hósdagur 20. august 1998síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 155 — 20. AUGUST 1998
tíðindablaðið SOS!AlUMNn
Ingeborg Vinther, forkvinna í Fóroya Arbeiðarafelag:
Oljuavbjodingin má fáa føroysk
fakfeløg at standa saman
-Vit síggja fegin eina oljuvinnu í Fóroyum. Men oljufeløgini hava sum fremsta mál profitt og vald. Tað er altavger-
andi, at fakfeløgini í Føroyum tí standa saman sum ein maður. Ongantíð áður hevur tað verið so umráðandi hjá fak-
felagsrøsluni at draga eina og somu línu sigur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag. Hon heldur eisini, at fakfeløgini
heilt nátúrliga eigur at vera við til at mynda útviklingin saman við politikarum vinnulívinum her. Hetta m.a. fyri at
forða fyri, at vit ikki enda aftur í 80-unum, har eingin stýring varð og útviklingurin tí eisini ikki tók hædd fyri før-
oyska samfelagnum.
JAN MØLLER
-Hetta er eitt sera gott høvi
til at savna øll tey føroysku
fakfelggini, sum annars al-
tíð hava staðið alt ov nógv
spjødd sigur Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeidarafelag, nå roynt
verður at stinga út í kortið
ein felags føroyskan fak-
felagspolitikk í sambandi
við eina komandi oljuvinnu.
Ingeborg Vinther við-
gongur, at føroysku fak-
feløgini standa fullkomiliga
á berum, tá talan er um at
taka av stóru avbjóðingini,
sum ein oljuvinna ber í sær
fyri eitt samfelag.
Tað er tí Føroya Arbeiðs-
gevarafelag hevur sett seg í
samband við NOPEF, sum
er norski landsfelagsskap-
urin fyri øll fakfeløg, sum
hava fólk sum limir, i ar-
beida innan oljuvinnuna.
I hesum sambandi vóru
tvey umboð fyri NOPEF á
vitjan í Føroyum herfyri,
har tey nýttu høvi at tosa
við umboð fyri fleiri før-
oysk fakfeløg, teirra millum
Føroya Arbeiðsgevarafelag,
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag, Havnar Arbeiðskvinnu-
felag, Maskinmeistarafelag-
ið og Handverkarafelagið.
Ingeborg Vinther sigur, at
tey fyrst vilja vita, hvussu
norsku fakfelggini hava
fyrireikað seg og skipað seg
í eini oljuvinnu, og síðani
er hetta eisini ein roynd at
fáa eitt samstarv í lag, tá ein
møgulig oljuvinna tekur seg
upp her hjå okkum.
-Tað, sum er altumráð-
andi í hesum útviklinginum,
er, at føroysku fakfeløgini
standa saman. Vit hava
fingið at vita, at standa vit
ikki saman, tá oljuvinnan
tekur dyk á seg, so kann alt
gera tað sama. Oljufelggini
skilja bert eitt, og tað er
pengar og vald.
Størsta abjóðingin
nakrantíð
Forkvinnan í FA dylur ikki
yvir, at hetta verður ein
tann størsta avbjóðingin,
sum føroyska fakfelagsrørs-
lan nakrantíð hevur staðið
yvir fyri, og nettup tí er tað
so umráðandi at fáa øll fak-
feløgini at standa saman
sum ein maður. Hon vísir
m.a. til, at fleiri av oljufel-
øgunum, sum vilja leita eftir
olju her, eru amerikonsk, og
Ingeborg Vinther, formaður í FA dylur ikki y
db
vir, at hetta verður ein tann størsta avbjóðin
gin, sum fóroyska fakfelagsrørslan nakrantíð hevur staðið
yvir fyri, og nettup tí er tað so umráðandi at fáa øll fakfeløgini at standa saman sum ein maður
sipar við hesum til, at fak-
feløg eru ikki júst so væl
dámd í USA.
-Tí mugu vit gera okkum
greitt, at tað kann blíva eitt
hart stríð at fáa bæði org-
anisastiónsviðurskiftini og
sáttmálar uppá pláss, tá olja
einaferð streymar upp úr
undirgrundini.
-Vit fáa onga olju upp
uttan oljufeløgini eru her -
sær tú oljufeløgini sum ein
fígginda heldur enn ein
partnara?
