fríggjadagur 21. august 1998síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgáablaðstjórk | Blaðfólk: Ljósmyndari: Útgevari, uppseting og prent: Telefon: 311820
Jan Miller | Dagny Joensen, Jens Kristian Vang Sp/t Sosialurin Telefax. 314720
| Áki Bertholdsen, Bústaður: -
Blaðstjóri: | Emil L. Jacobsen Lýsingar og sela: Argjavegur 26, Argjum email: .
R Eirikur Lindenskov = | Sveinur Tróndarson Jonhard Hammer Postadr: Postsmoga 76, post&sosialurin.fo
internet: www.sosialurin.fo | Turið Kjølbro 110 Tórshavn
Veidipolitikkur
å høgum stigi…
Oddagrein
Vit eru komin langt ut í april mánað, og
legtingsvalið nærkast. Nøkur veiðiloyvi
eru ikki skrivað út. Talan er um loyvini at
fiska tunfisk. Landsstýrið hevur gjørt av,
at fleiri skulu fáa loyvi at fiska tun í for-
oyskum sjógvi.
Veiðan er eitt eydnuspæl. Fiskiskapurin
varir bara eina stutta tíð, og neyvan eru
nógvir menn við skipunum. Men kortini.
Alt ger mun. Landsstýrismaðurin í fiski-
vinnumálum ringir, og boðar frá, at fiski-
málastýrið hevur gjørt av, at hetta og hatta
felagið hevur fingið veiðiloyvi.
So liggur tað ikki á láni! Fiskivinnupoli-
tikkur á hogum stigi! Valið er farið afturum,
men landsstýrismaðurin er tann sami.
Bara onkur hendinga tíðindi hava verið
um tunfiskaætlanir. T. d. at eitt skip er
keypt í Malaysia og at onnur hava gjørt
samstarvsavtalur við japanskar fyritokur
um skip. Annars hava vit ikki frætt meiri,
fyrr enn útvarpið herfyri hevði nøkur løgin
tíðindi um, at landsstýrismaðurin avsann-
ar, at menn ella felog, sum ikki framm-
anundan fáast við fiskivinnu hava fingið
fiskiloyvi. Nåh, hugsar tann gløggi lurtarin.
Hetta ljóðar, sum mjelið er ikki heilt reint.
Um dagarnar frættist so alment, hvor hev-
ur fingið loyvi at fiska tunfisk í eini roynd-
artíð. Millum tey felog og reiðaravirki, sum
hava fingið royndarioyvi er Føroya Fiska-
sela. Okkum vitandi hevur fiskasølan ikki
áður rikið beinleiðis fiskiskap. So avsann-
anin hjá landsstýrismanninum er ikki heilt
rett! Onnur, sum hava fingið loyvi, eru
menn, sum hava gjørt vart við seg innan
fiskivinnu, ella sum reiðarar. So tað er
einki forgjørt í tí.
Tað er at fegnast um, at foroyingar alla
tíðina ganga nýggjar leiðir og royna eftir
nýggjum fiskasløgum. Hetta er neyðugt,
um vit skulu livbjarga okkum er á klettu-
num. Ikki minst nú í hesum tíðum, vit sjálv
skulu klára okkum búskaparliga.
Ferð eftir ferð hevur Sosialurin vidgjørt
og víst á nýggjar møguleikar fyri at fjøltåtta
hevuðsvinnu okkara, so vit skulu ikki
koma við nøkrum atfinningum. Men kortini
kann verða spurt, hví ein slík alternativ
ætlan, sum at fiska tun, ikki er liður f einum
yvirskipaðum fiskivinnupolitikki. Einum
politikki, sum t. d. miðjaði ímóti, at reið-
aravirki, ella menn, sum fingu tunfiska-
loyvi, ístaðin skuldu minka veiðiorkuna á
gðrum leiðum ístaðin? Tá høvdu vit fingið
tvey fyri eitt, og tá kundu vit tosað um
fiskivinnupolitikk, men tað er kanska ov
nógv kravt. Sosialurin
At fara um mørk
Í morgin klokkan 16.00
letur upp framsýning av list
úr Chicago, Illinois upp í
Listaskálanum í Havn.
Á framsýningini fer Ol-
ivia Petrides, savnsvørdur á
Chicago Institute of Art at
greiða frá framsýningini.
A framsýningini luttaka
15 listafólk frå Artemisia
Gallery i Chicago. Tey sein-
astu fimm årini hevur Arte-
misia havt myndlistarligt
samband vid Tyskland, Is-
land, Skotland, Kina og
Korea. Vid framsyningini i
Føroyum verdur enn eitt
samstarv staðfest, ið byrjaði
við, at føroysk listafólk í
oktober 1997 sýndu fram
standmyndir og málningar
í Artemisia. Framsýningin
bar heitið Islands in the
Mist: Six Artists from the
Faroe Islands.
