Sosialurinarkiv
Sosialurin 1998-08-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 20. august 1998síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 155 — 20. AUGUST 1998 tíðindablaðið S0s2U7 17 Viðgera málið VIÓ opnum sinni — Vit vilja hava meira sjálvstýri, men tað skal vera innan fyri ríkisfelagsskapin - men tað er eingin sum sigur, at tað skal vera tann sami ríkisfelagsskapurin, sum vit kenna í dag, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins EIRIKUR LINDENSKOV — Mær tykir, sum um lands- stýrismaðurin í sjálvstýris- málum hevur alt ov nógvan skund, og at hann ikki gevur sær neyðugu tíðina, so at vit í felag kunnu finna røttu loysnina. Hetta sigur formaðurin í størsta andstøduflokkin, Javnadarflokkinum. Jóannes Eidesgaard sigur, at fleiri ferðir hevur ávarað Høgna Hoydal móti at skunda hetta málið í gjøgn- um. — Hann hevur eisini fleiri ferðir vent sær til mín og , hvussu neyðugt tað er, at vit í Javnaðarflokkinum verða við í viðgerðini, og eg havi sagt honum, at hann má geva okkum neyðugu tíðina til at viðgera málið - tí tað tekur tíð at finna út av, hvgrjar avleiðingar ymsu stigini fara at hava fyri sam- felagið. Jóannes Eidesgaard er heldur ikki so fegin um, at landsstýrismaðuri = biður løgtingid um fullmakt til at fara til Danmarkar at sam- ráðast um fullveldi. Honum hevdi betur dámað, at tað løgtingid sum stakk út í kortið, heldur enn at skula taka av eini >take it - or leave it< loysn, sum lands- stýrismaðurin møguliga kann koma til. — Raðfestingin í hesum máli er ikki tann rætta, og er harmur um, at løgtingid ikki verður tikið við, sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini heldur tað vera løgid, at formaður Fólkafloksins á tingi, Óli Breckmann heldur ikki heldur sín flokk hava fingið neyðugu tíðina at viðgera uppskotið. — Men hvussu hevði tú so sjálvur viljað, at arbeiðið fór fram? — Tað, sum okkum hevði dámt best var, at løgtingid setti hol á málið við at finna fram til, hvgrja loysn ein so breiður meiriluti av tingi- num sum gjørligt ynskti. Í veruleikanum hava vit tríggjar møguleikar í at velja: — Sambandsloysnin, at eingin broyting hendir — Gamla tjóðveldis- loysnin, at loyst verður frá Danmark — Ella okkara loysn, økt sjálvstýri innan ríkisfelags- skapin. Jóannes Eidesgaard sigur, at Javnaðarflokkurin sjálvandi er talsmaður fyri triðju loysnini - økt sjálvstýri inn- an ríkisfelagsskapin. Hann sigur, at Javnaðarflokkurin ikki er so fegin um, at Høgni Hoydal fer til Dan- markar at samrådast um ein sáttmála, sum løgtingid ikki kennir innihaldið i. — Tó so, vit hava í tí stóra hoyrt um, hvat innihaldið skal vera, men vit kenna ikki avleiðingarnar. Tjóð- veldisflokkurin hevur nú bíðað í SO ár, hvat gjørdi tað, um teir bíðaðu nakrar dagar afturat og fingu løg- tingið við í viðgerðina, spyr Jóannes Eidesgaard, sum heldur, at alt ov nógvir leys- ir endar framvegis eru - ov nógv viðurskifti, sum løg- tingið ikki kennir avleiðing- arnar av. — Hvat ger Javnaðarflokk- urin fyri at brynja seg til orðaskiftið í løgtinginum týsdagin? — Vit sita nú og fundast í tingbólkinum, og um viku- skifti fara vit eisini at tosa við serkunnleika, tí hetta er