týsdagur 18. august 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið S082V
Nr. 153 — 18. AUGUST 1998
Oljuvinnan skal ikki oyði-
leggja ella dålka umhvørvid
Rødan, sum Eyðun Elttør, oljumálaráðharri helt undir viðgerðini av lógmansróðuni
Røda løgmans er til vid-
gerðar, og fari eg at triva
eitt sindur i olju- og um-
hvørvismål, id eru tey måls-
øki, sum mær eru litin upp i
hendi at umsita.
or" málsekið »råevni í
undirgrundini< varð tikið
yvir á heysti 1992, hevur
miðvíst verið arbeitt við at
evna til grundarlagið fyri
eini komandi oljuvinnu á
føroyskum øki. Talan hevur
lutvíst verið um at fáa til
vegar neyðuga lógargrund-
arlagið, men eisini hevur
verið neyðugt at økja vit-
anina um jardfrødina, ser-
liga å landgrunninum.
Lógargrundarlagið kom
uppá pláss við lógini um
kolvetnisvirksemi, sum løg-
tingið samtykti í vár. Talan
er um væl avrikað lógar-
verk, ið hevur givið okkum
somu møguleikar at stýra
eini komandi oljuvinnu,
sum myndugleikarnir í okk-
ara grannalondum hava.
Í kolvetnislógini eru regl-
ur um forkanningar, leiting
og framleiðslu umframt
flutning av kolvetni á for-
oyskum gki. Nógvar åset-
ingar hava sum endamál at
tryggja myndugleikunum í
og harvið føroyska samfel-
agnum í innlit í virksemið
hjá teimum, sum fáa loyvi
at fara undir kolvetnisvinnu.
Dentur verður lagdur á, at
kolvetnisvinna á føroyskum
øki gerst so trygg sum tilber.
Náttúruviðurskiftini á okk-
ara leiðum seta stór krøv til
allar partarnar í eini olju-
vinnu, tí talan er um leiðir,
har dýpið er stórt, streym-
urin harður og bylgjurnar til
tíðir høgar.
Oljuvinna undir slíkum
umstødum er ikki vanda-
leys, og neyðugt er tí, at
myndugleikarnir seta feløg-
unum krøv, soleiðis at
tryggleikin og arbeiðsum-
hvervið er á høgum stigi.
Somuleiðis at neyðugt, at
verkafólkið er væl útbúgv-
ið, bæði tá ræður um teirra
starv, men sanniliga eisini
tá talan er um trygd og til-
búgving. Tíðindi bórust í
útvarpinum um dagarnar, at
nøkur av okkara verkafel-
øgum eru so smátt farin at
kunna seg við arbeiðsum-
støðurnar í norsku oljuvinn-
uni. Hetta er at gleðast um
og eg vóni, at fáast kann í
lag gott samstarv millum
myndugleikar, oljufeløg og
verkafeløg, soleiðis at vit í
felag kunnu virka fyri, at
arbeidsumstødurnar = hjá
teimum, sum í framtíðini
koma at hava sítt dagliga
virki í frálandsvinnu, verða
bæði góðar og tryggar
Eg kann í hesum sam-
bandi nevna, at oljumåla-
deildin i løtuni arbeidir vid
kunngerðum, ið hava til
endamåls meira neyvt at á-
seta krøvini um arbeidsum-
hvørvi, trygd og tilbúgving
sum kolvetnislógin nevnir.
Kolvetnislógin hevur eis-
ini ásetingar, ið hava til end-
amáls at verja umhvørvid,
men hesar kann eg venda
aftur til, tá eg seinni fari
undir at viðgera umhvørvi
sum heild.
Tó skal eg nevna, at end-
amálsorðingin í kolvetnis-
lógini leggur dent á, at virk-
semið verður soleiðis skip-
að, at neyðug fyrivarni eru
tikin fyri fiskiskapi. Henda
ásetingin verður tikin í álv-
ara. Í vetur hava oljumála-
deildin og Vaktar- og bjarg-
ingartænastan í felag bøtt
um treytirnar fyri at gera
seismiskar kanningar á før-
oyskum øki, m.a. soleiðis at
væl verður boðað frá, hvar
seismikkskipini til eina og
hverja tíð gera kanningar.
Atlanin er seinni at stovna
eitt samstarvsforum fyri
fiski- og oljuvinnu, og eisini
skal skaðabótanevndin
mannast, tá tíðin er búgvin.
Vitanargrundarlagið er
somuleiðis fingið til vegar.
Tulkingar av innkomnum
seismiskum data benda á, at
tað eru strukturir í undir-
grundini, sum áhugavert
kann verða at seta borin í.
