hósdagur 20. august 1998síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
16
tíðindablaðið S0Sjaluin
Nr. 155 — 20. AUGUST 1998
Rikisrættarliga stoð-
an løgd fyri tingið
Týsdagin legði Høgni Hoydal, landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum fyri tingið
uppskot til samtykt um ríkisrættarligu stóðu Fóroya. Niðanfyri prenta vit uppskotið:
Samtykt um ríkisrættarligu
støðu Føroya
S Uppskot til samtyktar um
ríkisrættarligu støðu Føroya
Ar 1998, týsdagin 18. aug-
ust 1998 legði Høgni Hoy-
dal, landsstýrissmaður
vegna landsstýrið fram so-
hjóðandi:
Uppskot til samtykter
Løgtingid tekur undir vid,
at landsstýrið fer undir at
fyrireika og taka upp sam-
ráðingar við ríkisstjórnina
um ein sínámillum sáttmála
millum Feroyar og Dan-
mark soleiðis, at Føroyar
verða skipaðar sum eitt land
við fullveldi. Sáttmálin skal
áseta karmarnar fyri sam-
starvinum millum londini
frameftir.
Almennar A rkingar
Ríkisrættarliga stóða Før-
oya hevur verið eitt støðugt
hevuðsmál í føroyskum
politikki alla hesa øldina.
Samráðingarnar eftir seinna
heimsbardaga millum
donsku stjórnina og før-
oyskar politikarar um fram-
tidarstødu Føroya elvdu til
folkaatkvøduna í 1946, sum
varð ógildað, og til politiskt
stríð innanhýsis í Føroyum.
Úrslitið varð, at Heimastýr-
islógin varð sett í gildi hin
1. april 1948. Síðani er ong-
in formlig broyting hend å
rikisrættarliga økinum, h6-
ast samfelagsligu broyting-
arnar hava verið alstórar.
Gongdin í Føroyum og
viðurskiftini millum Dan-
mark og Feroyar seinastu
árini hava víst, at tørvur er
á grundleggjandi broyting-
um í ríkisrættarligu stóðu
Føroya. Breid politisk
semja tykist at vera um:
+ At ábyrgdarbýtið mill-
um danskar og føroyskar
myndugleikar hevur ver-
ið ógreitt, og hevur al-
ment elvt til ógreið á-
byrgdarvidurskifti í pol-
itiskum avgerðum og
serstakt til vantandi stýr-
ing í peninga- og bú-
skaparligum viðurskift-
um.
+ At føroyska samfelagið
er ikki vorðið meira bú-
skaparliga og fíggjarliga
sjálvbjargið undir heim-
astyrisskipanini, men
hinvegin meira heft at
fíggjarligum stuðli úr
Danmark.
+ At Føroya støda í ein-
um heimi í broyting er
ógreið. Gongdin í Dan-
mark, har fleiri og fleiri
målsøki verða løgd til
ES, hevur eisini avleid-
ingar fyri Føroyar, men
ógreitt er hvørjar.
Føroyska samfelagið stend-
ur fyri stórum avbjóðingum
komandi árini. Føroyar
skulu kappast við onnur
lond um at menna vinnu-
grundarlagið út um tað vit
liva við í dag. Ein møgulig
komandi oljuvinna undir
Føroyum kann elva til koll-
veltandi broytingar í sam-
felagsgrundarlagnum og
samfelagsbygnaðinum. Inn-
anhýsis skulu politisku og
vinnuligu karmarnir leggj-
ast, og skipanin fyri einum
framhaldandi vælferdar-
samfelagi skal greiðast. Út-
eftir skulu marknaðarviður-
skifti og luttøka í altjóða
samstarvi avtalast.
Ein greið ríkisrættarlig
stóða er grundarlagið fyri at
leggja tryggar karmar um
framtíðarmenningina av
føroyska samfelagnum.
Ætlanirnar hjá
a SER EON gan.
sum varð skipað eftir løg-
tingsvalið 30. apríl 1998,
hevur sett sær sum høvuds-
mál at greiða ríkisrættarligu
støduna við tí endamáli, at
Føroyar gerast politiskt og
búskaparliga sjålvstødugar.
Samgongan hevur sett sær
fyri, at Føroyar skulu skip-
ast sum fullveldi (suverenur
statur) eftir eini skipaðari
ætlan.
formliga í tveimum
1. Ein millumlandasått-
máli verður gjørdur, sum
åsetir, at framtidarsam-
starvid millum Føroyar
og Danmark verdur
skipað millum tvey
sjålvstødug og javntsett
lond. I hesum sambandi
verður eisini gjørd ein
búskaparlig og fíggjarlig
uppgerð og ein avtala
um eina búskaparliga
skiftisskipan. Sáttmálin
verður lagdur fyri løg-
tingid, og tå løgtingid
hevur samtykt hann,
verdur hann lagdur til
fólkaatkvgðu til góð-
kenningar.
