týsdagur 18. august 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
ítróttar SOSlalrin
Nr. 153 — 18. AUGUST 1998
Bosnia-Herzegovina:
Ellivu út
>kanónføði<
VLADIMIR NOVAK
Bosniska fótbóltssamband-
ið varð stovnað 17. juli
1992 — tveir mánaðir eftir
at borgarakríggið í hesum
gamla lýðveldinum í Jugo-
slavia brast á. Men orsakað
av krígnum gingu nærum
trý ár við so at siga ongum
fótbóltsvirksemi yvirhøvur.
I 1995 varð ein landsfevn-
andi fótbóltskapping spæld,
men ikki fyrr enn í 1995/96
var tann fyrsta veruliga
landskappingin spæld í
Bosnia-Herzegovina.
Í maí 1995 fekk Bosnia-
Herzegovina royndarlima-
skap í FIFA, og eitt ár seinni
bleiv landið alment limur í
FIFA og UEFA. Fyrsta stóra
stigið framá var, tá landið
var við í lutakastinum til
undankappingina til HM í
1998. Henda altjóða góð-
kenningin var eitt skump í
ryggin til alt annað fótbólts-
virksemi í einum landi, sum
í meir enn trý ár hevði verið
miðdepul í einum ræðulig-
um kríggi.
Við ríka jugoslaviska fót-
bóltsarvinum í huga síggja
bosniarar seg ikki sum out-
sidarar. Og tað prógvaðu
teir longu í teirra fyrstu und-
ankapping við at fáa 9 stig í
teirra undanbólki til kapp-
ingina í Fraklandi (tveir
sigrar á Slovenia og ein víð-
agitin 3-0 sigur á Danmark).
Harafturat eigur ein ikki at
gloyma, at teir vunnu 2-1 á
Ítalia í einum vinardysti í
Sarajevo, og at teir í einum
útidysti bert taptu 1-0 móti
Brasilia (Ronaldo skeyt
málið beinleiðis upp á frí-
spark). Nú — á gáttini til
undankappingina til EM í
2000 — stíla teir enn hægri.
— Eg haldi, at okkara lið
kann spæla upp móti favo-
rittunum í okkara bólki,
Skotlandi og Kekkia, sigur
nýggi bosniski landsliðs-
venjarin, tann 54 ára gamli
Dzemaludin Musovic.
Hvat kann føroyska liðið
so vænta sær mikudagin?
Hvussu sterkt er landsliðið
hjá Bosnia-Herzegovina?
Tað er rættiliga sannlíkt,
at vertslandið byrjar dystin
við sterkast møguligu upp-
stilling — við ellivu monn-
um, sum spæla í fremmand-
um kappingum. Spælistílur-
in víkir ikki nógv frá stílin-
um hjá Kroatia (nummar trý
í HM í Fraklandi) og Jugo-
slavia (millum tey seinastu
16 í Fraklandi). Sjálvandi
merkir tað ikki, at steðið á
bosniska landsliðnum er á
hædd við tað hjá Kroatia og
Jugoslavia, men tað skerst
ikki burtur, at bosniska liðið
á mongum gkjum líkist hin-
um báðum.
Lyklaspælararnir spæla
við liðum so sum Bayern
Miinchen, Borussia Dort-
isetar
moti Føroyum
Fótbóltur: Hóast landsliðið hjá Bosnia-Herzegovina ikki fór at spæla dystir
fyrr enn fyri tveimum árum síðani, er tað longu sloppið av við heitið
mund, AS Monaco, Tene-
rife, Fenerbahce Istanbul,
Croatia Zagreb... og tað er
nóg gott prégv um stødid á
bosniska landsliðnum.
Venjarin Dzemaludin
Musovic, sum var hjálpar-
venjari hjá Ivica Osim, tá
liðið hjá gamla Jugoslavia
endaði á fimta plássið í HM
í Italia í 1990, tók við starv-
inum eftir at undankapping-
in til Fraklands var av (und-
angongumaðurin Fuad
Muzurovic gjørdist venjari
hjá Adanaspor í Turka-
landi), men hann var við í
landsliðsarbeiðnum longu
áðrenn tað.
Hansara týdningarmesta
uppgåva er at gera eitt sterkt
lið burtur úr sterkum ein-
staklingum og at styrkja um
verjuna, sum var veikasti
liðurin í HM-undankapp-
ingini.
Hverjir eru so teir týdn-
ingarmestu spælararnir?
Hasan Salihamidzic verður
mettur sum ein av evnarík-
astu áleyparunum í týsku
bundesliguni í løtuni. 21 ára
gamli framherjin við eini
fortíð í Hamburger SV
spælir í vinstru síðu, hann
er skjótur og sera væl fyri
tekniskt. Salihamidzic legg-
ur upp til nógv og kann eis-
ini sjålvur enda ålopini.
Tann 31 ára gamli lið-
skiparin Meho Kodro er
maðurin við flestu altjóða
royndunum. Tann 1,88 m
høgi maðurin úr Mostar er
ein klassiskur senterforward
og er longu í hált við sítt
sjeynda ár í sponskum fót-
bólti (Real Sociedad, Bar-
celona, Tenerife) og var eis-
ini á landsliðnum hjá gamla
Jugoslavia.
Spælskiparin er 26 ára
gamli Elvir Bolic úr Fener-
bahce Istanbul. Hann kann
eisini spæla sum áleypari.
Bolic er ein sera tekniskur
spælari. Tá hann í 1991/92
spældi við Reyðu Stjørnu úr
Beograd, sóu viðhaldsfólk-
ini í honum eftirmannin hjá
Dejan Savicevic, sum longu
tá spældi við AC Milan.
