týsdagur 18. august 1998síða 20
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
20
tíðindablaðið 3082
Nr. 153 — 18. AUGUST 1998
Á summarstevnuni hjá Javnaðar-
flokkinum í Trongisvági í vikuskift-
inum bjóðaði formaður Javnaðar-
floksins, Jóannes Eidesgaard fak-
rørsluni samstarv.
— Báðir partar mugu taka í egnan
barm, skulu viðurskiftini fáast aftur
á rætta kós, segði Jóannes Eides-
gaard á stevnuni hjá Javnaðarflokk-
inum, har hann boðaði frá, at Javn-
aðarflokkurin fer at nýta hetta høvi
til at bjóða inn til samstarv, sum
javnadarflokkurin fer at leggja doy-
in á at fáa at bera til. - Hetta fyri at
beina okkum inn á réttu kósina aft-
ur, og fyri at liva upp til ta politisku
stevnu, sum Petur Mohr Dam og
hansara líkar løgdu lunnar undir,
segði hann
Jóannes Eidesgaard, formaður
Javnaðarfloksins á summarstevnuni i
Trongisvági leygardagin
Javnaðarflokkurin vil hava
samstarv við fakrørsluna
Tad er litid at ivast i, at flest
allir føroyingar vilja siga, at
javnadarrørslan i Føroyum
er bert politiskt, meðan tann
fakliga rørslan liggur hjá
fakrørsluni t.v.s. fakfeløgu-
num. Og taka vit og bera
saman við hini Norður-
londini, so síggja vit, at
sambandið millum ta polit-
isku og fakligu rørsluna í
hesum londum hevur verið
munandi tættari og í fleiri
førum ein og sama rørsla.
Men arbeidararørslan sæð
í einum altjóða og søgulig-
um høpi ætli eg mær ikki at
viðgera her, og við stór-
fingna verkinum um Fylk-
ing hjá Jóannes Dalsgaard
eiga vit atgongd til hesa vit-
an. Men fyri meg at síggja
er aðalmunurin tann, at ar-
beidararørslan serliga í
Danmark, Sveríki og Nor-
egi, sjålvt tá ein politiskur
og ein fakligur vongur var
veruleiki, hava røkt og hild-
ið tætta samstarvið við líka.
Ikki tí, at partarnir altíð hava
verið samdir, men heldur tí,
at partarnir báðir ásannaðu,
at frægast gongda leiðin til
sigrar hevði hetta tætta sam-
stavrið sum eina avgjørda
fortreyt.
Hetta er uttan iva eisini
orsøkin til, at javnaðar-
flokkarnir í hesum londum
altíð hava verið munandi
stórri, enn okkara egni
flokkur hevur verið her í
Føroyum.
Vit hava hoyrt í morgun,
at fyrsta fakfelag fyri ar-
beiðsmenn og handverkarar
i Føroyum varð stovnað 25.
apríl 1915 á Tvgroyri, og at
hetta felag fekk sama navn-
ið sum fyrsta danska fak-
felagið nevniliga Enighed-
en, seinni Fylking. Og
stovnarar Fylkings mugu
metast sum teir, sum íbirtu
arbeidararørsluna i Føroy-
um.
Men 10 ár seinni, varð so
Føroya Javnaðarflokkur
stovnadur. Um ikki bein-
leiðis, so tó sum eitt úrslit
ella fylgja av hendingini í
1915 og teimum fakteløg-
um, sum komu Fylking á
baki. Ein politiskur vongur
við somu endamálum, sum
fyrstu fakfeløgini í Før-
oyum høvdu.
Og møguliga hevur hesin
munur upp á gott 10 ár
gjørt, at byrjanin ikki fall
til eitt so tætt og gróðurssett
samstarv, sum eftirtíðin
kanska kundi ynskt. Men vit
mugu t6 her gera vart vid,
at Sosialistiskt Ungamann-
afelag longu sá dagsins ljós
í 1911. Og her var tað ser-
liga Jóan Petur Davidsen,
sum var slóðbrótari. Jóan
Petur Davidsen var floksins
fyrst landsstýrismaður frá
1948 til 1950.
Og eisini sær tað út til, at
tað er sera ymiskt, hvussu
tætt samstarv tað hevur ver-
ið millum politiska og fak-
liga vongin í arbeidararørsl-
uni ymsastaðni í Føroyum.
