Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-15, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. august 1998síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

AA A SE kk NA Nr. 152 — 15. AUGUST 1998 sosialurin, box 76, 110 torshavn - tíðindablaðið SOS brotið beinið NSÍ kemur í Gundadal seinnapart- in í dag at verja triðja plássið og møguleikan fyri altjóða luttøku komandi ár. NSÍ hevur ofta havt stórar trup- ulleikar móti HB, tá liðini hava dystast í Runavík, men teir hava ofta staðið seg væl móti HB í Gundadali, t.d. var 2-2 í fjør og 0- Of 1995 (í 1996 var NSÍ í 2. deild). Síðsti HB sigurin var 3-0 í 1994, og í 1992 vann NSÍ 4-3. HB vann ikki minni enn 4-0 í Runavík fyrr í ár, m.a. við málinum sum Bjarki Mohr í fyrsta minutti skoraði úr 55 metrum. Hesa ferð er bitin hjá NSÍ stórur, og tí kom tað stak illa við hjá teim- um at frætta, at Óli Hansen breyt fótin månakvøldid — sama kvøld- ið sum hann var komin niður aftur frá dystinum móti VB. Fóturin brotnaði í venjing í Kolding. Ætl- anin var annars, at álopsmaðurin skuldi koma uppaftur at spæla í dag. Dejan Milanovic var leikbann- aður seinast, men hann fær í dag plássið aftur, sum Abraham Han- sen vikarieraði í seinast. Kasper L. Jcobsen hevur verið ivasamur, men teir rokna við, at hann verður í hópinum. Hjá HB er Rúni Nolsøe bæði burturstaddur í arbeidsørindum og leikbannaður. Jan Dam fer ikki til Danmarkar fyrrenn í morgin, men hann spælir ikki í 1. deild í dag, møguliga fer hann at hjálpa Al- berti Ellefsen í 2. deild móti FS Vágum. Andrew av Fløtum sat uttanfyri seinast, tí hann hevði verið sjúkur alla vikuna. Hann er tøkur aftur, og Magni á Lakjuni kom upp úr Danmark hósdagin. Kaj Leo Jo- hannesen er sera ivasamur. Í gjár roknaðu teir við, at Bárður Jo- hannesen fer at verja HB málið í dag. TB-verjan skerd Tá síðsta bríkslið ljóðar kring landið seinnapartin í dag, eru tveir triðingar av landskappingini í 1998 lagdir afturum. Undan tólvta umfarinum hava tvgrámenn fram- vegis fyrsta sigurin til góða, og av Tvøroyri verður sagt, at teir fara norður til Klaksvíkar í vón- ini um, at tað fer at eydnast hjá teimum at vinna ein javnleik. Sigr- arnar ætla teir at vinna tey bæði næstu umførini, sum eru á heima- vølli móti Sumba og á útivelli móti ÍF. TB liðið er skert, tí einasti landsliðsmaðurin í Suðuroy, Óli Johannesen, er leikbannaður. Hin- ir spælararnir eru allir tøkir. TB hevur staðið seg hampuliga væl í Klaksvík nógvu tey síðstu árini. Í 1989 vóru teir í 2. deild og aftur í fjør. Hinar átta ferðirnar hava teir fýra ferðir megnað javn- leik, og fýra ferðir hevur KÍ vunnið. Fyrr í ár vann KÍ 3-1 á Sevmyri. HM arar burtur ljá KÍ eru tveir av stuðulsspæl- arunum burturfrá í dag. Harley Bertholdsen fór av landinum í ar- beidsørindum í gjár, og hann verð- ur ikki aftur fyrrenn eftir viku- skiftið. Verri sær út hjá miðvallaranum Jan Joensen. Hann varð skaddur, tá KÍ var í Gundadali og spældi móti B36. Aftaná vísti tað seg, at kjálkabeinið er brotið í fýra stød- um, so tað er lítið sannlíkt, at hann verður við aftur tær nógvu fyrstu vikurnar. Pól Juul Vilhelmsen, Jóhan Liit- zen og Kurt Mørkøre hava sitid å beinkinum tær síðstu ferðirnar, so tað vera ivaleyst teir, ið fara at loysa av. Tveir