Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-18, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. august 1998síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 153 — 18. AUGUST 1998 — T.d. tå ið tit fara frá hús- um, so læsa tit slett ikki út- hurðina. Tað er heilt óskilj- andi hjá okkum, at tað kann bera til. — gjørdu vit hetta heima hjá okkum, hevði alt verið stolið beinanvegin. Ella, sum Alex velur at siga tað: — Um vit løgdu okkum at sova á altanini, hevdi onkur burturflutt okkum um nátt- ina, tað er púra vist. - Men tað er deiligt, at tað kann vera so, sum tað er hjá tykkum. Her er ikki neyðugt, at verja fólk so væl, sum tað er hjá okkum Báðar halda tær eisini, at tað er deiligt, at tað er so stilt í Føroyum. — Í Føroyum kemur tað ofta fyri, at tað er púra kvirt og at tú ikki hoyrir eitt tað einasta ljóð Tað er ikki sum heima í einum stórbyi, har oyruni aldrin fáa hvíld, tí ta larmar so illa alla tíðina. Tað kemur ikki fyri, at ikki okkurt er onkustaðni, sum larmar. Jú, tað larmar illa at búgva í einum stór- býi, halda Alex og Jú. Og so hava tær lagt merki til, at tað eru ongi trød í Føroyum, men tað halda tær ikki ger nakað. Maturin er ødrvisi Og so er tad sjålvandi mat- urin. Alex sigur, at tað eta nógvan fisk, har hon kemur, men kortini ikki so nógv sum vit eta í Føroyum. Henni dámar ikki so mat- in so vælt. M.a. heldur hon, at maturin í Føroyum er nakað einstáttaður: Tað er mest breyð og fiskur, sigur hon Jú hevur onki ímóti mat- inum, tí hon etur alt, sigur hon. Hava gjørt nógv A leguni á Tvøroyri hava tey havt nógv at gera. — Vit hava lært nógv um tey ymsu londini og hava tíðindablaðið S082lun havt hver sítt tjóðkvgld. Tey hava eisini verið heilt uppi á Arnafjalli. Har gingu summir av út- lendsku leguluttakarunum seg fastar í brattanum, men tað spældi væl av. — Tá vóru vit eitt sindur bangin, tí har vóru so nógvir stórir steinar og onkur fór á bólt, sigur Alex. Tær hava eisini verið við árabáti úti á Tjaldavíks- hólmi, sum og tey hava sparkað á plenuni á Tvør- oyri og svomið í skúlanum. Annars siga tær báðar, at tær hava fingið nógv vin- Í Sandvík sluppu Alex, vinstrumegin og Annika, eisini at royna at geva einum veðri breyð. Einasti seyður, Alex hevdi sæð áðrenn, var á djóragarði fólk á leguni á Tvøroyri, eisini vinfólk, sum tey fara at varðveita samband við, eftir at tey eru komin heim. — Tað er ógvuliga stuttligt at hitta fólk úr gðrum lond- um og læra siðir og vanar hjá øðrum, sigur Jú Nú, tey hava verið á legu í ein heilan mánaða er tað ikki so galið at koma heimaftur. Men tær eru báðar samd- ar um, at tað verður stórur saknur í øllum, teimum børnunum, tey hava møtt á leguni. — Og tað verður eisini F.v. Ann Krista í Dali og Annika Skarðhamar Olsen úr Havn, Alex Joshua liggur fram eftir rommum og Juliana situr við kortablødum í hondini Ein dagin høvdi tey opið hús, at øll børnini vístu dansir, sum vóru sermerktir fyri teirra land Ikki minst var fagn- aðurin stórur, tá ið tey fronsku børnini dansaðu can can fyri áskoðarunum saknur í teirri frisku luftini. — Og ikki minst verdur tað saknur í tí, at kunna lata hurðina standa ólæsta, tá ið tú fert út, sigur Alex. — Og her eru tað heldur ongir fuglar, sum skvetta á bilin, leggur Alex afturat í skellilátri. Tað er nevniliga ein stór- ur trupulleiki í Detroit. Eitt skelkandi uppliv- ilsi Eitt upplivilsi, sum sum mundi festa seg fastari í minnið enn alt annað, tey upplivdu hesar dagarnar í Trongisvági, var tá ið tey róptu grindaboð í Hvalba Næstan allir luttakararnir á leguni tustu á dyr og sluppu sær upp í bilar og fóru til Hvalbiar. Tey søgdu, at bara ein a- merikanskur drongur var eftir, sum ikki vildi við. Grindadrápið var eitt skelkandi upplivilsi hjá teimum flestu og summi bæði grótu og illa lótu. Nógv teirra vóru eisini í gðini, tá ið tey komu aftur á leguna og lovaðu at skriva um hetta í bløðunum. Men tað eydnaðist legu- leiðarunum at sissa børnini aftur við at fortelja teimum um grind, grindadráp og hví, vit drepa grind. Tey sluppu eisini at tekna upp- livilsini burturav sær Og grindabúffarnar tey fingu til døgverda ótu tey flestu við góðari matarlyst Alex sigur bart út, at hon heldur at tað er kenluleyst og henni dámdi heldur ikki tvøstid Hon heldur at tad er skeivt at drepa hval, men hon veit ikki ordiliga hvi Jú dámdi heldur ikki at síggja grindadrápið Mær dámar sera væl hval. Og tað var so vakurt at síggja teir koma svimj andi inneftir - Tí dåmdi mær slett ikki at síggja menninar so koma og skera í teir við teimum stóru knívunum, og tað bløddi so ræðuliga illa Men hon leggur afturat, at hon veit, at tað veðrur gjørt fyri at útvega mat. Og hon heldur, at vilja vit hava kjøt, noyðast vit at góðtaka dráp. — Tað eru eisini við hvort at fólk øtast, tá ið tey koma til Brasilia og síggja, hvussu vit drepa hønungar. — Tað er matur so tað må drepast. — Tað er bara so ógvusligt, tá ið tað er fremmant og ókent. Hon heldur, at tá ið tú etur kjøt, hugsar tú ikki um, at hetta dýrið, sum kjøtid er av, er dripið fyri at tú kanst fáa kjøt. Tað er nógv gðrvísi at síggja dýrið verða dripið. Tí troystaði eg mær ikki at eta tvøstid, sigur brasilianska gentan. TROYGGJUR NIÐUR- DEILAR, JAKKAR, TOPPAR døv & i Tróndargetu tif. 31 82 00