leygardagur 15. august 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið SOslalurin
Nr. 152 — 15. AUGUST 1998
Jón á Steig, yvirlækni: Landssjúkrahúsið er aftur í svárari penganeyð í ár:
Vandi fyri at fleiri sjúklingar
mugu sendast av landinum
Landssjúkrahúsið
fer aftur í ár at
mangla pengar.
Hetta er púra
greitt longu nú,
hóast meiri enn
fýra mánaðir eru
eftir av árinum.
Uml 3 milliónir
mangla og stóðan
er í hvussu so er
næstan líka ring
sum í fjór
ÁKI BERTHOLDSEN
Nú er aftur galið á Lands-
sjúkrahúsinum
Við pengum altso
Hóast tað enn eru meir
enn fýra mánaðir efur av
árinum. er tað longu nú púra
greitt, at játtanin á figg)j-
arlógini í ár til Landssjúkra-
húsið fer ikki at halda
Verri enn so
Og sostatt verður akkurát
sama skilið á Landssjúkra-
húsinum ár, sum tað hevur
verið nú í fleiri ár á rað.
Heilt síðani kreppan seig
niðuryvir alt landið, hevur
ein heilt serlig kreppa verið
á Landssjúkrahúsinum
Tí hvert einasta ár, tá ið
tað hevur liðið ímóti jólum,
hevur so lítið verið eftir í
kassanum hjá Landssjúkra-
húsinum, at tað hevur verið
neyðugt við umfatandi spar-
ingum fyri at halda tørn.
Afturlætnar deildir, sker)-
ingar í tænastuni og hóp-
uppsagnir hevur verið árl-
iga, afturvendandi jólagáv-
an frá leiðsluni á Lands-
sjúkrahúsinum til sjúklingar
og starvsfólk
Í ár manglar nógv í
Jón á Steig, leiðandi yvir-
lækni á medisinsku deild á
Landssjúkrahúsinum sigur,
at tað er longu nú greitt, at
játtanin til Landssjúkrahús-
ið fer heldur ikki at halda í
år.
Hann hevði ikki sjálvur
tey nýggjastu tølimi yvir
figgjarstøduna og tær
nýggjastu framrokningar aar
fyri, hvussu nógv fer at
mangla í.
— Men á fundum, vit hava
havt við leiðsluna á Lands-
sjúkrahúsinum er tað púra
greitt, at tað skal táttast
harðliga í restina av árinum
fyri at játtanin skal kunna
haldast.
— Eg veit ikki um stødan
verður líka ring, sum hon
var í fjør, men eg meti, at
tað verður í hvussu so er út
ímóti, sigur yvirlæknin
Í fjør vóru fleiri deildir
stongdar í desember og jan-
uar mánaða, og fekst ikki
ein eykajáttan í evstu létu,
høvdu eisini tey, sum búgva
á pensionatinum verið rikin
á dyr heimanífrá á jólum.
Ja fólk tóku til, at nú var
Landssjúkrahúsið „.stongt“.
Fyri at hjálpa upp á stød-
una í ár hevur landssjúkra-
húsið verið nógv skert í
summar
— Partar av psykiatrisku
deild hava verið stongdir og
somuleiðis meiri enn helvt-
in av medisinsku deild, um-
framt helvtin av skurðdeild-
mi
— Fyri at beta uppá fíggj-
arligu støðuna, vórðu onkr-
ar deildir stongdar eina viku
longri í summar enn upp-
runaliga ætlað
— Tað hevur hjálpt eitt
sindur, men verri enn nokk
til at tað slepst undan stór-
um skerjingum seinni í ár
eisini.
Jón á Steig sigur, at tey
sluppu merkiliga væl burtur
at lata deildirnar aftur í
summar, tí onki álvarsligt
tók seg upp, sum mannang
ikki var til
Mangla tríggjar milli-
ónir
Keldur, sum Sosialurin hev-
ur tosað við, hava fortalt
okkum, at Landssjúkrahús-
ið kemur at mangla einar
tríggjar milliónir í ár og at
tað er henda upphæddin,
sum skal sparast, tað, sum
eftir er av árinum.
Táið vit spyrja yvirlækn-
an um tað upphæddina, sig-
ur hann, at vanligar fram-
rokningar kunnu vera eitt
sindur svikaliga,r tí ongin
veit, hvat fer at taka seg
upp.
— Men tad talid skal nokk
vera á góðari leið, sigur
hann. Eg haldi, at tað ríður
har um.
Plenuklipparin kann
ikki bråkast longur
Jón Á Steig sigur, at tað er
at kalla á øllum økjum, at
Landsjúkrahúsið manglar
pengar í ár.
— Vit standa í somu tví-
stóðu í år, sum vit hava
staðið hvert einasta ár
leingi: Skulu vit kappa líka
nógv av allastaðni við
plenuklipparanum, ella
skulu vit heldur niðurleggja
onkrar funktiónir heilt fyri
at spara, so at tær, sum eftir
eru, virka nøktandi.
--Eg haldi, at nú er so
nógv spart, at vit eru komin
niður har til, at plenuklipp-
arin kann ikki brúkast long-
ur, tí allar funktiónir eru so
i
Tad er stutt sidani, at Helena Dam å Neystabø, he
hjarta-eftiransingarskipanin varð tikið í nýtslu. H
niðurpíndar frammanund-
an, at tað ber ikki til at
skerja tær meiri. Vit hava
spart og spart ár um ár ú øll
nitiårini, at nógva staðni er
onki eftir at spara.
