týsdagur 18. august 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri : Blaðfólk: jósmyndari: Útgevari, uppseting og prent: Telefon: 311820
Jan Miller agny Joensen, | jú Kristian Vang Sp/t Sosíalurin Telefax. 314720
laðstjóri Emi Lýsing * javegur 26, Argjum e-mail:
Blaðstjóri: mil L. Jacobsen ýsingar og sola: rgjavegur 26, Ar
| : Eirikur Lindenskov Sveinur Tréndarson | Jonhard Hammer Postadr: Postsmoga 76, post & sosialurin.fo
| Internet: www.sosialurin.fo Turið Kjølbro 110 Tórshavn
x = rr
Eitt sjálvsagt | (CEBelelseX
samstarv
Oddagrein
Tad var eitt sjålvsagt samstarv, sum for-
maður Javnaðarfloksins, Jóannes Eides-
gaard legði upp til á stevnuni hjá flokkinum
í Trongisvági um vikuskiftið.
Jóannes Eidesgaard bjóðaði fakrørsluni
samstarv - eitt samstarv, sum er nåturligt
í løndunum uttan um okkum. | Føroyum
hevur hetta samstarv ikki verið so eyð-
sætt, sum aðrastaðni, og her hava bondini
millum fakrørsluna og flokkin ikki verið so
tott. Hóast tað, so hava somu persónar
gingið aftur bæði í fakrørslu og í Javnað-
arflokkinum.
Men tað hevur verið samstarv millum
fremstu fakfelagsfóik og Javnaðarflokkin.
Einaferð var formaðurin í Føroya Arbeið-
arafelag, Ingeborg Vinther frammaliga í
leiðslu Javnaðarfloksins. Og eisini var
formaður Fiskimannafelagsins, Oli Jacob-
sen bæði í leiðslu floksins og eitt skifti var
hann tingmaður Javnaðarfloksins.
Tað er so sjálvsagt og so nátúrligt, at ein
javnaðarflokkur og fakrørslan samstarva.
Men kinkur kom í hetta samstarv - og
endin var, at nøkur fakfelagsfólk tóku seg
saman i flokk fyri á tann hátt at fáa ávirkan
á landsins leiðslu. Og tað eydnaðist at
fáa ávirkan, men tíðiliga kom til sjóndar,
at hetta ikki var rætta leiðin at ganga.
Eitt samstarv millum ein politiskan flokk
og millum fakrersluna er sjálvandi treytað
av, at viljin til samstarv er í lagi, og at teir
persónar, ið samstarva skulu, hava álit
og aga hver fyri oðrum.
Soleiðis var tíverri ikki í samstarvinum
millum feroyska Javnaðarflokkin og fak-
rersluna. Persónligar ósemjur, klandur og
stríð legði fót fyri hesum samstarvi, og
endaði tað við, at Javnaðarflokkurin leið
ein lemjandi ósigur - og flokkurin gjørdist
so lítil, sum hann ikki hevur verið síðani
vil legtingsvalið í januar í 1932.
Javnaðarflokkurin hevur ment seg aftur,
og stríðið tykist kólnað.
Tað er at fegnast um, at stig nú verða
tíkin til tess at fáa samband millum fak-
rersluna og Javnaðarflokkin. Tað ber eisini
boð um politiska búning, at tað er flokkur-
in, sum rættir hondini fram. Okkara inniliga
og staðiliga áheitan á fakrørsluna er: Sláið
ikki hondina av honum - farið við í hetta
samstarv. Sjálvandi ikki uttan treytir, og
sjálvandi skulu tit seta fram krøv.
ið!
Men samstarvið! Sostalurin
Veruligur verunleiki
ísa J re
Hósdagin 13.8. hevur Finn-
ur Helmsdal eina góða
grein, >Pressan amboð
flokkana<, har hann heitir á
bæði tey stóru blødini, ið nú
»hvønn dag bera okkum
boð um, at eingin kapping
er á økinum«, >heiti eg tí
staðiliga á andstødupolitik-
arar og ikki minst á blað-
fólkini á stóru bløðunum,
um at sýna Føroya fólki
virðing og sóma, og fara
undir ein opnan og sakligan
dialog um ætlaninar á sjálv-
stýrisleið. Alt annað er
ésømilig undirmeting av
félkinum«.
Jú, eg må av fullum huga
taka undir við honum.