Um framsýningina sigur
Olivia Petrides:
— Urvalid av verkum, ið
her verður sýnt fram, av-
speglar áhugan hjá Artemis-
ia Gallery fyri tí stóra um
heiminum, og her verður
hugtakið mørk rannsakað úr
ymsum sjónarhornum. Art-
emisia Gallery er eitt sam-
vinnutiltak, ið einans konu-
fólk eru limir í og eiga, og
summi av listaverkunum
bera brá av, at kannað verð-
ur, hvussu mørk verða sett
fyri leiklutum hjá kynunum
- úr persónligum, kynslig-
um, søguligum ella satirisk-
um sjónarhorni. í mótsetn-
ingi til hetta viðgera summi
av verkunum hetta hugtak
við at lata landslagið tala.
Men landslagið vísur aftur
á listakvinnunar innaru to-
pografi. Samanumtikið um-
boðar Crossing tey listar-
ligu og persónligu mørk,
sum hesar kistakvinnur
kenna og uppliva, og tað,
ið eggjar tær til estetiskt at
ferðast handan hesar av-
markingar.
Stovna gongufelag i Eysturoy
Í samband við stovnan av
gongubólki í Eysturoynni
skipar Eysturoyar Kunning-
arstova fyri gongutúri runt
Eystnes sunnudagin. Av
Kunningarstovuni verður
sagt, at tey metast við gamla
próvstasætið á Nesi klokkan
14.00. Ferðalagið fer síðani
við bussi til Aðuvíkar, har
túrurin byrjar uttan fyri
bygdina við søguliga staðið
Arting. Síðani verður gingið
gjøgnum Æðuvíkar bygd,
meðan ferðaleiðari sigur frå
ymiskum áhugaverdum á
túrinum.
Túrurin runt Eystnes er
ein lættur gongutúrur, ar
gott útsýni er norðureftir til
Nólsoynna og yvir Skála-
fjørdin, harafturat hevur
umráðið eitt sera ríkt fugla-
lív.
Gingið verður síðan inn-
aftur á Nes, har borðreitt
verður viðkaffi og køkum í
gamla próvstasætinum. Eis-
ini verður her kunnandi
fundur um stovnan av gong-
ufelag í Eysturoynni.
Ahugin hjá eysturoying-
um fyri at ganga er stórur,
so hetta er eitt tiltak, sum
tey vænta, at nógv fara at
taka undir við. Ætlanin er,
at eitt gongufelag skal fyri-
reika ein gongutúr um mán-
aðin ymsastaðni í Føroyum.
Kostnaður fyri túrin er kr
75.00. Tilmelding til túrin
hjå Eysturoyar Kunningar-
stovu í Runavík, tel 44 94
49 fax 44 91 80, Eysturoyar
Kunningarstovu i Fugla-
firði, tel 44 48 60 fax 44 51
80. At enda siga tey, at túr-
urin bert verður gjørdur um
viðrar, og at tey, ið ætla at
taka lut á túrinum eiga at
tryggja sær, at túrurin verð-
ur gjørdur, áðrenn farið
verður avstað.
Høvudsmålid fyri tingfundin týsdagin verður uppskotið
um framtíðarstóðu Føroya
Mynd: Ålvur Haraldsen
Framtidarstødan fyri
i tinginum tysdagin
Løgtingsfundur verður aftur
týsdagin 25. august 1998 kl.
10.00. Størsta málið á
skránni er sum vera mann
uppskotið til samtyktar um
ríkisvættarligu stóðu Før-
oya, sum Høgni Hoydal,
landsstýrismaður í sjálvs-
týrismálum legði fyri tingið
týsdagin.
Løgtingsformadurin ætl-
aði, at málið skuldi koma
fyri á tingfundi longu í dag,
men hesum mótmæltu bæði
Javnaðarflokkurin og Fólk-
aflokkurin við teirri grund-
geving, at teir vildu hava
meira tíð at viðgera upp-
skotið innanhýsis.
Skráin fyri tingfundin
verður annars hendan:
1.3. viðgerð av tingmáli nr.
nr. 1-2/1998: Uppskot til
eykajáttanarlóg fyri august
1998.
2 Atkvødugreidsla um fyri-
spurning nr. 100-2 til Karst-
in Hansen, landsstýrismann,
viðvíkjandi støduni hjá
teimum, sum mist hava hús
síni í kreppuárunum (Jenis
av Rana, løgtingsmanni)
3.1. viðgerð av tingmáli nr.
5/1998: Uppskot til sam-
tyktar um ríkisrættarligu
stóðu Føroya.
4. Framløga
Hjartaliga tøkk, øll tit, sum å ymiskan hått vistu
okkum samkenslu í sorgini, tá elskaði maður,
pápi, abbi, bróður og svágur okkara:
Egil Hansen
Nordagøta
so brådliga varð tikin frå okkum.
Tøkk til tykkum mongu, sum t6ku lut
í jarðarferðini.
Ein serlig tøkk til reidari og manning á m/s Skúgvi.
Tøkk til prestar og kirkjutænarar.
Eisini tøkk til tykkum mongu, sum hjálptu til
við jarðarferðini.
Tøkk fyri uppringingar, vitjan, gávur og blómur úr
Føroyum, Grønlandi, Danmark og Íslandi.
Takk øll somul.
Familjunar vegna
Regina, Erla, Ingun, Hildibjørg og Annika