týsdagur 18. august 1998síða 15
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 153 — 18. AUGUST 1998
ítróttar
hn Mm
Málveitsla i Sumba
Fótbóltur: B36-ararnir vístu seg sum óhgviskar gestir, tá teir fóru úr Sumba
við trimum stigum og tíggju málum
Munurin millum toppin og
botnin í 1. deild var ongan-
tíð so týðiligur sum í Sumba
leygardagin, tá B36 vitjaði
á Krossinum.
B36 vann dystin 10-0, og
menn vita ikki um stórri sig-
ur í 1. deild í >nýggjari tíð<.
Samstundis vann KI eisini
10-0 á TB í Klaksvík, og
hetta má sigast at vera ben-
sin á bálið hjá teimum, sum
ynskja at minka talið av lið
um í 1. deild.
Eftir at John Petersen í 8.
minutti hevði fingið hol á
*
móti Sumba og sjálvur gkti
til 2-0 åtjan minuttir seinni,
var dysturin longu av gjørd-
ur. Tå hevdi Sumba enn ikki
havt nakra veruliga roynd å
B36-málið, og havnarliðið
fekk trý mál afturat áðrenn
hálvleik. Jákup á Borg skeyt
øll trý, og gjørdi sostatt reint
hat-trick, og so brúkti hann
enntá bert átta minuttir til
at gera tað.
Umframt tey fimm málini
høvdu John Petersen og
Mikkjal Thomassen eisini
hvør sfna roynd å træverkid
áðrenn hålvleiksstedginum.
I hinum endanum var
Sumba nærmast við, tá Egin
Høgnesen var komin ov
langt út eftir einum bólti,
sum hann sparkaði út, men
bólturin endaði beint hjá
einum sumbingi, sum kort-
ini ikki megnaði at raka
málið, tá hann royndi at
lobba upp um B36-málverj-
an.
Við hålvleiksstøduni 5-0
var seinni hålvleikur bert
ein spurningur, um sumb-
ingar fóru at verja fyri at
avmarka tapið, ella um teir
fóru at leypa á í royndini at
fáa okkurt málið, so úrslitið
bleiv eitt sindur vakrari.
Teir valdu tað seinna,
men tað eydnaðist teimum
ikki at fáa mál, hóast bæði
Jan Poulsen og Georg
Kjærbo høvdu okkurt til-
boð. Í staðin helt málveitsl-
an fram í hinum endanum,
og bæði Jákup á Borg og
John Petersen gjørdu eitt
ordiligt lop á málskjúttara-
listanum.
Sumbingar skerdir
Sumba manglaði Dánjal Jo-
han Joensen (leikbannaður)
og Sonna Kjærbo (skadd-
ur), og tað hevur eisini sett
síni spor, at Eirikur Joensen
ikki er við meir.
Og sumbingar verða
heldur ikki fullmannaðir til
sera tydningarmikla dystin
móti TB á Tvøroyri kom-
andi vikuskiftið, tí tá góðir
tíggju minuttir vóru eftir, sá
Georg Kjærbo gult fyri aðru
ferð og verður hann sostatt
leikbannaður til dystin á
Sevmýri.
B36 spældi betri í fyrra
enn í seinna hálvleiki, tá tað
ikki var so nógv eftir at
Nino Milankovic setti hol
á málskjótingina í seinna
hálvleiki
Mynd: Alvur Haraldsen
Jákup á Borg (v.m.) og John Petersen høvdu alla
orsøk til at fegnast aftan á dystin móti Sumba
leygardagin. Teir skutu tilsamans niggju mål
spæla um. Men hóast mun-
urin á liðunum leygardagin
var stórur, er B36 fyrsta lið,
sum hevur verið á Krossin-
um og vunnið uttan trupul-
leikar. Fyrr hava bæði B68
og HB verið í Sumba og
hava verið heppin at kunnað
farið norður um aftur við
øllum stigunum, og hvørki
IF ella TB fekk nakað við
sær heim aftur úr Sumba.
Men úrslitið leygardagin
bendir á, at Sumba-liðið í
dag ikki er so gott sum tað
hevur verið fyrr í kapping-
ini. Nú kappingin er so langt
útliðin, er stutt ímillum leik-
Mynd: Alvur Haraldsen
bannini, og tå skadar eisini
gera fortreð, verður tað sera
trupult hjá einum liði sum
Sumba, sum ikki hevur so
nógv fólk at taka av, at
standa seg, serliga móti
teimum ovastu liðunum.
