Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 1998síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið Nr. 155 — 20. AUGUST 1998 - Tá var navn P. M. Dams á ollum varrum — Eg var ikki farin úr skúlanum, tá Ísvirkið varð kom - tá var P. M. Dams navn á øllum vørrum, segði Karl Jespersen m. a., tå hann á summarstevnuni hjá Javnaðarflokkinum á Tvøroyri hugleiddi um góða gamla vin sín, Petur Mohr Dam, sála: Eg takki fyri æruna at fáa loyvi at siga nøkur orð um P. M. Dam sála. Jeg eigi ikki orð, ið kunnu lýsa henda mann, sum gjørdist eitt satt halgimenni fyri Føroya arbeidarafjøld alla frå ti fyrsta degi hann kom å ting, til hann fall å ovasta plåssi landsins Jeg minnist, tå Ísvirkið kom. Tá var P. M. Dams navn á øllum vørrum. Jeg var ikki farin úr skúlanum tá, men árið eftir var jeg við til at avreiða til virkið. Tað vóru fiskiár, haldi jeg, tí ofta var kajin avbreidd við fiski frá vestara enda og inn í Ísvirkisgangin. Og fram um alt fingu ogur goldið kont- ant. Ein kolvelting Ein avbygdakona segði, at tað fór sum ein ylur gjøgnum bygdina, tá bát- arnir komu aftur av útróðri og høvdu verið og selt á Tvøroyri. Teir komu við kontantum peningi Nú fingu kvinnurnar lut í hesum vælsignilsi og føldu seg meira fríar og frælsar til at keypa, hvar og hvat tær vildu. Jú, P. M. Dam fekk tað stóru vælsigning- ina fyri hetta stórverk sítt Og stoltir vóru ogur, sjálvt um ogur ongan lut áttu í hesi veldigu armadu, tá Ísvirkis- bátarnir komu, men ogur føldu eina veldiga virðing fyri hesum monnum og dirvi, teir sýndu, og ogur vistu, at uttan hevuðsmegi ogra, P. M. Dam, var tað ikki gjøgnumført. Hettar var undurverk og økti munandi um vinnulívið í sóknini, og tað setti síni merkir út um alt landið. Gomul vísdóms- orð siga: At eitt fólk uttan ségu er sum eitt træ uttan rót. Søguna hava ogur elsta á landi frá Fróða Kongi, og lívstræ ogra frá 1915 stend- ur enn. Fræið kom úr øllum ættum, år hvørji bygd i Før- oyum, úr mongum londum. Væl er tað sveisað saman, og væl er tað røkt. Væl við næstingum, F.P.F., hava ogur leikt, og í Javnaðarfel- agnum funnið tann felags stríðsanda, ið borið hevur ogum fram til at set ogra egnu spor í Tvøroyrar søgu. Stig hava ogur vunnið, stig hav aogur tapt, men aldri mist áræði. Við P. M. Dams ráðaríku evnum og aldrin væntandi hugflogum og treysti bleiv samstig aftur funnið á somu getu, so ogur í 1935 vunnu meirilutan í sóknarstýrinum her. Framman undan í 1934 hevði Fylking við tógvi stríð vunnið kontanta løn- útgjaldan, t.v.s. fingið Løn- gjaldsstovu. Miðskeiðis í sigursrúsi ogra fór A/S J. Mortensen á heysin Ein øgilig vanlukka. Tað hevði verið stór rúgva av fólki knýtt at hesum virki, nú var øskukalt. Tað hevði í longri tíð sitið ein nevnd við tí fyri eyga at keypa ein trolara. Nú mátti berast skjótt at. Fundar blivu hildnir. Nýggjar nevndir valdar. Nu bleiv valt eitt Driftsráð. Fylking valdi P. M. Dam og Rudolf Niclasen. Teir høvdu báðir verið inni í myndini alla tíð- ina, meðan trolarakeypið var fyri - Leivur Øssursson Seinri, tá allar samráðingar vóru at kalla lidnar, valdi F.P.F Niels Juul Petersen og Gustav Gislasen í Drifts- ráðið. Til stjóra var settur Hjalgrím á Heygum. AT. var blivið ein veruleiki. Strilti gekk at fáa rakstr- arpening, og høvdu ikki P. M. Dam - Rudold Niclasen og aðrir vælviljandi menn verið, so hevði verið ivas- amt, um A. T. knóraði upp til kríggið. Kríggið kom, tá seig at hjá kvinnum og monnum. Nú var ongin saltfiskur, og sluppirnar, sum høvdu 25 til 34 mans á hvgrji ferð, sigldu nú við 6 til 7 monn- um. P. M. Dam sá henda óhugna, appeleraði til sókn- arstýrið samt løgtingid um at vera við at gera nakað, so arbeidarafjøldin eisini kundi yvirliva hesa óhugn- aligu tíð. Hann vísti eisini á vegagerðir og øking um framleidslumøguleikan av koli. At gkja um veiðiflotan av vónleyst at hugsa um. Men í 1944 eydnaðist at fáa keypt Vestmanna og Brim- nes. Vørdan var keypt og seinri umbygd á verkstaðn- um undir Heygnum, sum A. T. hevði ognað sær. Jú, hetta felag var blivið peningastyrkt. Í 45 fór skonnartin