leygardagur 13. desember 2003síða 21
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
40
Nr. 238 - 13. desember 2003
Nr. 238 - 13. desember 2003
41
Vit hava vitjað á
Norðoya Ellis- og
Vistarheimi og hugt
at, meðan Jastrid og
Judith kókaðu
kleynur og bakaðu
horn. Kleynurnar eru
so at siga feittfríar -
og um tað, hornini
verða fylt við, er
soltið, kunnu eisini
tey eta, sum ikki tola
feitt
JÓLABAKSTUR
Rúna Sivertsen
runa@Sivertsen
Tað angar av jólum í
køkinum á Norðoya Ellis-
og Vistarheimi. Tær
báðar, Jastrid Olsen
og Judith á Bergi, eru
í ferð við at kóka
kleynur.
Onnur rullar út,
meðan hin passar
grýtuna. Feittið má
ikki verða ov heitt og
kleynurnar skulu
takast upp júst í røttu
løtuni.
Á einum fati liggja
nýkókaðar kleynur,
vælstroyddar við
sukri, og í eini skál
liggja horn, fylt við
marsipan og nugga.
Uppskriftin upp á
kleynurnar eru frá
ommu Jastrid,
Kathrinu í Trøllagili á
Uppsølum í Klaksvík.
Jastrid er økonoma,
og hevur starvast í
køkinum á Vistar-
heiminum í mong ár.
Uppskriftina upp á
hornini Judith fingið
frá ein vinkonu, ið
átti mammu av
Viðareiði. Eisini
Judith hevur í mong
ár starvast í køkinum
her. Hon sigur, at
hesi hornini hevur
hon bakað í 42 ár.
Kleynur úr Trøllagili
(80-100 stk)
80-100 g av plantumargarini
370 g av sukri
4 egg
1 glas av kardamummum
3 dl av mjólk
800-1000 g av mjøl
2 pk av bakipulvur
At kóka í
1 kilo av palmini
Rør sukur, margarin og egg við lættari hond.
Koyr helvtina av mjølinum, mjólkina og
kardamummurnar í.
Koyr síðani restina av mjølinum í saman við
bakipulvurinum, og elt so mikið, at deiggi
sleppir ílatinum.
Být deiggi í 4 partar og rulla út, til tað er um
1/2 sentimetur tjúkt.
Sker við kleynusporara og evna til kleynur.
Lat feittið koma upp á kók, og set síðani
varman niður. Meðan kleynurnar kóka, má
feittið ikki verða ov heitt.
Legg kleynurnar á eitt fat og stroy sukur á.
• • •
Horn av Viðareiði (40 stk)
500 g hveiti
160 g plantumargarin
60 g sukur
1 pk bakipulvur
3 dl mjólk
Fylla
1: Marsipan og nugga
2: Dadlur, sviskur ella súltutøj
3: Kanel og sukur
Elt alt tilfarið saman til deiggið sleppir
ílatinum. Rulla deiggið út, til tað er
um 1/2 sentimetur tjúkt. Sker í
tríkantar og evna til horn.
Kleynur úr Trøllagili og Horn av Viðareiði
Hanna og Pætur Franklin hugna sær við borðið og fegnast um, at fáa vitjan. Á Vistarheiminum er gott at búgva, og maturin er
óføra góður, siga tey
Uppskriftina upp á hornini hevur Judith fingið frá ein vinkonu, ið átti mammu av Viðareiði
Jastrid Olsen, økonoma, hevur starvast í køkinum á Norðoya Ellis- og Vistarheimi í mong ár.
Uppskriftina upp á kleynurnar hevur hon frá ommu síni, Kathrinu í Trøllagili á Uppsølum í
Klaksvík
Hesar leskiligu og
bollutu kleynurnar
úr Trøllagili eru
tiltiknar góðar
Finska Aðalkonsulatið
Finskur tjóðardagur 6. desember
Stuðul
Í sambandi við, at finskur tjóðardagur var 6.desem-
ber, ber til hjá einstaklingum og feløgum at søkja
um stuðul til vinnulig, mentanarlig ella ítróttarlig
tiltøk ella verkætlanir. Endamálið við stuðlinum er
at menna nevndu sambond millum Finland og Før-
oyar. Samlaði stuðulin, ið latin verður, er kr 25.000.
