Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. august 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið SOSlaluMn Nr. 152 — 15. AUGUST 1998 Aftursvar til Finn Helmsdal Føroyska pressan fær í vik- uni av grovfilini frá tjóð- veldismanninum Finni Helmsdal. Hann er bædi ákæri og dómari fyri ikki at siga avrættari. Lat meg alt fyri eitt siga, at eg havi stóra virðing fyri fólki, sum vilja og tora at vera við í almenna samfelagskjakinum. Og her stendur Finnur Helsmdal ikki aftanfyri aðrar við- merkjarar. Maðurin hevur ein sera hvassan penn og dugir væl at fáa fram mein- ingar sínar í greinunum. Henda seinasta greinin er áhugaverd og inniheldur mangt itøkiligt, sum eg haldi hevur týdning at fáa fram, eitt nú uppgávan hjá pressuni og hvussu vit vilja menna hetta samfelagið. Men mær dámar ikki tónalagið og tann spíran av fanatismu og fundamenta- lismu, sum stingur seg fram nógva staðni í greinini. Finnur Helmsdal dylur ikki yvir, at hann er sannførdur tjóðveldismaður, og harvið spælir hann við opnum kortum. Eingin skal vera í vi um, hvar hann stendur. Men maðurin er ikki bara sannførdur tjóðveldismað- ur. Hann er sannførdur á so nógvum ødrum økjum eis- ini. Eitt nú er hann sann- førdur um, hvussu skeivt hini, sum ikki hugsa og meina sum hann, bera seg at. Sannføringin er so grundfest, at tú kansts fáa eina fatan av, at hesin mað- urin ikki hevur stórvegis virðing fyri fólki, sum ikki eru tjóðveldisfólk. Í míni verð er tað eisini ein sjálvmótsegn, tá sami maður, sum vil hava eitt sakligt orðaskifti um stórar og álvarsligar samfelags- spurningar, ikki tolerarar, at onnur eru ikki sum hann og hugsa ikki sum hann. Tað fyrikemur mær, sum at maðurin bara dugir at síggja feilir hjá hinum. Tann nidur- og tileinkis- gerðingin av gðrum fólkum, eitt nú blaðfólki, blað- Vi hani vegið Sognir id vð mn has 10 gens 7 UD leg Vu nå bolde, of kogt av ahken stjórum og politikarum úr ødrum flokkum, sum kemur til sjóndar í greinini, kann neyvan byggja á nakað sak- ligt ynski um eitt breitt og sakligt tjak. Mær tykir, at Finnur Helmsdal er so sann- førdur tjóðveldismaður, at hann sansar ikki, at tað eis- ini finst ein verð uttan fyri tjóðveldismúrarnar. Hetta skal ikki skiljast sum eitt álop á tjóðveldisfólk sum so, men eg konstateri bara, at ein pers6nur kann gerast so sannførdur (les eisini fanatiskur og fundamenta- listiskur), at hann sjålvur er størsta fording fyri ti tjaki og teirri samfelagsupplys- ing, sum hann sjålvur eft- irlysir. Eg skal ikki svara fyri tey mongu blaðfólkini í Før- oyum, sum Finnur Helms- dal m.a. skyrir lakajar og annað nidursetandi. Men tå ein partur av atfinningunum gongur móti undirritada og tí blað eg havi ábyrgdina av, so kenni eg tað sum mína skyldu at koma vid nøkrum viðmerkingum. At leggja okkum undir at borðreiða við rædusøgum og siga beinleiðis ósætt skal ikki standa óatalað. Andstødan ein tydandi partur av demokratiinum Lat meg fyrst taka hasa samrøduna vid formann javnaðarfloksins, ið eg sjálvur gjørdi og sum eg havi varhugan av hevur fingið ødi í sannførda tjóð- veldismannin Finn Helms- dal. Í hesi samrødu er for- maðurin í tí størsta and- støduflokkinum rættiliga kontantur og setir spurn- artekin við, um Føroya fólk hevur ráð til eitt tjóðveldis- eksperiment. Hann vísir eisini á vandan fyri einum fólkatómum Føroyum, um hetta eksperiment sleppur at standa sína roynd einsamalt. Til tað sigur Finnur Helms- dal, at medvit og krittiskur sansur hjá blaðstjóranum og ER vilje sten skan timer viðar vomer vi TRE UD Vi lara af tg na yrsan dugen Ge — yo Hetta er brævið, sum Sosialurin sendi meira enn 100 framstandandi fólkum í Føroyum, tá nýggja samgongu- skjalið varð undirskrivað. Hóast tað er skrivað í mai, so er tað kanska enn meira aktuelt i dag. tykist vera farið fullkomi- liga fyri bakka. Eg kann bert til tað siga, at her er talan um eina sakliga samrødu, har formaðurin í landsins størsta andstøduflokki fær spurningar og sleppur at siga sina hugsan. Júst á sama hátt sum aðrir polit- ikarar og teirra millum eis- ini