-Ein skal ongantíð siga,
at ein arbeiðsgevari og ein
arbeiðstakari eru í sama
báti. Tað plaga arbeiðsgev-
ararnir at síga og ikki vit.
Ég meti tó ikki oljufelggini
sum fígginda, men vit skulu
hava eitt skilagott samstarv.
Og har vita vit av royndum,
at er annar parturin veikur
td. fakfeløgini orsakað av
spjaðing, so hava oljufel-
øgini longu alt valdið frá
byrjan av. Og tað er hetta
vit í felag mugu byrgja upp
fyri ikki skal henda.
Ingeborg Vinther sigur, at
tað nú ræður um at fáa gll
tey føroysku fakfeløgini á
tal og verða við til at leggja
hetta til rættis. Hon er eitt
sindur hugstoytt av, at fleiri
av fakfeløgunum, sum tey
høvdu kontaktað í sambandi
við norsku vitjanina, møttu
ikki upp ella lótu als ikki
við seg koma.
Sær fram til eina
oljuvinnu
Men hvat heldur forkvinnan
í Føroya størsta fakfelag um
eina komandi oljugongd -
sær hon fegin, at vit fáa eina
oljuvinnu, sum kann geva
nógv arbeiði?
-Ja avgjørt, men bara um
føroyska samfelagid kann
fåa nakad skilagott burtur
år, og um føroysk arbeids-
megi fer at verða brúkt á
øllum økjum.
Hon vidgongur, at hetta
letur seg bert gera, um vit
hava útbúgvið fólk, og tí
heldur hon tað eisini vera
so umráðandi longu nú at
útbúgva føroyingar til eina
komandi oljuvinnu - soleið-
is at vit eru fyrireikað, tá
oljan kemur.
-Men vit eru bert 45.000
íbúgvar, og verður talan
um eina stóra vinnu, so
kann skjótt henda, at
mangul verður á fólki, og
vit verða noydd til at inn-
flyta arbeiðsmegi. Hvat
sigur tú til slíka gongd?
-Tað er ein annar spurn-
ingur, sum vit mugu taka
stóðu til ta tíð. Her mugu
vit forða fyri, at gongdin í
80-unum endurtekur seg,
har so nógv virksemi var í
gongd í senn, at tað tí varð
neyðugt at innflyta nógv
fólk uttanífrá. Eg haldi
sjálv, at eisini fakfelggini
eiga at vera við til at til-
rættaleggja og avgera kom-
andi útviklingin, soleiðis at
vit m.a. kunnu forða fyri, at
stødan frá 80-unum ikki
endurtekur seg, har arbeiðs-
gevararnir innfluttu fremm-
anda arbeiðsmegi og góvu
nógv størri lønir enn før-
oyskir arbeidarar vóru vanir
við.
Eisini fakfeløgini
skulu avgera
útviklingin
Forkvinnan í FA sigur, at tað
tí ikki bara skulu vera
arbeidsgevarar, politikarar
og oljufeløgini, sum skulu
avgera útviklingin og tem-
potið. -Vit vilja sum fak-
feløg vilja so sanniliga eis-
ini vera vid at bestemma,
hvussu útviklingurin skal
síggja út sigur Ingeborg
Vinther.
-Men verður olja funnin,
skal hon tå í land i Føroy-
um ella skal hon flytast
beinleidis vidari å markn-
aðin?
-Vit mugu alla tíðina
hugsa um, at oljan skal geva
nokk av arbeiði eftir seg í
Føroyum. ,
Ingeborg Vinther héldur,
at norska modellid vid No-
pef, har øll fakfeløgini eru
savnað undir einum taki, er
nakað, sum vit eiga at
hyggja eftir.
Hon heldur tað vera sera
umráðandi, at politikararnir
og fakfeløgini ganga hond
í hond í hesum útvikling-
inum. Tí verður ikki borið
rætt at kann hetta gerast
stórt bakkast fyri okkum øll.
Síðani norsku fakfelags-
fólkini hava verið i Føroy-
um hevur Føroya Arbeiðs-
gevarafelag eisini havt sam-
band við fakfelagið hjá olju-
arbeiðsfólki í Skotlandi.
Fakfelagsfólk har ynskja
eisini at vera við til at stuðla
føroyskum fakfeløgunum
til at verda betri fyrireikad
uppå eina komandi olju-
vinnu.