leygardagur 13. desember 2003síða 19
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 238 - 13. desember 2003
Nr. 238 - 13. desember 2003
37
Seinasta ár hildu
hjúnini, Birgit og
Ingemar Højgaard á
Toftum, jólaaftan í
Glyvradali – ella Uppi
á Dal, tey rópa.
Saman við børnum
sínum, Odu, Sirið og
Dáva, ótu tey dunnu
og mandlugreyt og
pakkaðu upp jóla-
gávur. Um kvøldið
hongdu børnini hosu
upp, og hóast jóla-
menninir vanliga
koma oman úr fjøll-
unum jólaaftan,
gloymdu teir ikki
børnini í Glyvradali.
Tey høvdu eitt hugna-
ligt jólaaftanskvøld í
íbúðini, sum hoyrir
til smoltstøðina í
Dalinum
ØÐRVÍSI JÓL
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Vanligt er at siga, at jóla-
menninir koma oman úr
hellum sínum á jólum.
Børnini, sum hanga sínar
hosur upp jólaaftanskvøld,
vænta sær okkurt morgunin
eftir. Og jólamenn eru trú-
fastir; teir "lumpa" ikki
børnini, soleiðis at einki er
í hosuni jólamorgun. Líka-
mikið, um tað er regn,
vindur ella stórkavi, so
kemur jólamaðurin altíð.
Børnini fara spent upp
jólamorgun - og ofta eru tey
tíðliga á fótum. Jú, mín
sann! Jólamaðurin hevur
verið; ein full hosa hongur
á songarstokkinum ella
liggur
á
náttborðinum.
Skjótt er alt hálað úr hosuni
– og kanska var onkur lítil
pakki eisini millum góð-
gæti. Tey fyrstu bommini
hvørva skjótt inn um varr-
arnar, og meðan lítli pakkin
verður latin upp, rulla
bommini aftur og fram í
munninum. Onkur mandar-
in verður etin, men skølini
fara ikki í pappírskurvina.
Tey vera liggjandi á nátt-
borðinum ella í seingini…
Skjótt flýtur kamarið við
pappíri, mandarinskølum
og restum av sjokolátu,
sum ikki gagnaðist so væl.
Jól millum fjalla
Flestu hava frí á jólum,
men ikki øll. Tað er altíð
onkur, sum noyðist at vera
til arbeiðis – eisini jóla-
aftan, tá ið familjur vanliga
hugna sær við einum góð-
um døgurðabita og seinni
pakka upp jólagávur og eta
mandlugreyt.
Jólaaftan í fjør noyddist
toftamaðurin, Ingemar Høj-
gaard, at vera til arbeiðis á
smoltstøðini í Glyvradali –
ella Uppi á Dal, tey rópa.
Men tað var eingin
trupulleiki hjá familjuni, tí í
Dalinum hava tey gist so
mangar ferðir áður. Har er
góð, rúmlig og snotulig
íbúð við øllum hentleikum.
Stova og køkur í einum,
tvey sovirúm, wc við brúsu
og skrivstova.
Fyri at vera saman við
manninum og pápanum,
avgjørdi familjan at halda
jólaaftan
uppi
millum
fjalla.
Sosialurin hevur skift orð
við konu Ingemar, Birgit
Højgaard og spurt hana,
hvussu hetta jólaaftans-
kvøldið var hjá familjuni -
henni, manninum og børn-
um teirra, Odu, Sirið og
Dáva. Tey eru í dag 13, 9 og
3 ára gomul.
Birgit sigur, at Ingemar,
sum bæði er elektrikari og
maskinmaður, loysti av á
smoltstøðini klokkan 10
jólaaftans morgun. Upp-
gávan hjá honum er at ansa
eftir, at motorar og skipanir
annars koyra, sum tey
skulu.
Jóladøgurði og gávur
- Eg og børnini fóru niðan á
Dal eftir døgurða at koyra
dunnurnar í ovnin. Heima
við hús hevði eg gjørt rís og
kókað sevju til mandlu-
greytin. Vit høvdu allar
jólagávurnar
og
tvær
mandlugávur niðan við
okkum. Øll vóru í góðum
hýri, og børnini vóru sjálv-
sagt sera spent til jóla-
gávurnar.
Uppi á Dal kókaði Birgit
eplini og brúnkaði tey, ið
brúnkast skuldu.
– Tá ið døgurðin var klár-
ur, sessaðust vit fimm.
