týsdagur 18. august 1998síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 153 — 18. AUGUST 1998
NSÍ stríddi seg til stig
og tveitti so alt frá sær
Fótbóltur: Oddaliðið var ikki sannførandi, men NSÍ evnaði ikki at taka av, tå
stig stóðu teimum í
Tá tú ert á oddaliðnum, so
er viljin hjá øllum mótsteð-
umonnunum serliga stórur
at vinna á tær. Og tá tú spæi-
ir á oddaliðnum, so hevur
tú oftast hepnið við tær
Vit hoyra ofta tikið til
hetta, og í báðum førum
passaði hetta, tá NSI vitjaði
HB leygardagin
Askoðararnir vóru langt í
frá so nógvir, sum teir plaga
at vera sunnudag, og tá tað
verður spælt mánakveld,
men kassameistarin hjá HB
leggur neyvan nógv i, at teir
mistu nakrar túsund krónur,
um tað í síðsta enda fer at
vísa seg, at sigurin á NSI
fer at verða avgerðandi fyri
FM heitið og harvið eina
boði
millión frá UEFA.
Upp og niður
Talan var um ferðmikla
uppgerð. Spenningurin var
alla tíðina til staðar, men tað
var bara í løtum, at spælið
var, sum tað sømir seg odd-
aliðum, og uppløgdu mál-
møguleikarnir vóru fáir.
Gestirnir úr Runavík høv-
du ikki so stóra virðing fyri
oddaliðnum, at tað sást aftur
í avrikinum fyrstu løtuna, tá
teir vóru omaná. Kristian
Høgni Jacobsen var einsa-
mallur fremstur, og Gert
Langgaard var beint aftan-
fyri hann. Vid teimum båd-
um å odda og vid fløtum
bóltum um beinini á HB
miðverjuni, sum trívist best,
tá teir fáa bóltin í høvdid,
men sum tykist ótryggari,
tá spælt verður rundanum
teir, megnaði NSI at seta
dám á, og teir høvdu eisini
onkrar royndir.
Eftir níggju minuttir sást
fyri fyrstu ferð, at hetta fór
ikki at verða dagurin hjá
evnaríka, nógv uppsetta og
ágrýtna Kristian Høgna Jac-
obsen. Hann bjóðaði HB
miðverjuni av, stakk fram-
um teir, og Hans á Lag tók
beinini undan honum. Væl
staddi Petur Erhard Kjærbo
bríkslaði og fór í lumman.
Kortið var gult, og tað kann
tosast nógv og leingi um,
tað var rætti liturin ella ikki.
Men Kristian Høgni Jac-
obsen fekk ikki langa løtu å
vøllinum, eftir at hann var
feldur. 20 minuttir vóru
farnir, tå hann og Hans
Fróði Hansen lógu eftir á,
eftir stríð um luftbólt, og
smeiturin, av at fáa tunga
verjuspælaran omaná seg,
var so mikið álvarsamur, at
besti álopsmaðurin hjá NSI
noyddist at taka seg úr
stríðnum.
Hetta tók gestunum dygt,
og smeiturin gjørdist ikki
minni av, at venjarin — mest
líkt í flogbóltsdysti — valdi
at gera fleiri rokeringar.
Mál og meguleikar
HB kom smátt um smátt
Súni Fríði Johannesen var ikki blíður móti gamla
felagnum hjá sær. Hann gjørdi bæði málini fyri HB,
sum vann 2-1 á NSI
Savnsmynd: Ålvur Haraldsen
fyri seg, og tá fyrra umfarið
var hálvrunnið, lá tað longu
í luftini, at teir fóru at fáa
mál. NSI lat seg kroysta
langt aftur á egna hálvu, og
nógvir av spælarunum
gjørdist ósjónligir, trilvandi
og máttleysir. Í veruleikan-
um vóru tað bara Dánial
Hansen og Sjúrður Jacob-
sen í verjuni, Kári Hansen
og Eyðstein Skipanes á
midvøllinum, og so Gert
Langgaard, sum var fluttur
fram í spissin, ið kundu vera
nøgdir við teirra avrik
seinnapartin av fyrra umfar-
inum, tá hinir ikki vildu vita
av bóltinum og sparkaðu
hann burtur, tá teir fingu
hann
Hóast midvøllurin hjá HB
tóktist tunnur, og saknurin
í Rúna Nolsge var stórur,
so yvirtóku teir, og tað vóru
fleiri ábendingar um, at
leiðslumálið fór at koma.
Súni Fríði Johannesen
streyk úr høgru og innfyri
málið, men royndin fór við
síðuna av, Rói Årting var
tætt við, eftir at Magni á
Lakjuni hevði lagt innfyri
úr vinstru, og Magni á Lakj-
uni var sjálvur tætt við, tá
hann yvirplaseraði eitt vet
úr 19 metrum.
HB fekk hol á, tá 32 min-
uttir vóru farnir. Dejan
spældi Petur Hammer á
høgra vongverja hjá NSÍ, og
meðan miðverja og alt liðið
var á veg fram, fór send-
ingin hjá honum í beinini á
Magna á Lakjuni, sum úr
25 metrum stakk mitt fyri
til Súna Fríða Johannesen
Hann sneiddi miðverjan og
málverjan av, og so var 1-
0, og tað lá í luftini, at HB
fór at vinna sannførandi, tí
nú bar teimum til at dúva
uppá kontramøguleikar.
Viðvent í holuni
Men tað gekk tvørtvr ímóti.
