Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-12-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 13. desember 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 238 - 13. desember 2003 Nr. 238 - 13. desember 2003 35 Tríggjar nýggjar jólafløgur eru komnar út í ár, men tær skulu kappast við fløgur sum Popplist 2, Frændur og M'as Blues Band, nú jólasølan av álvara kemur í hæddina TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Desember mánaði er ein gyltur mánaði, tá tað ræður um fløgusølu. Sølan av fløgum er góð alt árið, men seinasti mánaðin fyri jól er nakað heilt fyri seg. Og tað eru nógvar útgáv- ur, sum vilja verða við í gyltu søluni. – Vanliga eru tað einar fimm fløgur, sum selja rættiliga væl áðrenn jól, meðan tað eru aðrar, sum mugu lúta í hørðu kapping- ini, sigur Høgni Zacharia- sen, sum er leiðari fyri fløgudeildina hjá 3'aranum. Og fløgurnar, sum verða millum bestseljararnar í ár, verða uttan iva Popplist 2, nýtt fløgusett frá Frændum og jólafløgan Ein stjørna lýsti á nátt. Tríggjar jólafløgur Á hvørjum ári kemur onkur nýggj jólafløgu út, og so- leiðis er eisini í ár. Hesa- ferð er talan um tríggjar jólafløgur. Kristiliga kórið United Voices hevur givið eina jólafløgu út, og á útgávuni Ein stjørna lýsti á nátt syngja ymsir føroyskir sangarar jólasangir. Millum sangararnar eru Guðrun Sólja Jacobsen og Linda Holmberg. Útvarpið hevur givið jólakalendaran frá seinasta árið út á fløgu. Hetta var ein umfatandi og original framleiðsla við nýggjum tónleiki og eini góðari søgu. Tilfarið var so gott, at Útvarpið helt, at hon kundi gevast út á fløgu eisini. Undan jólum fáa gamlar jólafløgur nýtt lív, og mill- um jólafløgurnar, sum selja nógv eintøk á hvørjum ári, eru Eg eri so spent til jóla, Jólafløgan og Alex Bæ- rendsen. Frændur við øllum sínum Nú um dagarnar kom eitt nýtt fløgusett út, og tað er frá kanska kendasta og best umtókta føroyska bólkinum í nýggjári tíð – Frændum. Frændur komu við sínari fyrstu útgávu í 1984, og higartil hevur fyrsta útgáv- an bara funnist sum band ella lp-pláta. Men í nýggja fløgusettinum frá Frændum eru allar uppruna útgávur- nar hjá bólkinum savnaðar. Hetta verður uttan iva ein av útgávunum, sum fara at selja væl áðrenn jól. Ein onnur væl umtókt savnsfløga hevur longu verið á marknaðinum í fleiri vikur. Tað er Popplist 2, sum aftur í ár telist mill- um allarbest seljandi før- oysku fløgurnar. á Popplist 2 er blandað tilfar frá før- oyskum bólkum – bæði nýtt og gott gamalt. Aðrar útgávur Tað eru eisini aðrar útgáv- ur, sum eru komnar á marknaðin seinastu vikur- nar, og tær verða við í hørðu kappingini um jóla- søluna. – Tað eru komnar fleiri útgávur í ár, og talan er eis- ini um fleiri dygdarútgávur enn áður. Tí er kappingin hørð, heldur Høgni Zacha- riasen. Gospelbólkurin I AM hevur givið nýggja fløgu út, Elin og Óli hava savnað nakrar av teirra góðu løtum í barnaútvarpinum í sjeyti- árunum á fløgu, M'as Blues Band er komið við næstu fløguni, trummuspælarin í Clickhaze, Høgni Lisberg, roynir seg við soloútgávu og aðrar fløgur eru eisini komnar seinastu vikurnar. Popplist, Frændur og jól C M Y K 35 34