týsdagur 18. august 1998síða 22
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Hvat fer nú at henda, spyrja spentu næmingarnir í 1.c í Eysturskúlanum A, b,
tíðindablaðið S0Sjalurii
Fyrsti skúladagur hjá 758 skúlabýrnum:
KVOLDSKRÁIN Á HANDILSSKÚLANUM. skúlaárið 1998/99
INNSKRIVINGARSEÐIL
Postnr /bygd býur
| Klaksvik
| Bú- og roknskapur, fhs stakroynd
| Informationsviðgerð C, fhs stakroynd
Virkisbúskapur B, hægri stakroynd
Virkisbúskapur (fyri jól), merkonom
| Vágar
| Bú-og roknskapur, fhs stakroynd
| Informationsviðgerð C, fhs stakroynd
Uttanhysis roknskapur (fyri jól), merkonom
| Greining og fígging (eftir jól), merkonom
Suðuroy
Informatiónsviðgerð C, fhs stakroynd
Virkisbúskapur B, hægri stakroynd
Leiðsla og samstarv (fyri jól), merkonom
Vinnulívsættur I, merkonom
Er tå i læru JA | (skal útfyllast). Hverja
Niger hevur tú?
Kostnaður:
FHS- og HHstakroyndir, innskrivingargjald: kr. 300,00
Merkonom, luttøkugjald: kr. 400,00 fyri hverja lærugrein
| Depositium: kr. 250,00 fyri hvønn persón
[] 3U/v
(| 3Uv
[Jan
[Jan
| Merkonom:
Vanligar fortreytir:
Útbúgving á handils- og skrivstovnøkinum.
Hetta umfatar t.d.:
- Lærlingaútbúgving á handils- og skriv-
stovuøkinum
- FHS vid vinnuroyndum i minst 2 år
- HH vid vinnuroyndum i minst I år
Ella
- At umsøkjarin hevur aðra fakliga útbúgving
Ella
- At umsekjarin hevur relevantar vinnuroyndir í
minst 2 ár, og skúlin metir hann at vera
egnaðan.
r fortr
I nøkrum merkonumlærugreinum eru umframt
vanligu fortreytirnar eisini serligar fortreytir
kravdar.
Í Virkisbúskapi krevst kunnleiki til roknskap
svarandi til 30 tíma undirvísing.
- stakroyndir:
Treyt fyri at sleppa á Virkisbúskap B, er at tú
hevur prógy í Bú- og roknskapi á FHS-stigi
ber 1998
Øll undirvísing er treytað av nóg góðari
undirtsku
Freistin at søkja er 25. august 1998
undirskrift
Nr. 153 — 18. AUGUST 1998
c, .. Jú, tað er líka frægt at byrja beinanvegin, helt Jenny
Hvør minnist ikki tann dagin tá vit á
fyrsta sinni stigu inn um skúlagátt. Í
gjár var dagurin upprunnin hjá teim-
um 758 skúlanæmingunum, sum
skuldu byrjað í 1. flokki
SVEINUR TRÓNDARSON
Tey allarflestu minnast aftur
á dagin við einum smíli um
varrarnar. Tað var ggiliga
spennandi.
Fyrsti skúladagur er nak-
að heilt fyri seg.
Tað er tann dagurin, tá
barnagarðurin ikki longur er
nakað, tí nú er mann vorðin
so stórur, at nú er skúlin
næsta stig á lívsleiðini.
Tað er nú, ein skal læra
at lesa, rokna, skriva. Er ein
so heppin, at svimjihylur er
í skúlanum ella í grannalag-
num, so sleppir ein eisini at
royna tað. Men tað hongur
sjálvandi saman við hvgnn
skúla ein gongur í og hvar
ein býr.
Í gjár var fyrsti Skúladag-
ur hjá ikki færri enn 758
føroyskum børnum um sjey
ára aldur, og spenningurin
lýsti úr eygunum á teimum.
Sosialurin var við til
fyrsta skúladag á Eystur-
skúlanum og har syrgði
Steingrím Niclassen fyri, at
allir teir 53 nýggju næming-
arnir skuldu føla seg so væl
sum tilber.
Allir næmingarnir og for-
eldur teirra vóru boðin inn í
stóru høllina í Eysturskúl-
anum og løtan byrjaði við
at syngja >Ongum er so
gt at fara«.
— Fystuflokkarnir, sum
byrjadu f gjår eru teir 25. f
rødini sidan Eysturskúlin lat
upp, og vit hava sungið
henda sangin fyrsta skúla-
dag á ARA ári. segði
Steingrím Niclassen, skúla.
Hann beyð síðan børnun-
um at verða hjartaliga væl-
komin í skúlan.
Steingrím greiddi børn-
unum frá, at einki av tí ræð-
uliga, sum børnini møgu-
liga hava hoyrt um skúlan
passar.
— Skúlin er sera nógv
broyttur seinastu árini, og
nú er tað so, at børnini gleða
seg at sleppa í skúla.
- Ein abbi ringdi og
spurdi meg, hvat var galið
við skúlanum, tí abbadóttur
hansara græt tí hon ikki
slapp í skúla. Tá eg gekk í
skúla, greiddi abbin Stein-
grími frá, tá græt eg tí eg
skuldi í skúla....
— Jú, víst er tað broytt, og
tit fara at hava tað gott í
skúlanum segði Steingrím.
Foreldranna
Við foreldrini segði Stein-
grím at tað er teirra ábyrgd
at syrgja fyri at børhini gera
tað tey skulu.
— Tað er tykkara ábyrgd,
at børnini eru úthvíld og
mett tá tey koma í skúla.
Tað er eisini tykkara á-
byrgd, at børnini hava gjørt
heimaarbeiði tá tey koma í
skúla og tað er eisini tykk-
ara ábyrgd, at børnini meta
stundisliga, tá tey skulu í
skúla, segði Steingrím.
Hann legði dent á, at hetta
ikki var sagt fyri at snúgva
sær undan ábyrgdini, men
tí at nú byrjar eitt samstarv
millum skúlan og foreldrini.
Tá hetta var liðugt rópti
Steingrím næmingarnar til
sín, ein og ein.
Hann tók í hondina á
teimum og beyð teimum
vælkomnum.
Onkur var, sum ikki var
so stinnur, men teimum
hjálpti hann væl á veg og tá
dagurin í dag er farin aftur
um, so eru hesi eins glað og
øll hini fyri at verða byrjað
í skúlanum.
Bitørmrar
- ansid tykkum
Nú nýggja skúlaárið byrjar,
verða vegirnir millum heim
og skúla fyltir við børnum,
sum skulu læra seg at klára
seg sjálvi.
Tí er at vóna, at bilfgrarar,
sum koyra hesar leiðir, fara
at vísa stórsta varsemi, mót-
vegis hesum smáu.
Fyri at vísa bilførarunum
at her gongur ein >nýggjur<
skúlanæmingur fingu allir
eina kepp frá Ráðnum fyri
ferðslutrygt og MBM við á-
skriftini: >Ansa eftir mær<.
So er at vóna at bilfgrar-
arnir fara at gera, sum børn-
ini biðja teir um.
Og í morgun byrjaði
skúlaárið hjá teimum smáu
av álvara.