hósdagur 20. august 1998síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
4
tíðindablaðið SOSPAMNMÅn
Doris Hansen, forkvinna í Meginfelag teirra brekadu:
Nr. 155 — 20. AUGUST 1998
Tað skal verða lættari
at bera brek
— Vit vóna, at nakað av tí, sum verður víst umborð á heilaskipinum, fer at vísa seg
aftur í viðgerðini av teimum fólkum, ið bera brek og eru sjúk. Eitt er at tey hava brek,
men gerandisdagurin hjá teimum kann gerast betri og ødrvisi um tey fáa eina
viðgerð, sum lættir um, sigur Doris Hansen.
Turm KJØLBRO
Ein, sum hevur serliga
orsøk at fegnast um at
heilaskipið er sjósett og í
hesum degum hevur kós
millum oyggjarnar í Før-
oyum, er forkvinnan í
Meginfelag teirra brek-
acu, Doris Hansen. MBF
hevur verið við til at fyri-
reika Heilaárið saman við
Rúsdrekka- og Narkot-
íkaráðnum, Jólamerkja-
grunninum, Happadrátta-
grunninum, Føroya Spar-
ikassa, Apoteksverkinum
og ødrum
— Endamålid hjå feløg-
unum undir MBF er at
kunna um brekini, teirra
limir hava. Heilaårid er
eitt gott høvi at koma út
vid bodskapinum, sigur
Doris Hansen.
Málbólkurin hjá Heila-
árinum er skúlaungdóm-
urin í Føroyum, serliga
tey í framhaldsdeildun-
um og miðnámsskúlun-
um. Við at geva teimum
stórri innlit um heilan og
hvussu hann virkar, vóna
fyrireikararnir, at tey
ungu verða vitandi um,
hvussu skeivur lívsháttur
kann hótta heilsuna og
lívsdygdina.
— Fyrst og fremst vóna
vit, at næmingarnir fara
at skilja tey, sum bera
brek, og harvið verða
meiri solidarisk. Tey
hava jú næmingar ímill-
um sín, sum eru eitt sind-
ur ødrvisi. Vit tosa um
samfelagið og skúlan fyri
øll og tað kann ikki gerast
uttan, at allir næmingar
eru saman í skúlaverk-
inum.
- Eldri tú verður, verri
er at verða integreraður í
samfelagið. Tað vísir seg
at vera rættiliga lætt hjá
børnum at verða integr-
erað í t.d. barnagarðinum,
men tá ið tað kemur í
skúlaaldur, verður glopp-
ið stórri ímillum teg og
næmingin, sum ikki kann
fylgja við. Tað er ikki lætt
at fáa vinfólk, tá ið tú ert
hálvvaksin. Ei heldur er
tað lætt hjá einum blind-
um, deyvum ella hoyri-
brekaðum at vera saman
við hinum, har tosað
verður um alt.
— Fatanin hjá fólki fyri
teimum, sum eru ødrvisi,
er hampuliga góð, men
kann altíð verða betri.
Hetta átakið hevur til
endamáls at bøta um fat-
anina, sigur Doris Hans-
en.
Sí aftur
Umborð á heilaskipinum
er kunning um tað nýggj-
asta innan granskingina
av heilanum.
— Vit vóna, at nakað av
tí, sum verður víst um-
borð, fer at vísa seg aftur
- Fatanin hjá fólki fyri teimum, sum eru ødrvisi, er
hampuliga góð, men kann altíð verða betri. Hetta
átakið hevur til endamáls at bóta um fatanina, sigur
Doris Hansen, forkvinnan í Meginfelag teirra brekaðu.
í viðgerðini av teimum
fólkum, ið bera brek og
eru sjúk. Eitt er at tey
hava brek, men gerand-
isdagurin hjá teimum
kann gerast lættari um
tey fáa eina viðgerð, sum
lættir um, sigur Doris
Hansen.
Forkvinnan í MBF
heldur ikki, at tað er verri
at bera brek i Føroyum
enn aðra staðni.