Bæði blødini hava longu
avgjørt at vera ímóti øllum,
sum ber å brå, at vit skulu
taka fulla åbyrgd av landi
og fólk.
Men hvat vilja tey so? og
hava tey gloymt, hví so
nógvir føroyingar nú vilja
hava gjørt upp við Dan-
mørk.
Vit liva i lagnutidum.
Flokspolitikkur må dvina
fyri teimum truplu avgerð-
um, vit sum fólk skulu taka.
Sjálvandi skulu dagligu
málini rgkjast, men tað
stóra felagsmálið krevur, at
vit øll eru við til at loysa
tað.
Sigurd Joensen segði
einaferð, at hann býtti ikki
føroyingar í sambandsfólk
og tjóðveldisfólk ella
bróðrasamkomufólk og
kirkjufólk, fyri honum vóru
tey øll føroyingar. Hetta
havi eg sjálvur roynt at
hugsa um. Eg eri so gamal,
at eg minnist væl 1946.
Longu nú hava tey stóru
blødini eitt stórt andsvar,
hvussu leikur fer, tá ið velj-
ast skal. Gjógvin kann
skjótt blíva so stór, at ikki
slepst um hana. Einasta
hjálpin, at so ikki skal vera
er sakligt og opið orðaskifti.
Bara at blaka orðið blokk-
stuðul í blødini, ella at vit
øll hava skilfólk og vinir í
Danmørk, ella »at vit hugsa
um vælferðina hjá fólkin-
um<, altso tað gera hini
ikki, ger, at vit longu nú
hava ilt við at tosað saman.
Tíðindablaðstjórin á
Dimmalætting hevur longu
svarað Finni aftur. Í fyrstan-
ini sat eg og nikkaði og
frøddist um hetta nýggja
lotið, sum er í greinini, men
so kemur tað: >Finnur skal
vita, at eru nøkur verulig
tíðindi at bera um Føroyar
á sjálvstýrisleið, so verða
tey eisini vidgjørd og borin
fram. Men so leingi tað
mest av gllum bert er tos
og hugskot, kunnu tey ikki
fáa nakra serliga umrødu«.
Og verulig tíðindi eru
verulig tíðindi, sum blað-
stjórin metir eru verulig tíð-
indi.
Nakað herfyri heyði Sosi-
alurin oddagrein, har hann
heitir á fólk um at skriva
um tær nýggju sjálvstýris
ætlanirnar, blaðið vil vera
opið, men eisini teir hava
eitt mark fyri, hver skal
skriva.
Eftir minninum siteri eg,
„verunleikafjarir tjóðveld-
isromantikarar<. Teir vóru
ikki vælkomnir.
Jú, jú eg meini tað. >Ord-
nung muss sein«, søgdu
tyskarar. Ordan skal vera i.
Og sig so tað. Tey bæði
blødini i Føroyum vita, hvat
er veruligt og kenna ver-
unleikan.
Steinbjørn B. Jacobsen
14.8.98
Mótmæla at niðurleggja dialysuviðgerð
Soljóðandi bræv hava vit
í dag sent til Helenu Dam
á Neystabø, Almanna- og
Heilsumálastýrið, Tingan-
es, 100 Tórshavn.
Vísandi til grein í Sosial-
inum leygardagin 15. aug-
ust 1998, har blaðmaður
hevur samrødu við Jón á
Steig, yvirlækna, um pen-
inganeyð á Landssjúkrahús-
inum, verður m.a. nevnt, at
ein møguleiki at spara pen-
ing, er at niðurleggja dialys-
una á Landssjúkrahúsinum
og senda sjúklingarnar til
Danmarkar til viðgerðar.
Hesum fara vit staðiliga
at mótmæla, tí hetta kann
als ikki verða nøkur spar-
ing.
Um dialysan fer fram á
Landssjúkrahúsinum ella á
Ríkissjúkrahúsinum, skal
hon gjaldast av føroyska
heilsuverkinum,
framt viðgerðina, noyðist
føroyska heilsuverkið eisini
at gjalda fyri uppihald hjá
sjúklingunum á Hotel Tórs-
havn og ferðaútreiðslur.
