella kalt
Soleiðis smakkar dunna best
Á jólum man dunnan vera á
døgurðaborðinum í flestu
heimum onkran av døgunum
Tað er gott at binda dunnuna upp, tí so trekkir kjøtið seg
saman og saftin verður varðveitt í henni, meðan hon verður
kókað og steikt
C
M
Y
K
29
28