— Ikki uttan so, at tey
sum bera brek i Føroyum
eru rættiliga einsamøll, tí
vit eru so fá og spjødd.
Kanska er tað bara ein í
gllum skúlanum, sum er
ødrvisi, sigur Doris
Hansen.
Framsýningarnar um-
borð á heilaskipinum
rúma nógv tel, hagtøl,
upplýsingar og kunning
og kann tykjast sum ein
torførur biti hjá ungum at
gloypa. Fæst fígging
verður tilfar givið út í bók
um heilan, heilasjúkur og
heilaskaðar.
- Í fyrsta umfari trúgvi
eg tað kann vera ringt hjá
nógvum at skilja alt, men
fara tey so at lesa eitt
hvørt um heilan kunnu
tey so minnast aftur á tað
tey hava sæð. Tilfar er
gjørt til skúlabrúks, har
uppgávur eru at loysa, og
so er nógv ymiskt næm-
ingarnir kunnu royna.
Tað gevur næmingunum
eina fatan av, hvussu tey
hava tað, sum ikki klára
seg so væl. Men fyrst og
fremst at tey sjálv ansa
eftir heilanum hjá sær.
Øll okkara feløg hava til
endamåls at fyribyrgja
heilaskaðum og sjúkum,
sigur Doris Hansen at
enda.
Maria Ellefsen um heilaskipid:
Ødrvisi og spennandi
Turm KJøLBRO
f summar fekk Maria Ellef-
sen år Sandavågi sum fyrsti
deyvi føroyingurin lærara-
prógv. Maria hevur prógv-
að, at hóast man her
brek ber til at kon gt -
hon hevur tikið HF-prógv
handilsskålaprogv os
løtuni formaður í Deyva-
felagnum. Í samband; við
at heilaskipið varð sjósett í
Havn í gjár, vitjaði Maria
umborð, og hon dylir ikki
fyri, at hon hevur stórar
vónir um, at átakið í sam-
bandi við Heilaárið fer at
bera góðan åvøkstur.
— Eg trúgvi, at tað er
ógvuliga spennandi hjá
næmingum at koma um-
borð og royna ymiskt. Bara
tað at hetta tiltakið er
ødrvisi er spennandi og
stuttligt. Um tað fær tey at
skilja, at fólk eru ymisk, veit
eg ikki rættiliga, men eg
hopi at tað fer at bóta um
fatanina hjá fólki
— Ein hálvur tími umborð
er ov lítið. Sum lærari trúgvi
eg, at tað hevði verið spenn-
andi at tíkið nakrar næm-
ingar við og latið teir roynt
seg í ymsu royndunum, sum
eru umborð á heilaskipin-
um, sigur Maria Ellefsen.
— Eg hopi, at
átakið
Heilaárið fær
fólk at skilja,
at vit eru øll É
ymisk, sigur }%
Maria þá
Ellefsen, sum
er deyv.
Mynd: Alvur
Haraldsen.
Nýggi økisleidarin
fyri Heimarøktina í
Suðurstreymoy verð-
ur Erna Háberg,
hevur verið leiðari
fyri Heimarøktina.
TuriÐ KjøLBRO
Erna Háberg, sum hev-
ur verið leiðari á
Heimargktini seinastu
trý árini, sigur nú upp
og fer í starvið sum
gkisleiðari hjá Heima-
røktini fyri Suður-
streymoy. Fyrrverandi
økisleidarin í Suður-
streymoy, Kitty Vang,
fór fyrst I farloyvi í eitt
ár og hevur síðani sagt
upp. Hennara stary varð
lýst leyst og freistin at
Og Erna Háberg valdi
at sýkja.
— Tað virkar fyri
summum kanska eitt
sindur legið, at man fer
úr einum hægri starvi í
eitt lægri, men seinastu
átta árini hava verið
ógvuliga strævin, fyrst
sum leiðari á Heima-
hjálpini í 5 ár og so nú
sum leiðari á Heima-
røktini í 3 år, og nú
trongi eg til at rekja eitt
minni krevjandi ar-
Enn havi eg ikki sagt
Stál er an og hart -
ilbelti er lívbelti ! mm