leygardagur 13. desember 2003síða 22
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
42
Nr. 238 - 13. desember 2003
Nr. 238 - 13. desember 2003
43
ALMANNASTOVAN
Fulltrúi til Fíggjardeildina og Leiðsluskrivstovuna
Eitt starv sum fulltrúi innan fíggjar- og leiðsluøki á Almannastovuni verður við
hesum lýst leyst til setan skjótast gjørligt. Starvið er skipað við ábyrgd mótvegis
Fíggjarleiðaranum á Almannastovuni. Á deildini starvast í løtuni 6 starvsfólk, ið
taka sær av EDV kervinum, rakstrinum og teimum lógarbundnu útreiðslunum,
sum Almannastovan umsitur.
Uppgávurnar hjá fulltrúanum verða í høvuðsheitum:
• Umsita og menna arbeiðið við hagtølum, analysum og samskipa verkætlanir
innan t.d. EDV
• Skrivari til fundir.
• At ráðgeva og vegleiða leiðsluni við tilfari til fundir o.a.
• Hagtalsarbeiði í samband við fíggjarætlan, fíggjarlóg og deildarroknskap
• Viðvirka í øðrum arbeiðsuppgávum á deildini.
Vit kunnu bjóða:
• Starv í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum
og fjølbroyttum avbjóðingum.
• Starv við møguleika fyri menning fakliga og ábyrgd.
• Starv í einum góðum arbeiðsumhvørvi, har dentur verður lagdur
á tað einstaka starvsfólki.
Førleikakrøv:
Vit ímynda okkum ein persón, sum hevur:
• viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni, t.d. oecon, polit ella líknandi
• hevur royndir innan EDV, herundir at kunna trekkja frá Oracle databasum og
programmera í SAS
• hevur royndir innan tað sosiala umráði og fíggjarlógar arbeiði
• hevur vitan innan forsøgn- og greiningararbeiði
• hevur góðar málsligar eginleikar, bæði í skrift og talu
• góð samstarvsevni, bæði til at arbeiða sjálvstøðugt og í bólki.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Petru Johnsdóttur Joensen,
stjóra á tlf. 346421/215480 ella til Søren Bruhn, fíggjarleiðara á tlf.
346441/215478.
Umsókn:
Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum og møguligum referensum skal
sendast til:
Almannastovan
J. Broncksgøta 27
Postrúm 3096
110 Tórshavn
Umsóknarfreist: 29. desember 2003
Um Almannastovuna
Fyri at betra um tænastustøði hevur Almannastovan framt bygnaðarbroytingar, har fleiri tænastur eru
lagdar út á økini,soleiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar.
Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi
sambært almannalóggávuni ein og at taka avgerðir.
Almannastovan hevur fakligu, fyrisitingarligu og fíggjaligu ábyrgdina av veitingum, fyriskipaðar eftir
pensjón- dagpeninga- og forsorgarøkinum v.m.
Stovnurin umsitur fyri umleið 800 mill.kr.og her arbeiða umleið 100 fólk.
Almnnastovan hevur almannamiðstøðir í Tórshavn, Suðuroy, Eysturoy og í Norðoyggjum, og
harumframt fevnir stovnurin um Hjálpartólamiðstøðina og aðrar landdekkani serdeildir.
Fulltrúi til Fíggjardeildina
og Leiðsluskrivstovuna
Mentamálaráðið
Læraradeildin
Talan er um eitt tilboð, sum samskipar
skúla, arbeiðið, bústað og frítíð hjá 7
ungum fólkum, og tí verður arbeitt í
vaktum.
Endamálið við stovninum er at greina
arbeiðs- og bústaðarførleikar hjá teim-
um ungu og menna hesar.
Vil tú vera við til at skapa eina góða
tilveru fyri ung fólk við evnum, ið
kunnu mennast.Dámar tær avbjóðing-
ar. Ert tú ikki bundin av siðvanum.
Hevur tú hug til at uppbyggja eitt nýtt
og øðrvísi tilboð, so verð við til at
menna henda nýggja stovnin.
Førleikakrøv
Krøv eru ikki til ávísa útbúgving, men
hevur tú grønar fingrar, dugir tú væl
við teldu, ert tú handverkari, hevur tú
skil fyri djórahaldi, ert tú pedagogur
ella hevur tú starvsroyndir frá arbeiði
við ungum menningartarnaðum, so
ert tú vælegnað/ur til starvið.
Lønar- og setanartreytir
Setanartreytir eru eftir sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkis-
felag. Størvini verða sett sum sátt-
málasett tíðaravmarkað størv í eitt ár
við møguleika við longdari starvs-
setan, tó hægst 6 ár.
