Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 1998síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 155 — 20. AUGUST 1998 tíðindablaðið Kvinnurnar a HB sk seg aftur Fótbóltur: Kvinnuliðið hjá HB styrkti um sína stóðu, men KÍ átti vikuskiftid við at vinna 16-0 móti Skála. Á Eiði megnaði NSÍ at vinna á EB, og tí er Skála nú púra einsamalt í botninum EMiL L. JACOBSEN At tað ikki bert er hjá monn- unum, at tað er stórur munur á sterkastu og veikastu lið- unum, prógvaðu klaksvíks- kvinnur so dyggiliga sunnu- dagin, tá tær vunnu 16-0 á Skála! Um ein dyst, sum fær eitt tílíkt úrslit, er ikki nógv annað at siga enn, at KÍ sum vera man var nógv betri enn Skála á øllum økjum. Hjá KÍ gjørdi Rannvá An- dreasen besta hálið — hon fekk sjey av málunum. Johanna Vang, sum fyrr hevur spælt við B36, er nú farin at spæla við KÍ, og tað er eisini ein styrkur. Fyrr- verandi B36-leikarin setti hol á í 8. minutti og skoraði eisini til 11-0 (57.) og 14-0 (85.). Einu løtuna í seinna hálv- leiki skeyt KÍ trý mál innan tveir minuttir, og eisini móti endanum gekk sera stutt millum Kl-málini. Dagin fyri vunnu menninir 10-0 á TB, og sostatt vann 1. deild hjá KÍ tilsamans 26-0 hetta vikuskiftið! Tað er tó framvegis langt upp til HB og B36, men Í fyrra hálvleiki var eingin munur á liðunum, men HB vann seinna hálvleik 3-0 eftirsum bæði LÍF og EB taptu, sær bronsan nú út til at fara til Klaksvíkar. HB-kvinnurnar máttu vera tolnar Oddaliðið HB brúkti langa tíð í Gundadali móti LÍF, men at enda vunnu havnar- kvinnurnar 3-0. Øll málini komu í fyrru helvt av seinna hálvleiki. Eyðvgr úr Dímun fekk hol á longu tríggjar minuttir eft- ir steðgin, tá hon fekk fatur á einum hornasparki, og góðar tíggju minuttir seinni økti upprisna Birita Ellefsen til 2-0. i] Hetta slóg luftina úr LÍF, sum hevur mist Kristinu Eyðbjørnsdóttir, ið er farin til Danmarkar at útbúgva seg, og stutt seinni kundi Eyðfríð Kristiansen spæla Vivian Thorleifsson leysa, so HB kom upp á 3-0. Tað hevur annars ikki gingið heilt eftir vild hjá HB, síðani tær í summar- steðginum mistu fleiri av stuðulsspælarunum, og sig- ur'n á LÍF var týdningar- mikil fyri kapprenningina við B36, sum, tá hetta verð- ur skrivað, er fýra stig aft- anfyri, men við tveimum dystum færri spældum. NSI vendi Skála bakið I fjør vóru átta lið í bestu kvinnudeildini. Í ár eru tey sjey, og komandi ár verða tey bert seks. Niðasta liðið í ár flytir beinleiðis niður, og tað verður helst eingin, sum verður firtin, um vit siga, at hetta verður Skála. Næstniðasta liðið skal spæla um upp- og niðurflyt- ing móti vinnaranum av 2. deild, sum verður VB. Sunnudagin spældu næst- og triðniðasta liðið móti hvørjumødrum. Tað var á Eiði, har EB tók ímóti NSÍ. NSÍ byrjaðu seinnu hálvu av kappingini við at tapa tepurt í Leirvík, og so fingu tær javnleik móti oddaliðn- um HB í einum dysti, har vindurin var lyklaleikari. Eydvør úr Dímun fekk tað týdningarmikla fyrsta málið hjá HB móti LÍF sunnudagin Mynd: Alvur Haraldsen Tann 1. juni vunnu eiðis- kvinnur fyrra dystin móti NSÍ í Runavík 3-0, men hesaferð var tað NSÍ, sum dróg longra stráið. Fyrrverandi B68-leikarin Lív Hansen var dagsins kvinna í Runavík, tí hon gjørdi bæði NSI-målini í 2- Í sigrinum. Dysturin var spennandi, og tað var ikki fyrr enn væl inn í seinna hálvleik, at mál- ini komu. Úrslit og KI-Skåla 16-0 (8-0) 1-0: Johanna Vang 2-0: Rannvá Andreasen 3-0: Una Olsen 4-0; Rannvá Andreasen 5-0: Ragna Andreasen 6-0: Malena Josephsen 7-0: Rannvå Andreasen 8-0: Malena Josephsen 9-0: Rannvá Andreasen 10-0: Rannvá Andreasen 11-0: Johanna Vang 12-0: Malena Josephsen 13-0: Rannvå Andreasen 14-0: Johanna Vang 15-0: Rannvå Andreasen 16-0: Maria Jacobsen HB-LÍF 3-0 (0-0) 1-0: Eydvør år Dimun 2-0: Birita Ellefsen 3-0: Vivian Thorleifsson EB-NSÍ 1-2 (0-0) 0-1: Liv Hansen 0-2: Liv Hansen 1-2: Svanna Vesturdal på oð + + P bø pe ni 2 9 9 9 9 10 LN t + VE 23/8: NS 23/8: Skåla-B36 23/8: LIF-EB Mynd: Ålvur Haraldsen NSI kom á odda 2-0, áðr- enn Svanna Vesturdal svar- aði aftur fyri heimaliðið, og hóast EB legði trýst á sein- astu løturnar, megnaði NSÍ — sum frammanundan hevði havt fleiri upplagdar møgu- leikar fyri at avgera dystin — at binda fyri og sostatt minka munin upp til júst EB, sum saman vid LIF varð standandi á 10 stigum, meðan NSI kom upp á sjey stig. stóða