mikudagur 19. august 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 154 — 19. AUGUST 1998
hvussu blid fólk vóru...
Emma Winther var kommunulækni í Fuglafirði í 27 ár. Á fólkafundinum á Skarðinum oman fyri Fuglafjórð sunnudagin helt
hon rødu, har hon hugleiddi um læknaferðir um Skarðið. Hon vísti m. a. á, at slíkar læknaferðir nú eru søga - nú er bert at
seta seg í bilin. Men - spurdi hon - hava fólk fingið meira tíð til hvønn annan fyri tað? Niðanfyri prenta vit róðu hennara
Rødan, sum Emma Winther
helt á Skarðinum. Dávur
Winther tók myndirnar
Eg takki Fuglafjarðar Forn-
minnisfelag fyri at hava litið
mær upp í hendur at hava
hugleiðingar um ferðir um
Skarðið og vil nýta høvid
til at takka tykkum so
hjartaliga fyri tíðina, eg
livdi saman við tykkum. Tit
góvu mær eitt ríkt innihald
í lívinum, her eg livdi
saman við tykkum í gleði
og sorg.
Eg var við til at hjálpa
mongum fuglfirðingi úr
móðurlívi. Spenningurin
kundi ofta vera stórur, um
nú alt fór at gangast væl, og
stór var frøin, tå alt var væl
yvirstaðið. Tíðin, meðan
bíðað var eftir barninum
kundi mangan vera hugna-
lig við einum kaffimunni úti
í køkinum.
Sjálvandi kundi eisini
vera tungar letur, sum tit
góvu mær lut í, - men tær
hoyra eisini við til lívið og
gera mynstrið fjølbroyttari.
Ein av tykkum fuglfirð-
ingum, Frits Johannesen,
skrivaði eina sera vakra
heilsan til rín á mínum 80
ára degi, samanbar meg við
Afrikadrottningina, sum
sigldi millum høg tróð og
grønar viðalundir, og eg
sum gekk millum hesi høgu
fjøll og tindar. - Ja, Fritz
hevur hugflog...í øllum før-
um so gleddi greinin meg
mikið. Takk Fritz, um tú ert
her.
Mamma bant langar
føroyskar undirbuksur
Hugleiðingarnar = skuldu
snúgva seg um túrarnar um
Skarðið, ja teir hava verið
Tað má sigast at vera ikki
so lítið av einum bragdi
at Emma Winther sum
ert imum Sl
run KK St t
niðan á Skarð
Síðan
gekk hon sum ein unglingi
oman til Fuglafjórð, har
nú sum fyrr allar dyr
stóðu opnar fyri henni
vegnum og
ið at halda rødu
Emma Winther og sonur
Dávur. Tá Emma í røduni
tosar um fuglfirðingar,
hugsar hon um øll, sum
våru i Fuglafjardar lækn-
adømi, tå hon byrjadi sum
lækni. Umframt fuglfirð-
ingar er tað leirvíksingar,
gøtufølk, funningsfjarðar-
búgvar, oyndfirðingar,
hellufólk og elduvíksingar
mangir. - Eg byrjaði í Fugla-
firði í november mánað, so
tað var á vetri, eg skuldi
byrja gongutúrarnar um
Skarðið. Mamma mín, sum
altíð var umhugsin, bant
mær einar langar føroyskar
undirbuksir til endamálið,
køld skuldi eg ikki vera.
Olle Neshamar gekk við
mær tann fyrsta túrin um
Skarðið. Hann fortaldi mær
um søgulig stød á leiðini,
vísti mær hvar Gullbrandur
skuldi vera grivin, Gull-
brandshelluna á Hellunum,
Altarið, og møguliga annað
sum eg nú havi gloymt.
Segði mær eisini at brekkan
nidan frá Hellunum Kkallað-
ist Sproyngisbrekka, av tí at
hon var so brøtt, so tað var
ikki sért, at eg stúrdi fyri at
ganga hesa brekku á heim-
leiðini, men tå til stykkis
kom var tad yvirkomuligt.
Stidan vóru mangir tårar
um Skarðið, ógvuliga
ymiskir túrar. Í góðum veðri
var tað ein lekidómur fyri
sálina at ganga her. Mobil
telefonin var ikki komin til
Føroyar, so eingin telefon
kundi náa meg. Her var frið-
ur, bert náttúran kundi tala
fuglalåt, åarløkir
suðan av lounum og havin-
; útsýni, blómurnar
í leiðini, brobber, lyngur,
børkuvisur, børkubøndur o
til ein,
UT og Sí
Olíkir túrar vóru eisini
Jógvan Leiti og Pól í Køk
skuldu eina nåttina føra meg
til Oyndarfjarðar við