2. Ein grundlóg skal ger-
ast fyri Føroyar. Uppskot
verður lagt fyri løgtingid
um at seta grundlógar-
nevnd. Tá nevndin er lið-
ug, verður uppskot um
grundlóg lagt fyri løg-
tingið og síðani til fólka-
atkvødu.
Ætlanin byggir å ta polit-
isku Ek at før-
oyingar fáa fult ræði og
fulla ábyrgd av landinum
og Føroya fólk skipar hetta
vald við sínum fólkavalda
lóggávutingi, Føroya Løg-
tingi, egnu stjórn sínari,
Føroya Landsstýri og egna
dómsvaldi sínum, við heim-
ild í egnari grundlóg. Før-
oyar verða viðurkendar sum
fullveldi eftir galdandi tjóð-
arrætti og kunnu frítt taka
lut í altjóða samstarvi sum
sjålvstødugt land.
Ætlanin leggur dent å, at
hetta skal gerast eftir einum
skipaðum og fólkaræðilig-
um leisti og í samráðingum
við donsku ríkismyndug-
leikarnar. Føroyar og Dan-
mark mugu framhaldandi
hava samstarv á fleiri økj-
um, politiskt og umsiting-
arliga. Hetta kemur eyðvit-
að av tí søguliga samband-
inum millum londini. Eftir
hesi ætlan verdur t6 talan
um tveir javnbjóðis partar,
har ábyrgdar- og valdsbýtið
er greitt ásett.
Søguil fordømi
I politiska kjakinum hevur
verið víst til ta sonevndu
"sambandslógina" millum
Danmark og Ísland í 1918.
Hesin sáttmáli gav Íslandi
fullveldi, men ásetti sam-
stundis felagsmál við Dan-
mark og ásetti neyvar treytir
fyri samstarvinum landanna
ur
Við hesum fordømi og
við atliti til sóguligu gongd-
ina undir Heimastýrislógini
verður hildið, at tað er ein
gongd leið at gera ein sam-
starvssåttmåla við Dan-
mark. Heimastýrislógin til-
skilar, at ávíst lóggávuvald
og útinnandi vald er flutt frá
ríkismyndugleikunum til
føroyska heimastýrið. Ætl-
an landsstýrisins vendir
hesum við. Evsta valdið yv-
ir Føroyum fer at liggja hjá
føroyskum myndugleikum.
I eini skiftisstíð kunnu
målsøki leggjast til donsku
ríkisstjórnina at umsita, og
avtalur kunnu gerast um fel-
agsmál og framtíðar sam-
starv.
Eftir hesum leisti er møg-
uligt at tryggja Føroyum
fult politiskt sjálvræði og
ábyrgd, og samstundis
tryggja eina tillaging, sum
gevur føroyska samfelag-
num møguleika at byggja
egnar skipanir upp á øllum
økjum og at grunda ein
sjålvstødugan, burðardy gg-
an føroyskan búskap.
I avtaluni millum donsku
stjórnina og landsstýrið frå
10. juni í 1998 er ásett í
a 9, at danska stjórnin
er til reiðar at samráðast um
eina nýggja skipan á tí
grundarlagi, at Føroyar ger-
ast fullveldi. Harumframt
eru stjórnin og landsstýrið
samd um at samráðast um
eina skiftisskipan, sum eis-
ini fevnir um eina búskap-
arliga skiftisskipan, ið hev-
ur til endamáls, at Føroyar
gerast búskaparliga sjálv-
bjargnar.
Sostatt er eitt greitt polit-
iskt grundarlag lagt fyri eini
skilagóðari samráðingar-
loysn.
Viðmerkingar um bú-
skaparlig/fíggjarlig
viðurskifti
Tað er greitt, at búskapar-
ligu og fíggjarligu viður-
skiftini millum Føroyar og
Danmark hava alstóran
týdning fyri nýggja sam-
starvssåttmålan.
Tí må tydningurin av rík-
isstudlinum í føroyska bú-
skapinum greinast gjølla.
Metast skal um, hvørjar av-
leidingar ein minkandi
heildarveiting fær fyri
Dan Petersen og Jóannes
Eidesgaard úr Javnaðar-
flokkinum og Høgni Hoy-
dal, landsstýrismaðurin í
sjálvstýrsmálum - sum
óivað eru á skránni hend-
an dagin
Høgni Hoydal, landsstyrismadur i i kjáfsstýrismálum.
hevur nú sett skjøtil á fullveldið
landsbúskapin og lands-
kassainntgkurnar, og hvat
krevst í føroyska fram-
leiðslu- og inntgkugrundar-
lagnum, um Føroyar skulu
gerast sjålvbjargnar og veita
sinum borgarum tær tænast-
ur, sum eltt nåtimans væl-
ferdarsamfelag hevur.