tjóðveldismenn eru slopnir at siga sína hugsan - og uttan at hesar eru mani- puleraðar av blaðmanni. Hetta er ein partur av journalistikkinum. At Finn- ur Helmsdal heldur, at vit blaðfólk eru alt ov lítið krit- tisk er nakað, sum hann hevur lutvíst rætt í. Tað hev- ur so eisini sínar orsgkir. Ein kann siga, at professio- nelli føroyski fjølmiðla- heimurin, har journalistiska handverkið er vorðið ar- beiðið burturav, enn er rættiliga nýggjur. Men vit búnast væl eisini eins og politikarar gera tað. Vit mugu eisini minnast til, at umstødurnar hjá fjølmidla- fólki og fjølmidlunum sum heild framvegis eru sera av- markaðar. Tøka peninga- orkan ger, at tað ber ikki til í dag at seta so nógv fólk, at hesi tá kunnu fáa tær røttu umstødurnar at arbeiða und- ir. Hetta verður ikki sagt sum nøkur undanførsla. Hyggid bert eftir, hvussu illa mannaðir eitt nå loft- miðlarnir eru alla summar- frítíðina. Og sama er gald- andi fyri blødini. Samgonguskjalið Sosialurin og Finnur Helmsdal tykist vera so sannførdur, at hann sær bara tað hann vil síggja. Hetta grundi eg á tað hann sígur um dekningin av ætl- anunum hjá nýggju sam- gonguni á sjálvstýrisleið. Tú fær ta fatan, at maðurin als ikki hevur lisið Sosialin hesar seinastu mánaðirnar men bara byggir ilsinnis- herindi síni á einstakar sam- rødur í blaðnum og so sjálv- andi eisini á aggressiónir sínar móti formanni javn- aðarfloksins. Var tú sakligur og meira sannførdur sum objektivur eygleidari heldur enn sum sannførdur tjóðveldismað- ur, so visti tå, Finnur Helmsdal, at eitt nú Sosial- urin hevur havt fleiri sam- rødur við tjóðveldispolitik- arar um ætlaða politikkin - bædi vid Høgna Hoydal, Karsten Hansen, Heina O. Heinesen og Signar Hans- en. Hevur tå heilt gloymt ella vil tå bara ikki minnast tær frálíku og sera áhuga- verdu samrødurnar, sum ein av nyggju bladkvinnum okkara hevur havt vid mentamálaráðharra tjóð- veldisfloksins? Í ikki færri enn trimum drúgvum sam- rødum hevur hon lýst sjón- armiðini og ætlaninar og hjá hesum framstandandi tjóðveldispoltikaranum - men hvat ger Finnur Helms- dal - jú hann niðurger somu blaðfólk fyri at vera lakajar hjá javnadarpolitikarum. Eg haldi, at nettup hetta dømid og tann sannroynd, at blaðið hevur roynt at lagt fram sjónarmiðini hjá flestu av leiðandi tjóðveldisfólk- unum umfrámt at hýsa sjón- armiðjunum hjá gðrum tjóðveldisfólki, eitt nú Finni Helmsdal, lýsir alt hetta málið best - og tað lýsir eisini, hvussu skeivur og órættvísur sami Finnur Helmsdal er, tá hann vitandi ella óvitandi gloymir alt hetta. Jú víst hava tjóðveldis- fólk og teirra hugsjónir fingið innivist í blaðnum, og tað skulu tey eisini fáa í framtíðini, eins og gll onn- ur. Men sannførdir tjóð- veldismenn mugu so eisini tola at hoyra sjónarmiðini hjá ødrum, eitt nú Jóannesi Eidesgaard. Andstødan hev- ur ein sera týðandi leiklut í tí demokratisku skipanini, og er tað m.a. uppgávan hjá pressuni alla tíðina at geva teimum stýrandi eitt sakligt mótspæl - samstundis sum sama pressa almannakunn- ger politikkin hjá sitandi stýri. Eg veit heldur ikki, hvat bagir Finni Helmsdal, tá hann leikar so í um ræðu- søgur og lygnir í sambandi við sjálvstýrisætlaninar hjá samgonguni. Tað vit hava hoyrt og sæð higartil er ein beinagrind, sum enn mangl- ar kjøt og blóð. Soleingi samgongan ikki hevur spælt út við, hvat veruliga liggur aftanfyri = ynskini/krgvini um suverenitet, fullveldi osfr. og avleiðingarnar hetta skal fáa, er torfgrt fyri ikki at siga ómgguligt at fáa eitt breitt og upplýsandi orða- skifti. Nettup av hesi orsøk vil nógv, sum kemur fram tí verða gitingar ella um tú vil illgitingar frá politiskari síðu. Leggið tí fram, hvat tit vilja og ætla og sigið Føroya fólki avleiðingarnar av hesum, tá kunnu vit av álvara tosa um eitt breitt og sakligt tjak. Sjálvandi á Eg fari at gera stórvegis viðmerkingar til tað Finnur Helmsdal sigur um sera sambandsku oddagreinar- nar í Dimmalætting. Skal tó siga, at tað fyrikemur mær løgid - at landsins størsta blad, sum ikki hevur nakað beinleiðis tilknýti til sam- bandsflokkin