mikudagur 19. august 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
tíðindablaðið S0sZu
Eyðver Pálsdóttir úr Gøtu gjørdist vinnari av Ársins Songrødd 1997
Nú er greitt nær og hvar songróddin kemur at vera í heyst. Byrjað
verður heima á Sandi leygarkvóldið 26. september og sjálv finalan
verður leygarkvøldid 14. november. Songrøddin hevur verið at kalla á
hvórjum ári síðan 1983
Um Songreddirnar
Síðan Songreddin byrjaði í
1983, hava tað verið 16
gðrum luttakandi, sum
seinni eru vorðin kend í Før-
yum, bæði á tonleikapalli
og á plåtu og fløgu
Tey sum beinleiðis hava
fingið útgávusáttmála við
Songrøddina eru, Jórun úr
Vági, sum í 1984 gjørdist
kend um alt landið við lagn-
um um »Frøknurnar«,
Kristian Nystrøm, ið vann í
1993, og seinni gav band út
saman við manning úr
Chase og Barlast og Gitte
Wigand, ið vann árið eftir,
og seinni bleiv kend sum
You-Jane, og varð í hesum
sambandi fyrsti føroyingur-
in sum gav út stakfløgu
Onnur, sum seinni eru
vorðin kend á fløgu og palli
eru, Brandur Jacobsen við
Ikaros, Siri úr Sgldafirði við
Ipkis, Kaj Johansen við
Moirae, James Olsen við
íslendsku Pappunum, Linda
Olsen sum Singing Linda,
Malan Eyðunsdóttir við
Mark No Limits, Terji
Rasmussen við Moira,
Frankie Jensen við ymsum
innspælingum, Eyðfinn
Jensen við m.a. Eyðfinn og
Kári (Stórasystir og lítli-
beiggi), og ikki at gloyma
Turið Dam, sum síðan hon
vann í 1984 hevur spælt við
kendum bólkum í Føroyum
og Hollandi
Songreddin - ein
amat
ørkapping |
Meðan kappingin Prix Før-
oyar er kapping fyri etabler-
aðar bólkar, er og verður
songrøddin kappingin har
øll kunnu luttaka. Einum
nýtist hvørki bólk ella
royndir fyri at vera við, eitt
sindur av sjålvsåliti, dirvi og
årrædi, so ber væl til at
bj6da seg fram
Tad, at hendan kappingin
er fyri øll hevur eisini verið
væl móttikið á útjaðara øk)-
unum í Føroyum, og hevur
kappingin verið eitt hædd-
arpunkt, uttan síðustykki,
fyri mangan luttakara sein-
astu árini, har nógv eru við
tí at tað er stuttligt at luttaka
Eisini hevur verið stuttligt
at sæð hvussu gott saman-
haldið er millum teir lokalu
luttakarnar, har ein fær ta
fatan at tey eru samstarvs-
felagir, og ikki kappingar-
neytar
Ný skipan í ár
Vanligt hevur altíð verið, at
fyrireikarnir velja 4-5 kend
løg út, og tekningin fer fram
á skrivstovuni hjá Song-
røddini. Í ár eru farnar
tvinnar broytingar fram í
mun til undanfarnu árini
Tað fyrsta er, at í ár eru
ábyrgdarpersónar settir fyri
hvert ski, sum taka sær av
at fólk tekna seg, og hjálpa
fyrireikarnum og luttakar-
unum við at samskipa kapp-
ingina. Hin broytingin er, at
luttakarnir í ár kunnu vera
vid til at útvelja løgini.
Hetta fer fram á tann hátt,
at um umsóknin er fyrireik-
arunum í hendi í seinsta lagi
mánadagin 24. august,
kunnu luttakarnir velja upp
til trý løg. Endaliga åttøkan
av løgunum fer fram å
skrivstovuni hjå songrødd-
ini månadagin 24. august.
Vanligt hevur verið, at tå
luttakarnir tekna seg, fåa
teir sendandi band vid løg-
unum å. Talan er um instru-
mentalar útgávur av kend-
um løgum, sum fyrireikarn-
ir velja út (í ár saman við
luttakarunum). Í ár verður
so tann broyting, at løgini
vera á fløgu. Hetta kann lata
seg gera fyri somu upphædd
sum vanligt, við tað at fløg-
ur í dag eru eins bíligar og
z
bond i innkeypi.
Onkur nyggj stød
Fyri flestu økini er kapping-
in í ár á sama staði sum
vanligt er. Tó skal leggjast
til merkis, at í ár verður
gkiskappingin fyri Streym-
oy hildin í Sjónleikarhúsin-
um í Havn. Hetta hevur ikki
verið gjørt áður, tí Sjónleik-
arhúsið ikki hevur havt nak-
að dansigólv síðan >Goggu-
dansurin< helt uppat fyri
einum mansaldri síðan. Eis-
ini er áhugavert at finalan
aftur verður á Kambsdali í
ár, eins og hon var tað fyrstu
tíggju ferðirnar.