I Havn var eitt åvist sam-
starv, meðan Tvøroyri uttan
iva er tað plássið, har hetta
samstarv var nógv tættast.
Hví so var, eru ivaleyst fleiri
orsøkir til, men tað tykist
sum um, at bædi tann fak-
liga og tann politiska rørsl-
an å Tvøroyri var sterkari
enn aðrastaðir í landinum.
Sum sagt verður í bókini um
Fylking, so var Javnað-
arflokkurin á Tvøroyri eitt
barn av arbeiðarargrsluni á
staðnum, og her verður
sjálvsagt ikki bert hugsað
um Enigheden, men eisini
um Fiskepigernes Fagfor-
ening.
Men givið er, at tað, at
tað vóru somu persónar,
sum gingu aftur í fagfeløg-
unum og í Javnaðarfelag-
num her á staðnum, hevur
gjørt sitt til tey tøttu bond-
ini.
Eisini síggja vit, at Petur
Mohr Dam, sum var lærari
av yrki, hevdi ein sera sen-
tralan leiklut í tí dagliga ar-
beiðinum í Fylking. Hann
var við til at taka flest allar
tær stóru avgerðirnar, tiknar
vóru, og tær vóru sanniliga
ikki so fáar. Tá so Dam har-
aftrat var formaður í Javn-
aðarflokkinum og sat á Før-
oya Løgtingi og í s6knar-
styrinum, so var samstarvið
av góðum grundum so tætt,
sum tað kundi gerast. Vert
er eisini her at nevna, at
verfaðir Dams var ein av
stovnarunum av Fylking,
nevniliga Tammas Michael
Strøm, sum eisini var løg-
tingsamaður.
Men persónsspurningurin
hevur í okkara lítla sam-
felag havt ein framstand-
andi leiklut.
Og júst hetta, at politiski
vongurin og fakligi vong-
urin høvdu sínar somu stóru
slóðbrótarar í somu bygd,
gjørdi, at talan reint faktiskt
var um somu rgrslu.
Men hetta broytist sjálv-
sagt, tá Føroya Arbeiðara-
felag so við og við tekur
yvir áhugamálini hjá teim-
um lokalu feløgunum, og
tað ikki longur er tað tætta
persónliga samstarvi. Og tá
tey persónligu viðurskiftini
eru góð, so gongur alt meira
hond í hond. Hetta hava vit
sæð manga ferðir, og eins
ofta hava vit sæð tað øv-
ugta.
Vit kunnu sum dømi taka,
tá Fiskimannfelagið fekk
fremsta mann Tjóðveldis-
floksins til formann, og vit
hava sæð tað seinni árini
bæði í Fiskimannafelagnum
og í Føroya Arbeiðarafelag.
Men her á Tvøroyri helt
hetta samstarvið fram heilt
upp til dagin í dag, og ger
tað framvegis. Tey vinnu-
ligu framtøkini, sum eisini
eru hend í nýggjari tíð við
Flakvirkinum og skipunum
miðskeiðis í 70'unum og
seinni er eitt talandi dómi
um, at bæði tann politiski
og fakligu vongurin vistu,
hvat var neyðugt fyri trivn-
aðin hjá íbúgvarunum her í
bygdini og rundanum.
Í eini réðu, sum P. M.
Dam helt 1. mei 1945 sigur
hann: ” Nei, tað er so sann-
iliga ikki at undrast á, at hin
stóra arbeidarafjøldin hevur
tikið seg saman, sett síni
krøv fram, sterkari og sterk-
ari um at fáa fullan og heil-
an lívsrætt. Og í einstókum
londum eru arbeiðararnir
komnir so langt, at teir hava
tikið ábyrgdina av landsins
stýri, ábyrgdina fyri, at
landsins keldur og møgu-
leikar — plangkonomiskt
verða nýtt, so allir landsins
íbúgvar fáa nóg mikið." Tað
er í hesi røduni hjá Dam
eingin ivi um, at arbeiðar-
argrslan fyri hann var bæði
tann fakliga og tann polit-
iska síðan. Og júst hetta var
eisini hansara grundholdn-
ingur.
Men vit mugu eisini geva
tí gætur, at Javnaðarflokkur-
in stórt sæð sat í andstødu
øll síni fyrstu 30 ár, tó burt-
ursæð frá sjálvum krígsáru-
num og undir fyrsta lands-
stýrinum frá 1948 til 1950.
