mikudagur 19. august 1998síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Svend Auken umboðaði danska Javn-
aðarflokkin á summarstevnuni hjá
Javnaðarflokkinum um vikuskiftið.
Sosialurin hevur skift orð við hann,
og fara vit í komandi bløðum at
frætta meira frá honum
EIRIKUR LINDENSKOV
SVEINUR TRÓNDARSON
Svend Auken er tann mest
royndi danski politikarin,
sum í dag hevur sæti í Fólk-
atinginum
Hann hevur sitid sum
fólkatingsmaður í samfull
27 år, og tað er longri, enn
nakar annar av hinum 178
fólkatingsmonnunum hava
sitið. Svend Auken varð
valdur í Fólkatingið í 1971,
og tá var hann 28 ára gamal.
Av ti at Svend Auken er
hann, ið hevur sitið longst í
Fólkatinginum, er tað hann
sum setur tingið, hverja ferð
tað verður sett av nýggjum.
Í Føroyum er tað hinvegin
elsti maður á tingi, sum set-
ur legtingið.
— Eg plagi altíð at siga við
starvsfelagarnar, at um eg
verði sitandi, til eg verði 70,
skal eg seta tingid 20 ferðir
afturat, sigur Svend Auken
skemtandi. Og hann leggur
afturat, at tá er eingin ávís
talutíð tillutað honum, so
hann kann halda so langa
rødu, sum hann vil.
Krånprinsurin hjå
Anker
Svend Auken er just fyltur
55 ára gamal. Hann er sam-
felagsfrødingur og undir-
vísti á lærda háskúlanum í
Árhus, áðrenn hann varð
valdur í Fólkatingið.
Men síðani 1971 hevur
hann ikki rgkt sítt borgar-
liga starv, men verið í pol-
itikki burturav
— Eg havi higartil klárað
meg gjøgnum 11 fólka-
tingsval og havi sitið í ollum
javnaðarstjórnunum síðani
1977, sigur Svend Auken.
Umframt metið, sum tann
í Fólkatinginum, sum hevur
sitið longst, so eigur hann
eisini metið sum tann í
Svend Auken hevur drúgv-
ar politiskar royndir - og
fleiri politisk met. Ikki
einans er hann við sínum
tveimum metrum hægsti
fólkatingsmaðurin, hann
er tann av fólkatings-
monnunum í dag, sum
hevur sitið longst. Hann
var fyrstu ferð varldu á
ting í 1971. Hann er eisini
tann í fólkatinginum, sum
hevur sitið longst sum
ráðharri. Tað hevur hann
gjørt i 11 ár. Umframt
hetta er hann tann av
heimsins umhvørvisråd-
harrum, sum hevur sitið
longst í sessinum - í út við
seks ár
tíðindablaðið SOS)!
- Nr. 154 — 19. AUGUST 1998
6
Svend Auken: Danskur ráð-
við nógvum metum
Fólkatinginum í dag, sum
hevur sitið longst sum ráð-
ham.
Svend Auken sat í fimm
ár í stjórnum hjá Anker
Jørgensen - tá sum arbeiðs-
málaráðharri, og hann hevur
sitið í útvið seks ár sum um-
hvørvisrådharri hjá Poul
Nyrup Rasmussen.
Og fyri at tad ikki skal
vera lygn, so hevur Svend
Auken enn eitt met:
Hann er tann umhvørvis-
rådharrin i heiminum i dag,
sum hevur sitið longst i em-
bæti.
Formaður í fimm ár
Tá Anker Jørgensen legði
frá sær sum formaður í
danska Javnaðarflokkinum
í 1987, varð Svend Auken
valdur til formann. Hann
hevði kortini ikki eydnuna
við sær sum formaður, tí
miðflokkarnir vildu ikki í
stjórn við honum sum for-
sætisráðharra, og tískil klár-
aði borgarliga minniluta-
stjórnin hjá Poul Schliiter
seg gjøgnum valini í 1988
og 1990 við at varðveita
stjórnarvaldið.
Á eykalandsfundi hjá
danska Javnaðarflokkinum
í 1992 stillaði næstformað-
urin, Poul Nyrup Rasmus-
sen upp ímóti Svend Auken,
og hann vann sum kunnugt
valið.
