týsdagur 18. august 1998síða 11
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 153 — 18. AUGUST 1998
11
ÍTRÓTTUR |
sosialurin, box 76, 110 tórshavn - tlf 31 18 20 - fax 31 47 20 - teldupost til ítróttin: emil Csosialurin.fo
Fótbóltur: Tað gekk, sum tað plagar at tørna út í 3. deild, tå Sumba
og TB tilsaman taptu 20-0 í málríkasta umfarinum nakrantíð
Fótbóltslandsliðið fór í fyrradagin
av landinum, og í hesi vikuni er
mest spennandi spurningurin,
hvussu tað fer at gangast okkara
monnum, tá teir í annadkvøld fara
at stríðast í Sarajevo og Bosnia,
sum vit hava hoyrt so nógv synd-
arligt um í so mong ár. Vit vóna
sjálvandi øll, at tað fer at gangast
Allani Simonsen og hansara
monnum væl har niðri, men vit
ásanna samstundis, at uppgávan
verður ógvuliga torfør. Í blaðnum
í dag hava vit eitt sindur frá lands-
liðnum, og landsdysturin fer eisini
at seta sín dám á ítróttarsíðurnar í
morgin og aftur fríggjadagin. At
Føroyar spæla landsdyst í morgin
ger, at umrødan av 1. deild kvinn-
um og 3. deild ikki verður í blaðn-
um fyrrenn hósdagin.
Fleiri met
Tilsaman vórðu tað hesa ferð skot-
in 33 mál. Hetta er tað mesta,
síðani 1. deild í 1988 varð víðkað
úr átta og upp í tíggju lið, og okk-
um kunnugt er tað ongantíð áður
komið fyri, at so mong mál eru
skotin í einum umfari.
Tað er heldur ikki komið fyri
áður, at tveir dystir í sama umfari
eru endaðir 10-0. Metið í mál-
skjóting í einum dysti hesi árini
er ellivu. Tað er tiltikid, tá KÍ á
heimavølli í 1990 vann 6-5 á MB,
eftir at miðvingar høvdu verið á
odda 4-0. Í fjør og í fyrraárið
vórðu ellivu mál skotin í einum
dysti. Í fjór vann B36 8-3 móti ÍF
í Gundadali, og í fyrraárið vann
HB 9-2 móti TB á Sevmyri.
Tað er komið fyri áður, at lið
hava tapt meiri enn 10-0. Tá ÍF
fyri knapt tríati árum síðani royndi
seg fyri fyrstu ferð í 1. deild, løgdu
teir rygg til nøkur veldug tap, m.a.
vann HB bæði 14-2 í Gundadali
og 13-1 í Fuglafirði ímóti teimum.
Botnurin leyp úr
Tað var ikki óvæntað, at TB fór at
tapa í Klaksvík, og at Sumba á
heimavelli fór at tapa móti B36. Í
báðum fórum var tað toppur móti
botni.
Men tað var óvæntað, at tapini
fóru at vera so stór. Hetta ber sam-
stundis boð um, at tey bæði suð-
uroyarliðini eru sera illa fyri. Síð-
ani summarsteðgin hevur Sumba
tapt tríggjar dystir 0-22, og TB
hevur fingið eitt stig við málmun-
inum 1-13. Um sjálvsálitið og
hugurin hjá spælarunum at stríð-
ast fáa eitt skot fyri bógvin, so er
einki at siga til tað. TB er trý stig
frá at sleppa undan beinleiðis nið-
urflyting, og við úrslitunum hjá
sumbingum síðani summarfrítíð-
ina í huga er tað framvegis ikki
óhugsandi, at tvgrámenn fara at
sleppa av aftasta plássinum, men
so krevst tað, at okkurt kemur í
stigaposan sum skjótast.
Komandi umfar hittast hesi
bæði suduroyarlidini á Sevmyri.
Annan sunnudag skal TB norður
til Fuglafirðar, og skuldi tað hent,
at TB vinnur báðar hesar dystirn-
ar, so eru teir í handavend komnir
rættuliga fitt frá aftasta plássinum.