Marite fullfermd av kolagrúsi til Danmarkar. Ogur blivu móttiknir av ein- um Harra Didrikssen. Stjóri ogra, H. á Heygum, og hes- in harra Didriksen keyptu tå bátin »Tre Kroner«. Síðan fór Dikrikssen til Bretlands at hyggja eftir einum trolara. Rankin bleiv keyptur i 46. Á aðalfundi F.P.F. hetta år bleiv viðtikið at skifta um- boð teirra í Driftsráð A.T. út, og settu Andreu Joensen og Julinu Dimon ístaðin, F.P.F. átti sessirnar. Hettar årid kom skyggj å skermin í A.TI., lutvíst tí at hetta felag hevði verið ein broddur í eygum á ávísum pørtum av yvirstættini. Hes- in stættur, sum hevði verið mest sum undir jørdini krígsárini legði nú í vaðið og spardi ikki óhugnaligu vápn síni. Stjórin hevði fingið sær meira og meira vald. Sást minni og minni í A.T. Hann var stjóri í Trolkol við skrivstovu í Havn, næst- formaður i fiskasøluni og fastur limur í F.A.G.s sam- rådingarnevnd. Tað var berkin kostur at meta hon- um sum permanent sproyta fyri F.A.G. og tað var Fylk- ing, sum fekk tokið, tí teir áttu hvgnn bókstav í sátt- Petur Mohr Dam var nógv virdur millum bygdarfólkið mála uppskotinum, tað visti Hjalgrímur, sum sjálvur var limur í Fylking. Men tað, sum hendi á Tvøroyri, gav hann P. M. Dam skuldina fyri, men sum driftsráðið avvísti sum ein svørt lygn við skrivligum prógvi. Hetta vóru svárar letur fyri P. M. Dam, sum so sanniliga hevði vart henda mann. Tí eri jeg noyddur at lýsa frá eini gerð móti Tvør- oyri. Eftir hørðum trýsti í fleiri ár fekk Javnaðarflokk- urin endiliga fleirtal fyri á Tingi, at frá 1. okt. 1951 skuldi prístalið hækka frá 294 til 311 stig. Arbeiðsgev- arar á Skála og Tvøroyri rindaðu ásetta pristalørki í Klaksvík ella Tórshavn ella aðrir limir F.A. orkaðu at stríðast fyri hesi: avgerð. Ístaðin gingu teir við til at lata menn fara til gerðarrætt í KBH. Valdir vóru Magnus Tórsheim og jeg. Adur ogur fóru, fekk jeg at vita, at eitt farmaskip fermt við fleiri túsund tonsum av saltfiski úr Grønlandi var komið at leggja fiskin upp í Føroy- um. Jeg ringdi til Fiskasøl- una, ið átti henda farm, men stjórin var burturstaddur, tí næsti maður hansara, Hj. á Heygum, kundi eg fáa fatur í. So var, jeg segði mín grindir um at fáa nakað av hesum fiski lagdan upp á Tvøroyri. Ja, svaraði Hjal- grím, um tygur vilja arbeiða eftir 294 prístalinum. Nei, Hialgrim tað gera ogur ikki, men jeg havi frætt, at Jákup hjá Karl á Lag hevði bjóðað sær at taka bátin uppá akk- ord fyri 3 kr. 80 oyru pr. tons, og kann hann gera tað, kunnu ogur betri sambært statistikkin í Fiskasøluna um arbeids løn i Føroyum. E øll fiskahús í A.T., TFT. og N.J.M. tóm. Noy, noy, Karl, segði Hjalgrím og legði rørid á. Dagin eftir fóru ogur til Danmarkar og vunnu sakina um prístalið Frystifarmaskipið Th. Stauning hjá Ísvirkinum 311. Limir F. A. hava vunnið stórpening síðan. H. A. samt kvinnurnar har enn stórri, men ogur í Fylking taptu stórt og AT við. Ja, soleiðis royndist hesin maður ogum til seinast. Í tíðini eftir heimsbardag- an knýttist Dam og jeg nærri og nærri saman. Ogur høvdu ábyrgd, ið kundi síði- stillast, og hann minti meg mangan á, vit eru evoluti- onistar ikki revolutionistar, men tað var ikki lætt hjá mær at hava tamarhald á orðalagnum, tá ágangur var, og órættur gjørdist sjónlig- felagsmaður stóra virðing millum manna, eisini uttan fyri Tvøroyri. Hann varð vald- ur at umboða Føroya År- þeilarsflag í gerdesræli« í Keypmannahavn í 1951 í tí stóra sakarmáli- num millum FAG og FA. At Føroya Arbeiðarafelag vann sakarmålid, var ikki minst Karli og sannførandi pråvførslu hansara fyri at takka. (J. Dalsgaard, Fylking) ur. Eisini havi jeg verið meir í hjartanum av VALINUM enn flestu valarar, tí orða- lagið. Heldur ikki var jeg nakar polittikari. Ogur fylgdust altíð heim av fund- um, vidhvørt fyri at skøva ósemjur burtur. Mangan góðan munnin mátti Finn- gerð servera eftir miðnátt. Var tað nakað serstakt kom hann inn til mín á Tvgra- bakka. Jeg fór aldrin av landinum uttan at heilsa honum farvæl. Eisini í 68. Friður hvíli yvir minnið um teg P. M. Dam. Jeg gloymi teg aldrin. Karl