Høvudsorsøkin til hesar
broytingar er, at Gundadals-
høllin, sum plagar at hýsa
innleiðandi umfarinum í
Havn í løtuni er til umvæl-
ingar, og at Ítróttarhgllin á
Hálsi ikki vil vita av slíkum
tiltøkum longur. Hetta er
spell, men gott at vit aft ir
hava fingið eitt virkið Sjón-
leikarhús.
Annars er vert at nevna,
at miðvingar í ár standa fyri
kappingini í Vágunum, at
tvøramenn standa fyri kapp-
ingini í Suðuroy og at sand-
ingar hava kappingina á
Sandoynni.
Nr. 154 — 19. AUGUST 1998
Finalan |
Sum sagt, verdur finalan i
år hildin å Kambsdali, har
hon var øll tey frystu årini
hetta er fyrst og fremst ti at
Itrottarhøllin á Hálsi ikki vil
hava tiltøk longur sum
varða longri enn til miðnátt.
Eisini hava eysturoyingar
víst stóran áhuga fyri at fáa
finaluna aftur, og nú er hetta
so avgjørt.
Finalan verður hildin 14.
november og ætlanin er at
hava fjølbroytt undirhald
saman vid sjålvari finaluni.
I løtuni er talan um tvinnar
føroyskar rock bólkar. Tann
eini er frammi í løtuni, með-
an hin í veruleikanum er
hildin uppat, men hevur
sýnt áhuga fyri einari ein-
gangs >genforeining<. Av tí
at hesar avtalur ikki eru
komnar uppá pláss enn,
vilja fyrireikarnir ikki siga
hver tað er enn, men livst
so spyrst.
Eitt alternativ er at fáa
okkurt úendskt undirhald til
landið, sum so ofta fyrr,
men fyrireikarnir arbeiða
við einari føroyskari loysn,
sum skal standa mát við tey
útlendsku tiltøkini sum hig-
artil hava verið til finaluna.
Kostnaður
Fyri luttakarnar verður
kostnaðurin í ár óbroyttur,
kr. 100 fyri fløgu og luttøku.
Fyri tey sum koma til til-
takið, verður prísurin kr.
ongrøddin fastløgd
80,00 fyri atgongumerki til
økiskappingarnar, meðan
atgongumerki til finaluna
kemur at liggja um hundrad
krénur. Kostnadurin til fin-
aluna verður treytadur av
hvørjum undirhaldi fyri-
reikarnir fåa fatur å.
Tiltakid Å
Tiltakid er sum sagt aftur-
vendandi, men økiskapp-
ingarnar eru altid treytadar
av hvussu nógv tekna seg
til kappingina. Tískil heita
fyrireikarnir á fólk, um at
tekna seg. Serliga á teimum
smærru plássunum er um-
ráðandi, at tað verða nógvir
luttakarir, soleiðis at kvøld-
ið verður so hugnaligt sum
gjørligt.
Fyrireikarnir vænta eitt
brak av einari kapping aftur
í ár, og hugaligt verður at
síggja luttakarar frá øllum
landinum spíla seg út
Songrøddin er jú eisini ein
dystur millum suðringar,
sandingar, norðingar, vága-
fólk, eysturoyingar og
havnarfólk, og eitt sindur av
lokalpatriotismu ger jú bara
tiltakið enn meir spennandi.
Vit síggja fram til eina góða
og spennandi kapping.
verður hendan:
dali.
fram.
Songrøddin 98
Tlf.: 3176 46
Fax: 318401
e-mail:
ella á staðnum.
Songrøddin verður í ár fyriskipað |
sum økiskapping, har øll tey størru
plássini vera vitjaði, og økisvinnarnir
koma til finaluna. Økiskappingin
Sandoy: 26. sept. virkid å Sandi.
Eysturoy: 2.-3. okt. Glyvra Bio.
Vágarnar: 10. okt. Bygdarhúsið í Miðvági.
Streymoy: 17. okt. Sjónleikarhúsið í Havn.
Norðoyggjar: 23. okt. Longbrá í Klaksvík. |
Suðuroy: 29.-30. okt. TB-Húsið.
| Finalan 14. nov. Ítróttarhellin á Kambs-
Tey ið ynskja at luttaka kunnu tekna seg á
staðnum, við at venda sær til teir lokalu
fyrireikarnar, ella við at venda sær til Song-
røddina 98, sum er almennur fyriskipari av
tiltakinum. Tilmeldingin kann fara soleiðis
fcbudin Gpost olivant.fo
Post: Boks 1250, 110 Tórshavn
Í
|
|
|