Nógvar ymiskar forkann-
ingar eru gjørdar, og nú
verður hildið, at vitanin er
um at vera nóg holl til at
øki ella teigar kunnu bjóðast
út. Samstundis er einki
dulsmál, at nógvu oljufel-
øgini ella samtøkini av fel-
øgum, ið hava brúkt stórar
upphæddir at kanna før-
oysku undirgrundina, nú 6-
tolnast eftir at fara undir
veruliga oljuleiting á før-
oyskum gki, herundir leiti-
boringar.
Hetta førir okkum til tær
kanska týdningarmestu
reglurnar í kolvetnislógini,
t. e. reglurnar um sjálva
loyvisveitingina.
Landsstýrið hevur heim-
ild at veita loyvi at leita eftir
olju og jarðgassi á ávísum
økjum og sambært nærri á-
settum treytum, tó soleiðis
at teigarnir og almennu
loyvistreytirnar skulu áset-
ast við løgtingslog, áðrenn
boðið verður út.
Sum nevnt í løgmansrød-
uni og løglistanum er tad
min von at kunna leggja
uppskot til løgtingslog um
øki og treytir fyri 1. útbjóð-
ingarumfar fyri løgtingid
einaferð eftir nýggjár. Av-
gerðin um hetta verður tíkin
í samráð við løgmann, ið
varðar av samráðingunum
við bretar um landgruns-
markið. Vónandi verður um
ikki langa tíð funnin ein
samráðingarloysn á markn-
atrætuni, soleiðis at sleppast
kann undan at leggja málið
fyri altjóða dómstólin í
Haag.
Endar málið í Haag,
verða vit noyddir at kanna
møguleikarnar fyri kortini
at hava eitt útbjóðingarum-
far. Undir øllum umstødum
er tad min ætlan at bera so i
bandi, at fyrireikingarnar i
sambandi við 1. útbjóðing-
arumfar verða komnar so-
mikið áleiðis, at lógarupp-
skotið um øki og treytir
kann verða lagt fyri løgting-
ið beinanvegin marknamál-
ið liggur greiðari fyri.
Almennu loyvistreytirnar,
sum løgtingid skal taka
stóðu til, eru m.a. loyvistíð-
in; loyvisgjøldini; arbeiðs-
skyldur tvs. leitiskråin hjå
loyvishavaranum, t.d. talid
av boringum. Loyvini skulu
hava åsetingar um brik av
fóroyskari = arbeiðsmegi,
veitingar og tænastur frá
føroyskum fyritøkum v.m.,
umframt at åsetast skal,
hvadani loyvishavararnir
skulu reka sitt virksemi,
m.a. vid åtgerdarstødum.
Løgtingid gjørdi i vår ta
broyting i uppskoti lands-
stýrisins til kolvetnislóg, at
loyvini eisini eiga at krevja,
at allur flutningur av vørum
og fólki skal yvir føroyska
bryggju ella floghavn. Sam-
anumtikið kann tí verða
sagt, at løgtingsvidgeråin av
treytunum í sambandi við
1. útbjóðingarumfar verður
rætta høvid at taka upp
spurningar um vinnutreytir
í sambandi við eina kom-
andi oljuvinnu. Landsstýrið
vil royna at bera so í bandi,
at føroyskar fyritøkur
kunnu nyta eitt byrjanar-
skeid i oljuvinnu vid Før-
oyar sum lopfjøl til at
menna yrkisførleikan, so-
leidis at vinnan sum frålidur
hevur lættari vid at tillaga
seg broytingar og gerst
kappingarfør í altjóða høpi.
Løgmadur hevur longu
svarað Jóannesi Eidesgaard,
ið vildi vita nærri um av-
leiðingarnar, sum ein EBS-
avtala kann fáa fyri oljupol-
itikkin, umframt hverja
stóðu landsstýrið hevur til
útgerðarstgðir. Spurningin
um EBS-avtalu skal eg ikki
gera nógv burturúr, men
bara nevna, at sjálvandi
mugu okkara møguleikar
fyri at skipa ein oljupolitikk,
sum er Føroyum og før-
oyskum fyritøkum at gagni,
verða tikin við i myndimá,
tá okkara framtíðar vViður-
skifti við ES verða tikin til
viðgerðar. Um útgerðar-
stødir kann eg endurtaka, at
lógaruppskotið í sambandi
vid 1. útbjóðingar-umfar
eigur at åseta eitthvørt hes-
um viðvíkjandi. Eg eri
samdur við løgmanni í, at
tað er ógvuliga ivasamt, um
tað er skilagott at áseta við
lóg, hvar í landinum ein út-
gerdarstød skal liggja í ein-
um leitiskeiði, sum bert før-
ir til avmarkað virksemi, tá
leitiboringar fara fram. Eg
eri ikki samdur við teimum
sum halda, at um politisk
støda ikki verður tíkin til
åtgerdarstødir beinanvegin,
so hava politikkarar frá-
skrivað sær møguleikan at
stýra avgerandi pørtum av
eini oljuvinnu. Kolvetnis-
lógin ásetir beinleiðis, at
loyvishavararnir bert kunnu
stovna havstød ella virki og
útbúnað á landi at brúka til
kolvetnisframleiðslu, um
landsstýrið frammanundan
hevur góðkent eina leið-
byggiætlan. Helst er tað
rætta løtan til at taka spurn-
ingin um Utgerdarstød upp,
ti tå verdur talan um reglu-
ligt virksemi, vónandi í ára-
tíggju.