Fyrsta veruliga stjórnar-
valdið fær flokkurin í 1959,
tá Javnaðarflokkurin fær sín
fyrsta løgmann, Petur Mohr
Dam. Men andstøduleiklut-
urin er rættiliga nógv ødr-
vísi enn samgonguleiklutur-
in. I andstødu verður arbeitt
neyvt út frå floksins virkis-
skrå og grundsjónarmiðum,
meðan tå flokkurin situr við
ábyrgd í eini samgongu, tá
skulu semjurnar finnast
millum ymisku samgongu-
flokkarnar. Tí verður pol-
itikkurin í samgongu altíð
meira hóvsamur, enn hann
tykist vera í andstøðu. So
tað er ikki av ongum, at sagt
verður, at samgongutíðin
slítur nógv upp á ein flokk,
og at andstødutidin styrkir
flokkin aftur. Hetta er bert
ein politiskur veruleiki.
Tað ber væl saktans eisini
til at siga, at fakfelagsrørsl-
an er altíð kompromisleys,
tá tað snýr seg um limanna
vælferð, tí uttan mun til,
hvor situr við politisku á-
byrgdini, so hevur hon ein
aðalarbeiðssetning, sum er
at vinna sínum limum betri
sømdir. Og soleiðis skal
fakrørslan eisini vera. Tó
síggja vit í søgu Fylkingar,
at menn undir kreppuáru-
num í tjúgunum gingu við
til lønarlækkingar, tí teir har
tóku avgerðir, sum veruliga
vístu samfelagsstórsinni.
Og vit sóu tað aftur í krepp-
uárunum 1992-1993, tá fel-
ég eftir samráðingar við
landsstýrið eisini gingu við
til lønarlækkingar.
Ein politiskur flokkur í
andstødu kann vera eins
kompromisleysur mótvegis
síni virkisskrá og grund-
sjónarmiðum, men tá sami
flokkur situr við ábyrgd ber
hetta ikki til í eins stóran
mun. Men hin vegin aftur,
so kann tað mangan í eini
andstøðu loysa seg at geva
eitt sindur til tess at ávirka
eini gongd, sum hóast alt
kann verða ein bati fyri
samfelagið.
Tí kann eisini sigast, at
til tess at fáa eitt gott sam-
starv millum politisku og
fakligu rørlsuni, so er neyð-
ugt, at eisini fakrørslan skil-
ir tey politisku premissuni í
eini samgongustødu og eis-
ini ásannar teir samfelags-
ligu veruleikarnar. Men
hetta setur eisini krøv um
tað mótsatta, at politiska
rørslan kennir og skilur um-
støður og ynskini hjá fak-
rørsluni.
I dagsins politikki er ofta
ein togan millum flokkar,
um hvør er umboð arbeið-
ararøslunnar, og henda tog-
an er eisini til stadar millum
ymisku fakfeløgini, hvørju
teirra politisku umboðs-
menn eru. Hetta var óhugs-
andi frá tjúgunum og fram-
eftir, og hetta er framvegis
óhugsandi stríðsmál í okk-
ara grannalondum fyri
sunnan og eystan. Men
hetta skal ikki fatast soleið-
is, at alt gongur uttan høgg
hond í hond, tí tað ger tað
ikki, men í høvudssj6nar-
miðum leggur man seg eftir
at draga eina línu.
Eitt og hvort samstarv er
treytað av, at báðir partar
leggja seg eftir at hava eitt
gott samstarv, men sanni-
liga eisini, at báðir partar
eru so mikið tolerantir, at
teir tola stórri og smærri
Ósemjur uttan at samstarvið
av tí orsøk verður kvett.
Og alla tíðina mugu vit
spyrja okkum sjálvi: "Hvat
er alternativi?”
Hvussu hevur so gingist
her hjå okkum? Ju, tad var
tann tíð, tá formaður Føroya
Arbeiðarafelags var framm-
aliga í leiðslu Javnaðar-
floksins. Tað var eisini tann
tíð, tá formaður Fiskimann-
afelagsins var tingmaður
fyri Javnaðarflokkin. Tá
høvdu vit eina stóðu, sum
er sera åtøk ti, sum er gald-
andi eitt nú í Danmark.
Og eg ivist ikki í, at henda
tid hevur givid bådum pørt-
um nógv, men tað var