Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 1998síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 tíðindablaðið sostahrin Nr. 153 — 18. AUGUST 1998 Juliana úr Brasilia og Alex úr USA á barnalegu í Fóroyum ein heilan mánaða: Sum tað er deiligt at kunna anda so fríska luft í seg — Tað er deiligt at kunna anda so reina luft í seg, sum tit hava í Fóroyum. Og so at kunna leggja sec at sova, uttan at hugsa um at læsa hurðina. — Men tað er eis- ini deiligt at sleppa at ferðast uttan at hava for- eldrini við Aki BERTHOLDSEN Tær eru báðar 11 ár Tær eru báðar út einum av heimsins størstu londum Og tær eru báðar upp- vaksnar í stórbýum Men allan juli mánaða vóru tær í Føroyum, á al- tjóða barnalegu á Tvøroyri Og tær eru báðar samdar um, at hetta hevur verið eitt minni fyri lívið Juliana Wurmli Land- mann år Brasilia, vanliga nevnd Jú og Alexandra Joshua år USA, vanliga nevnd Alex, vóru tvey av børnunum, sum vóru á al- tjóða barnaleguni í Trongis- vági, ið endaði beint fyri Olavsøkun Hesa tidina hava børn år tilsamans 11 londum verið á barnalegu á á Tvøroyri. Umframt børnin úr teim- um 11 londunum, vóru eis- ini ungleiðarar úr tvermum ødrum londum ið eisini, so tilsamans vóru 13 tjóðir um- boðaðar á Tvøroyri hesar dagarnar Bernini komu úr Noregi, Svøriki, Tysklandi, Sveis, Italia, Jordan, Teilandi, Bra- silia USA, Fraklandi og úr Føroyum Ungleiðararnir vóru úr Egyptalandi og úr Finn- landi Hjá summum av børnun- um var tað ikki sért av eini kollvelting at koma til eitt av heimsins allar minstu londum. Ikki minst hjá Brasili- ansku Jú og amerikansku Alex, sum báðar eru úr tveimum av heimins allar størstu londum Og kollveltinginbleiv ikki minni av, at bådar harafturat koma úr býum so stórum, at tað kann vera ringt at ímynda sær. Jú er úr størsta býi í Bra- silia og tridstørsta býi í heiminum, Sao Paulo,, har í næstan 20 milliónir fólk búgva. $ Børn úr nógvum londum hittast á rættini í Sandvik. Vinsturmegin stendur Jú úr Brasilia og høgrumegin Alex úr USA, sum báðar royndu seg við ullarsaksinum. Tað var sjálvandi fyrstu ferð, tær royndu at klippa seyði, men tær fýrdu ikki fyri at fara undir hann. Børnini, sum standa aftanfyri og hyggja at, eru Annika úr Havn, við tasku á búkinum, Joe úr USA og aftanfyri Alex hómast Bisher úr Jordan Alex kemur úr ameri- kanska bilabýnum, Detroit, har einar fýra milliónir búgva. Tær koma báðar úr fam- iljum, sum eru væl fyri. Pápi Alex er hevur egið virki, har hann selur lutir til bilar og mamma hennara er sakførari Pápi Jú er evnafrødingur og mamman er heimagang- andi húsmóður. Teirra gerandisdagur heima líkist í nógvar mátar gerandisdegnum hjá før- oyskum børnum. I skålanum, sum Alex gongur í, eru 733 børn. Í hennara flokki eru 30 børn. Í skúlanum, sum Jú gong- ur í, eru gott 300 næmingar, og tey eru 17 í flokkinum. Aftaná skúlatíð spælir Jú flogbólt, tennis og handbólt og hon svimur eisini. Og hon spælir sjálvandi eisini við vinfólk. Antin koma tey heim til hennara at spæla, ella fer hon heim til onkran av teim- um Men øll frítíðin fer ikki bara til ítrótt og spæl, tí hon hevur hevur eisini tímar í enskum eftir skúlatíð. Alex svimur, henni dámar væl at súkkla og at koyra á rulluskoytum. Henni dámar eisini at hyggja í sjónvarp og so syngur hon í kóri. Ikki eitt orð um Føroy- ar Hvørgin teirra hevði hoyrt eitt orð um Føroyar, tå ið burtur ein heilan mánaða, er heimlongsul ikki nakar trupulleiki. — Onkuntíð hava vit longst eitt sindur, men er gingið yvir aftur skjótt „siga tær. Hóast nógv er gðrvísi í Føroyum, enn tað er heima, halda tær kortini ikki, at tað er so nógv gðrvísi. — Her er báði sjónvarp, video og alt, siga tær. Reint, frískt og smátt Men tó, okkurt er, sum tekur tær á bóli. Sum nevnt koma tær báð- ar úr stórplásum og eitt sum hugtók tær sera nógv í Føroyum, vóru, teir smáu skúlarnir. Alex vildi verða púra býtt, tá ið hon slapp í skúlan í Sandvík at hyggja og fekk at vita, at tað gingu bara 14 børn í øllum skúlanum. Hetta vóru eisini fyrstu „stórtíðindini“ hon hevði at fortelja øðrum legubørnum. Men tá ið vit bóður tær báðar Alex og Jú nevna tað, sum hevði hugtikid tær mest í Føroyum, nevndu tær Annika Skadhamar Olsen úr Havn, vinsturmegin og Alex úr Detroit, høgrumegin í einum av heimsins misntu skúlum, skúlanum i Sandvík. Annika er von vid smáar skúlar, so tað var onki løgi hjá henni. Men amerikanska gentan var heilt óvfarin av, at nakar skúli kundi vera so lítil tær komu hendavegin. Báðar høvdu hoyrt um Norðurlond og um Dan- mark, men aldrin um Før- oyar. — Men tá ið eg hoyrdi, at eg skuldi til Føroyar, fór eg á bókasavnið, har eg fekk fatur á onkrum bókum, og á einum kortið funnu vit akkurát Føroyar, sigur Alex. Jú sigur, at hon hevði funnið onkrar upplýsingar um Føroyar á Internetinum. So heilt ófyrireikaðar vóru tær kortini ikki. — Men tær eru báðar van- ar at Ferðast. Alex hevur verið fleiri staðni í USA, á Bahamas, Jameika og í Kanada. Jú hevur verið ymsa- staðni í Brasilia, í USA, á Galapagos, Suðurafrika og ymsastaðni í Karibiska Havinum. Men hetta er fyrstu ferð, at tær eru og ferðast, uttan saman við foreldrunum. Og tað eru tær báðar samdar um, er eitt tað besta við hesi leguni. Og hóast tær hava verið beinanvegin við ein munn tað reinu, frísku luftina — Tað er heilt fantastiskt at kunna anda so reina og fríska luft. Vit koma báðar úr stórbýum, har í luftin bart út sagt luktar í lorti. So hetta er heilt ótrúligt Men tær eru eisini sera hugtiknar av, at tað er so trygt í Føroyum.