týsdagur 18. august 1998síða 21
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 153 — 18. AUGUST 1998
tíðindablaðið
>H fr
21
kanska mangan torført at
fáa partarnar at viðganga, at
so var. Og eg eri eins sann-
førdir um, at var tann neyð-
ugu toleransan og tann per-
sónliga búningin til staðar,
so vóru hesi viðurskiftu 6-
broytt í dag, og bæði tann
politiska og tann fakliga
søgan høvdu fingið eina
aðra gongd.
Var ein ósemja á arbeiðs-
marknaðinum, og henda
tyktist onga loysn at fáa, so
kundu óformellar samráðin-
gar millum partarnar føra
til, at eitt uppskot, sum gekk
eitt nú F.A. rættiliga nógv á
móti, varð lagt fram á ting
og samtykt sum lóg. Men
so hoyrdist aftaná, at ein
ávísur flokkur hevði stungið
fakrørsluna í bakið við at
fara í tingið við málinum,
hóast hetta varð gjørt í besta
forståilsi. Slíkt fremur ikki
samstarv, hóast vit øll eru
samd um, at ósemjurnar
eiga at verða loystar uttan
fyri tinggátt.
Men altíð verður tað
neyðugt, at vit hava tann
neyðuga dialogin millum
partarnar. Ein dialog, sum
beinir burtur miskkiljingar,
ein dialog, sum greiðir og
lýsir eitt mál og ein dialog,
har partarnir kunnu læra og
geva hvørjum ødrum nakað.
Og eg trúgvi, at júst hetta
við dialoginum var ein sen-
tral orsøk til, at samstarvið
millum ta politisku og ta
fakligu skipanina at enda
meira ella minni helt heilt
uppat. Og í slíkum kannn
hvørgin parturin sleppa sær
undan ábyrgd.
Men hesin dialogur er
tagnaður, og relevanti
spruningurin fyri eitt slíkt
høvi sum hetta „er, um viljin
er til staðar, at hesin verður
aftur fingin í rættlag. Og her
skal frá Javnaðarfloksins
síðu ljóða eitt greitt ja, at
vit hava viljan og vilja fegn-
ir vísa tað í verki.
Men hesin dialogur skal
ikki verða soleiðis, sum ein
mangan hevur lyndi Ul at
trúgva, at baun var. Tað eig-
pr íKKI at Vera so, at fak-
rørslan bíðar eftir teimum
politisku útmeldingunum
fyri síðan at siga, at man er
samdur ella ósamdur. Hesin
dialogur skal vera aktivur
frá tí, at eitt uppskot ella
hugskot verður til, og til tað
verður gjøgnumført.
Alt ov ofta síggja vit, at
fakrørslan situr og bíðar eft-
ir poltikkarunum. Og tá so
hesir ditta sær fram við
onkrum, so fellur dómurin
sum eitt svørdsslag. Og er
hugskotid frå politkkara-
num gott, so fær tad ikki
nógv rósandi orð við á veg-
num, men er tað hin vegin
eitt vánauppskot, so fellur
dómurin náðileysur.
Og alt ov afta síggja vit
eisini tað øvugta, at poli-
tikkarar als ikki, tå lógar-
uppskot verða snikkaði til,
taka fakrørsluna við upp á
ráð.
So her mugu báðir partar
taka í egnan barm, um hesi
viðurskiftu skulu broytast til
tað betra.
Í mun til viðurskiftu aðr-
astaðir, sum eitt nú í Dan-
mark, so síggja vit, at fak-
rørslan er munandi meira
politisk aktiv eisini á økjum,
sum ein ikki beinleiðis kann
leiða aftur til teirra innastu
áhugamál. Taka vit t.d. ” Ar-
bejderbevægelsens Er-
hvervsråd”, so er hetta eitt
fakligt ráð, sum í t.d. bú-
skaparligum forsagnum og
metingum vigar rættiliga
tungt hjá øllum. T.v.s. eitt
råd, hvørs ráð verða tikin í
fullum álvara. Og hetta ráð
hevur verið arbeiðspláss hjá
fleira framstandandi donsk-
um javnaðarpolitikkarum.
Hetta hava vit ikki sæð
nógv til í Føroyum, tó
nakað hevur verið at sæð til
úttalislir, sum tó altíð hava
eitthvørt beinleiðis tilknýti
til viðkomandi fakrørslu.
Men vit sakna meita
hetta, at fakrørslan eisini
hevur eitt sjålvstødugt boð
upp á dagsaktuell politisk
samfelagslig evnir.
Eitt rá sendir danska LO
«egluliga út eitt nýggjheits-
bræv, har teir viðgera aktu-
ell politisk mál, men eisini
mál, sum teir vita fara at
koma upp.
Sum dómi kunnu vit
nevna, at LO nú hevur boð-
að frá, at teir halda, at fólk-
apenstónin ikki skal býtast
út til pensionistar, sum ikki
hava hana fyri neyðuni. Aft-
ursvarið frá leiðsluni í
danska Socialdemokratí-
num hevur so verið, at hetta
eru teir als ikki samdir við
LO um, men fyri tað er tað
ikki komið til ilnar millum
partarnar. Sama nýggjheits-
bræv, sum eitur ”Udspil”
hevur vidgjørt evni sum t.d.
fólkaskúlalógina, barna-
ansingarspurningin o.s.fr.
Her er eitt aktivt fakligt
forum, sum við fakligum
eygum gevur eitt boð upp á
komandi politisk mál. Og
sjálvsagt er hetta cin stuðul
fyri danska Javnaðarflokk-
in, tá hesin reelt fer inn at
gera broytingar, hóast úrs-
litið ikki altíð er ein semja
við LO.
