mikudagur 19. august 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 154 — 19. AUGUST 1998
Heilaskipið
sjósett
Í dag stevnir heilaskipið Ternan til havs. Komandi mán-
aðin vitjar tað í 10 býum og bygdum kring landið, og
andin í átakinum er greiður, jú betri upplýsingar um heil-
an, jú færri skaðar
TURIÐ KJØLBRO
MYNDIR: ÁLVUR
HARALDSEN
Føroyska Heilaárið varð
sett miðskeiðis í apríl í ár
og nú skúlarnir byrja aftur
eftir summarfrítíðina er
heilaskipið Ternan farið av
bakkastokki og er sjósett
við beinari kós ímóti yngri
sum eldri skúlanæmingum
í Føroyum. Atakid hevur
eitt týðiligt og greitt enda-
mál, nevniliga at røkka øll-
>
um skúlanæmingum, ser-
liga teimum í framhalds-
deildunum og miðnáms-
skúlunum, soleiðis at hesi
verða upplýst og kunnað
um heilan, heilasjúkur og
heilaskaðar.
Upprunin til átakið stavar
úr USA. Tað var George
Bush, sum í forsetasessi-
num í 1989 lýsti nitiårini
heilaár at vera við tí fyri
eyga at fáa fólk at miðsavna
meiri orku at granska heilan
og at fáa hesa vitan út til
fólk.
Og nú vit nærkast alda-
skiftinum er tíðin komin til
føroyska ungdómin. Tað
vera hesi sum fara at mynda
framtíðina á ein og annan
hátt og tí er so týdningar-
mikið at júst tey verða
kunnað og upplýst.
Á kunningar- og tíðinda-
fundinum, sum varð fyri-
skipaður í gjár í sambandi
við, at heilaskipið varð sjó-
sett, segði Pál Weihe, stjóri
á deildini fyri arbeiðs- og
almannaheilsu, at átakið er
ætlað at fáa fólk at hugsa,
áðrenn tey taka eitt hvort
evni, sum kgvir, doyvir og
oyðileggur heilan. Hann
vónaði, at skúlarnir kring
landið fara at nýta hetta
góða høvid sum íblástur og
leiðbeining.
Poul Jákup Thomsen,
ráðgevi á Rúsdrekka- og
Narkotikaráðnum, sum hev-
ur samskipað heilaátakið,
greiddi frá heilaskipinum.
Alt innan nýggjastu gransk-
ingina um heilan er við um-
borð, og tilfar og faldarar
er gjørt til skúlabrúks og
almenningin.
Framsýningar
Heilaskipið, sum er Ternan
I, er prýtt og skrýtt til enda-
málið. Tað hýsir framsýn-
ingum av ymiskum slagi, so
sum bókaframsýningum,
Góður kunnleiki um,
hvussu heilin virkar og
arbeiðir er fortreyt fyri
sakligum og fjólbroyttum
kjaki um menningina hjá
børnum, undirvising,
gransking, fyribyrging og
viðgerð av sjúkum
Eksperimentarium er eisini á skránni umborð á heilaskipinum. Har ber millum annað
til at finna út av, um tú er strongdur og heilafimur
eksperimentarium, teldu-
spøl, og einum biografsali,
har filmir um heilan verða
vístir. Til ber at kanna,
hvussu strongd ávirkar teg,
um tú ert heilafimur, og
annað, sum krevur, at tú
hugsar teg um.
Við í føroyska átakinum
eru Apoteksverkið, Jóla-
merkjagrunnurin, Happa-
dráttargrunnurin, Føroya
Sparikassi, Lions og Meg-
infelag teirra brekaðu. Virk-
semið hjá átakinum verður
í tveimum pørtum. Heila-
skipið verður tann eini part-
urin og tað fer at sigla út
kring landið og liggja við
kaj í 10 býum og bygdum
næsta mánaðin. Opið verð-
ur fyri skúlaflokkum fyrra-
part og almenninginum
seinnapart. Hin parturin av
átakinum er fyrilestrar, sum
verða hildnir restina av ári-
num, bæði av føroyingum
og útlendingum. Tey fara at
røda um heilasjúkur, heila-
skaðar, Alzheimer, Parkin-
son, høvudspinu og annað.
Aðra staðni í heiminum
hevur hesi árini síðani Bush
setti út í kortið, verið skipað
fyri heilaári og undirtøkan
hevur verið ógvuliga góð.
Fyrimyndin til føroyska á-
takið er tað danska, sum
Poul Jákup Thomsen,
ráðgevi á Rúsdrekka- og
Narkotikaráðnum á land-
gongini á heilaskipinum,
Ternuni I. I dag liggur
heilaskipid å Sandi og i
morgin å Tvøroyri
varð hildið í fjør við sera
góðum úrslitum, so góðum,
at umframt føroyingar, so
royna eysturríkarar, sviar,
belgiarar og onnur at gera
dønum eftir.
Marita Petersen, leiðari á Sernåmsfrødiligu ráðgevingini í elektriska stólinum