leygardagur 15. august 1998síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 152 — 15. AUGUST 1998
tíðindablaðið SOS—ANM
Nýggjur familjubilur
Toyota-umboðið í Føroyum, Reyni Service, hevur fingið
ein nýggjan famijubil, sum Toyota hevur framleitt
Nýggi bilurin hjá Toyota
nevnist Toyota Picnic.
Navnið kemur helst ikki av
ongum, tí at ein familja
kann uttan trupulleikar fara
eina útferð við einum slík-
um bili.
Seks setur
Hóast bilurin ikki fyllur
stórt meiri enn ein vanligur
stationcar, so hevur hann
ikki færri enn seks setur,
sum standa í trimum røðum
aftureftir.
Hesi seks setrini kunnu
eisini takast úr, og tað ger,
at man hevur 17 ymsar
møguleikar at innrætta bil-
in. Um tå hevur tørv å at
koyra onkran størri lut, so
kanst tå bara taka nøkur set-
ur år bilinum, so skuldi ver-
ið pláss.
Hetta er ikki tann fyrsti
familjubilurin, sum vit
síggja her á tí føroyska bil-
marknaðinum. Seinastu ár-
ini hava heilt fitt av bilfram-
leiðarunum gjørt slíkar fam-
iljubilar, og nakrir av teim-
um eru eisini komnir hagar
til landið.
Gjørdur til familjuna
Tað er einki at ivast í, at
Toyota Picnic er gjørdur til
familjuna. Millum annað er
hann fyrireikaður, so at
barnastólar kunnu ísetast
tað miðraðið av setrum. Á
tí aftasta raðnum kann so
ein møgulig lyfta standa.
Haraftrat er eisini nógv
pláss til vidføri og aðrar
smærri lutir. Lummar eru á
bakhurðunum, og haraftrat
eru eisini aðrir lummar í
bilinum.
Vidførisråmid kann hava
eina skiftandi stødd. Stødd-
in kann stillast heilt frå 182
litrum og upp f 1.841 litrar.
Eitt annad, sum ger, at bil-
urin er sera væl egnaður til
familjur, er, at man situr so
høgt í honum. Hetta ger, at
børnini síggja út gjøgnum
rútarnar. Í nógvum bilum er
tað so, at tá ið børnini sita
íbundin aftan, so síggja tey
als einki út úr bilinum.
Møguleiki fyri
at gera tvær sengur
Um tú skalt koyra langt við
bilinum, so er Toyota Picnic
rættiliga hentur.
Tey bæði setrini fremst í
bilinum kunnu leggjast nið-
ur í framhald av miðsetr-
unum, soleiðis at man á
henda hátt fær tvær sengur,
har ein kann liggja í fullari
longd.
Kann seta sjónvarp
ella køliskåp í bilin
Um tú skalt ferðast lang-
vegis við børnum, er tað
skjótt, at tey smáu keða seg
í einum bili. Toyota Picnic
hevur eyka streymmøgu-
leikar aftarlaga f bilinum, so
at man kann fåa sær eitt nå
sjónvarp, køliskåp ella líkn-
andi í bilin.
Tað er einki at ivast í, at
sótu børnini og hugdu eftir
einum teknifilmi til dømis,
so hevði hugurin hjá teim-
um til at ferðast í bili verði
munandi betur.
Fæst hjá
Reyni Service
Toyota Picnic fæst, sum áð-
urnevnt, hjá bilasgluni
Reyni Service í Hoyvík.
Aðrastaðni í blaðnum verð-
ur lýst við bilinum, og sagt
verður, at ein og hvør er
vælkomin inn á gólvið hjá
Reyni Service at frætta
nærri um bilin, so tað er
bara at leggja leiðina niðan
í Hoyvíkar at frætta nærri
um eitt nú prís, litir, motor
og annað, sum ein er áhug-
aður at hoyra um.
Tíðindaskriv:
Aerobic byrjar
aftur í Gøtu Skúla
Vit hava havt aerobic í Gøtu
Skúla tíðliga í summar, og
tað fekk sera góða undir-
tóku, og eisini hava vit verið
í Runavík. So hava vit havt
summarsteðg.
Guðrun hevur verið niðri
á skeið í aerobic í Danmark
og er júst heimkomin við
nógvum nýggjum og spenn-
andi innan aerobic — hvussu
tú kanst fáa ein væl trimm-
aðan og fastan kropp og fáa
góða kondi — fáa fastan og
væl trinmaðan búk, lør,
rumpu, rygg og armar.
Tær bjóða øllum at vera
vælkomin til aerobic og
gleða seg at koma í gongd.
Spennandi á skránni og
nýtt:
Step aerobic
Hetta er ein sera góður tími
í aerobic. Hetta er konditi-
ónsvenjing, har tú við góð-
um tónleiki fylgir rytmun-
um og traðkar upp á ein ser-
liga bygdan step-bonk.
Hetta slagið av motións-
venjing kann verða íðkað,
óansæð um tú hevur góða
kondi ella ei.
Her er futtur í!
Nýtt á skránni er eisini
baby-boom. Ring og fá
nærri at vita frá Guðrun á
telefon 441732 ella 282732.
VEL MILLUM
6 ella 7 persónar
- bensin ella diesel!
ÆÐ TOYOTA
VLOAOL
TURBO DIESEL
Picnic 2.0 XLi Picnic 2.2 TD
128 HK motor 90 HK motor
< Bensin nýtsla: Bensin nýtsla: &
O Býarkoyring: Byarkoyring:
> 83kmi 9.9 km/l jun,
O | Blandað koyring: Blandað koyring: Q
114 km/l oO
13.7 km/l >
(7 pers. * kr. 10.000)
in Langi-188Hoyvík-TIf. 313040