Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. desember 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 238 - 13. desember 2003 Nr. 238 - 13. desember 2003 33 Bæði í Havn og í Klaksvík halda bókhandlarar, at í ár eru fleiri bøkur enn vanligt við í kappingini um at verða bestseljari. Eingin óvæntað bók er millum toppskorararnar, men í Klaksvík hevur eitt yrkingasavn selt óvanliga væl BØKUR Eyðun Klakstein Bókasølan í Føroyum er í hæddini í hesum døgum. Nógvir bókapakkar skulu undir jólatrøðini, og tær mongu áhugaverdu útgáv- urnar skapa eisini spennn- andi útboð. Í Bókasøluni í SMS selja tey fleiri bøkur í ár, enn tey gjørdu í ár. Ein orsøk til tað er, at tað eru fleiri bøkur, sum bjóða seg fram sum bestseljarar. – Í ár er trupult at siga, hvør bók verður mest seld, tí fleiri bøkur eru javnar og selja sera væl, sigur Kári Árting, sum hevur bók- handilin í SMS. Teir heitastu Kári Árting sigur, at nýggja bókin hjá Jógvani Arge, bókin hjá Petur Skeel Ja- cobsen um veðrið og bókin um John Dam selja væl. Tað ger kókibókin Lætt og leskiligt eisini, og nógv umrødda bókin Skjót jour- nalistin er eisini millum tær bestu. Nú er nýggj bók komin um Harry Potter, og í SMS vænta tey, at hendan bókin fer at selja heilt væl seinastu dagarnar áðrenn jól. Ein nýggj orðabók hevur eisini vind í seglinum, og føroy- ingar fara uttan iva at duga væl at taka til, tá ið tær mongu bøkurnar Steinur brestur fyri mannatungu eru komnar undan trænum og upp á borðið. Sigling og yrkingar í Klaksvík Í Klaksvík er mynstrið tað sama, sum tað er í høv- uðsstaðnum. Í Leikalund halda tey eisini, at fleiri bøkur enn vanligt selja væl. – Í ár hava vit ikki havt nakra einstaka bók, sum er rivin burtur, men fleiri út- gávur selja sera væl, sigur Edward Fuglø. Hann nevnir somu út- gávur, sum bókhandlarin í SMS, men leggur so aft- urat, at bókin Sigling og útbúgvin I hjá Óla Olsen, sjómansskúla-lærara, hevur selt væl í Klaksvík. Og so er tað eitt yrk- ingasavn, sum hevur verið nógv selt. Tað er fyrsta yrk- ingasavnið hjá Steintór Rasmussen, Føroyingar liva ikki av fiski eina – Eg veit ikki, um tað er tí, at Steintór er klaksvík- ingur, at yrkingasavnið hjá honum selir væl, men í øllum førum hevur tað selt óvanliga væl av einum yrkingasavni at vera, sigur Edward Fuglø. Einki óvæntað Skulu vit taka saman um bókasøluna, so ber tað til at siga, at sølan líkist sær sjálvari. Føroyingar eru glaðir fyri siðsøguligar bøkur, og ein kókibók er eisini altíð vælkomin. Nógv umtalaða bókin Skjót journalistin, sum er eitt nýtt slag av føroyskari útgávu, hevur eisini staðið seg væl, og tað var ikki óvæntað við teirri umtalu, sum bókin hevur fingið í fjølmiðlun- um. – Sølan hevur verið á leið soleiðis, sum vit høvdu roknað við frammanudan. Tað eru nakrar avísar sjang- rur, sum selja væl í Føroy- um, men kanska høvdu vit ikki roknað við, at so nógvar bøkur fóru at vera so javnar, sigur Kári Ár- ting, sum hevur Bókasøl- una í SMS. Í øllum førum ber til at staðfesta, at tað er nakað, sum eitur bókajól í Føroy- um. Fleiri bøkur enn vanligt selja væl C M Y K 33 32