gøtumenn eru leikbannaðir GÍ stríddist í Europa Cup í fyrra- kveldið. Tað kostar nógvar kreftir at spæla á vátum og tungum gras- velli. Í gjårkvøldid høvdu teir lætta venjing í Sarpisgerði, og í morgun fóru teir suður til Vágs, har teir skulu spæla á Eiðinum seinnapart- in klokkan 14.30. Allir spælararnir komu heil- skapaðir burturúr Europa Cup stríðnum, men tríggir teirra, sum vóru inni á vøllinum h6skvøldid, fara ikki at spæla við í dag. Talan er um Søren Skov Jørgensen og Svenn Olsen, sum eru leikbann- adir, og um Samson Neså, sum hevur gjørt av at trappa niður. Skúlin krevur sítt, og Samson hev- ur ikki stundir at venja so nógv, sum hann hevur gjørt higartil. Jákup Eli á landsliðnum Liðformaðurin hjá B68, Jákup Eli Olsen, fer í morgin við landsliðn- um niður til Bosnia. Allan Simonsen sá toftamannin stýra verjuni hjá B68 í Gøtu síðsta leygardag, og tað man venjarin hava hildið hann gera væl, tí hann hevur sent landsliðsboð eftir hon- um. Jákup Eli Olsen er boðsendur, tí Jens Erik Rasmussen, sum var úttikin, tå Jan Allan Miller gav avboð, hevur boðað frá, at hann ynskir ikki at fara við niður til Bosnia. Jákup Eli Olsen hevur eina ferð verið á landsliðnum. Tað var 5. augsut í 1992, tá Ísrael og Føroyar spældu 1-1 á Svangaskarði. Tá spældi Jákup Eli Olsen teir síðstu 25 minuttirnar. jh Todi smáskaddur Og tað gekk illa hjá felagnum hjá Julian Johnsson Í fyrrakvøldid vann FCK á heima- velli í Parkini sannførandi 6-0 sig- ur í undankappingini til europe- isku steypakappingina. Mótstýðu- liðið var Karabakh Agdam úr As- erbadjan, og tað var synd í teim- um. FCK kom á odda beinanveg- in, og tá 40 minuttir vóru farnir stóð 6-0. So vóru ikki fleiri mál skotin. Returdysturin verður um tvær vikur, men tað er longu nú greitt, at FCK er komið víðari í kappingini. Todi Jónsson var ikki millum málskjúttarnar. Hann taldist mill- um teir 5.700 áskoðararnar, sum vóru í Parkini. Móti Herfølge fekk hann ein lítlan vøddaskada í lærið, og venjarin valdi at halda honum uttanfyri, soleiðis at hann verður hundrað prosent klárur til týdn- ingarmikla útidystin í morgin, sum verður í Silkeborg. So vóna vit, at tað fer at gangast Toda væl í morgin, bæði við mál- skjótingini og vid heilsuni. Før- oyar hava brúk fyri honum í Sara- jevo mikudagin. Gongur ikki væl Tað gekk ikki væl hjá Julian Johnsson og Kongsvinger, tá teir í vikuni spældu á heimavølli móti Haugesund. Kongsvinger tapti 1- 0, og tað var ikki væntad, ti Haugesund var næstniðast. Ein sigur til Kongsvinger hevði havt við sær, at teir sloppu undan nið- urflytingarstrikuni. Tapið ber í sær, at teir eru fjórði aftastir. Tvey lið flyta beinleiðis niður, og liðið, sum endar tridnidast skal spæla um eitt pláss í bestu deildini. Tað var um reppið, at Julian Johnsson, sum spældi allar 90 minuttirnar, skoraði, men stútarin eftir horna, fór niður í vøllin. jh ÍTRÓTTUR tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil (0 sosialurin.fo z Oli Hansen hevur 21 Lesið eisini ítróttin á Internetinum hed = | www.sosialurin.fo F Svenn og Søren vóru í byrjun- aruppstillingini h6skvøldid. Tað kann roknast vid, at Jóan Petur Olsen verður í miðverjuni frá byrj- an í dag, og miðvallaraplássið fer til Magna Jacobsen ella Erland Tvørfoss, sum