Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. august 1998síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 152 — 15. AUGUST 1998 leikarhúsinum Vikuskiftið 28. - 30 august fer at bera til at læra at dansa tango í Sjónleikar- húsinum i Havn. Royndur undirvisari kemur úr Danmark - og øll kunnu lut- taka á skeiðnum, bæði tey, ið duga at dansa, og tey, ið ikki duga EIRIKUR LINDENSKOV Hevur tú hug at dansa tango - ella vilt tú læra tað, so hevur tú nú møguleikan, tí vikuskiftið 28.-30. august verður tangodansiskeið í Sjónleikarhúsinum í Havn - við tangodansilærara úr Árhus. Áhugin fyri tango er rættuliga farin at gera um seg í Danmark. Alt byrjaði við, at tangoinstruktørurin Michael Rúhl í 1991 varð boðin úr Berlin til Árhus at læra århusianar at dansa tango. Her lærdu tey fyrstu áhugaðu tangodansin, sum ikki er tann tangodansur, sum vit kenna frá dansiskúl- um og framførslum í sjón- varpi. Her er talan um upp- runatangodansin úr Argen- tina, har einki er avtalað frammanundan - allur dans- urin verður improviseraður til tónleikin. Sum tíðin leið varð skip- að fyri fleiri work-shops og angoveitslum í árhus, og í fjør var Siri Eysturoy í Havn á skeiði í Arhus, har hon í eina heila viku lærdi at dansa tango. — Mær dámar so væl at dansa tango, at eg vil sleppa at dansa aftur, sigur hon. Í dag er tangodansurin sera væl umtóktur í Arhus, og skipað verður fyri regl- uligari undirvísing. Fyri at styrka áhugan fyri hesum >nýggja< dansi, var Tangoakademiið stovnað í Arhus í april 1997. Nakað við kenslur at gera... — Tango er eitt spæl hjá monnum at vinna dámuna. Talan er um ein kensluborn- an dans - ein dans, ið hevur nakað við samskifti og kenslur millum mann og kvinnu at gera, siga tær báð- ar, Siri Eysturoy og Gunn- hild á Rógvu Olsen, sum hava fyrireikað skeiðið. Tær báðar kundu sera væl hugsað sær at fingið skapt eitt tangoumhvørvi í Føroy- um. — Niðri hevur hetta rætt- uliga vundið upp á seg, og har eru eitt nú fleiri tango- café'ir. Vit kundu hugsað okkum, at vit, sum fara at taka lut á skeiðnum, kundu hitst regluliga til dans í framtidini, siga tær bådar. Storur åhugi Skeiðið byrjar friggjak vøld- id 28. august vid at greitt verdur frå tangodansi, og sidani verdur dansad tango restina av vikuskiftinum. Tær bådar hava merkt stóran áhuga fyri skeiðinum longu nú, áðrenn tær rættu- liga hava gjørt vart við skeiðið. — Vit vóna at eini 25 pør tekna seg til skeiðið, siga tær og leggja dent á, at tað skulu vera pør, ið koma. — Tað er alt so ósjarmer- andi, um tað verður kvinn- ur, sum fara at dansa við kvinnum, sigur Siri, sum kortini leggur afturat, at tað eru longu fleiri, sum hava boðað frá, at tey leita eftir maka - og her er eisini talan um menn...! Kendur lærarai Tað verður tann kendi danski tangodansilærarin, Gunner Svendsen, sum saman vid konuni fer at undirvísa á skeiðnum. Onk- ur kennir kanska Gunner Svendsen frá árligu dansi- vikuni í Sønderborg, har hann plagar at undirvísa. Siri og Gunnhild siga, at verður áhugin nóg stórur, so verður skipað fyri fleiri slíkum skeiðum í framtíðini - og so er eingin ivi um, at tað NR MD verdur dansad tango i Havnini i framtidini. Og fyri at tangodansurin skal stimbrast og nørast er neyð- ugt javnan at skipa fyri skeidinum. — Men hvør kann so koma á skeiðið? — Tað kunnu øll, ið hava hug at dansa - og tær nýtist als einki at vita um tango áðrenn - skeiðið er á byrj- unarstødi, siga tær báðar. Tey, ið hava hug at tekna i >. FYR A TIK i 4 røn | koyggjukamari fær 5. pers: 20% Tað verður tann »rætti« argentiski tangodansur'n, sum verður dansaður í Sjónleikarhúsinum seg til skeiðið, kunnu gera tað við at ringja til Siri á telefon 310506 ella 310761 ella hjá Gunnhild á telfon 318706. Kostnaðurin fyri hvønn er 250 krónur Sum so er einki aldurs- mark, men tær halda, at tú skalt í minsta lagi vera 16- 18 ára gamal — tá tú hevur fingið samband við kenslur- nar, siga tær Skipað verður fyri útferð og umborð fyri góðum undirhaldi Ringið og hoyrið meira