leygardagur 13. desember 2003síða 20
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 238 - 13. desember 2003
Nr. 238 - 13. desember 2003
39
Børnini í Stórustovu í
Dr. Margrethubarna-
garðinum í Klaksvík
eru, sum øll onnur
børn í hesum døgum,
sera spent til jóla. Tey
stákast við mangt og
hvat fyri at stytta um
bíðitíðina. Bakstur til
jóla, dansa jólatræ og
ikki at gloyma jóla-
gávurnar. Øll vita tey
tó, hví vit halda jól
JÓL
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Inni í Stórustovu
er heitt og hugnaligt. Jóla-
tónleikur streymar út úr
hátalarunum. Børnini sita
og spæla við ymiskt. Tey
hava
ein
serstakan
spenning í andlitinum, og
tað sást á teimum, at tey eru
spent til jóla.
Annika, Karin, Torgeir,
Harriet og Lisa eru sera
prátingarsom. Tey greiða
frá onkrum loyniligum,
sum tey eru í ferð við at
gera í barnagarðinum. Okk-
urt um onkra gávu, sum
man bara ikki má siga
nakað um.
– Tað er ordiliga hemmi-
ligt, sigur seks ára gamla
Annika og læsir varrarnar
saman. Og harvið er greitt,
at tað nyttar onki at spyrja,
tí tað er loyniligt, so sigur
man ikki nakað.
– Hygg, vit hava blinki-
perur, sigur Lisa og peikar
á vøkru ljósketuna, sum
hongur um eina lampu inni
í Stóru-stovu.
Piparnøtur eru best
Lítla løtu eftir, at Sosialurin
er komin á gátt, fara tey
yvir í køkin at baka. Serliga
genturnar tosa nógv um
køkur og slikk, sum jú
hoyrir jólunum til.
Piparnøtur eru nakað,
sum teimum øllum dámar
sera væl. Í dag baka tey tó
ikki piparnøtur.
– Eg og mamma bakaðu
eplakøku ein dagin, sigur
Karin, sum eisini er seks ár.
– Mammusa piparnøtur í
ár, smakkaðu nógv betur
enn fyri tveimum árum
síðani, sigur Annika, með-
an hon snerkir eitt sindur.
So smílist hon og sigur, at
tær helst fara at baka meira,
tá tað nærkast jólunum
meira.
Og sjálvandi tosa tey
eisini nógv um jólagávur-
nar, sum helst ikki verða so
fáar í tali. Dreingirnir
ynskja sær serliga bilar og
action menn í jólagávur,
meðan genturnar ynskja
sær dukkur og klæðir.
Barbie er sjálvandi á ynski-
listanum.
Hetta eru øll børn, sum
fara
í
skúla
komandi
summar, so onkur væntar,
at ein skúlataska ella
pennahús fer at liggja undir
trænum.
Spurd, um hví vit halda
jól, eru tey øll skjót at siga,
at tað er tí, at Jesus var
føddur.
Fleiri kalendarar
Børnini tosa um teirra jóla-
kalendarar. Summi hava
fleiri. Sukurlátakalendara
og pakkakalendara.
– Eg havi fýra. Tríggjar
heima og so ein pakka-
kalendara hjá mostur, sigur
seks ára gamli Torgeir,
meðan hann vísir við fingr-
unum, hvussu nógv fýra er.
– Eg veit, hvussu nógvir
dagar eru eftir til jóla, sigur
seks ára gamli Ári brádliga
og reisir seg upp. Og so
rópar hann 16. Og tað held-
ur hann er ræðuliga longi.
Í Stórustovu hava tey
eisini ein jólakalendara.
Tað er ein øðrvísi kalend-
ari. Nógvar myndir, sum
børnini sjálvi hava litað,
hanga uppi á vegginum.
Ein mynd fyri hvønn dagin.
Og so taka tey eina mynd
niður.
– Mín kalendari er longu
tikin
niður.
Eg
hevði
nummar eitt. Skal eg siga
tær, hvat tað var, spyr Kar-
in, og so tekur hon hendur-
nar upp fyri munnin og
flennir.
– Ein jólavættur, sum
flúgvaði á eini gás.
Tá børnini hava tikið eina
mynd niður, verður ein
søga lisin fyri teimum.
Hetta er ikki ein søga, sum
passar til myndirnar, men
ein framhaldssøga, sum
teimum dámar avbera væl.
Jólavættur skrivar
Børnini í Stórustovu plaga
at fáa bræv frá eini jóla-
vættur. Hendan jólavættur
skrivar teimum eitt stutt
bræv, har hon biður tey
gera eitthvørt til jóla.
Hendan dagin stendur í
brævinum, at tey skula
heingja eina hosu upp, so at
vætturin veit, hvar hon skal
koyra allar gávurnar.
Longri niðri í brævinum
stendur, at hon fegin vil
hava børnini í Stórustovu at
gera jóladekoratiónir. Og
tað eru tey spent til.
Annars hava fleiri av
børnunum longu sæð jóla-
mannin í ár. Og tey vænta,
at hann kemur á vitjan, tá
tey fara at dansa jólatræ í
barnagarðinum.
Vit eru so spent til jóla…
Børnini í Stórustovu eru sera spent til jóla. Og tey hava úr at gera í barnagarðinum til jóla við bæði einum og øðrum. Tó halda tey, at tað er
ræðuliga longi at bíða
Mynd: Bárður Lydersen
Smákøkur skulu bakast til jóla, og børnunum dámar avbera væl at stákast í køkinum. Hendan dagin baka tey onkrar jólaligar
smákøkur við marengs
Mynd: Bárður Lydersen
C
M
Y
K
39
38