Í bløðunum verður spurt,
um landsstýrið ætlar at góð-
taka sjónvarpsfráboðanina
hjá onkrum oljusamtaki, ið
er farið undir virksemi í
Føroyum, um at tað ikki
verður rúm fyri at skatta
oljufeløgini. Til hetta er at
siga, at tað ivaleyst verður
landsstýrismaðurin í fíggj-
armálum, sum fi helst seint
í heyst fi fer at leggja fram
uppskot til løgtingslég um
kolvetnisskatt. Síðan er tað
møguliga onkur misskilj-
ing, tí á fundi við okkum
legði umboðsmaðurin fyri
oljusamtakið dent á sam-
bandið millum oljuprísir og
skattareglur. Tað var ikki
soleiðis, at samtakið hevði
hugsað sær at sleppa heilt
undan at gjalda skatt, t.d.
partafelagsskatt. Spurning-
urin var heldur, um tað er
ráðiligt at leggja serskatt á
oljufeløg nú oljuprísirnir
eru lágir.
Lítil ivi man vera um, at
okkara møguleikar fyri at
skipa eina komandi olju-
vinnu verða ávirkaðir av
oljuprísum og oljupolitisku
støduni í heiminum. Lågu
oljuprísirnir, sum seinasta
hálvárið hava verið á heims-
marknaðinum, m.a. orsakað
av kreppuni í Asia, minka
um fløguhugin. Samstundis
kappast nógv lond um olju-
iløgurnar. Eru okkara treytir
ikki kappingarførar við
onnur lond, sammett við
vánirnar fyri at finna olju,
so er vandi fyri, at fløgurnar
fara aðrar vegir. Tað kundi
tí verið uppá pláss, at ávarað
ímóti longu nú at fyrigyKla
sær eina norská oljuvinnu,
tí enn kenna vit lítið til ván-
irnar fyri at finna olju og
prísirnir eru sum nevnt lágir
sammett við 70fini, tå Nor-
eg bygdi upp sina olju-
vinnu. Harafturat vóru stórir
partar av heiminum ikki at-
komuligir hjá oljufeløgum,
t.d. Sovjet og Kina, partar
av Afríka, Asia og Suður-
amerika.
Uppgávan hjá myndug-
leikunum (landsstýri og
løgtingi) verður, bæði tá tal-
an er um kolvetnisskatt og
uppskotið um 1. útbjóðing-
arumfar, at bera so í bandi,
at funnin verður ein javn-
våg, sum tryggjar føroyska
samfelagnum sin part av so-
nevndu tilfeingisrentuni,
men samstundis tryggjar
oljufeløgunum somikið å-
hugaverdar leititreytir, at
tey vilja gera fløgur í Før-
oyum.
Mín vón er, at løgting og
landsstýrið fáa gott sam-
starv um hesi viðurskifti. Ég
vil í hesum sambandi takka
Thomasi Arabo fyri, at hann
í réðu sínu skoraði undir
hugsjónir mínar um olj-
umál.
Umhvervismál
Eg skal ikki gera nógv burt-
urår umhvørvismålum idag.
Tey fylla heldur ikki stór-
vegis í løgmansrøduni.
Kortini verður í røduni
nevnt, at møguleikarnir fyri
at gera havumhvørviåd til
føroyskt målsøkid burturav
eiga at verda kannadir.
Hetta kann taka nakad av
tid, og verður ríkislógartil-
mælið um nýggja lóg til
verju av havumhvørvinum
helst framlagt av nyggjum.
Uppskotið varð lagt fram i
vár, men fall burtur, tá val
varð útskrivað. Nýggj hav-
umhvørvislég er fortreyt
fyri at seta OSPAR-såttmål-
an um verju av havum-
hvørvinum í landnyrðings-
partinum av Atlantshavi-
num í gildi. OSPAR-sátt-
málin og nevndirnar, sum
virka undir honum, hava
týdning m.a. fyri eina kom-
andi oljuvinnu, tí her verður
ásett, hvørji evni, sum nýtt
verða í sambandi við olju-
leiting og framleiðslu,
loyvt er at láta út á sjógv.
