hósdagur 20. august 1998síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
10
Skurðstovan við ti tøkniligu útgerðini
ORÐ SVEINUR TRÓNDARSON
MYNDIR: Jan MØLLER
Tað eru í ár liðin 100 ár
síðan Klaksvíkar Sjúkrahús
fór at virka og hetta tíðar-
skeiðið eru farnar sera stór-
ar broytingar fram í sjúkra-
røktini
Tad, sum var vanligt fyrr,
er kanska ikki vanligt i dag,
ti nå eru ødrvisi hættir at
gera næstan alt upp å.
Umhvervið á Sjúkrahús-
unum er heldur ikki, sum
tað var fyrr. Eisini her eru
gjørdar stórar broytingar.
Og tað er serliga tey sein-
astu 20 - 30 árini, at tær all-
arstørstu broytingarnar eru
farnar fram.
Tøkniliga menningin er
farin við øgiligari ferð og
tað eru tað ikki so nógv,
sum hava nakað í móti.
Harvið eru vidgerarmøg-
uleikarnir vorðnir munandi
betri og tað skuldi eisini
merkt, at fleiri og fleiri ger-
ast frísk eftir viðgerð á
sjúkrahúsunum.
Men sjúkrasystrarnar á
Klaksvíkar Sjúkrahúsið
hildu ikki, at henda farna tíð
skuldi fara aftur við borð-
inum uttan at okkurt var
gjørt burturúr.
Settu arbeiðsbólk
at C
Tá nú 100 ára hn hjá
Klaksvíkar = Sjúkrahúsið
nærkaðist gjørdu sjúkra-
systrarnar í Klaksvík av at
seta ein arbeiðsbólk, sum
skuldi fáa eina framsýning
upp at standa.
Ætlanin var, at framsýn-
ingin skuldi lata upp í sam-
bandi við altjóða sjúkra-
systradagin í mai, men av
ymsum orsøkum var valt at
bíða til august, tá Klaks-
víkar Kommuna hátíðarhelt
90 ára dagin.
Arbeiðsbólkrin, sum var
mannaður við bæði yngri og
eldri sjúkrasystrum fór und-
ir at savna tilfar, og tað vísti
seg at ganga væl.
tíðindablaðið S0E32lufn
Sjúkrahúsið lá inni við
nógvum tilfari, sum var væl
egnað til framsýning og
fleiri sjåkrasystrar høvdu
eisini ymiskt, sum tær fegn-
ar vildu lata til hetta høvi.
Gamlar og
; stovur
ógvar myndir vóru á
framsýningini. Men um-
framt myndir, so eydnaðist
eisini fyrireikarunum at seta
upp tríggjar stovur.
Ein stova var frá gamlari
tíð. Her sást hvør útgerð var
tek í teirri tíðini. Ein stova
var frá 60-unum ella 70-
unum og tann triðja var frá
í dag.
Við hesum trimum upp-
setingum sást, hvussu stórar
broytingar eru farnar fram
tá tað um sjúkrargkt um-
ræður.
Stórfingin gáva
Og hesar broytingar eru
seinastu tíðina vorðnar enn
meira skilligar.
Framsýningar frá gamlari tíð vekja altíð áhuga millum fólk og serliga tá tað er nakað,
sum tekur dagin í dag við
Nr. 155 — 20. AUGUST 1998
Stór framsýning um heilsurøkt í 100 år
Tað eru hendar stórar broytingar i sjúkraróktini seinastu 100 árini og tað vildu sjúkrasystrarnar á Klaksvíkar Sjúkra-
húsið fegnar vísa byarfeløgum sínum vid framsýningini >Sjúkrarókt í 100 år«, sum var opin dagarnar tá Klaksvíkar
Kommuna hátíðarhelt 90 ára dagin
Ein sera spennandi framsýning .....
Fyri ikki so langari tíð
síðan tóku tey trý sjúkra-
húsini eitt nýtt tól í nýtslu.
Hetta er eitt sokallað tele-
medisinskt tól, sum ger tað
møguligt hjá Landssjúkra-
húsinum í Havn at hava
eyguni eftir og hjálpa við í
viðgerðini av sjúklingum,
sum liggja á sjúkrahúsunum
í Klaksvík og á Tvøroyri.
Útgerðin kostar um 500
túsund krónur og tann pen-
ingin hevði Klaksvíkar
Sjúkrahús ikki tøkan í ár.
Men tá neyðin er størst,
er hjålpin ofta næst.
Og so var eisini her.
Norðoya Sparikassi hevur
hugt djúpt í lummarnar og í
sambandi við móttgkuna,
sum var tá framsýningin lat
upp, handaði Sparikassin
sjúkrahúsinum ein kekk
uppá heilar 250 túsund
krónur.
Stórfingin gáva, tað er
vist og hon ger eisini, at tað
er møguligt hjá Klaksvíkar
Sjúkrahúsið at keypa tele-
medisinsku útgerðina longu
í år.
Edvard Fuglø
setti upp
At seta eina slika framsyn-
ing upp, er ikki bara sum at |
siga tað.
Hóast tær kenna til upp-
stillingarnar á sjúkrahúsin-
um, so hildu sjúkrasystrar-
nar seg ikki til at seta fram-
sýningina upp einsamallar.
Men tað er eingin trup-
ulleiki tá býurin eigur ein
mann, sum er meistari á tí
økinum.
Sjúkrasystrarnar heittu á
Edvard Fuglø, sum er kend-
ur fyri at duga væl at gera
pallmyndir til sjónleikir og
hann var fúsur at hjálpa.
Saman við Norðoya
Fornminnisfelag gjørðu tey
øll í felag eina sera áhuga-
verda framsýning.
Fornminnisfelagið
fingið lutirnar
Framsýningin er nú tikin
niður aftur, men lutirnir eru
kortini ikki farnir í allar ætt-
ir hóast tað.
Tey ið høvdu ábyrgdina
av framsýningini hava gjørt
av at lata fornminnissavn-
inum í Klaksvík allar lutir-
nar til skrásetingar.
Um forminnissavnið fer
at gera framsýning burtur úr
lutunum er ikki greitt, men
møguleikin er til staðar, og
tað er einki at ivast í at á-
hugi er fyri slíkum framsýn-
ingum í Klaksvík, tí nógv
fólk nýttu høvi til at vitja
inn á gólvið meðan fram-
sýningin var opin, siga fyri-
reikararnir.
Nógvar myndir vóru við á framsýningini. Bæði frá privatum og frá sjúkrahúsinum
sjálvum