veruliga eitt mál, ið vit vilja loysa, sigur Jóannes Eides- gaard. — Javnadarflokkurin hev- ur í fleiri år vist á, at neyð- ugt er at broyta vidurskift- ini, og vit vilja gera okkara ítarsta til at ávirka fyriliggj- andi uppskot soleiðis, at vit kunnu taka undir við tí. Formaður Javnaðarfloks- ins leggur tó dent á, at Javn- aðarflokkurin ikki fer eftir loysingini. — Vit vilja hava meira sjálvstýri, men tað skal vera innan fyri ríkisfelagsskapin - men tað er eingin sum sig- ur, at tað skal vera tann sami Bi — Nógv í hesum uppskoti líkist uppskoti okkara um sjálv- stýrislóg. Tí er uttan iva nógv at semjast um, sigur Jó- annes Eidesgaard ríkisfelagsskapurin, sum vit kenna í dag, sigur hann. At enda sigur Jóannes Eidesgaard, at Javnaðar- flokkurin fer undir viðgerð- ina av hesum máli við opn- um sinni. — Stórur partur av hesum uppskotinum er sera líkt uppkoti okkara til sjálvstýr- islóg, og tí kann hugsast, at ikki so langt kortini er mill- um partarnar, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javn- aðarfloksins. Sig tína hugsan! Sigið tykkara hugsan um sjálvstýrismálið í Sosialinum. Til ber at senda okkum fax: 314720, senda okkum teldupost: postesosialurin. fo ella við at senda okkum tilfar á teldudislki. Postadressa okkara er: Sosialurin, box 76, 110 Tórshavn = Ein útstrekt hond til andsstøduna — sigur Høgni Hoydal um uppskotið um ríkisrættarligu stóðu Føroya varð lagt fyri løgtingid til viðgerðar tysdag- in og við tí er skjótil settur á tað málið, sum av teimum flestu verður mett at verða tað størsta í fóroyskari polit- iskari søgu SVEINUR TRÓNDARSON Við samgonguskjalinum sum teir Sjálvstýrisflokk- urin, Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin gjørdu eftir valið 30. apríl í ár, varð sligið fast, at flokkarnir hava gjørt av at gera nakað álvarsligt við ríkisrættarligu stóðu Føroya. Valstríðið var nógv merkt av júst hesum evninum og tað er einki yvir at dylja, at tann størsta orsøkin óiva var bankamálið. Spurningurin um ríkis- rættarligu stóðu Føroya hevur altíð verið eitt sindur frammi, men hevur ongan- tíð í nýggjari tíð verði bein- leiðis tema í einum valstríði og eini eftirfylgjandi sam- gongu. Men tað tykist, sum nú- verandi samgonga ætlar at leggja stóran dent á orðini, sum eru niðurfeld í sam- = gonguskjalið. Høgni Hoydal, landsstýr- ismaður er settur til m. a. at taka sær av sjálvstýrismáli- num og tað er fyrstu ferð, at føroyingar hava ein sjálv- stýrismálaráðharra. Týsdagin kom so fyrsta útspæl hansara fyri tingið í hesum sambandi. Uppskot til samtyktar um ríkisrættarligu stóðu Fer- oya. Men hvør er ætlanin við hesum uppskotinum ? — Tað er sjálvsagt at fáa heimild frá løgtinginum at fara undir samráðingar við donsku stjórnina, men sam- stundis er eisini ætlanin, at leggja upp til eitt opið aðal- orðaskiftið millum allar pol- itiskar flokkar og almenn- ingin við, sigur Høgni Hoy- dal, landsstýrismaður. Hetta uppskotið kemur frá landsstýrinum eina. Er tað tí ikki vandi fyri at and- stødan følir seg setta uttan- fyri og slepta upp å fjall i einum so stórum málið sum hesum? — Nei, tað haldi eg ikki at teir hava nakra orsøk til. Eg havi tosað við Javnaðar- flokkin, sum