Hetta var ein sera hugnalig
løta – ikki minst, tí jóla-
aftan er nakað serligt. Eftir
døgurðan pakkaðu vit jóla-
gávurnar upp, og børnini
vóru sum vera man ógvu-
liga spent. Hóast vit vóru
langt burtur frá øðrum fólki
hetta jólaaftanskvøld, vóru
børnini trygg og glað.
Birgit sigur, at hetta var
eitt ógvuliga hugnaligt jóla-
aftanskvøld.
– Vit høvdu tvær mandlur
og tvær mandlugávur niðan
Hildu jól uppi millum fjalla
Hjúnini, Birgit og Ingemar Højgaard, saman við børnum sínum, Odu, Sirið og Dáva
við okkum. Genturnar, Oda
og Sirið, fingu mandlurnar
og ognaðu sær gávurnar. Í
mandlugávunum var góð-
gæti. Hetta vóru tvær eskj-
ur við ymiskum bommum –
og báðar vóru eins.
Hon sigur, at Dávur, sum
bert var tvey ára gamal, var
ov lítil til at argast um, at
genturnar fingu mandlu-
gávurnar. Oda og Sirið
vóru báðar væl nøgdar.
Fingu í hosuna
Um kvøldið hongdu børn-
ini hosur upp, og hóast
jólamenninir vanliga leita
sær oman úr fjøllunum
jólaaftan, fingu bæði Oda,
Sirið og Dávur upp í fullar
hosur av øllum møguligum
góðum morgunin eftir.
– So, jólamaðurin var
ikki farin fram við hesa
náttina uttan fyrst at hava
verið inni á gólvinum við
góðgæti til børnini í Dal-
inum, sigur Birgit við ein-
um smíli.
Tá ið Ingemar var liðugur
við vaktina jólamorgun
klokkan 10, fóru tey øll
aftur til hús.
– Í ár hevur maðurin ikki
vakt jólaaftan, men nýggj-
ársdag. Verður veðrið til
vildar – og eingin kavi er,
fara vit væntandi niðanaft-
ur hendan fyrsta dagin í
nýggja árinum. Tað gleða
vit okkum til, sigur Birgit.
Hon heldur tað vera so
deiliga avstressandi at vera
í Dalinum, og henni dámar
sjálv so ógvuliga væl at
koma niðan hagar.
– Børnini stórtrívast eis-
ini og gloyma alt annað, tá
ið tey eru her. Tey renna og
spæla uttanum húsið og í
haganum – og nú hoyrir
eisini ein kettlingur til
íbúðina; tað ger ikki áhug-
an minni!
Birgit sigur, at gæs og
tarvkálvar hava gingið í
Dalinum, og hjá børnunum
hevur tað verið ein stutt-
leiki at fóðrað hesi kríatúr-
ini.
Vakurt og hugnaligt
– Hans Jacobsen hevur
gjørt umhvørvið uttan um
húsini so vakurt og hugna-
ligt við at planta og leggja
steinar og flísar.
– Jú, hann hevur dugað
ógvuliga væl at gjørt hetta
økið so serliga hugnaligt og
heimligt, sigur hon.
Teinurin av Lambareiði
og niðan á Dal er einar 5-6
kilometrar langur, og eing-
in trupulleiki er at koyra
niðan og oman, tá ið tátt er
í veðrinum.
– Gjøgnum árini hava vit
nógvar ferðir gist í íbúðini í
Dalinum, og fleiri ferðir
hava vit havt onnur børn
við okkum. Foreldrini hjá
mær og manninum hava
eisini vitjað okkum her
uppi, men tey hava ongan-
tíð gist.
Birgit sigur, at familj-
urnar hjá øðrum monnum,
sum arbeiða á smoltstøðini,
dáma eisini væl at gista í
íbúðini.
Fimm mans arbeiða á
smoltstøðini í Dalinum.
Hesir skiftast um at hava
vakt eitt kvøld um vikuna
umframt fimta hvørt viku-
skifti.
Birgit Højgaard, sum
hevur starvast innan Post-
verk Føroya síðan 1988, er
í løtuni í farloyvi, fyribils í
eitt ár.
– Eg havi avgjørt at
brúka hetta árið til at ansa
børnum í kommunalu dag-
røktarskipanini, sigur hon
at enda.
Tey sita til borð jólaaftan Uppi á Dal, Ingemar, Dávur, Sirið og Oda
Birgit og Dávur hava spákað sær ein túr oman móti Lambavík
Tey bíða spent eftir jólagávunum
Tað er ein stuttleiki at ambata kríatúrunum - og kettan ger ikki áhugan hjá børnunum minni
C
M
Y
K
37
36