týsdagur 18. august 1998síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 153 — 18. AUGUST 1998
Vágamenn vunnu
uppibornan sigur
í Gundadali
Toftamenn megnaðu ikki at halda fast, tá ÍF legði trýst á móti endanum
Mynd: Jonhard Hammer
B68 soplaði
sigurin burtur
Fótbóltur: Vóru yvirmannaðir og
á odda við tveimum málum, til tað
bara restaðu níggju minuttir
Tá toftamenn næstsíðsta
leygardag fingu javnleik í
Gøtu, kendu teir tað sum
meiri enn hálvan sigur,
sjålvt um teir høvdu verið
frammanfyri tvær ferðir, og
sjálvt um teir høvdu havt
møguleikar at skora sigurs-
málið.
Leygardagin fingu teir
javnleik á heimavelli móti
ÍF, og tað var ikki so und-
arligt, at kenslan var ein
heilt onnur. Tí seks minuttir
eftir steðgin var ein av mið-
verjunum hjá IF, Høgni
Hansen, vístur av vellinum
fyri hevnisøku, og um miðj-
an 2. hálvleik fór B68 eftir
lítlari létu frå 1-1 og upp á
3-1.
Tað vil siga, at alt bendi á
heimasigur, og tað var held-
ur ein spurningur um,
hvussu stórur sigurin fór at
vera, heldur enn um gest-
irnir fóru at koma afturíaft-
ur.
Men so dummaði B68
seg, so tað stóð eftir í. Olaf
Højgaard, sum er verju-
kendur miðvallari, varð
skiftur út, og lítla løtu seinni
noyddist Jan Petersen, sum
er ålitisfullur verjukendu:
miðvallari, at taka seg av
vøllinum eftir at hava verid
offur fyri harðligari takling.
B68 liðið tóktist ikki at
taka sær serligt ikki tykni
av hesum. Teir lupu á við
øllum miðvallarunum, og
fleiri ferdir var um reppid,
at teir skoradu bædi til 4-1
og 5-1, men teir fingu ikki
I fleiri fórum lógu fýra
toftamenn eftir frammi, tá
IF hevði vunnið bóltin av
teimum og við tí tilfarinum,
sum teir høvdu, royndu at
seta mótálop í gongd. Tað
hevði aftur við sær, at í
onkrum álopum komu fugl-
firðingar í yvirtal, og eina
ferð bar hetta mál við sær.
Tað vóru níggju minuttir
eftir, tá Bárður á Lakjuni
stútaði innlegg år høgru og
aftur um alla toftaverjuna í
kassan, og so trúðu fuglfirð-
ingar uppá møguleikan.
Men at tað eydnaðist teim-
um at javna var orsakað av
veldugari verjuvillu. Fýra
minuttir restaðu, tá fuglfirð-
ingar spældu langan bólt
fram eftir miðásinum. Bæði
Jákup Djurhuus og JákupEli
Olsen høvdu møguleika at
fáa hann burtur, men teir
lótu sum einki, tí málverjin
rópti, at hann hevði. Men
hann var ov seinur út, og so
var tað løtt søk hjá Bárðuri
á Lakjuni at smoyggja sær
ímillum og skora.
Stór frøi á fuglfirðingum
á og kring vøllin, og ei und-
ur í, at toftamenn hingu við
høvdinum. Í evstu létu var
um reppið, at teir fóru heilt
í kjallaran, men langskotið
hjá Bárðuri á Lakjuni fór
omanfyri málið.
Sterri vilja
Tað hevur gingið stak illa
hjá IF í år, og við hvørt hava
avrikini borið brá av einum
ávísum máttloysi.
Soleiðis var ikki hesa
ferð. Viljin var stórur, og
kraftin í nærdystunum var
stórri, enn tað ofta hevur
verið at sæð.
IF hevði í útgangsstøðuni
bara Mariniak á toppinum,
meðan Egil Zachariasen ar-
beiddi nógv aftanfyri. ÍF
hevði yvirvág fyrstu løtuna,
tå heimaliðið var sera spakt,
og tað var ikki óvæntað, tá
Mariniak eftir seks minuttir
stútaði innleggið frá Ás-
lakki R. Petersen úr vinstru
og í kassan.
B68 omaná
Eftir málið vaknaði heima-
liðið, og ein lítlan hálvan
tíma seinni høvdu teir javn-
að.
Uppskriftina hava teir
brúkt fleiri ferðir fyrr í ár,
og onkra aðra ferðina hevur
årtøkan eisini verið stór.
Qssur Hansen sendi horna-
spark úr høgru og flatt út
móti brotsteigarsamankom-
ingini, og Jan Petersen
sparkaði úr 18 metrum hart
og flatt millum vinir og
fíggindar og dygst inn við
stólparótini.
So sat B68 á tí mesta, og
serliga eftir steðgin og út-
vísingina vóru teir greitt
omaná. Spælið var ikki altíð
so sannførandi, og vong-
verjarnir hjá B68 vóru lítið
við í framrættaða spælinum,
men hóast tað fekk heima-
liðið fleiri møguleikar.