Órímuligt krav til GÍ
Stríðið í Europa Cup bara hálvt
annað samdøgur undan longu
ferðini til Vágs var ov mikið hjá
GÍ, sum mátti lúta í Vági. Í tíggj-
unda umfari vann GI 5-1 móti
NSÍ. Í ellinta umfari vann NSÍ 4-
Í móti VB, og hesa ferð vann VB
3-1 móti GI. Tað er ikki rímuligt,
at skráin hjá Europa Cup liðum er
so krevjandi, sum hon var hjá GÍ
í síðstu viku.
GÍ tapið ger, at teir eru trettan
í 1. deild
stig frá oddaliðnum, og við allari
virðing fyri gøtumonnum, so
kunnu vit sláa fast, at tað vinna
teir ikki inn aftur. Spurningurin
er, um teir fara at megna at vinna
stríðið um eitt pláss í Europa Cup,
har teir hava verið fimm ár á rað.
Teir skulu vinna seks stig inn á
B36 fyri at røkka triðja plássinum,
sum kanska fer at geva rætt til
luttóku í UEFA Cup, og tað skulu
gøtumenn megna, samstundis sum
teir hava strævna ferð niður til
Ungarn og dyst móti MTK at
hugsa um.
Framvegis spenningur
Í toppinum høvdu úrslitini hesa
ferð við sær, at HB styrkti um sína
oddastødu. Ikki at teir fóru longri
frá KÍ, enn teir vóru undan um-
farinum, men heldur at nú er eitt
umfar minni at fáa HB aftur í.
Klaksvíkingar eru framvegis
næstu kappingarneytarnir hjá HB.
B36 hevur tikið seg nógv fram og
er nú á heiðursmerkjaplássi, sum
í løtuni gevur rætt til luttøku í
Europa Cup komandi ár.
Bæði HB og KÍ skulu sunn-
udagin spæla torførar útidystir. KÍ
skal til Runavíkar, og HB skal til
Gøtu. Um KI missir stig, og HB
vinnur komandi sunnudag, so er
FM kappingin so at siga avgjørd,
og so verður ikki nógv meiri enn
æran at spæla um, tá HB fer til
Klaksvíkar 20. september. Men
um HB missir stig, og KÍ vinnur
komandi sunnudag, so kann talan
gerast um sannan gysara, tá HB
fer til Klaksvíkar.
Hóast sannførandi sigurin til KÍ
móti TB, so eru klaksvíkingar ikki
so støðugir, at tað kann roknast
við, at teir vinna hvgrja ferð, og
hóast HB vann móti NSÍ, so vísti
avrikid bæði hesa ferð og tá HB
Lesið eisini
ítróttin á
Internetinum
www.sosialurin.fo
D
Jón Pauli Olsen hjá VB kom aftur á málskjúttaralistan hesaferð.
Súni Olsen rakti stongina, men skotið elvdi til málið hjá GÍ, sum
kortini tapti 1-3 móti vágbingum
tapti móti B36, at oddaliðið er at
tosa við.
Tí kunnu vit síggja fram ímóti
einum sera spennandi vikuskifti,
og spenningurin um FM heitið
verður varðveittur nakað afturat.
$tórur munur
Í 2. deild kappast leirvíkingar og
sandoyingar um beinleiðis upp-
flyting. Bæði liðini vinna hvørja
ferð, og halda tey fram við at gera
tað, so verður tað rættuliga avger-
andi, tá oddaliðini bæði hittast í
Leirvík leygardag 5. september.
Eitt samrøduevni, sum aftur og
aftur verður tikið fram, er, hvussu
stødid í 2. deild er sammett við 1.
deild. Hesa ferð vann LÍF 1-0 á
heimavelli móti næstbesta Gl
liðnum, sum stríðist fyri lívinum
Mynd: Álvur Haraldsen
í 2. deild, og B71 vann 2-0 á
heimavelli móti teimum næst-
bestu hjá NSÍ, sum eru aftast í 2
deild. Fyrr í summar vann besta
liðið hjá NSÍ venjingardyst móti
LÍF. Úrslitið var 13-0! Men tað
skal ikki leggjast so nógv í, siga
teir í Leirvík, tí dysturin vardi í
triggjar hålvleikir, og NSÍ setti
fleiri ferðir fleiri frískar menn inn
Men nú ræður tað fyrst og
fremst um stríðið í krígsherjaða
Bosnia-Hersegovina. Vit ynskja
landsliðnum alt tað besta í ann-
adkvøld, og vit vóna í blaðnum í
morgin at frætta har niðri frá.