Umsóknir
Umsókn saman við møguligum av-
ritum av próvskjølum og viðmælum
skulu verða Mentamálaráðnum í hendi
í seinasta lagi fríggjadagin 10. januar
2004.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar um
starvið kanst tú ringja til Jóhan á Plógv,
leiðara, á telefon 215202.
Starvsfólk til
nýggjan stovn/skúlatilboð
til ung menningartarnað
Treytað av at játtan fæst á fíggjarlógini fyri 2004, verður søkt
eftir fýra starvsfólkum til nýggjan stovn/skúlatilboð í Runavík
til ung menningartarnað at byrja tann 1. mars 2004.
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Toyota Corolla
til sølu
2.0 diesel árg. 1996, 135.000 km, sleipikrók, nýggjar
sportfelgur til sølu fyri uml. kr. 70.000,-
Tlf. 212345
Kunngerð
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistarnir til
løgtingsvalið, sum verður tann 20. januar 2004,
liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskriv-
stovuni í vanligari skrivstovutíð frá mánadegnum
15. desember 2003 til mánadagin 22. desember
2003, báðir dagarnir íroknaðir.
Kæra um, at onkur ikki er komin á listan, ella at
onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera
bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 29. desember
2003.
Hvalvíkar bygdaráð
Kunngerð
Tað verður hervið kunngjørt, at vallistin til løgtings-
valið tann 20. januar 2004 liggur frammi til alment
eftirlit í gongini á kommunuskrivstovuni í vanligu
avgreiðslutíðunum frá fríggjadegnum tann 12. des-
ember til og við tann 18. desember 2004.
Kæra um, at onkur er komin á listan ella, at onkur av
órøttum er tikin við, skal skrivliga vera bygdaráðn-
um í hendi í seinasta lagi tann 22. desember 2003.
Gøtu Kommuna
10. desember 2003
Kunngerð
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistin til løg-
tingsvalið, tann 20.januar 2004, liggur frammi til al-
ment eftirlit á kommunuskrivstovuni frá fríggaj-
degnum 12. desember 2003 til hósdagin 18. des-
ember 2003.
Kæra um,at onkur ikki er komin á listan,ella at onk-
ur av órøttum er tikin við, skal skrivliga vera bygda-
ráðnum í hendi í seinasta lagi 22. desember 2003.
Valkort vera send øllum veljarum, ið valrætt
hava valdagin.
Sandavági 11. desember 2003.
Sandavágs kommuna
Kunngerð
Tað verður hervið gjørt kunnugt, at vallistin fyri
Leirvíkar Kommunu til løgtingsvalið tann 20.januar
2004 liggur frammi til alment eftirlit á kommunu-
skrivstovuni frá mánadegi 15. desember 2003 til
mikudagin 7. januar 2004.
Kæra um, at onkur ikki er komin á listan ella, at
onkur av órøttum er tikin við, skal skrivliga verða
Leirvíkar Kommunu í hendi í seinasta lagi mikudag-
in 12. januar 2004.
Valkort verða send øllum í Leirvíkar Kommunu, ið
smb. vallistanum hava atkvøðurætt til løgtingsvalið
tann 20. januar 2004.
Leirvík tann 12. desember 2003
Leirvíkar Kommuna
Ford Mondeo
til sølu
Turbo diesel, árg. 98, 66.000 km, air condition, el
rútar og nógv annað, til sølu fyri uml. kr. 110.000,-
Tlf. 212345
Jan Otto Peugeot
pdf
Frá Snælduni
Í sambandi við, at vit lata upp nýggj handilshøli í
Niels Finsensgøtu 25, verður øll vøra í dag, leygar-
dagin 13. desember, seld við 20% í avsláttri. Opið er
frá klokkan 10.00 til 17.00.
Snældan
C
M
Y
K
43
42
Peugeot 306, HDI
•
Árgangur: oktobur 1999.
•
Koyrt: 68.000 km
•
Motorur: TurboDiesel, 2 litur HDI
•
Litur: myrkagrønt metallakk
Annað: Spildurnýggja kamreim. Eyka alufelgur
umframt vanligu felgurnar. Tokulyktir framman og
aftan. Eyka bakspoilara. El spegl v. varma. El rútar
framman. Varma í forsetrum. Regnsensor í
viskara. Verið til øll krøvd eftirlit. Bíligur í rakstri.
Alt hetta fæst fyri einans kr 98.000,-
Meira fæst at vita á telefon 551503