Av tí at dialysuviðgerð er
ein viðgerð sum má fara
fram annan/triðja hvønn
dag í óavmarkaða tíð, verð-
ur talan um sjúklingar sum
noyðast at búgva á Hotel
Tórshavn í mánaðir, ja
og um-
kanska í áravís, meðan bíð-
að verður eftir eini trans-
plantatión, og ta støðuna vit
vóru í fyri ngkrum árum
síðani, er tað vónandi eingin
sum ynskir sínum lands-
monnum.
Vónandi verður hetta tik-
ið til eftirtektar.
Vinarliga v. Nýrafelagið
Odny Thomsen,
formaður
Politiviðtoka fyri Tórshavn
Hyggið her øll avbygdar- og
býarfólk kring alt landið,
sum edrúilig og sjónliga
ávirkaði, dvølja her i Havn-
argøtum. Lesið niðan fyri
standandi citat.
1. kapitul. Økid hjá við-
tøkuni: $1: Vidtøkan hevur
gildi fyri alla Havnar
kommunu, uttan so at annað
er ásett í einstøkum fyri-
skipanum í vidtøkuni
$ 2: Vegir eru f hesi vid-
tøku at skilja, sum ein og
hvør almenn ella privat
gøta, vegur, pláss, brúgv,
tunnil, skot, rás, trappa ella
tílíkt lendi, ið verður nýtt
til vanliga ferðslu av einum
ella fleiri ferðslugggnum.
2. Kapitul: Gætur eftir
reglulag v.m. $ 3: Bardagi,
rópan, geylan, harðmæltur
songur, harðskapur ella
onnur ólátað, ørkymlandi
ella tílík atferð, sum kann
hava við sær ólag í almenn-
um reglulag ella ampa ødr-
um hjåstøddum ella fólki,
ið býr har um vegir, mugu
ikki bara fram á vegum ella
ødrum stóðum, har atgongd
er fyri almenning, td.
handlum og almennum
skrivstovum, skemtistød-
um, badstødum, almanna
nåtthåsum og flutningsfør-
um, teirra millum leigu-
vognum. 2. petti. Fara slikir
tilburðir fram á stóðum, har
ikki atgongd er fyri alm-
enning, og hara teir við sær
ólag í almennum reglulag,
kann politiið áseta, at givið
verður uppat við teimum.
$ 4: Bannað er at vera so
drukkin á teimum stóðum,
ið nevnd eru í gr. 3, 1 petti,
at onnur hava ampa av tí.
$ 5: Bannað er á, ella upp
at, veg ella ødrum stóðu. har
atgongd er fyri almenning,
at tiggja sær G6likliga, t.d.
við ólíkligum orðum ella
gerðum, við ólíkligari nekt-
an av kroppinum ella við at
eggja til siðloysi.
$ 6: Politiið kann banna
øllum, ið stødd eru á onkr-
um veg, at standa í stað har
ella at fara aftur og fram á
stytri strekkjum, um tann,
sum hetta varðir, við stødgi
sínum har ella við at fara
tann vegin ampar fólki, sum
býr har um vegir, ella fólki,
sum kemur framvið, ella um
grundgivin varhugi er av, at
tann, sum hetta varðir, frem-
ur Oløgligan vinnuveg.
$ 7: Á teimum stødum,
ið umrødd eru í gr. 3, I.
petti, má tyrping ella
mannatrongd, sum kann
hava við sær ólag í almenn-
um reglulag, ikki fara fram.
Politiiðkann siga persónum,
ið staddir eru ånevndu stød-
um, frá teimum ásetingum,
;ð neyðugar eru til tess at
byrgja fyri, at ólag á hena
hátt kemur á almenn reglu-
lag.
$ 8: Boðað skal verða frá
mannagongum og fundum
á vegum við persónliga at
venda sær til politiið í sein-
asta lagi 24 tímar, áðrenn
sett verður í verk. Fráboð-
anin skal verða gjørd av tí,
ið fær tiltakið í lag, ella
onkrum við fulltrú frá tí, og
skal skila til mund, leið og
fundarstað. Politiið kann
seta fyri broytingar í hesum,
um tað verður mett at vera
neyðugt fyri ferðsluna.
Tær fyriskipanir viðvíkj-
andi varðveitslu av reglu-
lag, sum politiið setur, skulu
vera hildnar. 2. petti: Åset-
ingin í 1. petti hevur ikki
gildi fyri líkfylgi.
Framhald seinri.
Hans Birgir Hansen