hósdagur 20. august 1998síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 155 — 20. AUGUST 1998
tíðindablaðið S0S
Byggja havnina
út í Fuglafirði
Nógv virksemi er á Havsbrún í Fuglafirði, men havnarviðurskiftini eru ikki
nóg góð til at taka ímóti gllum skipunum, sum koma at landa. Hetta ætlar
kommunan nú at gera nakað við
JONHARD HAMMER
Fuglafjarðar kommuna er
farin undir 1. byggistig av
havnaútbyggingini í Fugla-
firði. Utbygginigin fer fram
millum Havsbrún og havna-
skrivstovuna. Grundin til at
Fuglafjarðar kommuna er
farin undir hesa útbygging,
er at Havsbrún ætlar at
byggja sítt pelagiska virkið
Pelagos út . Og sum stødan
er í løtuni er og lítið pláss á
havnagkinum í Fuglafirði.
Tað verður ikki bara bygt
úteftir, eisini er tað umráð-
andi, at tað er djúpt har, sum
skipini skulu leggja at. Tí
verður tað eisini sprongt
niðureftir, so tey stóru skip-
ini so sum Tróndur í Gøtu
kunnu leggja at.
Arbeiðið gingið væl
Tað er fyritøkan J&K-Pet-
ersen, sum stendur fyri út-
byggingini av havnini í
Fuglafirði. Arbeiði hevur
gingið sera gott — byrjað var
uppá arbeiðið seinast í maí
og roknað verður við, at tað
verður liðugt í november.
Tað skuldi ikki verið nakar
trupulleiki at hildið tíðar-
freistina, so sum arbeiðið
Útbyggingin av keiini við Havsbrún gongur væl
gongur í løtuni. Talan er um
eina spunskei, sum verður
gjørd í Fuglafirði, á sama
hátt sum tann gamla keiin
er bygd. Hon hevur staðið í
eini 60 ár uttan trupulleikar,
so hetta er ein góður háttur
at byggja uppá. Tað eru bara
fýra mans, sum arbeiða fast
við útbyggingini í Fugla-
firði, men teir daganir, sum
teir fyltu grót í havnina vóru
fleiri mans til arbeiðis.
Havnin ov grunn
Teir eru ikki farnir at dýpa
havnina enn. Men ætlanin
er, at teir skulu dýpa havn-
ina til einar 8-9 metrar, so
at tey stóru skipini sum
Tróndur í Gøtu, Christian í
Grótinum og aðrir stórir
írskir bátar altíð kunna
koma at landa. Keiin, sum
er í dag, er bygd til bátarnar,
sum vóru í 60-unum og 70-
unum, so sum Finnur Fríði
og Zenita, og teir vóru stórir
bátar tá. Men tað eru so fáir
eftir av teimum og teir
nýggju bátarnir er so nógv
stórri, og teir stinga rættu-
liga djúpt. Tá ið Tróndur í
Gøtu t.d. kemur við fullari
last til bryggju, tekur hann
botn. Hetta eru ótolandi við-
fyri Bergfrost
urskifti, ein kann rokna við
at astikkur og annað kann
fáa skaða.
Dýr loysn
Fyri at loysa trupulleikan
við havnaviðurskiftinum í
Fuglafirði hevði tað verið
rætt at bygt pir út frá Havs-
brún. Tað hevði eisini býtt
munandi um viðurskiftini
hjá bátum at ligið við
bryggju í ringum veðri. Tað
er serliga lágættin, sum er
ring í Fuglafirði.
Hetta er ein dýr loysn,
men tað krevst. Skipini eru
stór og dýr. Tey krevja at
verða avgreidd so skjótt
sum gjørligt. Um hetta ikki
letur seg gera, so kunnu tey
bara fara til okkurt annað
land at landa.
Eingin atløgubryggja
uttanfyri tunnlarnar
2. byggistig av havnaút-
byggingini í Fuglafirði, skal
gerast sunnan fyri Havs-
brún. Tað verður uttanfyri
frystitunnlarnar, har fyritøk-
an Bergfrost heldur til. Teir
hava sprongt nakrar tunnlar
inn í fjallið, og tað er gjørt
til frystigoymslur.
Mynd: Jan Miller
Bergfrost hevur ein trup-
ulleikan, tá ið teir skulu
skipa frystigóðs upp og av-
skipa. Tá hava teir onga at-
løgubryggju uttan fyri tunn-
larnar. Tí verða skipini
noydd at leggja at uttan fyri
havnarskrivstovuna og
skipa farmin upp har. Síðani
verður fiskurin koyrdur við
trailarum yvir til Bergfrost
Hetta er ikki gott fyri frysti-
góðsið, tí tað skal helst ikki
standa úti ov leingi. Hetta
eru sera trupul viðurskifti at
arbeiða undir, og tað er eis-
ini trongt hjá trailarum at
koyra á keiøkinum í Fugla-
firði. Sum stødan er í dag
er tað sera kostnaðarmikið
hjá Bergfrost at flyta farmin
til og frá frystigoymsluni
”-
Prosjekteringin av 2
- byggistigi er ikki liðug enn,
men rokna verður við, at
komandi ár verður farið
undir 2. byggistig av havna-
útbyggingini í Fuglafirði
Kostnaðurin fyri 1. og 2
byggistig er roknaður til 12
milliónir. Av hesum letur
landið 30% í stuðli og Fugl-
afjarðar kommuna rindar
restina.
Farnir undir at
breiðka vegin
undir Valaknúkum
Nú verður vegurin undir Valaknúkum
í Skálabotni breiðkaður
EMiL L. JACOBSEN
Ein partur av landsvegnum,
sum fólk ofta hava funnist
at, er stutta og smala strekk-
ið frå Statoil-stødini í Skåla-
botni og nakað suðureftir
móti Skipanesi.
Hetta vegastrekkið undir
Valaknúkum er sera smalt,
og sýnið fyri mótkoyrandi
ferðslu er heldur ikki av tí
besta.
Men hetta skal nú broyt-
ast. Herfyri byrjaði arbeiðið
hjá Landsverkfrødinginum
at breiðka vegin, og tá ar-
beiðið er liðugt, fer ferðslan
millum syðra og eystara
part av Eysturoynni og rest-
ina av oynni umframt
Streymoynna at glíða enn
lættari.
Serliga hevur tað verið
trupult, tá bussar ella last-
bilar møtast á hesum strekk-
inum, og vit minnast synd-
arligu vanlukkuna í áttati-
árunum, tá ein bussur fór
omanav vegnum og trý fólk
lótu lív. Tá vegurin verður
breiðari, er minni møguleiki
fyri, at ein tílík vanlukka
kann endurtaka seg.
Vegastrekkið undir
Valaknúkum skal
nú breiðkast
Mynd: Jonhard Hammer