hósdagur 20. august 1998síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
tíðindablaðið Sesjaluin
Nr. 155 — 20. AUGUST 1998
Espen Løken, álitismaður hjá norska oljulandsfelagnum á Saga Petroleum:
Fyrireikið tykkum
til at standa saman
-Bert við at standa saman kunnu føroysku fakfeløgini verða við til at mynda
útviklingin á oljuøkinum, bæði hvat viðvíkur tí at stýra politiskt og eisini at
tryggja oljuarbeiðsfólkunum góð arbeiðsviðurskifti og lónarkor sigur Espen
Løken, álitismaður hjá Saga Petroleum fyri norska fakfelagsskapin fyri fólk,
sum arbeiða í oljuvinnuni. Sosialurin hevur tosað við hann
Jan MØLLER
Herfyri vóru tvey umboð
fyri norska fakfelagið hjá
oljuarbeiðarum á vitjan í
Føroyum eftir eini åheitan
frå Føroya Arbeiðarafelag
og ødrum fakfeløgum.
Sosialurin hitti Espen Lø-
ken, sum dagliga arbeidir
hjå oljufelagnum Saga, har
hann eisini er ålitismadur
hjå NOPEF, sum stendur
fyri „Norsk Olje- og Petro-
kemisk Fagforbund.“ Hetta
er landsfelagsskapurin fyri
allar oljuarbeiðarar.
Espen Løken sigur seg
vera sera væl nøgdan vid
vitjanina í Føroyum. Hann
heldur tað kann hava týdn-
ing, at fakfeløg virka saman
eisini tvørtur um landa-
mark.
-Eg eri komin higar sum
umboð fyri Nopef. Tað er
ikki óvanligt, at Nopef letur
álitisfólk frá oljuvinnuni
vitja onnur fakfeløg fyri
harvið at fáa samband og
samstarv.
Góð tíð men byrjið at
nu
Espen Løken heldur, at før-
oyingar hava góða tíð til at
fåa målid uppå plåss.
- Tit hava enn ikki avgreitt
marknasamrådingarnar vid
bretar, tit hava heldur ikki
bjóðað út øki til boring, so
tað kann fara at ganga nak-
að av tíð enn, áðrenn møgu-
lig olja verður funnin og
virksemi fer í gongd.
Men kortini haldi eg tað
er umráðandi longu nú at
hugsa, hvussu tit ætla at
skipa hetta bæði reint polit-
iskt og út frá einum fakfel-
agsligum sjónarmiði.
Espen Løken sigur, at
hann undir vitjanini tosaði
við føroysk fakfelagsfólk
um bæði politiska spurn-
ingin og um fakfelagsspurn-
ingin. -Tað er av týdningi,
at tit politiskt stýra hesi
vinnu. Tit eru eitt lítið sam-
felag, og finna tit nógva olju
og gass, kann tað fullkomi-
liga broyta alt samfelagið.
Tað er tí av týdningi, at tit
siga, hvat tit ynskja og hvat
tað er fyri eitt samfelagið
tit vilja hava.
Espen Løken vísir á, at
fakfelagsrørslan er eisini
politisk, og tí skal hon eisini
vera við til at ávirka sam-
felagsgongdina.
Útbúgvið tykkara
egnu fólk
Eisini spurningurin um út-
búgving var vidgjørdur á
fundunum. Norski álitis-
maðurin heldur tað er rætti-
liga umráðandi, at føroy-
ingar gera sær greitt týdn-
ingin av at útbúgva føroy-
ingar til at røkja tey ymsu
størvini í eini komandi olju-
vinnu, soleiðis at ein ikki
bara stendur við ófaklærdari
arbeiðsmegi, tá oljan kemur
í land, og útbúna arbeiðs-
megi kemur uttanífrá.
Espen Løken vísir á, at í
oljufelagnum, har hann ar-
beiðir, hevur meira enn
helvtin av starvsfólkunum
hægri útbúgving.
-Skulu tit hava tykkara
egnu oljuverkfrødingar 00.
við hægri útbúgving, so
mugu tit til at leggja tað til
rættis nú, tí tað tekur nógv
ár at útbúgva væl av hesum
fólkum. Eg haldi tað er um-
ráðandi, at tit hava tykkara
egnu fólk, sum arbeiða í
oljufeløgunum, soleiðis at
tit ikki bara skulu til at
innflyta amerikanarar, norð-
menn, bretar og onnur, sum
bert eru her í eina stytri tíð
og so fara heimaftur.
Skipið tykkum í
landsfel
Á fundinum vid føroysku
fakfelagsumboðini komu
teir báðir norðmenninir við
teimum ráðum, at føroysk
fakfeløg savna seg í eitt
landsfelag og arbeiða sam-
an har. -Her er talan um eina
heilt nýggja vinnu við heilt
nýggjum og gðrvísi arheiðs-
gevarum, sum eru ótrúliga
sterkir. Tí má fakfelags-
rørslan eisini vera sterk, og
tað er hon bert, um øll fak-
feløgini standa saman.