er størsti flokkur, og sum eigur for- mannin í uttanlandsnevnd- ini, so teir vistu av, at upp- skotið kom nú. — Viðgerðin skal byrja onkustaðni, og eg haldi, at tað hevur stóran týdning fyri málið at viðgerðin verð- ur almenn, sigur Høgni Hoydal, landstýrismaður. Gera fylgibólkar Høgni Hoydal leggur dent á, at hann ikki hevur ætla sær at fara undir nakað sjálvstýrið yvir háls og herðar. — Vit skulu finna eitt so breitt samstarv, sum gjørligt at byggja á, sigur hann. — Tað er nú gingin ein tíð, síðan tað kom fram, at landsstýrið ætlar sær undir samráðingar við donsku stjórnina og við avtaluni við donsku stjórnina 10. juni í ár fingu vit staðfest, at danska stjórnin fegin vil samráðast um málið. Høgni Hoydal leggur dent å, at hann onga orsøk sær til, at andstødan skal haldast uttanfyri arbeiðnum við at broyta ríkisrættarligu viðurskifti Føroya. — Ein møguleiki er at gera politiskar fylgibólkar, sum fylgja bæði við samráðing- unum við danir og við grundlógararbeiðinum. Á henda hátt verða teir kunn- aðir um arbeiði alla tíðina, sigur hann. Eiga formannin í uttanlandsnevndini — Men tað er eisini vert at minnast til, at málið skal vidgerast i uttanlands- nevndini hjå løgtinginum og har eigur Javnadarflokk- urin, sum kunnugt formann- in. Høgni Hoydal sær hetta sum ein fyrimun, tf hetta er eitt sera stórt mål um alla framtíð Føroya og hon skal sum allar slíkar avtalur við- gerast serigst. — Vit skulu samrådast við danir um øll øki. M.a. út- búgvingarmál, heilsumál og so sjálvandi um hvussu vit sleppa av við blokkin. Og hetta skal avgerast í einum opnum kjakið, sigur lands- stýrismaðurin. — Einki er avgjørt bara tí at málið nú er lagt fyri ting- ið. Tað verður úrslitið av samráðingunum við danir, sum kemur at verða avger- andi fyri um tað yvirhøvur nongur saman, sigur Høgni í #4 á Uppskotið skal síggjast sum ein tilboð um samstarv um broytt ríkisviðurskifti fyri Føroyar, sigur Høgni Hoydal Hoydal. Hann leggur aftrat, at vit mugu fyri alt í verðini ikki enda í somu stóðu, sum i 1946. Skipanin skal broytast undir øllum umsteðum Ein av spurningunum í sam- bandi við broyttu ríkisskip- anini er hvussu verður við blokkinum í framtíðini, og roknar landsstýrið við at Føroyar fara at klára seg uttan blokkin — Alt hetta skal kannast nágreiniliga, sigur lands- stýrismaðurin. — Ein serfrødinganevnd verður sett fyri at gera upp, hvørja ávirkan blokkstuð- ulsskipanin hevur á før- oyska samfelagið og so skal hon koma við einum út- spælið um hvussu vit kunnu gera okkara samfelag meira Toe sæ —— búgvið til at verða búskap- arliga sjálvbjargið. — Skal vinnan klára seg í kappingini við onnur lond, so er neyðugt, at hon ger nakað fyri tað sjálv, og tað vóni eg sanniliga at hon ger, sigur Høgni Hoydal. — Tað, at fáa ræði á egnum landið krevur ikki bara eitt politiskt engagement, men so sanniliga eisini eitt vinn- uligt engagement, leggur hann aftrat. Tá Sosialurin spurdi um hann væntaði eitt drúgt orðaskifti á tingið, svaraði hann: — Tað veit eg ikki, men eg vóni at tað verður sakligt og at flokkarnir fara úr sín um skotgrøvum og byrja at samstarva um hetta stórmál, tí tað er tað vit hava brúk fyri. Ongum øðrum.