Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-18, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 1998síða 3

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 153 — 18. AUGUST 1998 tíðindablaðið Íslendskur væl- vilji dryppar í Føroyum — Tað verður eitt kærkomið høvi hjá fóroyskari mentan at gera vart við seg, sigur Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn til tilboðið frá íslendingum, sum bjóða fóroyingum lut í, tá ið Reykjavík verður europeiskur mentabýur ár 2000 Leivur Hansen, býráðsformaður í Havn, metir, at allir partar fáa gagn av, at fatanin millum grønlendingar, íslendingar og føroyingar verður betri TURIÐ KJØLBRO Íslendski høvudsstadurin, Reykjavík, er millum kosnu høvudsstadirnar, sum verða europeiskir mentanarbyir år 2000. Tad er Europa Sam- veldið, sum hevur kosið 9 býir, harav tríggjar norður- lendskar, nevniliga Reykj- avik, Bergen og Helsing- fors. Og vit kunnu bert imynda okkum, hvussu stóran týdn- ing tað fær fyri íslendskf mentunarlív at fáa henda heidurin. Ísland kann frammanundan breggja sær av at eiga eitt sera ríkt ment- unarlív, har mentanin fær 2,5% av Bruttotjóðarúrtgk- uni og so nógv letur einki annað norðurland mentan- ini. Men íslendingar eru ikki pírnir; teir ætla at fáa brødratj6dina fyri eystan, Føroyum, við. Tað kom fram, tá ið Guðrun August- dóttir, býráðsformaður í Reykjavík, var á privatari vitjan í Føroyum herfyri. Tá hitti hon umboð fyri býráðið í Havn og landstýrið. — Guðrun Augustdóttir segði, at hon fegin vil hava føroyingar við í tí, sum fer at henda í Reykjavík, tá ið býurin verður europeiskur mentabýur. Tí ætlaði hon sær at tosa við formannin í fyrireikingarnevndini, sum er sjålvur forsætismålaråd- harrin um henda spurning, sigur Leivur Hansen, by- ráðsformaður. Fáa føroyingar lut í stóra mentunartiltakinum í Reykjavík um tvey ár, kann hugsast, at føroysk mentan og list rættiliga kunnu gera vart við seg umframt at al- tjóða list og mentan verða at síggja í Føroyum. — Íslendingar eru 6gvu- liga góðhjartaðir, fyrikom- andi og vita ikki, á hvørjum beini teir skulu standa, tá ið vit vitja har. At vit fáa henda møguleikan er heilt ótrúligt og vit eiga at brúka hann, sigur Leivur Hansen. Gott samstarv Samstarvið millum Tórs- havn og Reykjavík hevur altíð verið gott, ikki minst, tá ið Poul Michelsen var býráðsformaður í Havn. Tað hevur ligið eitt sindur í dvala í ngkur ár, men nú hevur Leivur Hansen í hyggju at fáa rættiligt lív í aftur. Tá ið umboð fyri Tórshavnar býráð vitjaðu í Reykjavík í oktober í fjør skrivaðu Leivur Hansen og Ingibjørg Sólrun Gísladótt- ir, borgarstjóri í Reykjavík undir eina avtalu, sum ber í sær, at ein grunnur verður settur stovn, sum skal gkja um fatanina og samstarvið millum býirnar. Tað fer at bera til hjá fólki at søkja pengar úr grunninum, sum hava eini hvørji ørindi hjá hvør ødrum í tråd við andan í grunninum. Býráðið letur á hvørjum ári 50.000 krónur í Tórshavn-Nuuk grunni- num og sama upphædd verður nú sett av til Tórs- havn-Reykjavík grunnin, fyri fyrstu ferð í ár. Tilknýti millum høvuds- staðirnar Herfyri skrivaðu Dávid Oddson, íslendski forsetin, og Jonathan Motzfeldt, grønlendski landstyrisfor- maðurin, undir eina vitt- fevnandi avtalu um sam- starv á mentanar, politiska og á ødrum økjum. Tá ið Anfinn Kallsberg fer á vitj- an í Grønlandi seinni í heyst verður avtalan økt at umfata Føroyar eisini. — Tað fer at smitta yvir á høvudsstadirnar og føra við sær, at Tórshavn, Nuuk og Reykjavík fáa eitt tættari tilknýti. — Norðurlendsku høvudsstadirnir hava ofta lyndi til at líta eystureftir og aðra staðir, men standa vit meir saman kunnu vit betri gera vart við okkum og stóra gkið í útnorði. Sum er koma vit ikki rættiliga til orðanna fyri teim fólkaríku økjunum, sigur Leivur Han- sen, býráðsformaður. DanCenter í víka í frítíðaríbúð (Noreg) Hardanger Feriesenter 1 vika í Ur einane 9015, Pers Hotel i Gol ur €inan* 9.615.,- Easterhoull Chalets — %ians jannus 4 6 2 Á „> Pakkaferð til Islands við 7 daga úr einays innivist á 5. 34,- ;= Úr Foroyum mikudag dupultkarmar a: Á se verður annan vegin SF fo veg Por: Ring og hoyr meira! J.Bron 57 31 5900 e-mail: booking&smyril-line.fo