Seinni gjørdist Bolic ein
stór stjórna í turkiskum fót-
bólti.
Ein annar tydningarmikil
maður á miðvgllinum er 26
ára gamli Sergej Barabarez
frá Borussia Dortmund.
Hann er eisini sera væl fyri
tekniskt og er serfrødingur
í málgevandi sendingum.
Barabarez fór úr Mostar, tá
kríggið brast á, og hevur
síðani skapt sær eina karri-
eru í týskum fótbólti. Hann
byrjaði í Hannover 96 og
fór síðani til Union Berlin,
áðrenn hann gjørdi sáttmála
við Hansa Rostock og nú
altso Dortmund.
Um ein so leggur sera
evnarika 22 ára gamla Elvir
Baljic úr Fenerbatice Ístan-
Allan Mørkøre og hinir føroyingarnir fáa ivaleyst
nógv at gera mikukvøldid, tá landsliðið spælir móti
Bosnia í Sarajevo
Mynd: Álvur Haraldsen
bul afturat listanum, sæst
skjótt, at styrkin hjá bosn-
iska landsliðnum er í álop-
inum. Men tað merkir tó
ikki, at Bosnia-Herzegovina
ikki eisini eigur sterkar og
støðugar spælarar í verjuni
og á miðjuni. Í verjuni er
eitt nú 29 ára gamli Suad
Katana úr Adanaspor í
Turkalandi, 28 ára gamli
Muhamed Konjic úr Mon-
aco, og 26 ára gamli Sead
Kapetanovic úr VfL Wolfs-
burg. Og á sentrala midvøll-
inum er tann sterki vinstra-
føtti Edin Mujcin (28 år) úr
Croatia Zagreb.
I 20-mans stóra hópinum
hjå Bosnia-Herzegovina
móti Føroyum eru bert tveir
spælarar úr heimligu bosn-
isku kappingini: Eykamål-
verjin Mirsad Dedic år FK
Sarajevo og åleyparin Al-
medin Hota år Bosna Vis-
oko.
Ein onnur styrki hjá liðn-
um er, at motivatiónin er
risastór, tí teir eru framvegis
nýbyrjarar á stóra altjóða
fótbóltsvellinum. Hóast
summir av spælarunum
kanska ikki eru so áhugaðir
í politikki, er eingin ivi um,
at tað eisini hjá teimum er
ein serlig kensla at spæla
fyri Bosnia-Herzegovina
sum ein óheft tjóð.
Hóast føroyska liðið ikki
er nakað lokkandi mótstøð-
ulid, kann ein rokna við, at
tað verður heitt í Sarajevo.
Kanska verður Kosovo
Stadion — karmur fyri set-
anina av olympisku vetrar-
leikunum í 1984 - ikki heilt
fylt. Men í Sarajevo vænta
tey, at eini 20.000 í øllum
fórum fara at koma til dyst-
in og fara at stuðla sínum
liði av heilum hjarta. Eins
og tey gjørdu fyri tveimum
vikum síðani, tá FK Sara-
jevo spældi returdyst móti
Germinal Ekeren í UEFA
Cup-kappingini (dysturin
Vladimir Novak er free-lance blaðmaður og hevur
endaði 0-0). Hóast ein 1-4
ósigur í Belgia skaptu
heimaáskoðararnir eina 6-
trúliga atmosferu og studl-
aðu sínum liði allar 90 min-
uttirnar.
Dzemaludin Musovic av-
gjørdi ikki at brúka ov langa
tíð til fyrireikingarnar. Hann
vildi heldur, at spælararnir
hjá sær, sum allir júst eru
byrjaðir upp á eitt nýtt kapp-
ingarár, spældu fyri síni lið
runt um í Europa.
Ein av týdningarmiklastu
uppgávunum hjá venjaran-
um undan dystinum miku-
kveldið verður at sannføra
sínar spælarar um, at tað
ikki loysir seg at undirmeta
måtstødulidid. Annars er
almenna hugsanin í Bosnia
meir ella minni, at >tað er
bert ein spurningur um,
hvussu nógv mál vit fara at
fáa móti fiskimonnunum úr
Føroyum«.
Musovic veit nógv um
føroyska liðið. Tað ljóðaði
ikki bert sum diplomatiskt
gestablídni, tá hann segði
við Sosialin:
— Eg havi sæð fleiri dystir
á sjónbandi, og eg veit, at
liðið hjá Allani Simonsen
hevur gjørt rættiliga stóra
framgongd seinastu tvey ár-
ini. Tíðin, tá teir vóru við
bert fyri at vera við, er av.
Teir hava vunnið Malta tvær
ferðir. Teir mundu fingið
javnleik móti Slovakia. Teir
taptu báðar dystirnar móti
frálíka kekkiska liðnum við
bert 0-2, sigur Musovic
— Eg sá eisini seinasta
dystin hjá teimum, har teir
taptu 0-5 móti Estlandi,
men mistu málmannin eftir
tjúgu minuttum orsakað av
einum reyðum korti. Sjálv-
andi rokni eg við, at liðið
hjá mær spælir væl og vinn-
ur, men vit mugu ikki fara
inn til henda dystin og
rokna við eini málveitslu,
sigur bosniski venjarin.
fyrr skrivað um Jugoslavia, haðani hann er ættaður,
og teirra fótbóltslandslið í Sosialinum. Hann skal
eisini umboða Sosialin í Sarajevo til landsdystin
mikukveldið