B36 sær hinvegin út til at
vera komið sera væl fyri seg
eftir hálvvánaligu fyrru
helvtina av kappingini, og
at árstalsfelagið í løtuni
hevur besta álopið í Føroy-
um, er einki at taka seg aftur
í. Leygardagin skutu Jákup
á Borg og John Petersen
níggju av teimum tíggju
málunum, B36 fekk
B71 dró tað
longra stráið
Tað var oddaliðið í 2. deild,
sum spældi ímóti botnliðn-
um, og hóast tað ikki sást á
úrslitinum, at munurin var
so ógvuliga stórur — B71
vann 2-0— so var tað serliga
í 2. hálvleiki stórur munur
á spáum. Tá hevði
NSI bara ein stóran møgu-
leika at fåa mål, og teir fing-
u eisini bóltin inn um Valde-
mar Novisci, men linjuverj-
in kolldømdi málið. Tað
vóru teir í Runavík alt ann-
að enn nøgdir við. Jack Jak-
obsen, sum hesa ferð var í
álopinum saman við Sonna
L. Petersen, stóð rangstadd-
ur, tá hann stútaði innleggið
úr høgru frå Rúna Rasmus-
sen í málið, men teir mettu
ikki, at hann var rangstadd-
ur, tá bólturin varð sendur
innfyri. Tað metti linjuverj-
in, og so var stødan fram-
vegis 2-0.
Tað gekk ein so góð lýta,
áðrenn yvirvágin hjá heima-
liðnum bar årtøku við sær,
at tað var ikki frítt, at kensl-
an av, at tað kanska fór at
enda við, at útiliðið fór at
tiltuska sær eitt mál, breiddi
seg. Men soleiðis gekk ikki
alíkavæl.
Hjá B71 var Páll á Reyna-
túgvu tryggur aftasti maður.
Í álopinum vóru Rúni í Soy-
lu og Torbjørn Jensen (hesin
seinni nevndi og Jógvan Jón
Petersen fóru eftir vikuskift-
ið av aftur landinum og vera
ikki við aftur komandi leyg-
ardag). Eli Hentze sat
skaddur á beinkinum.
Tað var miðvallarin i
vinstru, Jónsvein Bærent-
sen, sum skoraði bæði mál-
ini. Hitt fyrra stútaði hann
afturum seg, tá 25 minutir
vóru farnir. Málið kom eftir
horna og tvær ferðir út frá
NSI verjuni.
Seinna málið kom, tá 37
minuttir vóru farnir. Eftir
NSI málspark vann B71,
Rúni í Soylu streyk igjøgn-
um í vinstru, og Jónsvein
Bærentsen skuldi bara stýra
innlegginum í kassan.
Í 2. hálvleiki hevði B71
gott iak á støduni. Tað sást
at onkrir av spælarunum hjá
NSÍ vóru ikki í venjing, og
Meinhard Poulsen í NSÍ
málinum fekk seg fleiri
ferðir rættuliga royndan, og
hann stóð væl.
Tað sær eitt sindur tungt
út hjá NSÍ, sum nú fær vitj-
an av HB og síðani skal til
Leirvíkar. jh
Javnleikur í Hvalba
TeERJI NIELSEN
I fótbólti er tað so, at tað
eru málini, sum telja. Ikki
er tað nokk at hava megin-
partin av spælinum og so at
siga allar målmøguleikar-
nar. Hetta noyðast hvalbing-
ar at staðfesta eftir lands-
kappingardystin í 2. deild í
Hvalba leygardagin millum
Royn og Kl.
Royn legði hart út
Hvalbingar løgdu trýst á
verjuna hjá klaksvíkingum
beinanvegin. Hetta gav eis-
ini úrslit, tá ið bert átta min-
uttir vóru leiktir av dystin-
um. Royn spældu bóltin
fram eftir vellinum, har
hann endaði hjá Eyðstein
Jacobsen, sum spældi bóltin
víðari til Njál Niclasen.
Komin nakað inn í brots-
teigin hjá klaksvíkingum,
spældi Njálur bóltin út aftur
til Eyðstein Jacobsen, sum
var staddur beint uttan fyri
brotsteigin, og hann smekk-
aði bóltin í málið til 1-0 til
hvalbingar.
Spælið var fyri tað mesta
á KÍ hálvuni í fyrra hálv-
leiki, og hvalbingar høvdu
nógvar målmøguleikar, sum
teir tó ikki gjørdu sær dælt
av. Liðini fóru tí til hálvleik
við støduni 1-0 til heima-
liðið Royn.
Javnadu beint
eftir stedgin
Tað vóru bert leiktir fimm
minuttir av seinna hálvleiki,
tá ið klaksvíkingar javnaðu.
Ein høgur bóltur bleiv send-
ur inn um verjuna hjá Royn,
har tann kviki Høgni Kasta-
lag rann frá øllum, og í aðru
atløgu eydnaðist tað honum
at senda bóltin fram við
Sosialurin — fimm ferðir um vikuna
Fylg við ítróttinum í Sosialinum
málverjanum hjá hvalbing-
um og í málið til javnleik
1-1.
Heimaliðið helt tó fram
við at trýsta á KI málið, men
tá ið einir 20 minuttir vóru
leiktir av seinna hálvleiki,
fingu hvalbingar ein mann
útvístan, og hetta gjørdi, at
klaksvíkingar komu meira
við í spælið. Tó so, eftir at
teir vóru skerdir til 10 mans,
høvdu hvalbingar tvey skot
á stongina og eitt á tvør-
stongina. Bólturin vildi tó
ikki inn í málið, og tískil
noyddust liðini at taka til
takkar við einum stigi í part.