leygardagur 15. august 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tann 10 ára
gamli Ari Magn-
ussen í Kolla-
fjórði fær nú
heiðursnál fyri
eitt bragd hann
gjørdi fyri seks
árum síðani, tá ið
hann var avger-
andi fyri, at vin-
RA
maðurin Theu-
dor Esmar bjarg-
aði lívinum
Ak! BERTHOLDSEN
--Eg haldi, at tað, sum Ari
gjørði, var ógvuliga skila-
gott og skjótt atborið av
einum so lítlum drongi. Og
vit fara ongantíð at gloyma
tað.
Nei, Elinita Hansen í
Kollafjørdi fer ongantíð at
BOL 5
gloyma Ara Magnussen. Tí
helst er tað honum fyri at
takka, at hon ikki misti son-
in.
Elinita Hansen hevur nú
innstillað Ara til at fáa eina
heiðursnál fyri bragdið, hann
gjørdi.
Hon hevur ikki fyrrenn nå
vitað, at hendan heiðursnál-
in er til, annars hevði hon
langt síðani havt innstillað
Ara til hana.
Men kortini vónar hon, at
hann fær nálina, hóast tað nú
eru seks ár síðani, at, at
tíðindablaðið SOS
urn
ES
hendindingin fór fram, sum
hann skal fåa hana fyri.
Tað er Leif Erik Niclasen,
gullsmiðjur á Argjum, sum
av sínum eintingum er farin
at gera eina heiðursnál til,
sum kann latast teimum,
sum á ein ella annan hátt
bjarga einum ødrum úr
vanda
Fór í septiktangan
Elinita Hansen sigur, at
hendingin, sum hon heldur,
at Ari hevur uppiborið eina
heiðursnál fyri, fór fram
tann 1. august 1992, tá ið
Theodor Esmar var 12 ára
gamal og Ari akkurát var
fyltur fýra ár.
— Teir báðir vóru altíð
saman, tíðliga og seint.
— Og hendan dagin vóru
teir úti sum vant.
— Á einum stykki, har teir
spældu, stendur ein septik-
tangi.
— Og tað hevdi verið so
óheppið, at um veturin var
ein bilur gliðin í kavanum á
septiktangan, so at hongsl-
ini og lásið, sum hildu lok-
inum, fóru, og lokið tískil
lá leyst.
Fyri at ongin skuldi taka
lokið omanav, hevði onkur
lagt ein platt omaná tað.
Men Theodor Esmar
hevur altíð verið sera evna-
ligur og onkusvegna hevði
hann fingið báði platt og lok
omanav. Men í tí sama var
hann áhaldsin og datt sjálv-
ur datt í tangan
Ari minnist Theodor
Esmar fór framav, tá ið hann
lyfti lokið upp frá, men at
hann akkurát fekk fatur í
kantinum við hondunum,
áðrenn hann datt heilt í
tangan.
Og har bleiv hann hang-
andi í fingrunum á kantin-
um og heyði ongan møgu-
leika at sleppa upp-
Theodor Esmar
Hansen kann helst
takka Ara Magnussen
fyri, at hann er lívið.
Her sita teir báðir á
lokinum á tanganum,
sum Theodor Esmar
datt í. Síðani er eitt
stórt, tungt hjól lagt
omaná fyri at ongin tvi
skal vera og fyri at
slíkt óhapp ikki skal
endurtaka seg. Mynd:
Álvur Haraldsen
Henda myndin er tikin av te
5.
Nr. 152 — 15. AUGUST 1998
For eftir hjålp
Men lukkutid var Ari ikki
langt burtur.
Táið hann så, at vinmad-
urin var í vanda, rann hann
beinanvegin eftir hjálp, tí
har var ikki ein livandi sál
at síggja.
Hann fekk fyrst fatur á
einum manni.
Men har fekk hann ikki
gjørt seg so forståiligan, at
maðurin trúði honum, tá ið
hann segði, at Theodor
Esmar var dottin í eitt hol
So rann hann eftir næsta
manninum, sum fekst við
okkurt uttanduraarbeiði, og
hann skilti, at okkurt álv-
arsligt var áfatt, tá ið Ari
bleiv við at siga, at Theodor
Esmar var dottin í eitt hol.
Hann bað Ara vísa honum
hvar, og tað gjørdi tann litli.
Tá ið teir nærkaðust sep-
tiktanganum, hoyrdu teir
rópini av Theodor Esmar og
maðurin fekk hann upp
beinanvegin og bjargaði
honum áðrenn hann misti
takið heilt og endaði heilt
niðri í brunninum
Ótrúliga væl klárað
Elinita, mamma Theodor
Esmar heldur at Ari bar seg
ógvuliga skjótt og skilagott
at av einum so lítlum drongi
at vera.
— Ari var bara akkurát
fyltur fýra ára gamal, tá ið
hetta hendi.
— Og tey flestu børnini í
hansara aldri høvdu helst
runnið beint heim til
mammu eftir hjálp, ella tey
høvdu kanska blivid upp-
tikin av onkrum heilt øðrum
á vegnum og høvdu tískil
gloymt alt um, hvat tey
skuldu Men so var ikki við
Ara. Hann vendi sær til tann
fyrsta mannin, hann sá. Og
tá ið tað ikki hjálpti fór hann
eftir tí næsta.
Elinita Hansen sigur, at
hetta fara tey ongantíð at
gloyma og tí kundi tað frøtt
hana um Ari kundi fingið
eina heiðursál fyri bragdið,
hann útinti, sigur hon.
--Hetta fara vit ongantíð
at gloyma. Tað er helst onki
at ivast í, at Ari bjargaði
Theodor Esmari tann dagin,
leggur hon afturat, tó hóast
hann var sterkur, hevði hann
ikkihingid leingi í tí tunna,
hvassa kantinum við berum
fingrum.
imum báðum sutt áðrenn óhappið hendi. Teir báðir vóru
vinmenn og fylgdist altíð. Har annar var, var hin ikki langt burtur