Nær hava vit t.d. fingið
eitt boð frá fakrørsluni upp
á fólkaskúlalógina, barna-
ansingina, flogvallarmálið
sjálvstýrisspurningin 0.s.
fr?
Til løgtingsvalid í 1994
kom hetta misljóð, sum ver-
ið hevði í longri tíð millum
Javnaðarflokkin og fak-
rørsluna serliga Føroya Ar-
beidarafelag og Fiskimann-
afelag til opið strid. Verka-
mannafeløgini gjørdu bart,
og tóku eitt opið strid upp
við Javnaðarflokkin, tá tey
stillaðu upp til valið við
Verkamannafylkingini.
Fyri meg, sum tá var rætt-
iliga nýggjur í landspoli-
tikki, kom hetta stigið við
Verkamannfylkingini rætti-
liga óvæntað og var eitt
sindur óskiljandi.
Vit høvdu síðan mið-
skeiðis í 1991 arbeitt í tøtt-
um samstarvi við at fáa sett
á stovn eina Arbeiðsloyis-
skipan her í Føroyum, og
hetta eydnaðist, hóast vit tá
sótu í samgongu við Fólka-
flokkin. Og júst Arbeiðs-
loysisskipanin var eitt skúl-
adømi um, hvussu farast
skal fram, tá politiska skip-
anin og fakliga skipanin í
tøttum samstarvi frá byrjan
av leggja eitt mál til rættis
Og hóast henda skipan hev-
ur verið fyri nógvum bak-
køstum av bæði einum og
ðrum slagi, so mugu vit í
dag ásanna, at tóku vit ikki
takið tá, so høvdu avleid-
ingarnar av búskaparkrepp-
uni verið munandi størri,
enn tær gjørdist. Eg haldi
hesa skipan vera ein virði-
ligan varða fyri góðum
samstarvi millum politisku
og fakligu rørsluna.
Og í sama tíðarskeiði
fingu vit aftur blást lív í
Samhaldsfasta, sum hevur
allar møguleikar fyri at ger-
ast ein uppaftur stórri varði
á somu leið.
Men Verkamannafylking-
in gjørdist ein veruleiki, teir
fingu trý umboð á ting, og
Javnaðarflokkurin fekk ein
lemjandi ósigur. Men í dag
fýra ár seinni, so mugu vit
staðfesta, at Fylkingin ikki
gjørdist tað politiska jarn-
brotið, sum fakrørslan ætl-
adi. Teir av umbodunum,
sum royndu at gera polit-
iskar semjur og fremja
praktiskan politikk, sum er
ein krumtappur f øllum pol-
itiskum virksemi, fingu
harðan dóm frá fakrøsrluni
fyri ikki at geva teirra áhug-
amálum nóg stóran áhuga,
og tann, sum royndi at halda
seg strangt til fakligu boð-
ini, kundi ikki annað enn
isolera seg burtur úr poli-
tikkinum og onga ávirkan
Skal ein nidurstøda gerast
burtur úr séguni um Verka-
mannfylkingini, so má hon
verða, at ein fakfelagsmað-
ur, sum gerst politikkari og
sostatt skal røkja bæði
størvini, kemur altíð fyrr
ella seinni í eina praktiska
og rella konflikt við seg
sjálvan og politisku/fakligu
áhugamálini. Kunnu vit
hava lært tað av Verka
Á mentanarløtuni
friggjakvøldid spældi
va Ik ndi bótkuru Ad
Libitum
Her síggjast umboð fyri
svenska LO, Leif Håg og
danski orkumálaráðharri,
Svend Auken saman við
Hans Jørgensen og Katrin
Jørgensen
mannafylkingini, so hevur
hon ikki livað til fánýtis hó-
ast alt?
Men ávirkanin frå fak-
rørsluni á poltisku røfsluna
skal fara fram i tóttum sam -
starvi og góðum fofftåilsi
millum fakrørslunå og
Javnaðarflokkin. Hetta er
ein gongd leið, sum vit
fegnir vilja ganga saman við
-fakrørsluni, og tess skjótari
vit fáa ukið fyrstu fetini aft-
ur, tess betur. Men lat okk-
um tá brúka søgunå um
okkara politisku og fakligu
forfedrar sum fyrimynd, og
lat okkum taka við læru av
ti, sum ikki átti at hent her í
80'unum og 90 unum. Tá
kunnu vit siga, at vit aftur
hava fingið fatur í tí rætta
endanum.
Men latið okkum fyrst og
fremst viðurkenna okkum
tann veruleika, at politisku
m6tstødumenn okkara gera
sær dælt av støduni. Tað er
vakur tónleikur í teirra oyr-
um, at Javnaðarflokkurin og
fakrørslan ikki kunnu semj-
ast. Okkara ósemja er teirra
styrki. Men lat okkum
venda orðunum til, at okk-
ara semja er okkara styrki
Hetta skuldi ikki verið
nakað torført val, tí vit hava
einki alternativ, og fakrørsl-
an hevur heldur einki annað
alternativ
Javnaðarflokkurin vil tí
nýta hetta søguliga høpid til
at bjóða inn til hetta sam-
starv, sum vit vilja leggja
doyin å at fåa at bera til
Hetta fyri at beina okkum
sjålvar inn á røttu kósina
aftur, men fyrst og fremst
fyri at liva upp til polit
isku stevnu, sum Petur
Mohr Dam og hansara likar
løgdu lunnar undir
15. august 1998
Jóannes Eidesgaard,
floksformaður