Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 1998síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

14 tíðindablaðið S0Sjaluin Vegastrekkið Frælsið - Landavegurin: Nr. 155 — 20. AUGUST 1998 Børnini mugu taka sær løgir í ferðsluni Børnini í vesturbýnum og Norðasta Horni, sum ganga i Venjingarskúlanum, skulu yvir um ein ógv- uliga vandamiklan og ferðsluríkan veg, áðrenn tey koma til bussin á veg heim TURIÐKJØLBRO Mangan verður alt ov lítið hugsað um fólk og súklur, tá ið vegir og vegamerk- ingar verða gjørdar. Bila- og bussferðslan er tað sum liggur myndugleikunum fremst í huga og ofta skal ein ólukka henda, áðrenn broytingar verða gjørdar — til frama fyri tey til gongu. Bern í ferðsluni eru ser- liga útsett og regulin má vera tann, at bilførararnir skulu hava eitt ógvuliga vakið eyga, tá ið børn eru í nánd, tí frá teimum kann man vænta tað óvæntaða. Hvussu er og ikki eiga ferðslu- og vegmyndugleik- arnir altíð at hugsa um fólk sær légir at renna yvir um til gongu, serliga børnini, tå ið teir leggja ferðsluna til rættis. Men tíverri er ikki altíð so. Foreldur í vesturbýnum í Havn og á Norðasta Horni, sum eiga børn í Venjingar- skúlanum, hava gjørt okk- um varhug við, at tað er sera vandamikið hjá børnunum skulu tey við bussinum, ið koyrir út í Norðasta Horn. Komin úr Venjingarskúlan- um ganga tey eftir gongu- breytini á Frælsinum, fara síðani yvirum gonguteigin og inn á gongubreytini, ið gongur niðan eftir Landa- vegnum. Men gonguteigur- in yvir um Landavegin er langt uppi í Kinabrekkuni, á krossinum við Heygsveg- . og lá gonguteigurin yvir um Landavegin er so langt uppi í brekkuni, mugu tey taka in og tað er ov langur teinur hjá børnunum at ganga, sum bara skulu yvir um vegin. Ti er sjón fyri søgn, at tey taka tey sær løgir og renna yvir um vegin til gongu- breytina hinumegin, har bussurin steðgar, sum koyr- ir út á Norðasta Horn. Og tað kann verða sera vand- amikið, tí renna tey yvirum og bilar standa og bíða við hávatenninar, síggja bilfør- ararnir, ið koma av Fræls- inum og skulu niðan Kina- brekkuna ikki børnini. Vøgg Guttesen, býar- verkfrødingur í Tórshavnar býráð sigur, at eingin hevur gjørt tey varhug við, at børnini eru í nøkrum vanda her. — Fyri stuttum gjørdu vit nakrar broytingar á hasum strekkinum, gonguteigar og betri vegamerkingar, men at børnini eru í serligum vanda har, havi eg ikki hoyrt nakr- an siga, sigur Vøgg Gutt- esen. heimild Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur ikki uppgávu og heimild at vísa á itøkiligar vandar í ferðsluni. Hinvegin er uppgáva teirra at upplýsa og kunna fólk um vandar sum so. Men Jón Kragesten á Ferðslutrygd sigur tó, at ofta verður fyrst og mest hugsað um bilar og tunga ferðslu enn um okkum deyðiligu. $ arnar. — I hesum førinum á veg- astrekkinum við Landaveg- in eru tríggjar breytir, ein til vinstru, ein til høgru og ein beint fram, og tann eina breytin er á skák soleiðis, at bilar spakuliga kunnu glíða inn á breytina. Tískil fara børnini yvir um ein ógvuliga breiðan veg og tað er vandamikið í sjálvum sær, sigur Jón Kragesten. Gonguteigar ikki altíð Erin fåa ein tryggari skúlaveg er ilt at siga, men ein loysn kundi verið at farleiðin hjá teim- um varð broytt. Til dømis kundi bussurin koyrt úr bý- num eftir J. Paturssonargøtu Hesi høvdu fingið ein tryggari skúlaveg, sluppu tey undan at fara yvir um gong Fyrst skulu skúla- børnini í vesturbýnum og Norðasta Horni, sum skulu við buss- inum, yvir um hesa gongubreytina ... og snarað inn við Bryggja- ríið hjá Restorff og síðani koyrt niðan eftir Landa- vegnum, har børnini vórðu tikin upp í bussin. Á tann hátt høvdu tey ikki verðið noydd at farið yvir um tveir gonguteigar, men hinvegin bara hildið seg á gongu- breytini á Frælsinum. Tað hevði ikki verið ein góð loysn at flutt gonguteigin yvir um Landavegin longur oman ímóti hávatonnunum, tí sambært hagtølum verður næsta triðja hvort barn, sum er til gongu og verður yvir- koyrt, árent á sjálvum gong- uteiginum. Hugburðurin má tí vera, at jú færri gongu- teigar børnini skulu yvirum, jú tryggari farleið. Sum er skulu skålabørnini í Venj- ingarskúlanum, sum skulu við bussinum, ið koyrir út á Norðasta Horn, yvir um tveir gonguteigar . ..