Tað restaðu 20 minuttir,
tá Øssur Hansen úr 17 metra
fjarstødu sendi hart og
skrúvandi uttanum Erling
Joensen, og lítla létu seinni
bríkslaði dómarin fyri
brotssparkið til B68. Orsøk-
in til dómin var, at Piotr
Krakowski, sum stutt eftir
skifti seg sjálvan út, hevndi
seg inn á Fróða Benjamin-
sen, ið stóð illa í eygunum
á fuglfirðingum eftir útvís-
ingina, og fekk gula kortið
fyri tað. Andréy Stakhánov
avgreiddi úr ellivu metrum,
og so var spurningurin,
hvussu stórur sigurin fór at
vera, og hvør fór at gera
málini. Ossur Hansen rakti
í stólpan, og aðrir toftamenn
høvdu upplagdar møguleik-
ar, men sigurin fór upp í
royk, tå teir gloymdu verj-
upartin og ikki vóru nøgdir
við tvey máls sigur. ÍF fekk
møguleikan at koma afturí-
aftur, og teir høvdu viljan
og hepnið, tá teir royndu at
taka av. jh
TERII NIELSEN
Tað hevur gingið striltið
hjá 2. liði hjá HB eftir
summarsteðgin, eftir at
teir vóru heilt frammi í
oddinum, tá ið kappingin
var hálvrunnin. Leygar-
dagin spældu teir sín
triðja landskappingar-
dyst í seinnu hálvu, og
eins og í hinum báðum
dystunum taptu teir,
hesaferð móti FS Vág-
um.
Í dystinum leygardag-
in, sum var leiktur, eftir
at HB og NSI høvdu leikt
í 1. deild, gekk spælið
rættiliga javnt. Vága-
menn høvdu tó munin,
og tað vóru eisini teir,
sum høvdu so at siga all-
ar målmøguleikarnar.
Serliga var tad sørving-
urin Hilmar Hansen, sum
spældi ein sera góðan
dyst á miðvgllinum hjá
vágamonnum.
HB hevdi hinvegin
stórar trupuleikar við at
spæla seg til nakrar mál-
møguleikar. Liðið misti
í heilum bóltin í upp-
spæli, og tískil fingu teir
báðir áleypararnir, Hart-
vig Joensen og Eyðun
Samuelsen, sera lítið at
arbeiða við.
FS Vágar hevði eisini
fleiri heilt stórar mál-
møguleikar, men mál-
verjin hjá HB, Bárður Jo-
hannesen, prógvaði, at tá
Kaj Leo Johannesen
einaferð geyst við 1.
deildarfótbólti, so hevur
felagið ein fullgóðan av-
loysara í honum. Einar
tríggjar reisur mundu tey
flestu síggja bóltin í mál-
inum hjá havnarmonn-
um, men so var Bárður
har og fekk bjargað.
HB enn einaferð
10 menn
Tá ið HB leikti sín fyrsta
dyst í seinnu helvt móti
grannunum í B36, fingu
teir ein mann útvístan
nakað inn í seinna hálv-
leik. Hetta sama hendi
leygardagin, tá ið inn-
skifti Uni Mortensen
fekk sína seinnu ostaflís
eftir tvær ógvusligar
takklingar.
Í dystinum móti B36
skoraði = årstalsfelagid
beint eftir útvísingina og
vann dystin 1-0. Vága-
menn gjørðu tað sama,
burtursæð frá, at teir ikki
skoraðu fyrr enn einar
tíggju minuttir fyri leik-
lok. Hilmar Hansen fekk
bóltin inni á HB-hálvuni,
hann sneiddi tveir verju-
leikarar av, og áraka
brotsteigarmarkið
smekkaði hann bóltin í
málið, hóast Bárður Jo-
hannesen hevði hendur-
nar á kúluni.
HB fekk sín størsta
målmøguleika í dystinum
nakrar fåar minuttir fyri
leiklok, tå ið Hartvig
Joensen fyri opnum måli
skallaði bóltin beint á
málverjan hjá vágamonn-
um. Tað hevði eisini ver-
ið órímuligt, um havnar-
menninir høvdu ognað
sær annað stigið, tí fel-
agsliðið úr Vágum var
tað nógv betra liðið í
dystinum.
EB/Streymur
avgjørdi í fyrra
hálvleiki
EMiL L. JACOBSEN
Felagsliðið hjá EB og
Streymi brúkti seinasta
korterið av fyrra hálv-
leiki til at avgera alt, tá
B36 vitjaði á Eiði.
Hetta seinasta korterið
fingu sundalagsmenn trý
mál, og tað var ov nógv
hjá ungu B36-monnun-
um at taka inn aftur.
Haldór Joensen setti
hol á, eftir at heimaliðið
hevði spælt bóltin væl
aftur og fram rundan um
brotsteigin hjá havnar-
liðnum. Tað endaði við,
at Haldór var fyrri á ein-
um bólti enn B36-mál-
verjin, og hann hevði
lætt við at leggja EB/
Streym á odda.
Tað gekk ikki lang tíð,
so lá bólturin aftur í mál-
inum hjá B36. EB/
Streymur fór í mótálop,
og bólturin varð stungin
fram gjøgnum B36-verj-
una til Dånjal Magnus-
sen, sum økti til 2-0.
Og stutt eftir hetta var
Haldór Joensen aftur upp
á spæl og skoraði til 3-0.
Seinni hálvleikur var
komin í helvt, tá Jórgen
Meitilberg megnaði at
minka til 1-3, men skjótt
mistu B36-ararnir mótið,
og EB/Streymur, sum
legði størsta dentin á
verjupartin, hevði ikki
teir stóru trupulleikarnar
av at koyra sigurin heim.
B36 heyði bóltin nógv,
men liðið hevur ikki tað
neyðugu framdriftina,
sum tørvur er á.
Við leikaratilfarinum
hjá EB/Streymi er út-
gangsstødid sum oftast
verjukent. Av tí sama er
tað torført at fáa nakað
burtur úr móti teimum, tá
teir eru komnir fram um
við eini tveimum málum,
so sum tað hendi leygar-
dagin.