leygardagur 15. august 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 152 — 15. AUGUST 1998
tíðindablaðið
Alt til SEYMING
| å sama staði
tnorðurlondini
gera vittfevnand
Fr
SOE seu Mn)
samstarvsavtalu
Við nýggju avtaluni ætla íslendingar og grønlendingar at gera meira vart við
útnorðurpartin av norðanlondum og arktiskar spurningar. Í september verður
stjórnarleiðarafundur í Íslandi millum leiðararnar í Íslandi, Grónlandi og
Føroyum og tá verður avtalan víðka soleiðis, at eisini Føroyar verða vid
SVEINUR TRÓNDARSON
Íslendski forsetin, David
Oddson og konan hava hesa
vikuna verði á almennari
vitjan í Grønlandi.
Í hesum sambandi hava
hann og grønlendski lands-
stýrisformaðurin, Jonathan
Motzfeldt, gjørt eina sam-
starvsavtalu millum londini.
Samstarvsavtalan er rætt-
uliga vittfevnandi. Fiski-
vinna og umhvørvi, sam-
handil, heilsumál, orkumál,
ferðavinnumál, mentamán!
og norðurlendska samstarv-
ið eru alt mál, sum eru nið-
urfest í samstarvsavtaluna
millum leiðararnar báðar.
Eisini hava partarnir av-
gjørt at siga hvørjum ødrum
frá avtalum við triðjalond,
sum kunnu hava týdning,
serliga tá talan eru um orku-
mál.
Í norðurlandaráðnum
hava íslendingar og grøn-
lendingar sett sær fyri, at
arbeiða fyri, at Norðurland-
aráðið fer at leggja stórri
dent á útnorðursamstarvið.
Eftir íslendskum stigið er
avgjørt, at halda regluligar
leiðarafundir millum leið-
ararnar í Íslandi, Grønlandi
og Føroyum. Fyrsti fund-
urin millum teir tríggjar
verður eftir ætlan hildin í
Reykjavík í heyst.
100 ára hald
Um aldarskiftið eru liðin
1000 ár síðan norðbúgvar
funnu Vínland, ella Amer-
ika, sum tað jú eitur í dag.
Hetta ætla grønlendingar
og íslendingar sær at hátíð-
arhalda.
Teir hava sett sær fyri at
sera eina marknadarføring
í Norduramerika um hvønn
týdning norðbúgvar hava
havt.
Millum annað er ætlanin,
at gera amerikumenn var-
ugar við ferðamgguleikar-
nar, sum eru í Íslandi og
Grønlandi.
I sambandi vid hetta
marknaðartiltak hevur ísl-
endska stjórnin gjørt av at
veita grønlendingum ein
stuðul uppá tvær mió.
danskar krónur, sum skulu
brúkast til at byggja upp
heimstaðin hjá Eiríki Reyða
í Brøttulid við Eiriksfjørdin
í Sudurgrønlandi.
Tað var sonur Eirik
Reyða, Leivur Hepni, sum
fann Vínland fyri skjótt
1000 árum síðani.
Feroyingar verða við í
samstarvinum
Sum tað stendur at lesa í
greinini, so verða føroying-
ar bodnir við til stjórnarleið-
arafundin.
Vit hava spuri Anfinn
Kallsberg, lógmann, um tað
ikki hevði verið rættari hjá
føroyingum at verði ein
partur av avtaluni.
— Jú, sigur løgmaður, men
tað vænti eg eisini at vit
verða.
— Fyrst í august mánað
fekk eg eitt bræv frá for-
setanum í Íslandi, David
Oddsyni. Í brævinum tosaði
hann um at íslendingar
fegnir vilja hava eina avtalu
millum tey trý útnorður-
londini og hann spurdi um
vit vóru áhugaðir at verða
við. Hetta svaraði eg játt-
andi til, sigur Anfinn Kalls-
berg, løgmadur.
Løgmadur sigur, at tað
eru íslendingar, sum hava
tikið stig til samstarvsav-
taluna og at hon er rættuliga
vittfevnandi.
— I brævinum eg fekk frå
íslendska stjórnarleiðaran-
um nevndi hann m. a. øll
tey mál, sum standa í tíð-
indaskrivinum.
Íslendingar og grønlend-
ingar hava undirskrivad
samstarvsavtaluna nú, með-
an Oddson er á vitjan í
Grønlandi, men formliga
verður hon undirskrivað á
fyrsta stjórnarleiðarafundin-
um, sum verður í Reykjavík
í september mánað, sigur
Anfinn Kallsberg.
Samstarva longu nú
Hóast tað nú verður gjørd
ein avtala um samstarv, so
merkir tað ikki at londini
ikki hava havt samstarv sín-
ámillum.
Tað er longu eitt ávíst út-
norðursamstarv. M. a. er eitt
gott samstarv í útnorði um
feravinnu, eitt nú við Travel
Mart, ferdavinnustevnuni,
sum regluliga verður hildin,
eisini við luttøku í Føroy-
um.
— Men tað gerst alt meira
“vanligt at gera samstarvs-
avtalur, og umframt hesa
innbjóðingina hava vit fing-
ið innbjóðing um samstarv
úr Noregi, sigur Anfinn
Kallsberg.
— Vit hava somu rgtur og
hava rættuliga nógv at sam-
starva um.
Teirra marknaður er
okkara heimamarknaður
Marknaðirnir i Íslandi,
Grønlandi og Føroyum eru
ikki so øgiliga stórir, og tí
er stórir fyrimunir, serliga
hjá vinnuni, um eitt nært
samstarv kann uppbyggjast.
— Vit eiga at meta markn-
aðirnar í Íslandi og Grøn-
landi sum okkara heima-
marknað. Og vit mugu stað-
festa, at kunnu vit gkja
marknaðirnar hjá føroysku
vinnuni, so hava vit fingið
nógv burturúr eini slíkari
avtalu, sigur Anfinn Kalls-
berg.
Tjarnarlág 31, 100 JO Tórshavn.
Tlf 28 33 39, fax, 31 85 18 —
- g umtoktu
Sp/f MARJUN HEIMA
C. Pløyensgø
100 Tórshavn - Tlf. 31 253
— Vit hava fingið innbjóðing at verða við i avtaluni millum
Ísland og Grønland og eg havi boða frå, at vit eru åhugad-
ir at verða við, sigur Anfinn Kallsberg, løgmadur
Teir sera væl
| scootararnir,
4 -Vit hava teir!
Vit selja eisini gellir og súkklir frá:
Aprilia, BMW, Honda, Kawasaki,