hevur vant reglu- liga síðani summarsteðgin. Hjá VB var Milan Culjic ikki við í Runavík. Hann var skaddur, men hann hevur vant í hesi vikuni, og hann verður við í dag. Magni Mohr fór mánadagin niður at ganga í skúla, men hann skuldi koma heim til dystin í dag. Magni Magnussen er til skips og verður ikki við aftur í ár. Mest óvæntaða úrslitið í lands- kappingini higartil í ár var, tá VB 17. mai vann 2-0 í Gøtu. Nú eru nøkur år síðani, at VB vann á heimavølli móti Gl. Tað gjørdu teir í 1990 og í 1991, tå úrslitini vóru åvikavist 2-0 og 1- O. I fjør var målleyst, men øll árini frå 1992 og til 1996 vann GÍ — burtursæd frå 1994, tå VB var i 2. deild. I 1995 spældu vågbingar saman vid sumbingum, og tå vann GÍ 2-0. B68 ikki vunnid á IF í fýra ár Tað OR. tá tey bæði eyst- uroyarliðini, B68 og ÍF, takast. Seinasta tætta uppgerðin var í Fuglafirði 17. mai, tá úrslitið var 2-2. Tey seinnu árini hevur gingið striltið hjá toftamonnum at fáa fulla årtøku móti IF á Svanga- skarði. Í fjør vann IF 3-1, og í fyrraårid var 1-1. Í 1995 var IF í 2. deild, og í 1994 vann B68 1-0. Bæði liðini komu væl frá síðsta vikuskifti. ÍF vann fyri fyrstu ferð á árinum, tá teir sendu Sumba suður við 0-6 sekki, og B68 fekk javnleik í torføra útidystinum móti GI. I dag verður spælt á grasvøllin- um, sum fekk ein orduligan um- gang hóskveldið. Hjá B68 eru allir spælararnir tókir uttan Sámal Erik Hentze, sum framvegis hevur trupulleikar vid knænum. Øssur Jacobsen hev- ur verid skaddur sidani summ- arstedgin, men hann er við aftur í hópinum. Hjá ÍF eru tveir av stuðulsspæl- arunum frá fyrstu umførunum eftir summarsteðgin burtur. Torstein Joensen hevur brotið beinið, og Símun Eliasen er farin niður aftur til Aarhus. Í gjár var eisini iva- samt, um Erling Joensen fer at verja málið í dag. I fyrrakvøldid lá hann sjúkur við fepri. Um Er- ling ikki verður tøkur, so fer Al- fred Olsen at verja málið. Mortan Thomasen er nýggjur maður í 1. deildarhópinum hjá Piotr Krakow- ski, sum sjálvur verður í miðverj- uni hjá ÍF. Dysturin í 3. deild millum somu feløg skuldi sambært skipanina verið spældur í morgin, men hann er framskundaður og verður spældur á graslikisvøllinum í dag klokkan 17.30. Bæði Sumba og B36 eru skerd Sumbingar taka ímóti B36 uttan Dánjal Johan Joensen, sum fekk reyða kortið í Fuglafirði seinasta vikuskifti. Harafturat er Sonni Kjærbo ivasamur. Hann hevur skaða í fótinum og hevur ikki vant hesa vikuna. Jan Poulsen og Spa- sojé Biberdzic hava sitið leikbann- ið, teir fingu á Toftum, av, og byrja ivaleyst báðir inni í dag. Kappingin er um at koma so langt, at hvgr dystur nú hevur stór- an týdning. Sumba hevur B36 nú og TB á Tvøroyri um eina viku. Serliga dysturin móti TB verður ein sonevndur seks-stigs dystur, men um Sumba kann fáa okkurt burturúr í dag móti B36, meðan TB einki fær í Klaksvík, er tað ikki heimsins endi hjá sumbing- um, um teir tapa á Tvøroyri. B36 er væl koyrandi í løtuni, og seinastu tveir dystirnir eru vunnir móti oddaliðunum HB og KÍ. B36 fer til Suðuroyar uttan Jens Kristian Hansen og Bjarna Prior, sum báðir eru leikbannaðir. Hinvegin er Pól Thorsteinsson aft- ur tøkur hjá venjaranum Tomislav Sivic, sum sjálvur hevur sitið sítt leikbann av, tá dysturin í dag er lokin. jhelj