Afturat årliga rikisstudli-
num (heildarveitingini) vera
útreiðslur hjá rikiskassanum
til stovnar í Føroyum og til
núverandi felagsmál. Hetta
skal greinast í hvgrjum ein-
stókum føri, og ætlanir
skulu gerast fyri, hvussu
føroyskar skipanir kunnu
byggjast upp og fíggjast á
ymsu gkjunum.
Umframt at vera grund-
arlag undir samráðingum
við donsku stjórnina, gerst
hetta tilfar stødi undir pol-
itiska kjakinum í Føroyum
um, hvussu samfelagið skal
skipast frameftir.
Viðmerkingar u
sanstarvssattmála
Í samgonguskjalinum er av-
talað, at nýggi sáttmálin
kann fevna um felags
kongshús, felags gjaldoyra
og felags ríkisborgararætt-
indi hjá donskum og før-
oyskum ríkisborgarum. Tað
merkir, at Føroyar og Dan-
mark vera í einum felags-
skapi, har åvis søgulig, bú-
skaparlig og persónlig bond
verða varðveidd millum
tjóðirnar.
Søguliga hava føroyingar
verið beinleiðis undir
danska kongshúsinum síð-
ani 1661/62, og danska
kongshúsið ber uttan iva við
lobe røtur hjá nógv-
um føroyingum. Skipanin
við felags ríkjaleiðara í
londum við fólkaræðiligum
fullveldi er væl kend aðr-
astaðni í heiminum, og slíka
skipan høvdu Ísland og
Danmark millum 1918 og
1944. Við føroyskum full-
veldi er hetta ein spurn-
ingur, sum Føroya fólk kann
taka stóðu til fyri seg.
Gjaldoyravidurskiftini
eru eitt øki, sum hevur stór-
an týdning í búskapar- og
fíggjarpolitikkinum og, sum
krevur neyv stýringsamboð
og skipanir. At vera knýttur
at danska gjaldoyranum
gevur bæði fyrimunir og
vansar. Danska gjaldoyrað
er beinleiðis knýtt at gjald-
oyraviðurskiftunum í ES-
londunum. Tað peningapol-
itiska veðurlagið, sum hósk-
ar í Danmark (og ES), er
ikki altíð Før til vildar.
Sterka danska krónan hevur
seinnu árini verið ein trup-
ulleiki hjá pørtum av út-
flutningsvinnuni. Hinvegin
eru Føroyar neyvan til reið-
ar at skipa fyri egnum gjald-
oyra, áðrenn grundleggj-
andi spurningar í føroyska
búskapinum hava funnið
eina nýggja legu, og bú-
skapurin yvirhøvur er vorð-
in meira sjálvberandi. Tí er
helst rættast at miða eftir
eini skipan við felags gjald-
oyra millum Danmark og
Føroyar.
I sambandi vid såttmålan
må føroyskur heimarættur
staðfestast, sum eisini verð-
ur grundlógarfestur. Føroy-
ingar og danir hava gjøgn-
um árini búsett seg hvør hjá
ødrum, hava nomið somu
rættindir og skyldur, og
familjubond knýta tjóðirnar
saman. Eisini er at nevna,
at bæði Føroyar og Dan-
mark eru bundin av fleiri
norðurlanda sáttmálum,
sum áseta sínámillum rætt-
indi hjá borgarum í hesum
londum. Sáttmálin eigur tí
at fevna um eina skipan, ið
tryggjar føroyskum og
donskum ríkisborgarum
javnbjóðis rættindi hvør hjá
ødrum.
Tad er somuleidis greitt,
at Føroyar mugu samstarva
vid onnur lond um tær tæn-
astur, sum krevjast f einum
nútíðar samfelagi. Tí må
sáttmálin fevna um fram-
haldandi samstarv vid Dan-
mark, eitt nú í útbúgvingar-
málum, heilsumálum, utt-
anríkismálum og í rættar-
málum. Harafturat má
spurningurin um verju og
tilbúgving viðgerast.
Sáttmálin eigur at vera
tíðarbundin, so hann skal
takast upp til viðgerðar eftir
ávíst áramál og hann eigur
at hava ásetingar um,
hvussu hann kann sigast
upp eftir ávísum reglum, og
hvussu samstarvið á teim-
um ymsu gkjunum kann
broytast og endurskoðast.
Til tess at fremja hesa ætl-
an, er eitt nærlagt og stórt
fyrireikingararbeiði neyð-
ugt. Miðfyrisitingin skal
leggja nógva orku í fyrireik-
ingarnar og ætlanin skal
metast í mun til avleiðing-
arnar fyri øll målsøki.
Landsstýrið fer at leggja
eina frágreiðing um fyri-
reikingarnar fyri tingið til
aðalorðaskiftis seinni í ting-
setuni.
Við hesum verður mælt
til at samtykkja uppskotið.