Hvussu heldur Espen Lø-
ken, at føroyingar eiga at
fyrihalda seg mótvegis
teimum risastóru oljufelgg-
unum, sum fyrst og fremst
eru úti eftir so stórum pro-
fitti sum gjørligt?
-Øll privat feløg hava
sum målsetning ein so høg-
an profitt sum tilber. Tf eru
tey til, men eg trúgvi eisini,
at tey flestu feløgini ynskja
góðar arbeidsumstødur og
vilja eisini hava góð og
skipað viðurskifti við síni
starvsfólk.
Espen Løken sigur, at tey
norsku oljufelggini ynskja
stór og sterk fakfeløg. Men
tað eru so onnur oljufeløg,
og her serliga ávís ameri-
konsk feløg, sum meta he. ta
ødrvisi og sum als ikki
ynskja at hava fakfeløg.
-Tað eru tit sjálvi, sum
skulu bestemma og seta upp
reglur og fyritreytir, sum
oljufeløgini skulu fylgja, og
so eru tað fakfelggini, sum
skulu tryggja, at starvs-
fólkini í vinnuni hava góðar
sáttmálar.
Espen Løken heldur tað
vera skilagott av fóroyskum
fakfeløgum at hyggja til,
hvussu norsk fakfeløg við
sínum 30 ára royndum hava
Umleið 13.000 fólk, sum arbeiða í norsku oljuvinnuni
eru limir í NOPEF, sum er landsfelagsskapurin hjá
norskum oljuarbeiðarum
borið seg at. Hetta kann so
gera, at føroysk fakfeløg
kunnu fáa samstarvsfelagar
í eitt nú í Noregi. Um so
verður, at norsku oljufeløg-
ini sleppa uppí part í Før-
oyum, so vil tað vera heilt
náttúrligt hjá føroyskum
fakfeløgum at hava sam-
band við norsk fakfeløg.
Tað er einki dulsmál, at
norsku fakfelggini standa
sera sterk nettup innan o}ju-
vinnuna. Orsgkin til hetta er
fyrst og fremst, at øll fel-
øgini standa saman í einum
landsfelag. Nopef tekur sær
av fakfelagsspurningum
hjá øllum, sum arbeiða í
oljuvinnu, frá vaskikonuni
til fólk við hægri akadem-
iskari útbúgving.
-Vit hava sera góðar
royndir við einum landsfel-
ag. Tey fyrstu árini royndi
LO at brúka tey verandi fak-
feløgini at standa fyri út-
viklinginum, men hetta
riggaði ikki væl. Tá hetta
varð skipað í einum olju-
landsfelag, gekk eisini
nógv betur.
Espen Løken heldur
sjålvur, at sterku fakfeløgini
eru orsøkin til, at fólk í olju-
vinnuni hava góðar arbeiðs-
umstødur, arbeiðstíðir og
lønir. Eisini slíkt sum trygd-
arviðurskiftini eru á sera
høgum stødi og skyldast tað
eisini fakfeløgunum.
Hann heldur eisini, at
mong seriøs oljufeløg hava
notid gott av hesum. -Tey
eru fegin um at hava ein
kvalifiseraðan mótpart, sum
eisini kann tala søkina hjá
starvsfólkunum. Eru skipað
viðurskifti og starvsfólkini
eru væl nøgd við bæði løn
og arbeidsumstødur, so fær
tú ikki konfliktir, sum
kunnu kosta nógv. Tá fær
tú heldur nakrar loyalar ar-
beiðarar. Feløgini vilja
heldur hava ein mótpart at
tosa við enn eina rúgvu av
ymsum feløgum, sum hava
ymsar áskoðanir. Tí er ein
landsfelag fyri allar oljuar-
beiðarar tað rætta.
Oljufeløg góðtaka
sterk fakfelø
Espen Løken heldur ikki, at
nakað oljufelag hevur hildið
seg burtur frá Noregi ors-
akað av sterku fakfeløg-
unum. Tá hevur tað heldur
verið skattapolitikkurin.
-Tað er eingin orsøk til
ikki at hava góð og sterk
fakfelgg. Tað fær ikki olju-
feløgini at halda seg aftur.
Espen Løken heldur fyri,
at hann metir føroysku fak-
feløgini at standa sera
spjødd. -Skulu tit meta eini
heilt nýggjari vinnu og fel-
øgum, sum hava sera drúgv-
ar royndir og ekspertisu til
at handfara og lutvíst mót-
arbeiða fakfeløgum, so er
brúk fyri eini sterkari fak-
rørslu, og hon kann bert
vera nóg sterk, um fakfel-
øgini standa saman. Hetta
var ein av boðskapunum
norsku fakfelagsfólkini
høvdu at lata føroysku
starvsbrødrunum.