Møguleikarnir fyri at gera
eina føroyska umhvørvis-
lóg, ið fevnir um land- og
havumhvørvid, eiga eisini
at verða kannaðir.
Í samgonguskjalinum
verður sagt, atFgroyar í al-
tjóða høpi skulu stríðast í-
móti dálking frá stóru ídn-
aðarlondunum á megin-
landinum. Slíkt arbeiðið
krevur, at Føroyar taka lut í
altjóða samscarvi av ymisk-
um slagi og fyri at gera tað
verður helst neyðgt at
styrkja umhvørvisfyrisjt-
ingina. Tí eigur + veroa
kannað. um tað letur seg
gá við verandi figgjar-
karmum at raðfesta um-
hvørvisfyrisiting hægri.
Aftur til ásetingarnar í
kolvetnislógini, ið hava til
endamáls at tryggja um-
hvørvid. Sjálv endamáls-
orðingin í kolvetnislógini
leggur dent á, at virksemið
verður skipað soleiðis, at
fyrivarni verða tikin fyri
umhvørvis- og náttúruáhug-
amålum. Hetta eigur at vid-
føra, at øll tilrættislegging
av oljuvirksemið, bæði hjá
oljufeløgum og myndug-
leikum, eigur at hava um-
hvørvismål í huganum. Aft-
urat hesum eru fleiri aðrar
ásetingar, sum viðvíkja um-
hvørvismålum, og kann eg
serliga nevna kravið um, at
gerast skulu metingar um
fylgjurnar, ið einstakar olj-
uverkætlanir kunnu hava
fyri umhvervið.
Nógv hava óttast fyri,
hvat verður at henda við
Eyðun Elttør,
landsstýrismaður í
oljumálum
okkara lutfalsligu óspiltu
náttúru, tá oljuleitingar og
seinni møguliga oljufram-
leiðsla tekur seg upp á før-
oysku havleiðunum.
Tað er vandi í hvgrjari
vælferð, men hendan hálv-
antriðja mánaðin, sum eg
havi verið landsstýrismað-
ur, hava nógv umboð fyri
oljufeløg vitjað. Uttan und-
antak hava umboðini havt
vøkru og ódálkaðu føroysku
náttúruna á orði, eins og tey
altíð gera nógv burturúr at
greiða frá, hvgrji stig júst
teirra felag hevur tikið fyri
at tryggja, at oljuleiting og
fiframleidsla ikki verður at
skaða náttúruna.
Nú kunnu tit kanska
halda, at eg eri heldur góð-
varin - bara soleiðis at lurta
eftir tí oljufeløgini siga. Tal-
an er tó ikki um góðvarni,
men heldur at vit taka olju-
feløgini uppá orðið og seta
teimum neyðug krøv.
Ég vil kortini gera vart
við, at oljufeløgini ikki bara
í orðum leggja dent á okk-
ara óspilta umhvørvi. Sam-
an við føroyskum kanning-
arstovnum, t.d. Fiskirann-
sóknarstovuni og Heilsu-
fróðiligu = Starvsstovuni,
hava oljufeløgini eftir åheit-
an frá Oljufyrisitingini tikið
seg saman um eina verk-
ætlan (GEM-verkætlanin),
ið hevur til endamáls at fáa
til vega ta vitan, sum neyð-
ug er fyri at leggja leitivirk-
semið til rættis á ein fyri
umhvervið skilagóðan hátt.
GEM-verkætlanin — sigst
vera eindømi í oljuvinnuni
tí hetta er fyrst» #49 EI
land hev» sngið oljufeløg
«« nýta pening til umhvørv-
ismål, áðrenn tey hava fing-
id tillutad teigar at leita å.
Hetta er somuleidis dømi
um, at okkara oljufyrisiting
higartil hevur havt gott
hegni at leggja komandi
vinnuna til rættis å ein skil-
agóðan hátt.
Harra formaður! Sum
landsstýrismaður í olju- og
umhvørvismålum fari eg at
virka fyri, at ein komandi
oljuvinna ikki verður at
oyðileggja ella dálka okkara
umhvørvi. Mín vón er, at vit
framhaldandi kunnu taka
undir við skaldinum Hans
A. Djurhuus, tá hann sigur:
Land mítt har grasið í líðum
grør,
og sólin skínur á bláan
fjørð,
og roykur upp yvir tekju fer,
og flóðin flødir um sand og
sker.
Takk fyri
Eyðun Elttør