Seinna umfarið reistu NSI
seg aftur, og tað fór at líkjast
einum lidavriki. Saman-
spælid batnadi, og møgu-
leikarnir fyri samanspæli
gjørdust ikki verri av at eft-
iransingarnar hjá HB ikki
vóru sannførandi — hvørki í
verjuni ella å midvøllinum.
Kåri Hansen, sum striddist
og spældi væl á midvøll-
inum, har hann fekk rikiligt
av plássi, hevði tvær næskar
royndir, sum ávikavíst
vórðu hálvbjargaðar av Kaj
Leo Johannesen og í evstu
løtu beindar til horna.
Og trettan minuttir undan
leikloki javnaði Kári Han-
sen, tá hann var púra leysur
mitt fyri. Gert Langgaard
átti annars alt málið, sum
tað var. Stutt frammanfyri
midstrikuna fekk hann
sending fram við linjuni frá
Kára Sigvardsen (byrjaði á
vongverjanum í høgru, men
varð fluttur á miðvellin, tá
Kristian Høgni fór út)
sneiddi Hans á Lag av sær,
setti kós móti brotsteigin-
um, krúllaði framvið fyrr-
verandi liðfelaganum í LÍF,
Hans Fróða Hansen, og
hevði orku og yvirblikk at
leggja skrátt aftureftir til
Kára Hansen. Eitt sera væl
spælt mál.
Um Petur Mohr iðrar seg
gulan og grønan um, at
hansara menn beinanvegin
mistu javnleikin, so er tad
væl skiljandi.
I stadin fyri at binda um,
halda tørn og taka bestikk
av støduni, áðrenn teir fóru
at hugsa um møguleikan at
vinna, so seldu tríggir bólt-
fokuseraðir NSI spælarar
seg, tå teir f ovurhuga lupu
í bólthaldaran í høgru verj-
usíðu. Andrew av Fløtum
gjørdist påra leysur, og inni
undir málinum var Súni
Fríði Johannesen blankur
og kundi prika upp í
nettakið, áðrenn verjan fekk
tikið seg saman at takla.
Væl spælt av HB, men 6-
vanliga jånkaligt verjuspæl
hjå NSI, sum ikki megnadi
at koma afturíaftur. -
Síðstu løtuna, tá NSÍ verj-
an var tunn, tí nógvir vóru
frammarlaga, kundu Allan
Mørkøre (ikki so væl upp-
lagdur sum ofta fyrr í ár),
Andrew av Fløtum og Súni
Fríði Johannesen havt økt,
men tað mundu bæði teir og
viðhaldsfólkini gloyma, tá
dómarin hevði bríkslað fyri
síðstu ferð. jh
Í
Leirvíkingar eru aftur farnir
at tosa meiri og meiri um 1.
deild. Tað hava teir annars
ikki gjørt serliga nógv av,
síðani teir í 1993 fluttu nið-
ur og samstundis mistu
nógv av fólkinum.
hvíta KÍ-búnan út við
tann grøna hjá LÍF
Men nú tykist felagið
vera komið fyri seg aftur,
bæði viðvíkjandi spælaratil-
fari, åhuganum hjá bygda-
fólkinum og harvið fíggjar-
liga stuðlinum, sum er so
neyðugur.
Komandi vikuskifti hava
teir torføra uppgåvu vesturi
í Vágum, áðrenn NSÍ og
B71 koma at vitja í Leirvík,
og so er ikki so torført at
ímynda sær, hvat tosið í
Leirvík fer at snúgva seg
FY LÍF sigur í tættari
MÆ grannauppgerð
um næstu dagarnar.
Grannauppgerðin móti
GÍ var akkurát so tøtt, 6-
ruddulig og torfør, sum tað
var roknað við framman-
undan. GÍ hevði góða
manning: fyrrverandi LÍF
spælarin, Rúni Joensen var
í málinum, Samson Nesá
var í miðverjuni saman við
Jón Sigurdi Gleðisheygg,
Erland Tvørfoss og Tumm-
as Magnussen vóru á mið-
vellinum saman við Hjalta
Dalheim, og í álopinum
vóru Pól Andreas Jacobsen
og Heini Heinason. Einki
sást til leirvíkingin Petur
Sjúrðarberg, sum annars
plagar at vera í álopinum.
Hann var í Vági við 1.
deildarliðnum, og tað
mundi honum dáma væl!
Men hóast góða manning,
so spældi Gl ikki væl.
Heimaliðið var fyri tað
mesta omaná, og tað lá í
luftini, at teir skuldu vinna.
Mitt í I. hálvleiki fekk
Kristian Eliasen bóltin í
málið, og leirvíkingar vóru
ikki nøgdir vid kolldøming-
ina fyri rangstødu. ;
Einasta målid fekk LIF,
tå ein timi var spældur. Poul
Suni Dam, sum hesa ferð
var á miðvgllinum, fekk
bóltin frá framrættaða mið-
vallaranum, Hjørleifi Olsen.
Poul Suni gjørdist leysur, og
potaði millum beinini á
Rúna Joensen.
Rúni spældi annars væl
og bjargaði nærgangandi
royndum frá Olgari Daniel-
sen, Jonhardi Høgnesen og
Kristiani Eliasen, ið komu
innum verjuna hjá GÍ, sum
gjørdist alt tynnri, sum tíðin
gekk.
Í 1. hálvleiki var gøtu-
maðurin í LÍF málinum,
Trygvi Olsen, so at siga ar-
beiðsleysur, og í 2. hálvleiki
fór hann einar tvær ferðir
út at blokera innleggum.
Sigurin var tepur, men hann
var kærkomin hjá LÍF. Setn-
ingurin hjá Gl er framvegis
at halda seg omanfyri strik-
una. jh