Umsókn saman við einari lýsing av tiltakinum/verk-
ætlanini kann sendast til:
Finska Aðalkonsulatið
Hoyvíksvegur 74
100 Tórshavn
Poul Michelsen
Gott keyp
Honda Accord 18i.Km.85.000.Nýsýnaður,CD-spæl-
ara o.a. Sera væl hildin, ein eigara.
Prísur kr. 99.500. Áhugað ringi
Tlf. 543041
Bakaralærlingur
Hevur tú hug at útbúgva teg innan bakarayrkið,
hava vit eitt lærupláss leyst at søkja.
Bakaríið hjá Gunleivi hevur eina sera fjølbroytta
framleiðslu innan alt bakarahandverk, har tú kemur
at arbeiða í einum góðum arbeiðsumhvørvi saman
við nógvum røskum fólki.
Bakaralæran er ein fjølbroytt útbúgving, ið gevur
fleiri framtíðarmøguleikar.Nøkur velja at halda fram
har tey hava lært, meðan onnur vilja royna okkurt
annað. Eitt nú starvast fleiri bakarar umborð á
cruiseskipum, í oljuvinnuni og innan hotelvinnuna.
Bakaralæran gevur eisini møguleika fyri víðari-
útbúgving, til m.a. procesteknolog.
Lærutíðin til bakara er 4 ár, harav 35 vikur á teknisk-
um skúla.
Ætlanin er at tú skal byrja skjótast gjørligt, men vit
bíða fegin eftir rætta viðkomandi.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til
okkara og spyrja eftir Eli Andreasen.
Bakaríið hjá Gunleivi
Tlf. 22 88 38 ella 31 21 61
Hús í Klaksvík
til sølu
Ognin Gerðagøta 13 í Klaksvík til sølu
um hóskandi boð fæst.
Ætlar tú tær at búgva væl í miðbýnum við røttu
plaseringini ella hava annað virksemi har?
Grundøkið, sum er uppá 442 m2, hevur ein vakran
urtagarð við girðing. Húsini í 3 hæddum, hvør
umleið 68 m2.
Kjallari: gongd,vaskirúm,fýrrúm,hobbyrúm,hjallur,
baðirúm og stova.
Miðhædd: durur, gongd, køkur og vinkulstova.
Loft: gongd, 3 kømur, baðirúm og altanur. Alt
vælhildið.
Tlf. 314157 eftir kl. 19.00
Frá
Happadráttinum
Sagt verður frá, at frá 1. januar 2004, er
Anna Norðoy
Trøllagil 3
700 Klaksvík
Tlf. 457668
sett sum happadráttarseljari í Klaksvík.
Nevndin fyri
HIN FØROYSKA HAPPADRÁTTIN
Gundadalsvegur 27
100 Tórshavn
Frítíðarskúlin
í Sørvági
søkir eftir einum deildarleiðara og ein-
um hjálparfólki at byrja 15. januar 2004
Frítíðarskúlin, sum er ein deild undir barnagarðin-
um Sýslan í Sørvági, søkir eftir einum deildarleiðara
at arbeiða 35 tímar viku.
Deildarleiðarin, sum skal hava námsfrøðiligt prógv,
hevur ábyrgdina av tí dagligu leiðsluni á frítíðar-
skúlanum.
Søkt verður eisini eftir einum hjálparfólki at arbeiða
25 tímar viku.
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfel-
ag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Sús-
annu á Stongum, leiðara, tlf. 332948.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum við-
mælum, skal verða okkum í hendi seinast 1. januar
2004.
Barnagarðurin Sýslan
FO-380 Sørvágur
Lastbilar til sølu
Volvo FH12, 8x2 við veirheis, dumparalast við
síðumatik og við HIAB 250-6 kran, ið kann
takast av
Volvo F12,8x4 við veirheis og 25 TM Palfinger krana
Volvo F12, 6x2 við veriheis og dumparalast
Volvo F10, 6x2 við veirheis og HIAB 175 krana
Volvo F10, 6x4 við vanligari last
Broyt X21 II
Á Giljanesi Sp/f
Tlf. 21 98 99
C
M
Y
K
41
40