Og so er hin møguleikin
at leggja heilar fuktiónir
niður
Leiðandi yvirlæknin sig-
ur, at tær mestu úreiðslurnar
fara til lønir.
— Tí koma næstan altíð
uppsagnir upp á tal, tá ið
tosað verður um sparingar.
Fleiri sjúklingar
meguliga av landinum
Jón á Steig sigur, at sum
stødan er, er stórur vandi
fyri, at onkrar funktiónir á
Landssjúkrahúsinum verða
niðurlagdar.
— Týsdagin varð spurn-
ingurin umrøddur á vanliga
leidslufundinum, sum nå
mest eru at kalla sparifundir.
--Tað kundi t.d. blivid tal-
an um at niðurlagt dialys-
una niðuraftir, so at teir
sjúklingarnir í framtíðini
skulu noyðast til Keyp-
mannahavnar?
— Ella skulu vit halda
uppat við allari krabba-
meinsviðgerð so at sjúkl-
ingarnir ístaðin verða sendir
á mánaðarlanga sjúkralegu
í Danmark?
Hann nevnir hesar báðar
funktiónirnar fyri at nevna
tvær innan hansara gki, sum
eru rættiliga krevjandi.
Hann leggur tó dent á, at
hóast tey hava umrøtt
spurningin, eru tey ikki
komin til nakra nidurstødu
enn.
— Men spurningurin kann
verða aktuellur, áðrenn vit
vita av, leggur hann afturat.
--Og tað er tað sama sum
at siga, at vit hava ikki ráð
at hava sjúkar føroyingar í
landinum, men at vit noyð-
ast at senda teir av landin-
um.
Óavmarkað játtan
Jón á Steig sigur, at sigur,
at hjá teimum á Landssjúkr-
ahúsinum kennist tað nokk
so beiskt, at tey verða hildin
í so stuttum, fíggjarligum
tjóðri, sum tey verða og at
endin kanska verður, at alt
fleiri sjúklingar mugu send-
ast av landinum.
— Tað kunun vit nevniliga
gera so galið okkum lystir.
— Tí jåttanin, sum føroy-
ingar betala fyri viðgerð á
Landssjúkrahúsinum er 6-
avmarkað. har er onki loft
á. Vit kunnu senda so
nógvar sjúklingar til Ríkis-
sjúkrahúsið, sum okkum
lystir. Tað verður alt betalt
eftir rokning.
--Men tað vil so aftur siga,
at vit vilja heldur geva
donskum sjúkrasystrum og
læknum arbeiðið, heldur
enn føroyskum sjúkrasystr-
um og førosykum læknum
herheima.
Jón á Steig minnr á, at í
kreppuárunum varð Lands-
sjúkahúsið skorið so ónatúr-
liga langt niður.
— Eg haldi, at vit mistu
einar 40 milliónir av játt-
anini. Játtanin var 253 milli-
ónir og vit vórðu skorin nid-
ur í 213 milliónir.
— Síðani tá er jåttanin ikki
hækkað meiri enn nakrar og
20 milliónir aftur.
— Men tað er ikki meiri
enn, hvat ið svarar til infla-
tiónina og tær lønarhækk-
ingar, sum Landsstýrið
sjálvt hevur samráðst seg
fram til.
— Samstundis eru fleiri og
fleiri funktiónir lagdar undir
Landssjúkrahúsið, sum alt
annað líka skuldi kravt
hægri játtan.
Hægri steðið
Jón á Steig sigur, at tað, sum
er neyðugt at gera, er leggja
játtanina til Landssjúkra-
húsið á eitt stødid, sum er
eitt sindur hægri, enn tað er
nú.
— Eg sigi ikki, at vit skulu
hava 40 milliónir aftur.
- Men tað er mín av-
gjørda meting, at umframt
lønarhækkingar og infla-
tiónina, má játtanin til rakst-
ur hækka minst átta milli-
ónir fyri at koma uppundan
aftur
— Sum er rulla vit eitt
kavablak frammanfyri okk-
um ár undan ári, sum bara
ilsumålarådharri, var á Landssjúkrahúsinum og vitjaði, tá ið nýggja
on kemur heilt vist at hoyra meiri um Landssjúkrahúsið seinni í ár
verður stórri og stérri og
tiskil verri at fáa bilbukt við
aftur.
— Tí haldi eg, at ein netto-
hækking uppá átta milliónir
til raksturin er minsta krav-
ið til at vit kunnu fóta okk-
um aftur og at fáa virksemið
í eina fasta, trygga legu.
— Samstundis avoldast
medisinska útgerðin, uttan
at vit hava ráð at keypa
nýggja og meiri framkomna
útgerð.
— Men játtanin til tól er
ein konto fyri seg sjálvan.
— Og okkum tørvar so
stórar íløgur til tól, at tað
tími eg ikki at tosa um long-
ur.
Jón á Steig sigur, at av-
leidingin av øllum hesum fri
esjuklinganar er, at viðgerðin
er ikki nóg neyv, hon er ikki
nóg skjót, og kanningar og
viðgerð eru ikki nóg sjúkl-
ingavinarlig, m.a. tí, at út-
gerðin er so gomul.
Hann vísir eisini á, at, at
Landssjúkrahúsið hevur
ikki fingið eina krónur burt-
urúr teirri framgongd, sum
annars sigst vera í samfel-
agnum, og tað harmast hann
um.
Burturstedd
Báði sjúkrahúsleiðarin, Ják-
up Mørkøre, og heilsumála-
ráðharrin, Helena Dam á
Neystabø eru burturstødd so
teimum eydnaðist ikki at
fáa viðmerkingar frá.