annað enn tað, at ein av eigarunum av blaðnum telist millum ting- fólk floksins - hevur valt at standa fyri eini linju, sum er meira sambandsk enn mong sambandsfólk halda vera gott. Men hetta verður so teirra egna høvudspina. Eg dugi í hvussu er at síggja, at tað tænir íkki blaðnum sum heild, at pol- itiski pennur blaðsins er so sambandskur, sum Finnur Helmsdal eisini rætt vísir á í grein síni. Føroyar standa ikki í stað. Vit mugu hyggja frameftir, og í mínum huga- heimi er bert ein vegur at ganga, og hann er størri sjálvstýri og meiri sjálv- bjargni. Hvussu farast ska! Jan Miller, ábyrgdarblaðstjóri á Sosialinum svarar aftur ålopinum frá Finni Helmsdal, løgtingsmanni á blaðið fyrr í vikuni fram á sjálvstýrisleið átti eftir mínum tykki nettup at verið kjarnin í grein tíni Finnur Helmsdal. Men tað sær fyri mær ikki út sum, at tú sum sannførdur tjóðveld- ismaður er sinnaður at tosa um aðrar leiðir á sjálvstýr- isleið enn hana tú og tín flokkur ganga inn fyri. Men hetta verður tú noyddur at sanna, skal tú koma víðari. Tit hava eisini sjálvir sann- að hetta við at sleppa tykk- um av við vendingina loys- ing, tí tit hildu, at hon ræðir og skapar ræðumyndir, rættar sum skeivar. Javnadarandstødan á tingi er eftir míni meting sinnað til at taka stig á sjálvstýr- isleid, men flokkurin slapp ikki uppí part, tá samgonga varð skipað. Nú biðjur hann so til, at hann kann vera við í arbeiðinum, og eftir míni metan er tað altavgerandi fyri lagnuna hjá sjálvstýris- politikkinum hjá hesi sam- gonguni, í nvønn mun, javnaðarflokkurin verður tíkin við í arbeiðið. Eg havi álit á, at Høgni Hoydal ikki fer uttan um størsta and- støduflokkin í hesum máli, tí tað kann verða størsta bakkastið fyri sjálvstýris- politikkin, tá avtornar. So Finnur Helmsdal, eg fari at venda hatsku álopum tínum á meg og onnur í føroysku pressuni og biðja til, at tú sjálvur sakliga og objektivt ger títt til at fáa eina so breiða og demo- kratiska viðgerð av hesum álvarsmáli sum til ber. Eg skal enda við at vísa til bræv, sum undirritaði skrivaði úl ein hóp av føroyingum beint eftir, at samgongan varð skipað, og víðagitna samgonguskjalið var undirskrivað. Í hesum brævi heitir Sosialurin á fólk serstakliga í ymsum leiðandi størvum í føroyska samfelagnum, harímillum eisini mong tjóðveldisfólk, um at siga sína hugsan um nýggja samgonguskjalið. Vit fingu nakrar mein- ingar fram men tó alt ov fáar, og eg skal dag við- ganga, at hetta ikki er so løgid heldur. Tí tað ber ikki til hjá fólki at gera viðmerk- ingar til ein ætlaðan politikk út frá eini beinagrind aleina. Fyri at fáa eitt breitt og grundleggjandi orðaskifti er neyðugt, at teir, sum sita við avgerðunum, fyrst geva politikkinum veruligt inni- hald. So tað kundi verið eitt hóskandi høvi, nú Høgni Hoydal um stutta tíð fer at leggja uppskot fyri tingið í sambandi við sjálvstýris- málið, at komið fram aftur við umrødda brævi. Finnur Helmsdal skal tí hava tøkk fyri grein sína, sum, um ikki annað, kann vera ein av katalysatorun- um, ið skal til fyri, at vit fáa tað nógv umrødda tjakið um sjálvstýris- ella fullveldis- ætlaninar. PS. Annars fari eg at takka Finni Helmsdal fyri, at hann so trúliga nú í mong ár hevur brúkt nettup Sos- ialin til at fáa fram mein- ingar sínar. Tað er m.a. hetta vit eru til fyri - at hýsa gllum meiningum. Men tað hevði so heldur einki gjørt, um sami Finnur Helmsdal, eftir alla óhumskuna hann hevur tveitt eftir blaðnum, við- merkti, at sjálvur hevur hann altíð fingið góðar sømdir frá blaðnufn. Ég skal lova tær fyri, at Sosialurin fer at: dekka $jålvstyrismålid væl og virðiliga. Eg síggi eisini fegin, at almenna orðaskift- ið um so týðandi mál, m.a. fer fram nettup £ Sosial- inum. Finnur Helmsdal skal vera vælkomin at brúka blaðið, men kanska tað hevði tænt søk hansara og okkara, um sami Finnur Helmsdal gavst við at nið- urgera og tillátursgera onn- ur, tí tey ikki bera seg at eftir hansara egna høvdi. Spell at annars mongu gull- korn tíni skulu verða spo- lerað av hesum hatska og ósakliga tónanum. JanMiiller, blaðstjóri