Tá Poul Nyrup Rasmus-
sen í januar 1993 kundi
skipa stjórin, eftir at Schlút-
er mátti leggja frá sær av
nógv umtalaða Tamilmáli-
num, gav hann Svend Au-
ken sessin um umhvørvis-
málaráðharri - og hevur
hann rgkt hetta starv síðan.
Hóast krúnprinsur hjá
Anker Jørgensen, so nåddi
hann ikki forsætisráðharra-
sessin. Men hann gavst ikki
- tók valið til eftirtektar, og
sigur seg ongar trupulleikar
hava av at skula arbeiða
undir Poul Nyrup Rasmus-
sen.
Heimsins drúgvasti
umhvervisráðharri
Tað er í dag ikki vanligt, at
ráðharrar sita á somu ráð-
harrastovu í so nógv ár, sum
Svend Auken hevur sitið í
umhvørvismålarådnum.
Annað hvørt verða teir flutt-
ir - ella vilja teir sleppa at
flyta. Men Svend Auken er
fegin um at vera umhvørv-
isrådharri.
— Um tå ætlar tær at nåa
úrslitum á altjóða stødi sum
umhvørvisrådharri, so krev-
ur tað, at tú vinnur tær álit
millum aðrar av heimsin
umhvørvisrådharrum. Tað
klárar tú ikki eftir einum
ella tveimum árum - serliga
ikki, tá tú kemur frá einum
so lítlum landi, sum Dan-
mark. Tey sambond, tú
skapar tær, kann eingin ann-
ar arva frá tær. Nú eg havi
sitið so leingi í hesum
starvi, eri eg komin at kenna
rættuliga vil til starvið eins
og eg eisini er væl kendur
millum starvsbrødur mínar,
sigur Svend Auken.
Hann vísir eisini á, at ein
umhvørvismålarådharri úr
eitt nú Onglandi, Fraklandi
ella USA per definitión hev-
ur stórt vald og stóra ávirk-
an.
Væl negdur við at vera
umhvervisráðharri
— Men vit sum koma frá
teimum smáu londunum
mugu líkasum arbeiða okk-
um fram, sigur hann.
— Ég trívist tí rættuliga
væl í hesum starvi, og eg
kundi ikki hugsað mær at
skula skift ráðharrastovu,
sigur Svend Auken.
Hóast Svend Auken mátti
lúta - og lata Poul Nyrup
Rasmussen formanssessin
í danska Javnaðarflokki-
num í 1992, so valdi hann
ikki at gevast - men tók av
tilboðnum um at gerast
umhvørvismålarådharri
hjå Poul Nyrup Rasmus-
sen
— Men vandin er so sjålv-
andi, at tú stødgar upp. onk-
ur segði mær, tá eg var út-
nevndur sum umhvørvis-
rådharri, at eg bara bleiv
parkeraður - at hetta ikki var
ein ráðharrastova, sum
hevði nakað upp á seg. Hes-
um eri eg púra ósamdur í.
Hetta er eitt starv, har tú
hevur við menniskju og
framtíðina at gera, sigur
hann og leggur dent á, at
umhvørvismålarådid er ein
sera vittfevnandi rådharra-
stova.
— Tú skal minnast til, at
vit hava vid umhvørvis-
vernd at gera, vid náttúru-
vernd, við skógirnar, ment-
annarminni, friðingar og
varðveitingar av gomlum
bygningum, við alla plan-
legging, við el-veitingina,
við varandi orku, alt við
Norðsjógvin, við grøn-
lendsku undirgrundina, vit
samstarva eisini við tykkum
føroyingar um viðurskfiti,
sum hava við undirgrundina
at gera, vit hava vil alt tað
globala umhvervissam-
starvið at gera 0. s.fr. So tit
mugu skilja, at hetta er ein
stór og spennandi avbjóð-
ing, sum mær dámar sera
væl.
— Umhvervismálaráðið er
eitt stórt klaver við nógvum
tangentum sigur Svend Au-
ken.
Spurdur, um hann er ein
beiskur politikari, eftir at
vera frákoyrdur sum for-
maður - og sostætt dump-
aður sum forsætisráðharra-
kandidatur, sigur hann, at
tað er hann ikki.
— Hatta er farið, og har
vendst ikki aftur. Eg havi
nú eitt starv, sum eg eri væl
nøgdur við, og eg haldi, at
eg enn havi okkurt efitr,
sum kann dugna samfelag-
num.