hósdagur 20. august 1998síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 155 — 20. AUGUST 1998
tíðindablaðið SOS)
48 næmingar á flog
å Læraraskúlanum
Mikumorgunin var fyrsti skúladagur hjá 48 nýggjum næmingum á Føroya
Læraraskúla. Tey fingu eina flúgvandi skúlabyrjan
Teir 48 nýggju næmingarnir á Læraraskúlanum vóru settir í bás longu fyrsta skúladag
TERJI NIELSEN
ÅLVUR HARALDSEN
Hesar seinastu dagarnar eru
teir flestu skúlarnir kring
landið farnir í holt við tað
nýggja skúlaárið. Eisini á
Føroya Læraraskúla eru tey
farin í gongd, og í ár høvdu
teir „gomlu“ næmingarnir
fyrireikað eini ødrvisi mót-
tóku av nýggju skúlafelgg-
unum. Tey, sum byrjaðu á
skúlanum seinasta skúlaár,
høvdu brúkt mánadagin og
týsdagin til at skipa so fyri,
at teir 24 nýggju lærara-
næmingarnir og teir 24
nýggju pedagognæming-
arnir fingu eina flúgvandi
byrjan.
Check-in klokkan 11
Klokkan 11 í gjáramorgunin
møttu nýggju næmingarnir
á skúlanum. Tey vóru, sum
vera man, eitt sindur smæð-
in, nú tey skuldu byrja á
einum nýggjum skúla við
nógvum nýggjum andlitum.
Tað gjørdi tað heldur ikki
lættari, at tey, áðrenn tey
sluppu inn í sjálva lærara-
skúlahgllina, vóru noydd til
at checka inn, og stutt eftir
hetta blivu tey eisini koyrd
gjógnum trygdareftirlit.
Fleiri teirra vóru eisini
noydd til at fara fleiri ferðir
gjøgnum eftirliti, áðrenn tey
sluppu gjøgnum nålareyga.
Pedagogar i styrbord -
lærarar i bakborð
Komin innar í sjálva høll-
ina, vóru tey sett í ein bás,
ið líktist einum flogfari inn-
an. Har vóru næmingarnir
skildir sundur, so at tey, sum
skuldu læra til pedagog,
vóru sett í stýrborð, meðan
læraranæmingarnir — vóru
settir í bakborð. Síðani
fingu nýggju næmingarnir
boð um at spenna seg fast-
an, tí at tey kundu vænta ein
til tíðir heldur baldrutan túr,
ið kundi vara frá trimum og
einum hálvum til fýra ár.
Tað sást týðuliga, at fleiri
av hesum næmingum vóru
eitt sindur ivasom um, hvat
tað var fyri eitt løgid stað
og løgid fólkaslag, ið tey nú
høvdu knýtt seg at.
Tað hjålpti tó nokk so fitt,
at fyrikomandi flogternurn-
ar komu runt við leski-
drykkum, ið kundu doyva
nervarnar og fáa ferðafólk-
ini at verða eitt sindur meiri
rólig, nú tey skuldu út á
longu ferðina.
Skiparin bjóðaði
vælkomin
Eftir at ferðin var byrjað,
kom flogskipirin, Pauli
Nielsen, fram, og hann
bjóðaði nýggju næmingun-
um vælkomnum, og hann
segði seg vóna, at tey fóru
at fáa ein góða ferð hesi
árini, tey skuldu verða á
Læraraskúlanum.
Pauli greiddi næmingun-
um frá, at tey kundu vænta
sær eina ferð, har tey fóru
at ferðast líka frá Platon til
Tórodd Poulsen, og at tað
til tíðir kundi gerast heldur
baldrut á ferðini.
Fleiri av nýggju næmingunum sóu eitt sindur ivasom út tå ið tey fingu bjóða okkurt styrkjandi
Skiparin á Frælsisflogfarinum, Pauli Nielsen, bjóðaði
nýggju næmingunum vælkomnum
Til Nólsoyar at
samansjóðast
Eftir at næmingarnir høvdu
fingið ein góðan døgurda-
bíta í gjár, var farið í eina
stovu, har ætlanin var, at tey
øll skuldu læra nøvnini hjá
hvgrjum øðrum.
Í morgun gongur leiðin so
til Nólsoyar, har næming-
arnir skulu verða í eitt knapt
døgn, og har tey skulu læra
mánadag og komið
úr einans...
(Í láarstíð)
úr einans...
(Í láarstíð)
ANAS
úr einans...
(Í láarstíð)
Farið verður av Havnini
verður aftur mikudag
Grin» á Hvútel
e
796,-
fyri hvønn
639,-
fyri hvønn
757,-
fyri hvenn
Ring og hoyr meira!
J.Broncksgeta 37
315900
hvønn annan eitt sindur bet-
ur at kenna
Tá ið tey koma aftur til
Havnar fríggjamorgunin fáa
tey vikuskiftisfrí, og tað er
ótvað hart tiltrongt eftir eina
heldur óvanliga byrjan upp
á nýggju útbúgvingina hjá
sær.
e-mail:
booking&smnyril-line fo